leygardagur 29. apríl 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
Nr. 32
Leygardagin
29. apríl 1978
51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
í javnaður
brødralag
Fjaðramálið:
Vilja sleppa at
siggja dýnuna
— Vit vilja gjarna sleppa
at síggja hesa dýnuna fyri
at kunna vita, um hon
veruliga er keypt frá okk-
um. Er hon tað, senda vit
hana víðari til verksmiðj-
una, sum vit keypa frá.
Hetta segði Wagner
Christiansen, Funder Bar-
nevognsforretning í Silke-
borg, tá vit tosaðu við
hann i gjåramorgunin í
sambandi við eina kann-
ing av verum frá handl-
inum, sum Brúkarafelagið
hevur sett í verk.
Funder Barnevognsfor-
retning hevur selt seingj-
"7
SAS:
0 TU TS US AÐLI SS AR
Stórt trot á
sjúkrahjálparum
í Føroyum
Sjúkrahjálparafelagið skipar í hes-
um døgum fyri einum skeiði fyri á-
litisfólkum. Tað er stórt trot á sjúk-
rahjálparum í Føroyum, men hóast
nógvir føroyingar eru hugaðir fyri at
læra til sjúkrahjálpara, er tað torført
at koma inn á skúlarnar í Danmark.
Lesið á síðu 5
arklæði til Føroya í nøkur
ár og Wagner Christian-
sen sigur, at tað er heilt
sjáldan, at viðskiftafólk
her hava klagað. Um ein
vera er send aftur við
klagu um dygdina, verður
hon alt fyri eitt býtt um,
sigur hann, og leggur aft-
urat, at hann ongantíð
hevur sent somu veruna
avstað aftur, soleiðis, sum
sagt verður í skrivinum
frá Brúkarafelagnum.
— Vit hava jú garanti
fyri verurnar.
Hevur svarað
Forbruger-
klagenævnet
Wagner Christiansen sig-
ur víðari, at hann fyri ein-
ari viku síðani svaraði
brævinum frá Dansk For-
brugerklagenævn um úr-
slitið av dýnukanningini.
Í svarinum biður hann um
at fáa nevndu dýnu senda,
tí hann hevur ongantíð
sæð hana.
Um innihaldið í dýnuni
segði hann seg onki vita.
— Tað svarar ikki til
innihaldið í teimum dýn-
um, vit selja. Seingjar-
klæðini, sum Funder
Barnevognsforretning sel-
ur, eru framleidd i Dan-
mark.
Lesid meira um
dynu- og fjadra-
málið á síðu 3
—————
mme KO:
Er
sene OUR ÉT
| Flaggdagin kom nýggja farmaskipið
hjá Skipafelagnum til Havnar. Lóm-
| ur hevur síðani verið framsýningar-
ferð innanlands, men í morgun fer
hann i rutuna Føroyar — Danmark.
Lesið um Lom á síðu 6
Torshavnar Byråd
tikið av tilboði
uppá 1,2 mill. kr.
uppá innbúgv
til Eysturskúlan
Drúgt orðaskifti í býráðnum um málið
Tórshavnar Býráð hevur
tikið av einum tilboði frá
trimum donskum fyritøk-
um uppå 1,2 mill. kr. uppå
innbúgyv til Eysturskúlan.
Tilboðið umfatar inn-
bugv til serhølir og nakrar
skulastovur, og prisurin
er fyri lidugt uppsett inn-
búgv. Afturat prísinum
kemur so tollurin.
Málið varð vidgjørt á
býráðsfundinum hós-
kveldið, uttan um
skránna, eftir at tað fram-
manundan hevði verið fyri
á einum afturlatnum bý-
ráðsfundi.
Ein kanningarnevnd,
samansett av skúlastjóra-
num á Eysturskúlanum,
byggileiðaranum og arki-
tektinum, hevur verið í
Danmark og vitjað fyri-
tekur, sum framleiða skú-
lainnbúgv, samstundis
sum teir hava hugt at
skúlum, ið nýta hetta inn-
búgv.
Henda nevndin hevur
gjørt eitt tilmæli til men-
tamålanevndina.
Drúgt og
personligt
orðaskifti
Tað var eitt drúgt og per-
sónligt orðaskifti í býráð-
num um hetta málið.
Fleiri býráðslimir filtust
á, at tað er bert hetta
danska tilboðið, og at før-
oyskar fyritøkur ikki hava
fingid ein møguleika.
Olavur Michelsen, for-
maður í mentamálanevnd-
ini, segði, at tað er ongin
meguleiki fyri at bjóða tað
út í Feroyum nú, tí skúlin
skal takast í brúk eftir
summarfritidina.
Petur i Gong segði, at
tað hevur verið nóg mikið
av tíð til at gera hetta, og
hann kundi ikki atkveða
fyri uppskotinum.
Eliesar Arge spurdi um
bygginevndin hevði biðið
um tilboð frá føroyskum
framleiðarum, men tað
kundu hverki formaðurin í
mentamálanevndini ella
býráðsformaðurin svara
honum uppá.
Petur í Gong helt, at
Ólavur Michelsen slapp ov
lætt burtur úr hesum.
Sofus Sivertsen tók undir
við honum og segði, at
hann skuldi onki havt í-
móti, at Olavur Michelsen
ikki skuldi sloppið so lætt
burtur úr hesum, men at
tað kom at ganga út yvir
børnini, og at ti mátti tak-
ast av tilboðnum.
Ólavur Michelsen vísti
hesum aftur, og segði at
hann hevði onga ábyrgd
av hesum, ti tað situr ein
bygginevnd.
Býráðið samtykti at
taka av tilboðnum frå
donsku fyritekuni við sjey
atkveðum fyri og einari í-
móti.