Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 29. apríl 1978 sosialurin Síða 5 Sjúkrahjálparafelagið kring oyggjarnar skipar fyri skeiði fyri álitisfólkum Tað er stórur tørvur á sjúkrahjálparur: í Føroyum, men hóast nógu vilja læra til sjúkrahjálpara, er tað kortini torført at koma inn á skúlarnar í Danmark Sjukrahjålparafelag Før- oya skipar i hesum døgum fyri skeiði fyri álitisfólk. Tilsamans átta álitisfólk ymsastaðni úr Feroyum luttaka á skeiðinum, um- framt nevndina í sjúkra- hjálparafelagnum og gamlir nevndarlimir í fel- agnum. Tað er Inge Sørensen, felagsskrivari í DKA — Dansk Kommunalarbej- derfund, sum er leiðari á skeiðinum. Orsekin til at leiðarin kemur frá DKA er tann, at donsku sjúkra- hjálparnir eru limir í hes- um felag. Stórur tørvur Tað er stórur tervur á sjúkrahjálparum í Feroy- um, og ofta er neyðugt at nýta ófaklært fólk. Terv- urin á sjúkrahjálparum er serliga stórur nú summar- fritidin byrjar, ti ongir avloysarar eru at fáa. Tað vísti seg týðuliga hvussu stórur tørvur er á sjúkrahjáparum í Feroy- um, tá Suðuroyar Sjúkra- hús herfyri sekti eftir seks sjúkrahjálparum. Sjúkra- húsið fekk bert ein sjúkra- hjálpara. Tervurin á sjúkrahjálp- arum gerst alt sterri, so ÆRO a % IS EN = Cy Varg Frá vinstru Meta Johannesen, formaður i sjúkrahjálparafelagnum, Sigfríður Olsen, kassameistari og Inge Sørensen frå DKA. hvert sum sjúkrahúsini verða útbygd, og fleiri ell- is- og rektarheim verða bygd. Ringt at koma inn á skúlarnar Sjúkrahjálparafelagið sig- ur, at tey senda nógv um- sóknarbleð út til áhugað, men tað er torført at fáa pláss til hesi fólkini á BL sjúkrahjálparaskúlunum í Danmark. Orsekin til hetta er, at tað eisini er stórur tervur á sjúkrahjálparum í Dan- mark, og at tað ikki er pláss fyri nóg nógvum næmingum á skúlunum. Inge Serensen sigur, at tað eisini í Danmark er stórur áhugi fyri at læra til sjúkrahjálparar, og at tað fyri tíðina eisini er stór Álitisfólk á skeiði, sum er í tráð við endamálsgrein felagsins: at gera eitt meginfelag fyri allar sjúkrahjálparar í Føroyum, at fremja felags áhugamál limanna og við samanhaldi varðveita felags gagn teirra, tilgongd av mannfólki til hesa læru. Tað tekur eitt ár at læra til sjúkrahjálpara, og út- búgvingin fer fram bæði í skúlunum og á arbeiðs- plássunum. Bert eina ferð hava sjúkrahjálparar tikið prógv í Føroyum. Tað var í 1964. Síðan tá hava nakrir sjúkrahjálparar tikið prógv í Danmark. at virka fyri at lenar- og eftirlenar, arbeiðs- og útbúgvingar viðurskifti limanna fáa best meguligan bata, harundir at tryggja limirnar í starvi teirra. Eisini skal felagið geva gætur upplýsandi arbeiði millum limirnar av fakligum og felagsligum slagi. Flakavirkið í Skopun Lítil fiskur er komin uppá land í Skopun seinastu tvær vikur- nar. Hesa vikuna hevur flakavirkið tikið ímóti tilsamans 4.000 pund- um frá nekrum smá- bátum, sum royna við snellu. Í síðstu viku tók virkið somuleiðis imoti 4.000 pundum frá nøkrum snellubátum. Tveir útróðrarbátar í Skopun leggja um til trol í løtuni. Útróðrar- báturin Hviggjarfossur úr Húsavík leggur eis- ini um til trol. Hann avreiðir til flakavirkið í Skopun. Bláfossur 67 tons Mánadagin var Blá- fossur á Tveroyri og avreiddi 123.000 pund. Teir royna við línu. Mi- kudagin avreiddi Sirius 67.000 pund av trol- fiski til Flakavirkið á Tveroyri, og hesir eru einastu bátarnir, sum hava avreitt til virkið hesa vikuna. Í síðstu viku tók virkið tilsamans ímóti 465.000 pundum, men av hesum avreiddi Suðringur mikudagin 335.000 pund undan Íslandi. Meginparturin av veiðuni var upsi. Lynfrost Til Lynfrost í Runavík hava bert tveir bátar avreitt hesa vikuna. Mánadagin avreiddi Sjóborgin 83.000 pund. Teir hava roynt við línu undir Feroyum. Morning Star avreiddi 40.000 pund undan Feroyum. Teir royna við snellu. Dyrhamar og Sjó- guttin gera klárt til at fara við snellu til Ís- lands. Jógvan Norði 104.000 pund Einasti bátur, sum hevur avreitt til Nyk á Toftum hesa vikuna er Jógvan Norði, sum var inni mánadagin við 104.000 pundum. Teir royna undir Feroyum við línu. Teir skuldu fara út aftur í gjár- kveldið. Stapin og Mascot eru undir Íslandi í løt- uni, og teir koma væntandi heim síðst í næstu viku. Asfalt á flogvøllin Í næstu viku verður asfalt lagt á tann eyst- asta triðingin av flog- breytini í Vágum. Tvey leg av asfalti eru á flogbreytini, uttan á hesum partinum, sum bert hevur tað eina lag- ið. Orsakað av asfalter- ingini verður flogvøll- urin ikki sum vant opin millum kl. 9 og 17 í næstu viku, men bert millum kl. 12 og 14 má- nadagin og 11.15—13 hinar dagarnar. Sigurfarið heimkomið við fullari last Sigurfarið kom á Klaksvík hósmorgunin við fullari last av salt- fiski, umleið 350 tons. Teir fóru úr Feroyum fyrst í januar mánaða, og hava roynt á Flem- ish Cap. Sigurfarið fer væntandi mikudagin til Fraklands við last- ini. Varðin havt aðalfund Bókmentafelagið Varð- in hevði ársaðalfund mikukveldið. Ein av nevndarlimunum, JJ. H. W. Poulsen, skuldi fara úr nevndini, men hann varð afturvaldur. Hinir í nevndini eru Jens Pauli Heinesen og Emil J Nevndin sjálv. Steinbjørn B. Jacob- sen varð afturvaldur sum tiltaksnevndar- limur. Varðin hevur 4 bek- ur í umbúna, eitt úrval av yrkingunum hjá Regini Dahl, sum kall- ast Trihyrni, Segubrot og seguminni eftir Jó- hannes Dalsgaard í Hoyvík og Sverri Dahl hevur gjert eina ritskrá yvir verkini hjá Jákupi Dahl. Varðin hevur eis- ini avgjørt at geva út skaldseguna Fuglane eftir Vesaas, sum Ják- up Olsen í Sandvík hevur umsett. Jákup Olsen hevur tó ikki givið endaligt svar við- víkjandi hesum enn. Thomsen skipar seg Radarin í Gøtudali Mikudagin hevði poli- tiið radarkanning í Getudali. 106 bilar Vórðu kannaðir og av teimum koyrdu 21 ov skjótt. Mesta ferðin var 112 km/timan.