Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 129 - 10. juli 2002 Nr. 129 - 10. juli 2002 3 Tøkk Løgmanni, landsstýri og starvsfólki í Tinganesi og tykkum mongu, sum heiðraðu okkum á hátíðar- haldinum í Tinganesi 26. juni, í samband við at eg fór úr starvi sum umboðsmaður Føroya í Bretlandi 30. juni, eftir tænastu á umboðsstovuni í 54 ár, takki eg hjartaliga. Ein sertøkk fyri tær vøkru gávur og blómur og heilsanir frá tykkum, sum ikki kundu luttaka. Tað er gleðiligt at síggja tey framstig í oyggjalandi okkara hesi árini og er ynski mítt, at Harrin vil veita landi og fólki okkara góðan byr framyvir. Við tøkk og heilsan frá Nessie og Sofus Poulsen Aberdeen Vinnarar av stuðulssvimjingini hjá Svimjisambandi Føroya 2002 Drigið er millum stuðlarnar ið hava stuðla til stuðulsvimjingina hjá Svimjisambandi Føroya, og eru vinnarirnir hesir: Vinningur nr: Vinnari: 1. GSM Nokia 3330 við teletíðarhaldi Hansina Ludvíg, FO 826-Trongisvágur 2. GSM Nokia 3330 við teletíðarhaldi Ása Garðshamar, FO 850-Hvalba 3.Vikuskiftisferð til Danmarkar fyri 1 Fríðbjørg Olsen, Kráarvegur 50, FO-160 Argir 4. 500 litrar olja frá Føroya Shell Niclas Davidsen, FO-650 Toftir 5. 500 litrar olja frá Statoil Jógvan Ryggshamar,Grønatúgva 58,FO-530 Fuglafjørður 6. Gávukort á 500,- kr frá F.K. Mannbjørn Mortensen, Undir Svartafossi 4, FO-100 Tórshavn 7. Gávukort á 500,- kr frá Samkeyp Marjun á Fløtti, Støðlagøta 12, FO-160 Argir 8. Gávukort á 500,- kr frá Elding Hildur Arge, Berjabrekka 165, FO-100 Tórshavn 9. Gávukort á 500,- kr Súsanna Eikholm, FO-430 Hvalvík 10. Gávukort á 500,- kr Thilda Joensen, FO-900 Vágur Vinningarnir verða latnir vinnarunum mótvegis kvittan fyri at hava goldið stuðulin. Kvittanin skal sendast til Svimjisamband Føroya, Postbox 1329, FO-110 Tórshavn Svimjisamband Føroya -Eg fari ikki at lata nakrar slíkar grovar skuldsetningar móti Fólkaflokkinnum standa eftir í leysari luft. Avgjørt ikki av einum slíkum "fýri" sum Tórbjørn Jacobsen. SKULDSETINGAR Jan Müller Í sera hvassorðaðum við- merkingum í Sosialinum og Dimmalætting í gjár nær- um húðflettir løgtings- maðurin hjá Tjóðveldis- flokkinum, Tórbjørn Jacob- sen fleiri at hægstu umboð- unum hjá Fólkaflokkinum í landsstýrinum. Skrivingin kemur í kjalarvørrinum á tí orðaskifti, sum hevur verið um privatisering av lands- fyritøkum, eitt nú Fiska- virking. Einastaðni í greinini skrivar løgtingsmaðurin, sum í seinastuni eisini hev- ur verið nevndur sum vinnupolitiski framsøgu- maðurin hjá Tjóðveldis- flokkinum, at: (vit endur- geva) "Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum, orsaka av eini gloymdari fortíð, har, ið ilt var at skyna á mørkunum, ímill- um eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum." . Víðari skrivar Tórbjørn Jacobsen, at tað verður ikki tolt at hava ein vinnumála- ráðharra sitandi, sum gong- ur diamentralt ímóti sam- felagsins og politisku áhugamálunum hjá størsta flokki í samgonguni. Hann skrivar víðari, at verður politikkurin hjá landsstýr- inum ikki fylgdur, fær tað avleiðingar fyri mannin (Bjarna Djurholm, blaðm.) í Nesinum. Sosialurin hevur biðið Anfinn Kallsberg, løg- mann, sum er burturstædd- ur í summarfrí um eina við- merking til sera kontantu og hvøssu úttalilsini hjá samgongufelaganum Tór- birni Jacobsen. - Eg eri langt av landi skotin og kenni ikki alt innihaldið í greinini. Men tá eg komi heim skal eg nokk taka mær av málinum er fyrsta viðmerking hjá løgmanni. Hann ætlar sær nú at hyggja nærri at bræv- inum fyri at vita, um tað eru ymisk stig, sum skulu takast. Løgmaður hevur frætt, hvat Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað eitt nú henda setningin: "Ringt er at liva við einum løgmanni og ein- um fiskimálaráðharra, sum, orsaka av eini gloymdari fortíð, har, ið ilt var at skyna á mørkunum, ímill- um eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum." Hann sigur, at her er talan um so grovar skuldsetingar, at tær sleppa ikki at standa ósvaraðar. Anfinn Kallsberg vísir á, at Tórbjørn Jacobsen hevur verið við til at gera eina samgonguavtalu, og er tað so, at hann irðir seg um tað, stendur honum frítt at broyta støðu. Um hetta fer at fáa avleiðingar fyri sam- gonguna veit løgmaður enn ikki. - Eg veit ikki, um eg skal taka nakað alvorligt, sum Tórbjørn Jacobsen sigur ella skrivar. Hetta verður upp til Tjóðveldisflokkin at finna út av. Um hetta skal skiljast sum um, at flokkur- in angrar, at hann er farin í samgongu, og hetta skal koma út sum lesarabrøv í bløðunum heldur enn at tosa um tað í landsstýrin- um, tað er so ein máti at gera tað uppá, sum Tjóð- veldisflokkurin so hevur valt. - Men tað hevur ikki ver- ið óvanligt, tá Fólkaflokk- urin hevur sitið í Tinganesi, at Óli Breckmann hevur skrivað og leikað í ímóti sínum samgongufelagnum í Dagblaðnum! - Tað er rætt. - Men hevur Tórbjørn Jaoobsen tá ikki fullan rætt til at siga sína hjartans meining í bløðunum, uttan at tað skal fáa nakra av- leiðing fyri samgonguna? - Lat okkum nú síggja, hvat liggur í orðunum hjá honum. Løgmaður sigur, at tað er sera týdningarmikið fyri seg at vita, um hetta er nakað, sum Tjóðveldis- flokkurin stendur aftanfyri. – Er tað bara Tórbjørn Jacobsen, sum stendur aft- anfyri tað, so veit eg tað. Tí hann havi eg kent frá einum samgongusamarbeiði, sum hann noyddist at fara burtur úr. - Men um so er, at hetta er ikki flokkurin men bara Tórbjørn Jacobsen, kanst tú so kortini liva við tí hann skrivar um teg og fiski- málaráðharran? - Tórbjørn Jacobsen er ikki til at stýra. Tað veit ein og hvør. Løgmaður sigur víðari, at hevur sitandi samgonga ikki uppbakking í løgting- inum aftanfyri seg, so er hann ikki løgmaður ein tíma aftaná. Anfinn Kallsberg sigur, at úttalilsini hjá løgtings- manninum eru so mikið grov, at hann fer at kanna tey, tá hann kemur heim- aftur. - Tórbjørn Jaoobensen veit væl, at tað eru ikki meira enn tvær vikur síð- ani, at vit viðgjørdu vinnu- politikk í landsstýrinum. Tá hevði Tjóðveldisflokkurin onga støðu og hevur flokk- urin heldur ikki givið Fólkaflokkinum nakra støðutakan. Er tað so, at politikkurin hjá Tjóðveldis- flokkinum skal koma til sjóndar í lesarabrøvum sum útspilling av nøkrum lands- stýrismonnum, so er tað væl ein mannagongd, sum flokkurin hevur valt at brúka, og tað vil eg fegin hava eitt svar uppá frá Tjóðveldisflokkinum – og ikki frá Tórbirni Jacobsen, tí hann havi eg einki sam- skifti við um vinnupol- itikk. - Men er tað nokk fyri teg, um Tjóðveldisflokkur- in í hesum førinum tekur avstand frá tí, sum Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað? - Eg fari ikki at lata nakr- ar slíkar grovar skuldsetn- ingar móti Fólkaflokkinum standa eftir í leysari luft. Avgjørt ikki av einum slík- um "fýri" sum Tórbjørn Jacobsen. Løgmaður um skuldsetingar frá Tórbirni Jacobsen: Sleppa ikki at standa ósvaraðar Anfinn Kallsberg, løgmaður fer tá hann kemur aftur til arbeiðis í Tinganesi í næstu viku at krevja svar frá Høgna Hoydal, um Tjóðveldisflokkurin stendur aftanfyri skuldsetingarnar hjá løgtingsmanni teirra í bløðunum. Heimasandsfólk hava einki í móti, at ein aliringur liggur á vágni. Heldur er tað hinvegin, at tey heilsa honum vælkomnum, sigur borgarstjórin á Sandi ALILOYVI Edvard Joensen Heimasandsfólk óttast ikki, at ein aliringur við lívfiski liggur á Sandsvág. Heldur ynskja tey honum væl- komnum, sigur Tórur Jo- hannesen, borgarstjóri. Tað eru komin mótmæli í móti, at partafelagið Fúta- klettur hevur lagt ein ali- ring á Sandavág. Tey, sum mótmæla, hava ført fram, at tað fer at skaða umhvørvið á Sandi. Vágna, Sandsvatn og sandin við kendu Møl- heyggjunum. Eins og tey ótast fyri, at sjúka møgu- liga kann fara at gera um seg á økinum. Eisini verður ført fram, at har, laksaaling er komin, eru tey síl, sum framman- undan hava verið, horvin. Og júst hendan grund- gevingin hevur vigað tungt hjá teimum, sum mótmælt hava alingini á Sandsvág. Hinvegin hava heima- sandsfólk einki petti í móti, at ein aliringur liggur á vágni, sigur Tórur Johanne- sen, borgarstjóri á Sandi. Heldur er tað so, at tey halda tað vera í lagi. – Tað eru bara »sóvri«, sum ganga og hugna sær kring Vatnið og sita á ein- um ølkassa á sandinum og sletta við eini dýrari tráðu, sum mótmæla hesum, var ein reaktión, Sosialurin fekk av Sandi. Sands Kommuna hevur viðmælt, at ringurin verður lagdur, sigur borgarstjórin. Og kommunan hevur eisini givið Fútakletti eitt fyribils- loyvi at gera eina lívfiska- støð uppi á landi. Ætlanin var at leggja hana á havnarlagnum Úti í Støð. Men tí vísti kommunan aftur og gav loyvi at byggja hana á ídnaðarøkinum norðan fyri havnarlagið. Inntak og útlát skulu bæði verða vestureftir, so- leiðis at einki samband er millum støðina og havnar- lagið yvirhøvur, sigur Tór- ur Johannesen. Hann óttast ikki fyri, at útlátið, sum verður veitt vestur um, fer at skaða urð- ina niðan fyri Gróthúsvatn ella vatnið sjálvt. Tí frá- renslið liggur nógv longri suðuri enn so, sigur hann. Kanksa ein heilan kilomet- ur frá urðini. Ingibjørn Eldevig, sýslu- maður á Sandi, sum er for- maður í friðingarnevndini fyri Sandoyar Sýslu, sigur, at til teirra er eingin áheitan ella fyrispurningur komin yvirhøvur. Hann visti einki um aliringin, fyrr enn hann sá hann á vágni. Sjálvur er hann ikki heilt greiður yvir, um tað er rætt at leggja ein ring soleiðis, uttan at hava spurt lokala friðingarmyndugleikan fyrst. Hann kannar í løtuni tann spurningin, sigur hann. Heldur ikki hann sigur seg hava frætt nakað sum helst um, at heimasands- fólk eru ímóti, at ringurin er lagdur har. Tórur Johanensen, borg- arstjóri, sigur hinvegin, at á sjónum hevur hvørki kommuna ella friðingar- nevnd nakran ræðisrætt. Tað er Vinnumálaráðið einsamalt, sum ræður har, sigur hann. Ført hevur verið fram, at tað kann fara at ávirka grindarakstur á Sandsvág, at ein aliringur liggur á vágni. Til tað sigur sýslumaður- in, at tað kann hugsast, utt- an at hann tó vil siga nakað víst. Men hann ásannar, at ringurin liggur í linjuni, sum hann tekur til. Men borgarstjórin óttast ikki fyri tí, tí vágin er sera víð, og gott pláss skuldi verið at rikið báðu megin ringin, heldur hann. Hava einki í móti aliringinum Heimasandsfólk óttast ikki aliringin á Sandsvág. Hvørki sýslumaðurin ella borgarstjórin siga seg hava hoyrt eitt øvugt orð um ringin Fiskidaganevndin handaði í gjár landsstýrismanninum við fiskivinnumálum tilmæli sítt um fiskidagar komandi fiskiár. Nevndin mælir til sama dagatal, sum seinasta fiskiár FISKIDAGAR Edvard Joensen Sama fiskidagatal og allan flotan í skipanina, er tað, Fiskidaganevndin hevur mælt landstýrismanninum við fiskivinnumálum til í tilmæli sínum til komandi fiskiár. Óli Samró, nevndarfor- maður, handaði fyrrapartin í gjár landsstýismanninum tilmælið. Landsstýrismað- urin hevði frammanundan fingið eitt tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni. Tað tilmæli- er nógv meira restruktivt, enn hetta seinna er. Har verður mælt til at lækka fiskidagarnar so líð- andi við meira enn einum triðingi. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður, segði, at hann nú fer at gera sínar met- ingar við báðum tilmælun- um sum grundarlagi, fyri síðan at kunngera, hvussu verður kjomandi ár. Hann ásannaði, at langt er millum tilmælini, men fegnaðist tó um, at tað í báðum tilmælunum verður nevnt, at fiskastovnarnir í løtuni eru væl fyri. Í verandi fiskidagaskipan eru lemmatrolarar og garnaskip undantikin. Men fiskidaganevndin var samd um at mæla til, at allir skipabólkar, eisini áður nevndu, koma upp í skip- anina, og tað helt landsstýr- ismaðurin vera áhugavert. Mæla til sama dagatal Jørgen Niclasen hevur fingið handað fiskidagatilmælið, sum hann hevur sett seg at lesa Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2