Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 129 - 10. juli 2002 Nr. 129 - 10. juli 2002 5 Hvørki sjúka ella aldur helt 69 ára gamla fransmannin- um, Philif Lecerf, aft- ur at koma langa vegin til Føroyar at ferðast. Philif er nýra- sjúkur og hevur tí fyri neyðini at fara í dia- lýsu 3 ferðir um vik- una. Við ferðini til Føroya gjørdist ein nærum 60 ára gamal dreymur veruleiki. SUMMARGESTIR Rúna Sivertsen Philif Lecerf, sum býr smáar 30 km uttan fyri París í býnum St. Cyr L’Ecole, er ein fryntligur og skemtingarsamur eldri maður. Vit eru ikki meiri enn komin inn í sjúkrastov- una á Landssjúkrahúsinum – har Sosialurin hevði fing- ið í lag eitt prát við hann – fyrrenn hann byrjar at práta. Philif skemtar við sjúkrasystrarnar og fær øll rundan um seg at kenna seg væl. Fransmenn eru kendir fyri at vera sjarmerandi, og Lecerf ger ikki hesum umdømi til skammar. Løtu seinni kemur 37 ára gamli sonur hansara, Didi- er, sum sama dag skal flúgva aftur til Bretlands, har hann starvast innan oljuvinnuna. Hann er eins prátingasamur og pápin, og skemtandi biður pápi hans- ara hann tiga. "Tað er meg, hon skal tosa við", sigur Philif flennandi. Charcot fekk meg at droyma um Føroyar - Tað eru fleiri orsøkir til, at eg gjørdi av at fara til Føroyar at ferðast, sigur Philif Lecerf. - Eg var bert 10 ára gamal, tá eg las ferðafrá- greiðing úr Føroyum eftir kenda polargranskaran, Charcot. Tá eg gjørdi av, at til Føroyar skuldi eg eina- ferð fara. Harumframt dámar mær køld lond og nú, eg eri vorðin bundin at dialýsuviðgerð, eru Føroy- ar tað ideella landið fyri meg, tí her er skjótt at koma til sjúkrahúsið. Td. í Kanada hevði verið alt ov langt til dialýsuviðgerð, sum eg havi fyri neyðini tríggjar ferðir um vikuna. - Eg sendi eitt teldubræv til Kunningarstovuna í Havn fyri at vita, um møgu- ligt var at fáa dialýsuvið- gerð í Føroyum. Gjøgnum Kunningarstovuna setti eg meg síðani í samband við Landssjúkrahúsið. Tað var gaman í; einki forðaði fyri, at eg kundi fáa viðgerð her. Tað eru 6 ár síðani, eg gjørdist sjúkur, og eg eri ov gamal at fáa nýggja livur, tí verði eg bundin at hesi viðgerð restina av lívinum. Føroyar eru ikki Gran Canaria - Tá tú gert av at fara til Føroya, ert tú greiður yvir, at tað er ikki til Gran Kan- aria tú fert, sigur Philif. Sonurin, Didier, heldur skiftandi veðrið vera ser- stakliga hugtakandi. - Stormur eina løtu og fagrasta summarveður ta næstu, sigur hann og lítur yvir Sandágerð, sum júst hesa løtuna liggur baðað í sólskini. Philif sigur, at honum dámar landið og fólkið. - Hetta er eitt nútímans samfelag, sum hevur alt tað, tey stóru londini hava. Her er gott at ferðast; góðir vegir og tunnlar og eftir okkara málistokki fáir bilar. Fólkið er friðarligt og fryntligt, men kanska eitt sindur "sjei". Báðir undrast teir á, at her eru øll fólk eins, bæði á bygd og í bý. - Fert tú í eina lítla bygd í Fraklandi, so eru tey heilt øðrvísi har enn í býnum, klædnadraktin sigur frá, at tey koma frá einum smá- plássi, siga teir. Her smakkar alt eins Tá prátið fellur á matin, eru feðgarnir báðir "knapt so positivir" - Tað undar okkum, at her eru so fáar matstovur og her smakkar alt eins, halda teir. - Men kanska gera tit mat heima, sum smakkar eitt sindur, heldur Philif fyri. Í mínum stilla sinni hugsi eg um ræstan fisk og garna- tálg, skerpikjøt og annað gott - og skeiti yvir á pakkan, Didier hevur á borðinum, við turrum fiski og spiki. Didier spyr, hvussu hann skal gera við tann turra fiskin, um hann skal kókast, og hvat hann skal hava afturvið. Didier skal náa seinna- partsflogfarið til Aberdeen, og vit verða noydd at gev- ast, hóast vit enn hava nógv at práta um. Philif skal koyra sonin í Vágarnar. Sjálvur skal hann flúgva til Fraklands um Keypmanna- havn dagin eftir. Philif Lecerf fer inn í kaffistovuna til sjúkrasystr- arnar. Hjartaliga siga tey hvørjum øðrum farvæl, nú hann fer av sjúkrahúsinum fyri seinastu ferð á hesum sinni. "Mær dámar køld lond" Bert 10 ára gamal gjørdi hann av, at til Føroya skuldi hann einaferð fara. Hvørki sjúka ella aldur helt fransmanninum, Philif Lecerf, aftur at gera dreym sín til veruleika. Her er Philif í dialýsuviðgerð á Landsjúkrahúsinum. (Mynd Finnur Justinussen) Didier er eins prátingasamur og pápin, og skemtandi biður pápi hansara hann tiga. "Tað er meg, hon skal tosa við", sigur Philif flennandi. Philif býr heima í Fraklandi, meðan sonurin í løtuni býr í Bretlandi, har hann starvast innan oljuvinnuna. (Mynd Rúna Sivertsen) Landslæknin sigur, at sjúkradagbøkur skulu goymast á forsvarliga, so at tær liggja so trygt sum gjørligt STULDUR Stefan í Skorini – Sjúkradagbøkur skulu goymast á forsvarligan hátt, so at vandin fyri stuldri er so lítil sum gjørligt, sigur landslæknin, Høgni Debes Joensen, eftir at tíggju sjúkradagbøkur vórðu stolnar frá Læknamiðstøð- ini í Vági á jóansøku. Tær vórðu tó funnar aftur utt- anfyri hølini hjá kommunu- læknanum Jenisi av Rana, har onkur hevði lagt tær frá sær aftur. Tað er landslæknin, ið hevur umsjón við øllum landsins læknum, men hann sigur, at tað er tann einstaki læknin, ið hevur ábyrgdina av, at sjúkradag- bøkurnar verða goymdar soleiðis, at tær liggja trygt. Eingir reglar eru fyri, at slík skjøl skulu læsast inni, og landslæknin fylgir ikki við, hvussu læknarnir goyma sínar sjúkradagbøk- ur. Annars eru reglurnar tær, at slíkar dagbøkur verða goymdar í minsta lagi tíggju ár. Kommunulæknin í Vági fer nú at biðja kommununa um nýggj arkivskáp, sum hava lás, so at ein óheppin tilburður sum hesin ikki kemur fyri aftur. Ein 29 ára gamal maður var týsdagin í Føroya Rætti ákærdur fyri at hava keypt tíggju kilo av hassji, sum hann eisini sjálvur hevur játtað undir avhoyring og í rættinum. Nú játtar hann bara at hava keypt 90 gramm av hassji. Ákæruvaldið hevði tó eingi prógv móti manninum uttan hansara egnu frágreiðing RÚSEVNI Stefan í Skorini – Eg veit væl, at ákæru- valdið hevur oddsini ímóti sær í hesum málinum, segði ákærin Dorte Møller- Andersen í síni síðstu við- merking. Hon sipaði til, at tann 36 ára gamli danin, sum var høvuðsákærdur í stóra narkomálinum, ikki fekk dóm fyri at hava selt tí 29 ára gamla manninum tíggju kilo av hassji, sum ákæru- ritið annars legði upp til. Orsøkin var, at dómarin tók ta nýggjastu frágreið- ingina frá tí 29 ára gamla til eftirtektar heldur enn tvær tær fyrstu, har hann játtaði at hava keypt tíggju kilo av hassji frá 36 ára gamla dananum síðan 1988. Hetta hevði hann fyrst játtað undir avhoyring á politi- støðini og síðani í Føroya Rætti. Tá hann síðani sjálvur verður ákærdur, játtar hann bara 90 gramm. Ákæru- valdið stendur tí á berum, tí tað hevur eingi verulig prógv fyri hesum uttan frá- greiðingina hjá manninum. Undir trýsti 29 ára gamli maðurin, sum var á ákærubeinkinum týs- dagin, segði, at hann var lagdur undir trýst av løg- regluni, og at hann tí játtaði alt ov stórar nøgdir. Hann var bangin fyri at verða settur fastur, um hann ikki játtaði, greiddi hann frá. Hann greiddi eisini rætt- inum frá, at løgreglan hevði skrivað frágreiðingina, og at hann kendi seg noyddan at skriva undir. Ákæruritið var annars skrivað út frá teimum frá- greiðingum, sum hann longu hevði givið rættinum og løgregluni. Síðani tekur hann hesar frágreiðingar aftur. Ákæruvaldið hevði eingi prógv móti manninum, og tí varð løgreglumaðurin, sum avhoyrdi mannin í apríl mánaða, kallaður inn sum vitni. Hann greiddi frá, at av- hoyringin fór fram á van- ligan hátt, og at hann ikki hevði lagt tann ákærda und- ir trýst. Hann segði eisini, at tann ákærdi sjálvur var komin við teimum nøgd- um, sum talan var um, og at hann ikki hevði lagt honum orð í munnin. Stuldur og harð- skapur Maðurin var eisini ákærdur fyri innbrot og stuldur í fimm førum og fyri harð- skap í einum føri. Eisini játtar hann at hava keypt 90 gramm av hassji. Í teimum fimm málunum um innbrot og stuldur játtaði maðurin seg sekan, men hann noktaði fyri at hava framt harðskap móti fyrrverandi gentu síni. Gentan greiddi annars frá, at hon var fyri harðskapi eitt kvøldi á sumri í fjør. Ákæruvaldið krevur, at maðurin fær fongsulsrevs- ing á hálvtannað ár, og at 127.050 krónur, sum skal verða vinningur fyri sølu av hassji, verða konfiskeraðar. Verjin sigur, at maðurin í mesta lagi kann fáa fong- ulsrevsing á 60 dagar fyri tey lógarbrot, sum hann játtar. Tey eru fimm mál um stuldur og royndir at stjala og fyri at hava keypt 90 gramm av hassji. Dómur fall mikumorgun- in, og meira verður at frætta í blaðnum í morgin. Noktar upprunaligu frágreiðingina Ákæruvaldið roynir at fáa ein mann dømdan fyri at hava keypt tíggju kilo av hassji síðan 1988, hóast Føroya Rættur hevur fríkent mannin, sum skal hava selt hassjið Savnsmynd FERÐSLA Stefan í Skorini Løgreglan í Vágunum tók sunnukvøldið ein 20 ára gamlan drong á eini motorsúkklu. Løgreglan fekk samband við drongin á súkkluni mill- um Vatnsoyrar og Mið- vág, men førarin vildi ikki steðga, tá hann fekk boð um tað. Løgreglan elti tí súkkluna og steðgaði henni í Miðvági. Løg- reglan steðgaði súkkl- uni, av tí at hon var broytt soleiðis, at hon kundi koyra skjótari enn upprunaliga ætlað. Upp- lýst verður, at ein slík súkkla kann koyra upp til 100 kilometrar um tíman. Drongurin varð ikki handtikin, tí lógar- brotið var ikki nóg álvarsamt, men hann er skuldsettur fyri brot á ferðslulógina. Eltu motor- súkklu í Vágum Landslæknin: Sjúkradagbøkur skulu goymast væl C M Y K 5 4