mikudagur 10. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 129 - 10. juli 2002
Nr. 129 - 10. juli 2002
7
- Mær kunnugt er tað
bara í Føroyum, at
tað er tingið, sum
ásetir kvotur. Í øllum
øðrum londum uttan
um okkum er tað
ráðharrin sjálvur sum
ásetir, hvussu nógv
skal fiskast, sigur
Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
FISKIDAGAR
Vilmund Jacobsen
Klokkan 11 í gjár handaði
fiskidaganevndin
lands-
stýrismanninum í fiski-
vinnumálum,
Jørgeni
Niclasen,
tilmælið
um
fiskidagar fyri komandi
fiskiár.
Sosialurin ringdi seint
mánakvøldið til Jørgen fyri
at fregnast eftir, hvat
nevndin sigur í álitinum,
men
landsstýrismaðurin
segði seg ikki hava sæð
endaliga tilmæli.
- Eg fái ikki álitið fyrr
enn klokkan 11 í morgin,
og tástaðni veit eg ítøkiliga,
hvat nevndin mælir til,
sigur landsstýrismaðurin.
Millum orðini halda vit
okkum tó skilja á Jørgeni,
at nevndin mælir til sama
fiskidagatal sum í verandi
fiskiári.
Sum gongdin hevur verið
seinastu árini, er nærliggj-
andi at hugsa sær, at lands-
stýrismaðurin fer at mæla
til óbroytt fiskidagatal fyri
komandi fiskiár. Men hetta
fáa vit ikki endaliga at vita
fyrr enn ólavsøkudag, tá ið
uppskotið um fiskidagar
ætlandi verður lagt fram á
Føroya løgtingi.
Kunnu spyrja vinnuna
- Eg haldi, hetta er fyrstu
ferð, at fjølmiðlarnir eru
bodnir at verða við, tá ið
fiskidaganevndin handar
álit um fiskidagar. Hetta
verður gjørt við tí í hyggju,
at fjølmiðlarnir kunnu fáa
høvi at seta limunum í
nevndini spurningar um
álitið, soleiðis at hesin
parturin av ráðgevingini
eisini verður hoyrdur.
Jørgen vísir á, at fiski-
frøðingar duga væl at bera
fram síni sjónarmið, men
heldur, at tað haltar við-
hvørt við at fáa sjónarmið-
ini hjá vinnuni fram.
- Hetta er so tað seinna
tilmæli til landsstýrismann-
in um fiskidagar. Framm-
anundan hevur Fiskirann-
sóknarstovan
gjørt
sítt
tilmæli, sum mælir til ein
niðurskurð í dagatalinum
uppá eini 25%. Vil politiski
myndugleikin ikki fremja
hendan niðurskurð í einum,
kann hann fremjast yvir 2-3
ár, heldur Fiskirannsókn-
arstovan.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at seinasta ár snúðu
ávaringarnar seg serliga um
hýsuna og upsan, men í
tilmælinum hesaferð mælir
stovnurin serliga til at ansa
eftir royndini eftir toski.
Nærlestur og uppskot
- Eg fari nú saman við
Fiskimálastýrinum at nær-
lesa hesi bæði tilmælini, og
síðan fer Fiskimálastýrið at
gera eitt tilmæli til mín,
soleiðis at uppskot kann
orðast um fiskidagarnar
fyri komandi fiskiár.
Jørgen sigur, at øll upp-
skot og allar kunngerðir á
fiskivinnuøkinum
skulu
latast Fiskivinnuráðnum til
ummælis, og soleiðis verð-
ur eisini við uppskotinum
um fiskidagar.
- Hetta sigur lógin, vísir
landsstýrismaðurin á.
Fiskivinnuráðið
hevur
eina rættiliga breiða um-
boðan, sum fevnir um
vinnuna á sjógvi og landi,
og haraftrat eru fakfeløg
umboðað í ráðnum.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at uppskotið um fiski-
dagar fyri komandi fiskiár,
sum byrjar 1. september,
verður lagt fyri tingið
ólavsøkudag, og málið er,
at tað skal samtykkjast fyri
18. august. Tá ið løgtingið
hevur samtykt fiskidag ar-
nar, skal lógin kannast, og
allir skulu hava fingið síni
fiskiloyvi sendandi fyri 1.
september.
- So, eg vóni, at nýggi
tingformaðurin vil virka
fyri, at lógin - eins og
undanfarin ár - verður løgd
fram ólavsøkudag, sigur
Jørgen.
Bara í Føroyum
Landsstýrismaðurin vísir á,
at honum kunnugt, er tað
bara í Føroyum, at tað er
tingið, sum ásetir fiski-
dagar ella kvotur.
- Í øllum øðrum londum
uttan um okkum er tað
ráðharrin
sjálvur,
sum
ásetir, hvussu nógv skal
fiskast, sigur Jørgen Nicla-
sen.
Helst somu fiskidagar
komandi fiskiár
FERÐSLA
Vilmund Jacobsen
Dagur teirra deyðu í ferðsl-
uni fær okkum at hugsa,
minnast og gráta.
Hetta er eitt gott tiltak og
ein góð áminning um at
ansa eftir, tá ið vit ferðast
eftir vegunum - antin tað er
í bili, á súkklu ella til
gongu.
Mong eru deyð í ferðsl-
uni gjøgnum árini, og mong
eru spard - ja, onkur kennir
seg at hava fingið lívið av
nýggjum, tí vinirnir, sum
vóru í bilinum, tá ið van-
lukkan hendi, lótu lív.
Fólk fara altíð at doyggja
í ferðsluni eins væl og á
sjónum. Hesum slepst ikki
undan, soleingi koyrt verð-
ur eftir vegunum og skip
sigla á havinum. Men
verður farið fram við skyn-
semi og umhugsni, kunnu
vit avmarka talið av deyð-
um og løstaðum.
Tær nógvu blómurnar,
vit sóu eftir vegunum
sunnudagin, siga okkum, at
her hava ung fólk latið lív -
ungdómar, sum høvdu lívið
frammfyri sær, men sum
doyðu í eini meinings-
leysari ferðsluvanlukku.
Eins og blómurnar følna
við vegjaðaran, sum dagar-
nir ganga, helt lívið hjá
hesum ungu fólkum uppat.
Foreldur, systkin, ommur,
abbar og vinfólki eru særd,
og tað tekur langa tíð,
áðrenn arrini eru heil. Tey
fara altíð at síggjast og vera
har.
Dagurin teirra deyðu í
ferðsluni fær okkum eisini
at hugsa um lívið - at lívið
er ein virðismikil gáva, sum
er fallin okkum í lut, men
sum eisini kann takast frá
okkum, um vit ikki fara væl
um hana.
Latið okkum vera góð
við lívið - og hvønn annan,
eisini tá ið vit ferðast úti á
vegunum, so uppaftur fleiri
blómur ikki verða at siggja
um eitt ár.
Blómurnar eru vakrar,
men nógv vakrari er ung-
dómurin…
Enn vil landsstýrismaðurin ikki siga, hvat hann fer at mæla til
i uppskotinum um fiskidagar fyri komandi fiskiár, sum
ætlandi verður lagt fyri løgtingið ólavsøkudag. Hugsandi er tó,
at hann fer at mæla til óbroytt fiskidagatal
Blómurnar fram við vegunum á degnum teirra deyðu í ferðsluni eru vakrar, men ungdómurin er nógv vakrari…
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein dagur, sum fær okkum at hugsa…
– Tíðin erikki búgvin
til at privatisera
Fiskavirking og vit
taka heldur ikki undir
við privatiserings-
ætlanini hjá Bjarna
Djurholm, sigur
Alfred Olsen, tals-
maður hjá sam-
bandsflokkinum í
vinnumálum
PRIVATISERING
Áki Bertholdsen
– Fiskavirking skal ikki
privatiserast nú, tí tað er
føroyskt vinnulív ikki til
reiðar til í løtuni.
Alfred Olsen, løgtings-
maður ger greitt, at sam-
bandsflokkurin tekur ikki
undir við at privatisera Før-
oya Fiskavirking beint nú.
Og tað kemur kanska
óvart á tey flestu, tí sam-
bandsflokkurin hevur erð
eftir ferð ført fram, at hann
er ikki fyri, at tað almenna
eigur vinnulív.
Og talsmaðurin hjá sam-
bandsflokkinum í vinnu-
málum leggur eisini dent á,
at hendan aðalhugsjónin
hjá flokkinum er als ikki
broytt.
Tí leggur hann afturat, at
sambandsflokkurin sum so
tekur undir við at Fiska-
virking skal privatiserast.
– Men tað skal vera ein
skynsom privatisering og
ætlanini, sum nú fyriliggur,
taka vit ikki undir við, sigur
Alfred Olsen.
– Í fyrra lagi halda vit, at
at Fiskavirking skal varð-
veitast sum ein eind og tí
eru vit ímóti tankanum um
at liða hana sundur í fleiri
fyritøkur.
– Í øðrum lagi halda vit,
at tíðin er ikki búgvin til at
privatisera
Fiskavirking
beint nú.
– Fiskavirking er ein
heild, har hvørt virkið hev-
ur hevur sínar serligu upp-
gávur. Tí skal Fiskavirking
síggjast um ein heild og tað
er hendan heildin, sum ger
Fiskavirking so sterkt og
effektivt, sum tað er.
Harafturat kemur, at vit
nú fáa fast samband um
Vestmannasund og tað ger,
at eisini virkið hjá Fiska-
virking í Miðvági verður
drigið nærri upp í hesa
heildina.
Bitin er ov stórur
Sostatt heldur Sambands-
flokkurin,
at
tað
er
umráðandi at varðveita
Fiskavirking
sum
eina
heild.
Og flokkurin heldur, at
hendan heildin er ov stórur
biti hjá føroyskum vinnu-
lívi at taka á seg í løtuni.
– Vit eiga at minnast til,
at tað eru bara nøkur fá ár
síðani, at vit vóru í eini
álvarsamari kreppu. Og
hóast vit eru komin merki-
liga skjótt fyri okkum aftur,
hevur vinnulívið enn ikki
ment so nógv, at tað ber til
at fara undir eina skyn-
samiliga privatisering av
Fiskavirking.
– Tað er neyðugt, at vit
fyrst finna okkum sjálvi og
fáa fótin fastan, uttan bein-
anvegin at selja Fiskavirk-
ing, “bara tí at tað er farið
at geva yvirskot.
– Kanska verður tað um
nøkur ár, at vinnulívið
verður nóg sterkt til tað eru
fyritøkur, sum verða førar
fyri at keypa Fiskavirking
og varðveita tað sum eina
fyritøku. Men í løtuni er tað
ikki støðan.Tí skal Fiska-
virking heldur ikki privati-
serast enn, sigur Alfred
Olsen.
Mugu ikki missa
ræðið
Sigur tú við hesum, at
Fiskavirking
bara
skal
bjóðast út í Føroyum?
– Summi siga, at vit eiga
ikki at vera so bangin fyri
útlendskum kapitali. Men
vit hava gjørt av at avmarka
útlendska kapitalin í
vinnulívinum. Eitt nú í ali-
vinnuni á sjónum og skip-
ini.
– Og vit halda ikki, at
útlendskur kapitalur eigur
at fáa ræði á føroyskum
vinnulívið og tann sum
eigur 51% av partapengun-
um í einum vinnutóli, hevur
eisini ræði á tí. Tað er
kapitalurin, sum stýrir, tað
skerst ikki burtur, sigur
Alfred Olsen.
Men, hví skal Fiska-virk-
ing privatiserast yvirhøvur
tá ið hon virkar so væl?
– Vit hava eina aðal-
hugsjón sum sigur, at tað
almenna skal ikki eiga
vinnulív, tí tað fremur ikki
dynamikkin í vinnulívin-
um. Eigur tað almenna
vinnulív, fer nakað av
kappingini og tað tænir ikki
vinnulívinum.
– Orsøkin til, at Fiska-
virking hevur virkað so
væl, er, at vit hava havt
fiskamarknaðin, har fisk-
urin verður boðin út í fríari
sølu, har Fiskavirking er í
kapping við onnur virki um
fisking.
– Tað er orsøkin til, at
Fiskavirking ment seg so
nógv, sum hon hevur. Tað er
tað fría fyritakssemi, sum
skapar framgongd, sigur
talsmaður sambandsflok-
sins í vinnumálum.
Endamálið við at
privatisera Fiska-
virking er ikki at
menna fyritøkuna,
sigur formaður
javnaðarfloksins. Og
mótmælini frá tjóð-
veldisflokkinum
tekur hann ikki fyri
fult
PRIVATISERING
Áki Bertholdsen
– Tað er als ongin orsøk til
at privatisera Fiskavirking.
Tað er ein fyritøka sum er
nógv ment, sum er full av
virkisfýsni og sum hevur
fingið lønsemi í fiskivinn-
una á landi.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
javnaðarfloksins,
tekur ikki undir við ætl-
anini hjá landsstýrinum, at
privatisera Føroya Fiska-
virking.
– Eg dugi ikki at síggja,
hví Fiskavirking skal vera
tað fyrsta, sum landsstýrið
loypir á í sínum privati-
seringsherðindum.
Hann sigur, at hevði
Fiskavirking
verið
ein
steinrunnin fyritøka, við
ongum dynamikki, hevði
støðan verið ein onnur og tá
kundu vit tosa um privati-
sering
– Men Fiskavirking er
júst tað beint øvugta.Tað er
ein fyritøka, sum gongur
væl og sum hevur megnað
at skapa yvirskot.
– Tað er ein skipan, har
nøkur sterk virki draga
nøkur veikari virki við sær
og tí hevur Fiskavirking
eisini stóran týdning fyri
trivnaðin úti um landið. Og
tilsamans er talan um eina
eind, sum hevur megnað at
skapa eina virðisøking í
fiskivinnuni á landi.
– Tí er tað onki, sum tal-
ar fyri, at broyta eigara-
viðurskiftini í Fiskavirking,
tí eg dugi ikki at síggja, at
tey hava so stóran týdning.
Tað er úrslitið sum telur og
úrtslitið ber ikki til at taka
frá Fiskavirking. – Tí er tað
óðamannaverk at privati-
sera Fiskavirking, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at ikki minst
fegnast hann um, at ætlanin
miseydnaðist at taka nøkur
virki burturúr Fiskavirking
og at selja tey fyri seg
sjálvi.
– Hevði ætlanin eydnast
at liða Fiskavirking sundur,
kundi tað skjótt enda við, at
tað vórðu tey góðu virkini,
sum vórðu seld, ímeðan
Fiskavirking kom at sita
eftir við teimum virkjun-
um, sum góvu minst av sær.
– Tí ávarar javnaðar-
flokkurin staðiliga ímóti
hesum slagi av privati-
sering, sum nú liggur í
kortunum, serliga tá ið
ætlanin er at liðað Fiska-
virking sundur.
Hann saknar esini at vit
taka spurningin upp um,
hvussu stóran part av
vinnulívinum í Føroyum,
útlendingar kunnu ogna
sær, tí tað heldur hann er
ein ógvuliga umráðandi
spurningur at fáa greiði á.
Ongin orsøk at leypa
á Fiskavirking
Jóannes Eidesgaard heldur
sostatt ikki, at endamálið
við eini privatisering er at
skapa eina virðisøking.
– Privatiseringin er blivið
eitt mál í sær sjálvum, eitt
hugsjónarligt mál.
Men hann sigur, at tað
kemur ikki óvart á seg, tí
samgonguskjalið beinleiðis
boðar frá privatisering-
unum.
– Tí haldi eg eisini, at
tjóðveldisflokkurin kundi
spart okkum fyri hesum
sjónleikinum, sum teir føra
fram, har tey látast at vera
ímóti privatiseringini.
– Hasin vørrurin, sum
tjóðveldisflokkurin ger, er
ikki annað enn at spæla eitt
sindur vinstrahallur, men
tað tað verður skjótt at hann
aftur avdúkar sín veruliga
borgarliga lit og hann man
fara at eftirlíka fólkaflokk-
inum aftur hesuferð, sum
hann plagar.
At tað so hevur verið
politiskt rumbul um Fram-
taksgrunnin og Fiskavirk-
ing heldur hann er eitt
annað mál.
– Tað er óheppið, at
landsstýrið ikki hevur valt
ein formann og eina nevnd
í Framtaksgrunninum, har
ongin kann seta minsta
fingurin á gegnið hjá
teimum. Og tað slepst ikki
burtur, at eitt sakførara-
virkið, sum umboðar ein
munandi part av føroyskum
vinnulívi, fær gegnistrupul-
leikar av ov á, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Sambandsflokkurin
vendir tummulin niðureftir
Tað er óðamannaverk at
privatisera Fiskavirking
– Sambandsflokkurin tekur
ikki undir við ætlanini at
privatisera Føroya
Fiskavirking í løtuni. Tað er
eisini umráðandi, at
Fiskavirking verður varðveitt
sum ein heild, so at virki ikki
verða tikin burturúr og seld
fyri seg, sigur Alfred Olsen
tingmaður
– Tjóðveldisflokkurin kundi
spart okkum fyri
sjónleikinum, har hann letst
at vera ímóti at privatisera
Fiskavirking og roynir at
spæla vinstrahallur, tí hann
man fara at eftirlíka
fólkaflokkinum aftur
hesuferð, sum hann plagar,
sigur Jóannes Eidesgaard
C
M
Y
K
7
6