Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 31 — 26. apríl 1978 Standið saman Tað er nógv fyri at lesa alt tvætlið frá Óla Breck- mann um liberalistisku samfelagsskipanina. Orð- ið liberalisma má heldur takast sum ein gekka- skortur. Rætta orðið er væl kapitalisma. Teir eru veruliga stórir antisosialistar, sum eru í- móti verkamannafjøldini, og síðani kunnu fólka- flokkurin, 1 ambhan samnÐands- n rim HOKKUTIN 4 »g hinir flokkar nir gorra sum teimum x né icy ilistiska samtfelags- skipanin er einasta alter- nativið til allar hesar Ál minnast reðuna hjá Paula Ellefsen 1. mai fjer. tá hann legði eftir løgmanni og m.a. vidgjør- di ien legmans, meðan hann sanniliga tagdi við síni egnu løn, ið er nógv feitari, og sum fyri ein part stavar frá hansara ar- beiði hjá kapitalistunum. At vera liberalur er tað sama sum at vera ímóti arbeiðarafjeldini, meðan sosialisman júst merkir tað mótsatta, nevniliga fyri rættvisiskrøvum verkafolksins. Tad nyttar onki hjá teimum borgar- ligu blødunum at júka upp i saman, hvussu ring so- sialisman er, ti hon er kortini góð og rættvis. Fólk megu gera sær greitt, at so leingi javnað- arflokkurin ikki hevur meiriluta á tingi, so verða vit í somu steðu sum nú og møguliga eisini í eini verri steðu. Kemur javn- aðarflokkurin at standa uttan fyri eitt komandi landsstyri, so kann fjøldin rokna við, at hon mangan verður við sviðið sod, ti frá kapitalistisku erinda- sveinunum kunnu vit ikki vænta okkum nógv. Politiska stavnhaldið hjá javnaðarflokkinum er fjøldin, meðan stavnhald- ið hjá hinum er vinnulívið fyrst, kapitalurin fram um alt, Arbeiðs- og fiskimenn, handverkarar og aðrir løn- takarar, tit hava bert ein flokk at halda tykkum til og tað er javnaðarflokk- urin. Herrópið er: Áhuga- málini hjá fjeldini fram um áhugamálini hjá ein- staklingum. Úrslitið verð- ur frælsi, javnaðaur og brødralag. X Målaraarbeidi Vit ataka okkum alt målaraarbeidi — innan sum uttan — og tapetsering. Fa. Leitraberg TIf. 73087 Vágur Bil- og traktorførari við ti stóra koyrikórtinum sekist skjótast gjørligt. VESTMANNA BYGDARRÅD Skrivstovustarv Sóknast verður eftir skrivstovufulltrúa við hollari roknskaparútbúgving til hagdeild landsins. Arbeiðseki verður m.a. at umfata innsavnan og uppsetan av taltilfari viðvíkjandi samlaðu árligu ílegum og iløguætlanum Føroya, av gjaldsjavna Føroya og somuleiðis av rakstrartølum fyri før- oyska fiskiflotan. Neyðugt er, at umsekjarin hevur drúgvar royndir innan skrivstovuarbeiði og hevur venjing i at handfara tel, og at hann er førur fyri at ar- beiða sjålvstødugt. Lenin verður sambært sáttmála millum Starvs- mannafelagið og Feroya Landsstýri. Umsóknir við viðmælum verða at senda til Bú- skaparráðið, Tinganes, og mugu verða inni í sein- asta lagi 15. mai í år. Starvið verður at seta sum skjótast. Búskaparráðið Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upp- tikin undir hesum teiginum er, at blaðstjórnin veit, hvør hevur skrivað brøvini. 5 Mælt verður til at snøgga helluna, so ongi undirskerð vera Múli Ja, nógv verður tosað um Múla, nú tað stundar til val. Her hava tingmenninir hjá okkum her norðuri verið ógvuliga jánkasligir. Eitt skiftið, um enn stutt, sat fyrrverandi bygdaráðsformaðurin í Hvannasundi, sum hevur Múla undir sær, á tingi. So skuldi okkurt verið hent. Men um tit byrja uppá vegin í dag, so er okkum ellum greitt, at ongin av teimum, sum nú eru í Múla, koma at fáa stór- vegis gagn av honum, tí yngsti maður er sløk 76 år. Hvat er so at gera? Ju, gerid vegin, men fåid eis- ini alt fyri eitt í lag at gera tað gangandi „undir bø- num« og snoggið helluna i einum ella tveimum stød- um, so ongi undirskerð eru hjá lítlabáti, sum rer í land. Og stoypið lítlan pier vinni á Stød«, um hann so bert er fimm metrar lang- ur, so kann tann báturin, ið nú siglur oftari leggja at, og tá tað ikki ber til, so kann hann tó leggja inn ímóti og rættast ella kast- ast upp á land. Hetta kann gerast fyri ein lítlan pening og sam- tíðis lætta teimum gomlu, ið har eru eftir, teirra seinastu ár. Tað hevur verið sagt fyrr, at tað er ongin ce- mentsekkur brúktur niðri við sjóvarmálan í Múla; gerið tað nú, brúkið nakr- ar, teir kostar umleið - 35 kr. hver. H Plantusølan í Mid-Hoydølum Pil, Bók, Lærk, Einiber, Sitkagrann, Con- tortafura, Fronsk Fjallafura, Cotoniasters, Potentilla, Rosa Rugosa, Gullregn, Sand- torn, Alperibes, Gyvil kr. 5,00 pr. stk. Sólber, Ribsber, Stikkelsber, Blomsturribes, Weigela, Bjørk ísl., ymisk slog av Rønn, kr. 10.00 pr. stk. Contoneasters horisontalis, Klatrirósir, Bu- ketrósir, nakrar størri Bjørkir, kr. 15.00 pr. stk. Rhododendron ymiskar litir kr. 60.00 pr. stk. Opið frá kl. 9 til kl. 19, tó stongt millum kl. 12 og 13. Plantingarnevnd Føroya v/ Leivur Trond Hansen Til Ola Breckmann Sjáldsama nógv rok i bløðunum síðsta viku- skifti. Soleiðis byrjar Óli Breckmann aftursvar sítt til »Avsannan« og boð um at vátta ella avsanna, send av næmingum og lærarum á Feroya Lær- araskula. Orsekin var VIST eitt lesarabræv í Dagblaðnum, heldur Óli fram. Hetta er fyrsta royndin hjá Óla, at fáa fólk at trúgva, at málið ongan týdning hevur. Óli skilir væl at fólki dámar kongabomm, og at summi fáa trongd at eta sakusuppu, men at fólk fáa trongd at avsanna eina lygn, tað er nýtt fyri Óla. Tað er eisini trúligt, ti sum blaðstjóri á Dagblað- num i nøkur ár veit Óli, at tad so sera væl ber til at lågva og tvætla, uttan at nakar talar at, folk høvdu ikki havt annad at gjørt, enn at tala at, um so var. Oli hvøkkur vid, at nakrir snorutir læraraskú- lanæmingar blanda seg upp í kjakið. Hann hevur als ikki inveterað teimum og als ikki nevnt skúla og lærara teirra. Nei, tað er satt Oli, men um eg t.d. í blødunum fór at spilla út ein suðring, lim av lands- stýrinum, svarthærdan við brillum, hylligan, hevði hesin maður tá havt fyri neyðini, at eg inveter- aði honum at svara aftur? Hatta hugarenslið kann tú leggja á hillina, ti flest eli vita, hver lærarin er. Hann er dani, undirvisir í máli, er organiseraður marxistur, hendingarnar eru farnar fram á ødrum hægri læristovni enn stu- dentaskúlanum o.s.fr. Tú kundi spart tær hasar reglurnar um at onkur kennir seg raktan, og onk- ur blandar seg uppi, spari- politikkur er jú ti >kepp- hestur.« Og so gremur Oli seg um at læraraskúlanæm- ingar — fyri einaferð skuld — hava fingið skitnar fingrar, tak tað ró- ligt Óli, vatnið er meira enn skarnið. Og hví skuldi lærarin sjálvur avsannað? Tað var ikki hann, ið fekk karak- terirnar, og tað var ikki hann, ið skuldi eitast at verða indoktrineraður. Og tú kann kalla tað marxistisk sneisaørindi at avsanna påstandin i Dag- blaðnum um at ein lærari hevur dømt óreiðiliga, og framt politiska undirvis- ing, tu kann kalla tad hvat tå vilt, at vit hava roynt at verja æruna hjå einum nú fyrrverandi lærara okkara. Og tá tú slær upp í lát- ur, og heldur at lærara- ráðið til skemtunar hevur biðið teg vátta ella av- sanna — »hvat var tað nú? Nú minnist eg ikki, so tað kann ikki hava verið av týdningi — so kann eg siga tær, hvussu álvar- samt málið er, nevniliga, at um pástandurin er rættur, so eigur lærarin at fáa harðliga átalu, og møguliga fara frá. Og tá tú skemtar tær við orðum sum »pedagog- iskur uppgangur<, >peda- gogiskir ypparstuprest- ar«, »pedagogiskir stavnamenn« og endar við „pedagogiskari kvødu,« so vísir tú einaferð enn, hvat tú virðir starvsfelag- ar tínar, og tað kann eisini fáa fólk at ivast í, hvussu álvarsamt tú tekur títt egna starv. Og so hevur tú blakað stilarnar inn í eina banka- boks, rímuligt sum tað, alt sum verður lagt slík stød hevur virði. Eisini einir holutir hvitbotnadir gummiskógvar høvdu fingid virdi i eini banka- boks. Og til tey sjålvgladu, sum ganga og siga: »Hvi blanda tit tykkum i so- vorðnan Ilort,« teimum kann eg svara stutt: Vit skulu eisini skjótt starv- ast sum lærarar. At enda skal eg fera fram, at eg sum skjótt útlærdur lær- ari havi rættad »stilin« hjá Óla Breckmann, og í stórum vanda at verða kallaður »marxistiskur karakterterroristur,< eri eg komin til ta nidurstødu, at »stilurin« er alt ov fløktur, langrøkjutur og at skrivarin als ikki heldur seg til evnid, hann roynir at skemta, men tað ber á tad fjolluta. Eg kann ti i besta falli geva tær 6, og karakterurin verður ikki betri til royndina, tekur tú teg ikki saman, tað garanteri eg. Við pedagogiskari kveðu sakusuppufan í 3. flokki Feroya Læraraskúla PS. Tú rópti: > Komið nú!< og nú eru longu fleiri komin, summi hava eisini trenað bullworker. Eisini mær dámar best CLEO 337 Heilsøla: J. VEYHE Torshavn, telf. 11591 NN