Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20 . 11820 . giro 6282725 box 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Førova Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar år SOSTALINUM uttan loyvi frá blaðnum. 1. mai MÁNADAGIN er 1. mai. Kring allan heimin verður hesin dagur hildin sum verkamannadagur. Á slíkum degi meta verkafólk um úrslitini og um útlitið fyri framman. HER HJÁ okkum kunnu vit neyvan koma uttan um at nevna tað upp- skotið til samtyktar, sum landsstýr- ið fyri stuttum legði fyri tingið, um at sjúkradagpeningaskipan fyri tí- malgnt og onnur, skal koma í gildi frá 1. juli 1979. HETTA META vit sum eitt stórt framstig fyri verkafólkið, sum hig- artil hevur verið fyri lønarmissi, hvørja ferð talan hevur verið um sjúkratilburð, meðan aðrir stættir í samfelagnum um somu tíð hava fingið fulla og óskerda løn undir siúku Á TINGI liggur eisini uppskot frá landsstýrinum um at stytta arbeiðs- vikuna úr 42 1/2 tíma niður í 40 tímar. Og fyri nøkrum árum síðani varð frítíðin longd úr trimum upp í fýra vikur. Hetta er gott og væl og vit fegnast øll um hesi framstig. MEN TÓ megu vit gera vart við, at verkafólk ikki liva av at vera sjúk, av at halda summarfrí ella av at sleppa heim kl. 17 og at hava frí hvønn leygardag. Tað er tvørtur ímóti úr- tøkan fyri vanligu arbeiðsvikuna, sum skal vera grundarlagið undir til- veru fólksins. Og er hon so tað? SVARIÐ er stutt og greitt nei. Øll vita, at ongin verkamannafamilja kann livbjarga sær við tí årtøku, sum ein vanlig arbeiðsvika gevur. Síðani er ikki neyðugt at skifta orð um, annadhvørt verkamannalønin er á leið ella ikki. SPURNINGURIN er, hvussu lagkøk- an kann klúgvast ødrvisi, soleiðis at tey, sum veruliga skapa virðini, fáa meira í sín part. Tað, sum tey skulu hava meir, má takast burtur av frá ødrum, eitt nú teimum, sum grann- skoða hjá virkjum og arbeiðsgev- arum. EIN TREYT er, at øll verkafólk í Før- oyum fylkjast um krøv verkafólks- ins. sosialurin dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Hans J. Joensen, talvan gongur til frama fyri útbreiðsluna av Guds orði; Vesturkirkjan: Hegni Poulsen; Kirkjube- ur: Kjartan Mørkøre, alt- argongd; Geta: Torkil Be- der, altargongd; Rituvík: Jóhs. Follend kl. 11, alt- argongd; Klaksvík: Jákup Magnussen; Hvanna- sund: Salomon J. Joen- sen; Miðvágur: Petur Pet- ersen kl. 11 altargongd; Beur: Petur Petersen kl. 17, altargongd; Øravik: Johan Weihe, altargongd; Vågur: Martin R. Jacob- sen, barnagudstænasta, talvan gongur fyri sunnu- dagsskulan; Tvøroyri: El- sa Funding, barnaguds- tænasta, talvan gongur fyri sunnudagsskúlan. Telefonandaktin Telefonandaktin hjá Ev- angeliihúsinum svarar al- tíð á tlf. 122 66. Evangeliihúsið, Trondargøtu Í kveld verður útifundur á Vaglinum kl. 21.30. Sun- nudagin kl. 11, morgun- meti, kl. 14 sunnudags- skúli og kl. 18 evangeliskt meti. Týsdag kl. 20, Bíbliu- lestur og ben. Søldarfjørdur Fundir i Missiónshúsinum í kveld kl. 20 og sunnu- dagin kl. 16 og 20 v/ Niels Smith, trúboðara og ødr- um. Ung av Glyvrum, Toftum og úr Havn lut- taka við sangi og vitnis- burði. Øravik Missiónsvikan i Bønhus- inum heldur fram i kvøld og sunnukveldið kl. 20. Streingjakor luttaka vid sangi. Tvøroyri Sunnudagsskúli kl. 11 i Missiónshúsinum og kirkjuni. Sunnukveldið verður einki meti, men Kømur ynskjast til leigu Tvær fridarligar og edrúu- ligar íslendskar skúla- gentur, sum ætla sær at arbeiða í Havn í summar, ynskja at leiga tvey køm- ur við atgongd til kek frá 15. maí til 15. august. Eitt kamar hevur eisini áhuga. Leiga kann gjaldast frammanundan. Tilboð kunna sendast til Jónu Ingólfsdóttir, Hóla- braut 14, 230 Keflavík, Ís- land. bussur koyrir frá Missi- ónshúsinum kl. 19.40 í kveld og sunnukveldið til Øravikar. Evangeliska røddin hoyrist hvørt månakvøld kl. 9 frå Monte Carlo (við síðuna av Luxemburg) á millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varir eitt korter. Orð krossins ið er kristilig sending á íslendskum máli, hoyrist hvenn leygarmorgun kl. 10. Sent verður á stutt- byglju 31 metrum. Send- ingin varir eitt korter. Handverks- lærlingar Skrivstovutidin hjá Hand- verkslærlingafelagnum er týskveld frá kl. 19 til 21 í húsinum hjá Havnar handverkarafelag í Trónd- argetu 16 og í helum Klaksvíkar handverkara- felags í Feroya banka. Fuglafjarðar bygdafelag Ársaðalfundurin verður sunnudagin kl. 19.30 á Muntra. 5/ KJARTAN $/ DALSGAARD MOYDALSVEGUR 6 TLF 15222 Tá tað snýr seg um grønsåpu eru vit á einum máli: CLEO Heilsøla: J. VEYHE Torshavn, telf. 11591 Lysingar Lysingar til mikudags- blaðið mugu vera blað- num í hendi í seinasta lagi kl. 10 týsdag. og til leygardagsblaðið: í seinasta lagi hósdag kl. 18 Søsialurin Nr. 32 — 29. april 1978 Skalflex betongmåling Hin vælumtékta målingin fæst hjå Arna Samuelsen Telf. 55775 3870 Klaksvik Serlæknavidtala / , se Í í húðsjúkum Viðtalan í nevndu serlæknagrein byrjar aftur hin 12. juni 1978. Tið má umbiðjast framm- anundan við at ringja á tlf. 14446 mánadag, mikudag ella hósdag fyrrapartin millum kl. 9 og 11. Fólk kunnu byrja at umbiðja tíð nú. Tilskilast skal, at A-limir mugu, fyri at fáa endurgjald frá sjúkrakassa, hava ávísing frá egnum kommunulækna. Viðtalan verður fyribils i hølum i Sigm- undargøtu 5, Torshavn. Høgni Debes Joensen Telefonnummar- broyting Til viðskiftafólk mini skal hervið sigast frá, at tlf. nr. mítt verður broytt soleiðis: | A ] Fa CARLOPETERSEN Torfinnsgeta 21 CH) nr 3800 Torshavn VI Tlf. 11796 — heima 14575 av TRADE + RLINE. Vit ferma i Ålborg i Halmstad i København hvønn månadag og tysdag hvønn mikudag hvønn hósdag 2. hvørja viku i Larvik 3. hvørja viku i Ålesund 3. hvørja viku i Sandnes 4. hvørja viku i Blyth i Antwerpen (næstu ferð 10/5) (næstu ferð 17/5) (næstu ferð 6/5) (næstu ferð 3/5) til Føroyar Frystikontainarar eins væl og vanligir kontainarar eru tøkir AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg A/s Traderline, tlf. 203311 København Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund T. Schancke Olsen, tlf. 66028 Sandnes W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN + Ar