leygardagur 22. apríl 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 30 — 22. apríl 1978
Tað hevði verið býtt av okkum
at fara at tosa um ismur
Tá leikbólkurin Gríma byrjaði virksemi í
sítt 1. august í fjør fóru tey undir eitt
royndarskeið, sum skuldi vara til 1. apríl
1978. Gríma, Birita Mohr, Eyðun Johanne-
sen, Rosa á Rógvu Joensen, Egi Dam og
Kári Øster, er ein nýskapan í føroyskum
sjónleiki, fyrsti professionelli leikbólkur-
in. 1. apríl er farin afturum og vit hava
spurt tey fimm, hvussu hevur gingist, um
framtíðina og ymiskt annað.
— Vit hava neyvan havt
eina fria løtu, høvdu ikki
roknað við, at tað fór at
bliva so strævið, at tað fór
at krevja so nógv, sum tað
hevur gjert. Vit hevdu
Gríma hevur saman-
lagt havt 62 framfersl-
ur teir 8 mánaðirnar,
harav 43 av Kvæðinum
um kópakonuna.
Í fyrstani gjørdu tey
eina kabarett, sum tey
spældu í Nólsoy, Ru-
navik og Vestmanna.
Tey hava havt 4 barna-
letur á Barnabóka-
savninum og eina í
Nólsoy. Eyðun og
Rosa vóru við á kon-
sertini hjá Symføniu-
hljómsveit Ísland og
Gríma hevur staðið fyri
einari gestavitjan, tá
Alþýðuleikhúsið var
her við Skollaleiki.
Umframt hesar al-
mennu sýningarnar
hevur Gríma undirvíst
á einum skeiði hjá
Tórshavnar kveld- og
ungdómsskúla í vetur
og á tveimum viku-
skeiðum í Klaksvík,
annað fyri vaksin og
hitt fyri ung, og á
einum 3-daga skeiði
fyri læraraskúlanæm-
ingum. Tey hava
hjálpt hvalbingum og
klaksvíkingum við at
seta leikir upp og gjert
leiktjøldini til Hita-
bylgjuna. I løtuni hava
tey ein norskan barna-
leik å skrånni.
Tey miða moti, at
hava skrånna fyri alt
komandi leikår klåra
longu eftir summarfri-
tidina.
Gríma hevur fingið
váttað frá landsstýri-
| num, at tær 90.000 kr.
Í á nýggju fíggjarlógini,
sum eru settar av til
sjónleik, verða latnar
bólkinum at virka fyri. |
A ——————
6 ENO
——-
rr
ss I
t.d. ætlad, at vit skuldu
arbeiða frá niggju til
fimm, men tað hevur
sjáldan hildið. Tá vit
nærkaðust premieruni á
Kópakonuni fóru vit til
Húsavíkar og teir 12 dag-
arnar fram til premieruna
arbeiddu vit frá kl. 9 til
midnått og viðhvert
longri, vid at venja og
rigga til.
Birita, Eydun, Rosa,
Kåri og Egi eru samd um,
at talið 5 er avgjørt låg-
markid av luttakarum i
Grimu. Tey eru ti farin at
hyggja seg um eftir hjålp-
arfolki, ikki endaliga leik-
arum, men fólki, sum
kann hjálpa teimum við at
savna saman tilfar til leik-
skráir og sjálvar leikirnar.
— Tað er ikki figgjar-
ligt grundarlag enn fyri
fleiri leikarum, men vit
hava hugsað tann tankan
at fáa ein afturat fyri
stytri tíð, ein leik til døm-'
is, um hetta verður megu-
ligt peningaliga.
Ov lítla tíð
til sjónleik
Tað eru ikki venjingarnar,
sum krevja so nógva tíð.
Fyrisitingin av Grímu er
farin av stað við helvtini
av tíðini. Tey hava ein
bókhaldara, men alt ann-
að praktiskt arbeiði gera
tey sjálvi.
— Hetta tekur nógv
longri tíð enn vit hevdu
væntað. Men hartil er eis-
ini at siga, at hetta er
fyrstu ferð, vit royna at
arbeiða í einum tílíkum
leikbólki og meguliga eru
vit ikki so effektiv, sum
man kann blíva. Hetta
verður helst betri og betri,
soleiðis at koma at duga
at fáa meira burtur úr tíð-
ini. Men higartil hava vit
satt at siga fingið ov lítla
tíð til at arbeiða við sjón-
leiki.
|
Stillu vikuna og á páskum hevdu tey bert frí tann eina dagin, fyrsta páskadag. Myndin er frá venjingini av
leikinum um tey fýra, Beiggjan, Blómuna, Didduna og Dukkuna. Tey fara út á bygd við hesum leikinum eftir
summarfrítíðina, men tað verður ein broytt útgáva, har sterri dentur verður lagdur á sjálvt spælið
Tey hava kortini lært
av hinum eisini. Tey eru
komin eftir, hvussu fimm
fólk fáa alt hetta ymiska
at rigga og, hvussu tey
við at hjálpa hverjum eðr-
um kunna fáa tað til at
rigga.
Studningurin rakk
til november
— Vit fingu 71.000 kr. í
studningi frá landsstýri-
num í august og tað var
ikki so frægt sum til
triggjar mánaðarlenir,
altso fyri august, septem-
ber og oktober, og vit
hevdu fyrstuframferslu í
november. Tað vil siga,
áðrenn vit fingu fyrsta
leikin upp, vóru teir peng-
arnir farnir. Vit hava sekt
um at fáa játtanina á
fíggjarlógini hækkaða,
men hava onki svar fingið.
Nú síggja vit á figgjar-
lógini, at játtanin er tann
sama, 90.000 kr.
Annars sekti Gríma um
studning frá býráðnum í
Havn og fær 5.000 kr. fyri
hvenn leikin. Aðrar inn-
tekur eru so frá selu av at-
gongumerkjum, lýsingum
í leikskráum og gávur frá
stovnum og privatum
virkjum. Trotið á peningi
hevur ávirkað arbeiðs-
gongdina, tey máttu
skunda sær við uppset-
ingini av Beiggjanum,
Blómuni, Didduni og
Dukkuni fyri at spæla
nakrar pengar inn, tí
kassin var tómur.
— Vit settu okkum
royndarskeiðið til 1. apríl
og inntøkur og útreiðslur
javnviga akkurát. Altso,
um vit góvust í dag og
seldu bilin, so stóð á 0.
Tey hava ikki kent tað
sum eitt trýst, at talan
hevur verið um eitt roynd-
arskeið, men hin vegin
hevur verið lagt nógv fyri
við tí fyri eyga, at tað ber
til at hava yrkissjónleik í
Feroyum.
— Tað er ikki teimum
peningajáttandi myndug-
leikunum vit hava spælt
fyri. Vit hava spælt fyri
fólkinum fyri at vita, um
tað er grundarlag fyri tí,
vit gera.
Ein tanki,
stuttligur
at spæla við
— Tað hevði als ikki borið
til at farið til Mikladals
við Kópakonuni, soleiðis
sum hon kom at síggja út.
Tað var ein sveimandi
tanki, sum var stuttligur
at spæla við og sum eitt
blað helt vera ein góð yv-
irskrift. Vit áttu heldur
ongar pengar tá og hevdu
ikki kunnað goldið ferða-
útreiðslurnar við tí, vit
høvdu spælt inn har. Vit
hava valt at spæla á
plássum, har nógv fólk
kunna koma at hyggja, tí
tað er dýrt at spæla, har
fáir áskoðarar koma. Men
tað skal kortini ikki vera
ein umbering fyri, at vit
ikki vitja
plássini.
Tey siga, at Kópakonan
setti viss teknisk krev,
eitt nú til støddina av
pallinum. Tey vóru og
máldu upp allastaðni
norðanfyri, men plássið
var ov lítið. Tað hevði
blivið eitt alt ov stórt ar-
beiði at skula broyta leik-
in, hverja ferð komið varð
til nýggja bygd.
— Beiggin, Blóman,
Diddan og Dukkan er
lættari at fáast við. Hann
kann spælast í skúlum og
fimleikarhellum, men tá
uttan ta teknisku útgerð-
ina og við bandupptakara
í staðin fyri orkestrið.
tey smærri
Krúpa ikki
uttanum
— Tað hevur verið ein
roynd hjá okkum at ar-
beiða so tætt saman hesa
tíðina. Viðhvert hava vit
klandrast illa. Tað er
sjálvandi ikki >„lutter
idyl,« men tað er tað