mikudagur 26. apríl 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AN
See
FA
UR
Nr. 31 — 26. apríl 1978
sosialurin
Ov fáir ST-her-
menn i Libanon
— Bolivia gjørdi ikki eftir åheitanini
frå Kurt Waldheim
Ovastin hjá Sameindu
Tjóða herfólkinum, ið eru í
Suðurlibanon at forða fyri
nýggjum bardøgum mill-
um Israel og Libanon, sig-
ur, at ov fáir hermenn eru
til vaktarhaldið, ið skal
tryggja vápnahvildina, og
neyðugt verður ið hvussu
er at fáa 2000 aftrat.
Millum ST-herfólkið eru
bæði norðmenn og sviar
umframt herfólk úr øårum
ST-londum. Men ikki øll
limalond í heimssamgong-
uni eru hugað at senda
herfólk til vápnahvíldar-
liðið. Millum hesi lond eru
Partur av norska herliðinum, ið er á varðhaldi í Libanon fyri ST
Síða 9
Bolivia í Suðuramerika,
og talsmaður fyri stjórn-
ina í La Paz hevur alment
kunngjert, at Bolivia
einki herfólk sendir til Li-
banon, hóast Kurt Wald-
heim, aðalskrivari, hevði
heitt eisini á hetta land.
Sagt verður í La Paz, at
Bolivia ikki er ført fyri at
senda herfólk til ST-vakt-
arliðið, orsakað av, at
fyrireikingar eru til val —
fyrsta val í Bolivia sein-
astu 12 árini og ofta er
ófriðarligt, tá ið val fer
fram í einum suðuramer-
ikansum landi. Bolivia er
einasta av teimum tilsam-
ans 10 londum, ið ikki
hevur tikið við áheitanini
um at senda herfólk til
Libanon.
Bók prentað
í 50.000 eintøkum
eftir 50 døgum
Bókin »Oprør fra midten«,
sum kom út fyri knøppum
tveimum mánaðum síð-
ani, hevur fingið eina heilt
óvanliga góða mótteku.
Longu nú kemur áttanda
upplagið út. Tilsamans er
bókin seld i 50.000 eintøk-
um.
Bókin er um mál og
miðlar til tað humana
javnvágssamfelagið, sum
teir triggir rithøvundarnir
gera seg til talsmann fyri.
Teir triggir rithøvund-
arnir eru politikarin K.
Helveg Petersen, sum sit-
ur i Fólkatinginum fyri
teir radikalu, heimspek-
ingurin Villy Sørensen og
verkfrødingurin Niels I.
Meyer.
Mottøkan millum
danskar politikarar hevur
verid misjøvn, men allir
hava helst lisið »Oprør fra
midten« við áhuga. Tað
hevur bæði blað-, út-
varps- og sjónvarpstjakið
prógvað.
Bókin, sum umboðar
ótraditionellar og nýggjar
hugsanir, verður longu nú
mett til at verða mest
selda bók í árinum.
stubbar uttaneftir
Nýggj donsk
flogruta til
Fraklands
Skandinaviska flogfel-
agið SAS og hitt frans-
ka Air France hava í
felag opnað nýggja
flogrutu millum Keyp-
mannahavn og Mar-
seilles og eisini til Ly-
on. Flogið verður fimm
dagar í vikuni við Fol-
ker F-28 jetflogførum,
ið kunnu taka 65 ferða-
fólk.
Samvinna millum
bæði flogfelegini byrj-
aði í fjør, tå ið dagligt
samband varð skipað
millum Keypmanna-
havn og Nice.
Torvmold móti
oljudálking
Verkfrødingar í Est-
landi hava herfyri vist
å, at torvmold er gott
evni moti oljudålking å
sjónum. Teir stroyddu
við flogførum turra
torvmold ut yvir olju-
blettin, og tad visti
seg, at torvmoldin var
før fyri at uppsúgva
triggjar ferðir sína
egnu vekt uttan at
sekka. Tað var tí
rættiliga lætt at sópa
ta oljudålkadu torv-
moldina saman aftur
og føra hana til lands
til brenningar.
OL-1980
í sjónvarpinum
Olympisku leikirnir í
Moskva í 1980 verða at
síggja í sjónvarpinum
hjá hálvaritriðju milli-
ard av hyggjarum.
Eini 18--20 skráir
verða sendar um TV-
fylgisveinar, sum eisini
kunnu rekja upp til 100
útvarpsskráir.
Til hesar sendingar
verður í løtuni bygt eitt
hús í 14 hæddum í Ost-
ankino í Moskva, har
útvarps- og sjónvarps-
steðin hjá sovjetiska
hevuðsstaðnum fram-
man undan eru.
Tað gongur
eftir ætlan
Í miðal hevur Sovjet-
samveldið bygt 20
nýggjar býir um árið
og 8 nýggj idnadarvirki
um vikuna — síðan
1917. Húsabyggingin
hevur verið 45.000 i-
búðir um vikuna. Men
eftir hvat ið Pravda
sigur, skal henda
bygging ekjast í hesum
árum. Eftir galdandi
fimmáraætlan skulu 10
milliónir fólk fáa
nýggjan bústað í 1978.
Lætti hjá
foreldraleysum
Sovjetiska ríkisstjórn-
in hevur kunngjert, at
foreldraleys bern og
onnur javnsett á kost-
skúlum og barnaheim-
um hereftir skulu
kunnu upptakast á
teknikumskúlar i idn-
aði og handli uttan at
noyðast gjegnum upp-
tekuroynd.
100 milliónir
við Aeroflot
Rutunetið hjá sovjet-
iska flogfelagnum Ae-
roflot er nú yvir
800.000 km tilsamans.
Aeroflot flýgur nú til
u.l. 3.600 sovjetiskar
býir og til býir í u.1. 80
eðrum londum. Års-
flutningurin fór í 1976
upp um 100 milliónir
ferðafólk, t.e. meiri enn
nakað annað flogfelag í
heiminum.
Tolstoj 150 ár
I september verða 150
ár liðin síðan tann gitni
russiski rithevundurin
Lev Tolstoj varð fødd-
ur. Sovjetiska Rithev-
undafelagið hevur sett
eina nevnd til at fyri-
reika hátíðarhaldið í
sambandi við dagin.
Nýtt myndatól
til havgransking
Eitt nýtt sovjetiskt
undirvatns-fototól, PF
-72, hevur tikið sera
greiðar myndir av
botninum á Sargasso-
havinum. Upptekurnar
eru gjerdar í sambandi
við ta felags sovjet-
iska-amerikanska hav-
granskingartiltakið
Polymode.
Tólið tekur upp til
400 myndir á hverjari
niðurferð, og hver
myndin fevnir um góð-
ar 16 kvadratmetrar.
Pinkulítil
U-bátur
Til brúks í havgransk-
ing hava sovjetisk hav-
rannsóknarskip fingið
ein ktlan undirvatns-
bát, sum skipið kann
seta út og taka inn
gjøgnum eina lúku i
síðuni. Á tekniskum
máli rópast báturin eitt
batyskop, og sernavn
hansara er Sjelf-1.
Báturin hevur pláss
fyri tveimum monnum.
Hann kánn fara 600
metrar niður og vera
har í 36 tímar. Vektin
er 3,5 tons.