leygardagur 22. apríl 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 — 22. apríl 1978
sosialurin
Síða 7
Billardárið liðugt:
| Eiríkur Nielsen
føroyameistari
— vann i finaluni å Olavi Clementsen
Føroyameistarakappingin fyri staklingar
varð spæld næstseinasta vikuskiftið.
Við hesi kappingini er billardárið liðugt.
Eirikur Nielsen úr Havnar Klubba gjørd-
ist føroyameistari. Hann vann i finaluni å
Olavi Clementsen år felagnum Mimi.
Eirikur spældi eisini vid á liðnum hjá
Havnar Klubba, ið vann føroyameistara-
heitið nakað herfyri.
Lítil ivi var um, at Eirikur
Nielsen fór at vinna stak-
lingakappingina í ár.
Hann hevur staðið seg
framúr væl í liðkappingini
fyrr í ár — og eingin
mundi tí vænta, at hann
varð tikin í hesi síðstu
kappingini.
Mótsteðumaður Eiriks í
finaluni var Ólavur Cle-
mentsen úr Mimi. Hóast
Ólavur kláraði seg væl í
teimum innleiðandi um-
førunum, var Eirikur ikki
at vika í seinasta dysti-
num. Spæld vórðu 2X10
umfer. Eftir 4 tey fyrstu
umferini hevði Eirikur
stoytt seg til 238 eygu,
hetta er meira enn 50 eygu
í miðal, ið er eitt heilt 6-
vanligt úrslit fyri ein før-
oyskan billardspælara.
Ólavur kom ongantíð fyri
seg. Trygga og lætta
spælið hjá Eiriki tók hann
á bóli. Ølavur fekk 220
eygu ialt. Eirikur haraft-
urimóti gjørdist vinnari
vid 610 eygum. Tad eru
30,5 eygu í miðal.
10 spælarar
luttóku
Staklingakappingin fór
fram í Havn. Spælt varð á
ellum fýra borðunum í
býnum, tveimum í Havn-
ar Klubba, einum í Miki
og einum á lærlingaheim-
inum úti í Marknagyli.
Tilsamans 10 spælarar úr
teimum fimm billardfelog-
unum í Feroyum luttóku.
Spælt varð í tveimum
bólkum, og fýra teir bestu
fóru víðari til semifinalur-
nar. Hesir fýra vórðu
Eirikur Nielsen og Eli
Zachariasen úr Havnar
Klubba, Ólavur Clement-
Bólkur A
1. Godthard Olsen
2. Eli Zachariassen
3. Jaspur Midjord
4. Jørleif Næs
5. Per Hansen
Bólkur B
1. Eirikur Nielsen
2. Olavur Clementsen
3. Jens Strågård Holm
4. Ole Verdich
5. Sonhard Johannesen
Semifinalur:
1. Eirikur Nielsen
2. Olavur Clementsen
3. Eli Zachariasen
4. Godthard Olsen
Um 3. og 4. plássið:
sen úr Mimi og Godthard
Olsen úr Klaksvíkar
Klubba.
Úrslitið av semifinalu-
umfarinum varð, at Eirik-
ur gjerdist nummar 1, Ól-
avur nummar 2, Eli num-
mar 3 og Godthard num-
mar 4.
Kappast varð síðani um
3. og 4. pláss. Eli fekk 324
eygu og vann. Godthard
fekk 206 eygu og gjerdist
samanlagt nummar 4 í
kappingini.
Besta umfarið í allari
kappingini hevði Eirikur.
Tað var 118 eygu. Harum-
framt hevði hann fleiri
umfer omanfyri 100 eygu.
Úrslitini frá staklinga-
kappingini. Allir spæla
móti hverjum eðrum í
hverjum bólki. Spælt
verður 2 X 10 umfør.
Stig Eygu
8 988
6 942
4 626
2 790
0 624
8 1276
6 1038
4 528
2 668
0 380
6 1104
4 750
2 700
0 686
3. Eli Zachariasen: 324 eygu
4. Godthard Olsen: 206 eygu
Finala:
1. Eirikur Nielsen: 610 eygu
2. Olavur Clementsen: 220 eygu
Føroyameistarin Eirikur Nielsen
)
Liðkappingin
Tað varð Havnar Klubbi,
sum vann liðkappingina í
ár. Niðanfyri hava vit úr-
slitini frá kappingunum í
bæði A-bólkinum og B-
bólkinum.
Luttøkan í liðkapping-
ini í ár var rættiliga stór.
Tilsamans luttóku 41
spælarar úr teimum fimm
feløgunum: Havnar Klub-
ba, Mimir, Klaksvikar
Klubba, Fuglafjarðar
Klubba og Vágs Billard-
felag.
Ikki kann sigast annað
enn, at áhugin fyri hesum
heldur nýggja kappingar-
spæli her í Feroyum er
stødugt vaksandi. Fleiri
feløg kring oyggjarnar fáa
billardborð, og fleiri fólk
hava tí umsteður at spæla
billard.
Líta vit aftur um bak og
samanbera úrslit, so er
greitt, at úrslitini hjá
teimum einstøku spælar-
unum gerast betur fyri
hvert ár. Bert fá ár herfyri
vóru bert ein, tveir ella
triggir spælarar, ið høvdu
omanfyri 10 eygu í miðal.
Í kappingini í ár vóru 10
spælarar, ið høvdu oman-
fyri 10 í miðal. Men ikki
bert í »toppinum« merkist
framgongd. Eisini teir
spælarar, ið fyrr lógu í
hinum endanum, hava
havt munandi framgongd.
Tilsamans 18 spælarar í
kappingini í ár hevdu so-
statt millum 7 og 10 í
miðal.
Samkoma
Aftaná staklingakapping-
ina var samkoma í Mimi.
Her vórðu steyp handað
vinnarunum. Umframt
hesi steyp fekk Haldor
Holm úr Klaksvík gávu
við teirri grundgeving, at
hann hevur gjert eitt slóð-
andi arbeiði til frama fyri
billardspælinum. | Hann
hevur fingið í lag vitjanir
úr Danmark, sum veruliga
eru orsekin til, at dygdin í
spælinum er steðugt
vaksandi.
FM kappingin fyri lið:
1. Havnar Klubbi
2. Mimir
3. Klaksvíkar Klubbi
4. Vágs Billardfelag
5. Fuglafjarðar Klubbi
Kappingin fyri B-lið:
1. Mimir
2. Havnar Klubbi
3. Klaksvíkar Klubbi
Søgaardkappingin
Eftir at frammanfyri
nevndu kappingar vóru
av, hevur enn ein mill-
umfelagskapping verið,
hin sonevnda Segaards-
kappingin. Henda kapp-
ing fór fram fríggjadagin
og leygardagin 14. og 15.
apríl í Klaksvíkar klubba
og í skúlaheiminum í
Klaksvík ímillum Klaks-
víkar klubba, Mimir og
Havnar klubba. Steypið
varð givið í síni tíð av tí
kenda danska billardleik-
aranum Seren Segaard,
og vóru tað ikki onnur
feløg enn hesi, sum tá íðk-
aðu billardspæl í Feroy-
um.
Úrslitini av kappingini
vóru hesi:
Havnar klubbi 4268 eygu
Klaksvíkar Kl. 3254 eygu
Mimir 3052 eygu
Luttakararnir vóru 3 úr
hverjum felagi, og við hesi
kapping hevur Havnar
klubbi vunnið tað 4 ferðir
og Mimir 1 ferð. Sum flest
onnur ferðasteyp skal
hetta vinnast 3 ferðir á rað
ella 5 ferðir tilsamans.
stig eygur í miðal
106 15924 12,44
80 15594 12,18
56 11404 8,91
52 10580 8,27
26 9800 6,95
92 9470 7,39
54 8408 6,56
46 8194 6,40
Framhald frå sidu 6
Henda myndarliga sam-
meting er als ikki so burt-
ur úr vón og viti sum
kanska flest øll halda i
fyrstu syftu. Munurin er
veruliga einans tann, at
meðan innbrotstjóvurin
ger materiellar skaðar —
og teir kunnu altið lekjast
— so ger eitt vána sjón-
varp sálarligar skaðar —
men hesir kunnu als ikki
altid lekjast! Ti royndur
lutur er, at eingin fjølmidil
(massemedium) hevur
nær námind so stóra á-
virkan á menniskjans
hugsunnar- og kensluliv
sum just sjónvarpið.
9. »Sundheds-
styrelsen« og
silur tess
Tad er min von, at J. K.
Højgaard og Torbein
Rein, eins og við fyrstu
grein míni, geva sær
stundir at umseta eisini
hesa grein til danskt og
senda hana til ummælis já
»Sundhedsstyrelsen« i
Keypmannahavn. Sam-
stundis hevði tað verið av
stórum áhuga at fingið at
vita, nær ætlan teirra
(»Sundhedsstyrelsen«) er
at seta nýtt og betri filtur
í sílurnar, tí sum nú er
uppliva vit jú dagliga, at
heilivágur, matverur, fóð-
ur, brúkslutir o.m.a. ið
aftaná at hava farið
gjøgnum »Sundhedssty-
relsens« silur — og i
kroppin å bråkarum —
brádliga verður bannað
og/ella stemplað sum eit-
ur. Demini eru í hópatali
og skaðiligu árinini gref-
lig.
Tað er ikki so langt síð-
ani at fólk ótu Amfeta-
min, Cortison og Thali-
domid sum »bomm« at vit
gingu og sprændu DDT á
hvert livandi kykt, og tað
er bert nakrir fáir mánaðir
síðani vit fingu at vita, at
ávís ljósrer góvu frá sær
røntgengeislingar langt
yvir loyvda mark, og at
nógvar »håfjalls6lir« vóru
beinleiðis skaðiligar (elv-
du til krabbamein) o.s.fr.
0.S.Ír.
Og meðan alt hetta fer
fram, ger okkara egna
»Sundhedsstyrelse« við-
tekur um at nátthúsbukk-
an má temast áðrenn hon
fær roka, og at tað er
bannað at pissa ímóti
neystavegginum, sam-
stundis sum grenu blett-
irnir í býum og bygdum
okkara verða lagdir undir
asfalt og betong og áirnar
gjerdar til kloakkir.
10. Er sjónvarpið
ein avbjóðing?
Tað hevur verið sagt av
m.a. okkara mentunnar-
málaráðharra, at foroyskt
sjónvarp er ein avbjóðing.
Nei, góði Dánjal, tað er og
verður ongantíð nøkur av-
bjóðing at dilta eftir eðr-
um. Avbjóðingin er júst
tverturímóti: At tora at
siga kortanei til eina
menning, ið eitthøvrt
hugsandi menniskja veit
berir lúkst á bláman, um
hon heldur áfram sum hig-
artil. Her er kanska sjón-
varpið bert ein lítil brikk-
ur í tí stóra, era spæli-
num, ið fer fram, men
onkur må onkustaðni
byrja! Og hví tá ikki vit?
At enda — og til oll
tykkum sum ikki trúgva
ein lort uppá hesa ber-
segnu grein: Gloymið
hana, men takið hana fram
aftur aftaná eitt drúgvt
kveld frammanfyri sjón-
varpstólinum — við svid-
andi eygum og einum
hevdi sum blýggj. Kanska
vil tú tá skilja innihaldið í
hesi grein eitt sindur
betur. Tú hevur møguliga
tá einans havt sjónvarps-
tólið í nekur fá ár, men
royn ålikavæl at hugsa
tær til ár av túsund
tals- = slíkum kveldum
gjøgnum eitt langt liv!
Hugsað um smábarnið, ið
nú kanska er í ferð við at
stinga nesina í sjónvarps-
rútin, fullkomiliga gloypt
av tí tað sær har. Hvussu
skal tað ganga við hesum
Framhald á síðu 13