Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 29. apríl 1978 Síða 3 Úrslit av vørukanning: Dunnudúnið var sandur og rusk Brúkarafelagið ynskir at frætta frá fólki, sum hava keypt seingjarklæði frá Funder Barnevognsforretning í Silkeborg Í juni 1977 skrivaði Brúk- arafelagið til danska For- brugerklagenævnet við- víkjandi seingjarklæðum frá Funder Barnevogns- forretning í Silkeborg. Hesin handil hevur nú í nekur ár lýst í Dimma- lætting við einum »ene- stáende tilbud som kun gælder Færøerne.« Hetta tilboð er »dejligt nyt sengetej til ca 1/2 pris. LUXUSDYNER: 1100 g lækre andedun... Sendes portofrit — fuld returret — garanti for farve og tæthed.« Saman við brævinum til Forbrugerklagenævnet sendi Brúkarafelagið eitt sett av seingjarklæðum frá Funder og ljósprent av lýsingini í Dimmalætting. Brúkarafelagið bað um at' ca. 1/2 PRIS. LUXUSDYNER:, hvid kant. 7 kanaler. farve og tætheð. DYNER — ENGROS-PRISER Benyt Dem af nedenstående tilbud som kun gælder Færøerne og få dejligt nyt sengetøj til 1100 g lækre andedun 200 x 135 cm — lyseblå, 2 DYNER + 2 PUDER lalt kun 498,- Sendes portofrit — fuld returret — garanti for FUNDER BARNEVOGNSFORRETNING 2600 Silkeborg, Danmark tlf. (06) 851093. fåa gjørda eina kanning av vøruni og lysingini. Hvørki »garanti for tæthed« ella »fuld returret« Orsøkin til, at Brúkara- felagið tók stig í hesum máli, var, at ein kona vendi sær til felagið og segði frá ringum royndum av Funder Barnevognsfor- retning. Hon hevði roynt tilboðið í Dimmalætting, men av ti at hon helt, at ov lítið var í dýnum og koddum, sum harafturat hvørki vóru dún- ella fjød- urtætt, sendi hon veruna aftur við viðmerking um hetta. Hóast tað stóð í lýsingini, at keyparin hevði >fuld returret,< fekk nevnda kona bæði dýnur Forbrugerklagenævnet hevur av sínum eintingum sagt Funder Barnevognsforretning frá úrslitinum av kann- ingunum. Niðurstaðan er, at innihaldið i dýnum og koddum, sum Funder selur føroyingum, kann kallast fjøður og møguliga fjødur/dun. Men tað er heilt misvis- andi at brúka orðini dunnudún og dún. Leggið til merkis, at orðalagið í lýsingini frá 15. apríl 1978 er broytt til »sandedun/små andefjer.< Men nú lýsir Funder eisini við »ren gåsedun«!!! Garantiurin er fram- vegis tann sami. Tann ovara lýsingin er úr Dimmalætt- ing tann 14. mai 1977. DYNER-ENGROS-PRISER TILBUD KUN TIL FÆRØERNE Str. 200 x 135 cm lyseblå, 7 kanaler med hvide kanter. ANDEDUNSDYNE 00 gr. andedun/små andefj er + dr mr — 508,- GÅSEDUNSDYNE 800 gr. ren gåsedun Virkelig let og lækker dyne. 2 dyner 725,- Sendes portofrit — fuld returret — garanti for farve og tæthed Funder Barnevognsforretning 8600 Silkeborg, Danmark, tlf. (06) 851093 Lysingin i Dimmalætting 15. april 1978 og koddar sendandi aftur vid einum brævi um, at Funder hevði selt nógvar slíkar dýnur til Feroya, uttan at nakar hevði klag- að um dygdina. Brúkarafelagið vendi sær fyrst til eitt fjødur- reinsari í Feroyum, sum upplýsti, at hagar høvdu fleiri vent sær við seingj- arklæðum frá Funder og biðið um at fáa fjødurina fylta á onnur ver. Men til- farið í seingjarklæðunum visti seg at vera so vána- ligt, at reinsariið hevði borið seg undan. Heldur ikki »lækre andedun« Nú hevur Brúkarafelagið fingið úrslitið av kanning- um, sum eru gjørdar av Dansk Tekstil Institut og Quality Control Services Limited í Bretlandi. Tær visa, at veran als ikki svarar til tað, sum er lov- að í lýsingini. Verið er ikki tætt og innihaldið er vá- nalig >blandað fjødur« við bert 12,5% av dúni og annars stapar, sandur og rusk. Verið hevur verið trýst- roynt í fimm umferum. Hverja ferð varð mált, hvussu nógvir litrar av luft undir åvisum trysti kundu blåsast gjøgnum ein kvadratmetur av veri- num um sek. Urslitini vórðu úr 86 uppi 102 l/sek. Skal veran verða verufakta-góðkend mugu hesi tel í mesta lagi vera 25 —35 1/sek. Vilja hava samband við onnur Funder- viðskiftafólk Brúkarafelagið upplýsir í einum tidindaskrivi, at málið nú er hjá danska brúkaraumboðsmanni- num, sum skal taka stødu til, um lýsingin frá Funder í Silkeborg um seingjar- klæði skal steðgast. Kanningarnar hava prógvað, at hon er bæði misvísandi og villleiðandi. Væntandi tekur brúkara- umboðsmaðurin eisini steðu til endurgjalds- spurningin. Brúkarafelagið vil gjarna koma í samband við fólk, sum hava keypt frá Funder Barnevogns- forretning og sum hava verið so hyggin at goyma kvittanir og kanska fram- vegis hava koddar og dýn- ur, sum kunna brúkast sum próvtilfar. Hetta kann gerast við at skriva til Brúkarafelagið, box 61, Tórshavn ella við at ringja 12665 og 12946. Fyrra- partin ber eisini til at ringja 11626. Quality Control Services Limited í Middlesex kom til hetta úrslit, tá innihaldið í Funderdýnuni úr Feroyum varð kannað: Fjer fra landfugle (hensefugle) hele fjer fra svemmefugle .............. 30,7% afhuggede eller knækkede fjer fra svemmefugle blandet materiale (fjerfaner, sand, m.m.). 12,5% 4,3% Tvey fólk vórðu flutt á skaðastovuna um tvey-tidina mikudagin, tå ein lastbilur bakk- aði ut frå verkstaðnum hjá Wenzel Petersen fyri ein personbil, sum kom oman eftir Oyggjarvegnum. Sum tað sæst á myndini fekk persónbilurin rættiliga stóran skaða Reglugerðin skal endurskoðast Býráðið samstundis samtykt at talutíðin kann avmarkast Á býráðsfundi hóskveldið samtykti Tórshavnar By- ráð, at reglugerðin um fyrisitingina av kommun- alu viðurskiftunum í Tórs- havnar kommunu og starvsskipanina fyri Tórs- havnar Býráð skal endur- skoðast. Hetta varð sam- tykt við fýra atkveðum fyri og ongari ímóti, eftir uppskoti frá Ólavi Mic- helsen og Petur í Gong. Teirra uppskot varð sett fram á býráðsfundi- num, í samband við at figgjarnevndin var komin við eini tilráðing um at talutíiðin á byrådsfundu- num skal avmarkast. Fíggjarnevndin hevði mælt til at broyta prg. 5 í fundarskipanini soleiðis, at skoytt verður uppi: Býráðið kann eftir upp- skoti frá býráðsformann- inum avgera, at talutidin í einum máli verður av- markað fyri hverja ferð limur hevur orðið, tó til ikki minni enn 10 min- uttir. Tilráðingin varð samtykt við 7 atkveðum fyri og 3 i- móti. Henda broyting í fundarskipanini skal kort- ini til atkveðugreiðslu á einum býráðsfundi aftur- at, áðrenn hon er endaliga samtykt. Tað var eitt rættuliga drúgt orðaskifti um málið. Petur Christiansen, bý- ráðsformaður hevur sett uppskotið fram, og bein- leiðis orsekin er tann, at Olavur Michelsen á einum býráðsfundi herfyri hevði orðið í einum máli í góðan hálvan fjórða tíma. Petur Christiansen segði, at nógv kann sigast uppá 10 min., og hann helt, at hetta er nóg mikið til at viðgera eitt mál, sum frammanundan hevur fingið nevndarviðgerð Hann helt annars ikki, at reðan hjá Ólavi Michelsen var serliga uppbyggjandi. Ingi Mohr vísti á, at um hetta uppskotið ikki varð samtykt, so kann ein og hver býráðslimur í fram- tidini boykotta allar by- ráðsfundirnar. Hann segði, at tað var ikki nek- ur reða, sum Ólavur Mic- helsen helt, men ein upp- lestur. Petur í Gong helt, at onki skuldi gerast við hendan spurning. Hann mælti til at ell reglugerðin hjá býráðnum skuldi end- urskoðast. Olavur Michelsen tók undir við honum, og sam- an settu teir so uppskot fram um at endurskoða reglugerðina. Grundgevingin hjá Ol- avi Michelsen fyri hesum uppskotinum var, at hann vildi hava kompentansu- spurningin hjá teimum ymsu neyndunum greidd- an.