Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 129 - 10. juli 2002 Nr. 129 - 10. juli 2002 9 Hesa vikuna skipar Føroyskt Heimavirk- isfelag fyri Norrønari Heimavirkislegu. Eini 80 fólk eru við á leg- uni í aldrinum 6 til 82 ár NORRØNT SAMSTARV Ingrid Bjarnastein Í eina heila viku skulu tey binda, skera træ, flætta bond, gera rotiskógvar, smíða, gera mat, lita plant- ur og virka til horn og bein. Yvir 80 fólk eru við á Norrønu Heimavirkisleg- uni, sum Føroyskt Heima- virkisfelag skipar fyri hesa vikuna. Fólk eru komin úr øllum Norðanlondum uttan úr Íslandi, og hetta er triðja ferðin henda legan er í Føroyum. Skift verður ímillum tey ymsu londini at hava eina slíka legu hvørt summar. – Familjur koma, menn, konur og børn. Eini 10 børn eru við í ár, og hava sleppa tey eisini at virka ymiskt til, sigur Torgerð Mørkøre, sum er ein av fyriskiparun- um til leguna. – Endamálið við leguni er at virka lutir til úr før- oyskari rávøru. Tá legan er í onkrum øðrum landi, verða lutir virkaðir út rávøruni úr tí landinum. Arbeiða allan dagin Tey, ið eru við á leguni, halda til uppi á skúlaheim- inum í Marknagili og á Læraraskúlanum. Luttakar- arnir búgva allir á skúla- heiminum. Byrjað verður longu klokkan 7.30 á morgni við morgunmati og morgun- fimleiki. Klokkan 9.00 verður farið undir tey ymsu hondarbeiðini. Hildið verður á heilt til klokkan 16.30, men siga fyrireikararnir, at tey flestu taka tað við sær, og halda so áfram at arbeiða við tí eisini um kvøldið. Í kjallaranum á skúla- heiminum verða borðtenn- isborð brúkt sum vanlig borð, og rundan um eitt sita nakrir sviar og norðmenn og skera út træ. Longri yviri sita nakrar aðrar kon- ur og flætta bond, og heilt yviri í endanum verða roti- skógvar seymaðir. Ein heilt serligur roykur kemur frá skónum, men allar konur- nar sita so hugagóðar og seyma. Í dag, mikudag, er ætl- anin at fara undir Vest- mannabjørgini – um viðrar væl at merkja. Um veðrið er vánaligt, verður farið til Eiðis. Mikudag hava lut- takararnir altíð frí, og tá verður altíð skipað fyri eini útferð. Legan endar fríggjadagin klokkan 17 við eini fram- sýning uppi á skúlaheimin- um. Har kunnu øll, ið hava hug, fara niðan og síggja lutirnar, ið tey ymsu hava tilvirkað. Um kvøldið verð- ur ein veitsla fyri luttakar- unum. Seinna arbeiðshefti til lesi- bókina hjá fyrsta flokki er nú givið út, og er tað Før- oya Skúlabókagrunnur, sum stendur fyri útgávuni. Hjørdis Heindriksdóttir hevur skrivað, meðan Oliv- ur við Neyst hevur mynd- prýtt bókina. Vit skriva 2 er framhald av fyrra arbeiðs- heftinum, og fylgja hesi bæði heftini við lesibókini. Við ymsum venjingum verður roynt at festa út- sjóndina á bókstavunum og ljóð teirra í minnið hjá børnunum. Uppgávurnar eru til at venja næmingar- nar við at skriva bókstavir- nar, og styrkja lesiinnlær- ingina. Gramar hevur staðið fyri tí grafiska arbeiðinum, meðan Dimmalætting hev- ur prentað. Vit skriva 2 er 38 blaðsíður og fæst í bókabúðunum kring landið fyri 48 krónur. -ib Norrøn Heimavirkislega: Spitarin er í botni Vit skriva víðari Vit skriva 2 er júst komið út í bókabúðirnar Í einum enda í kjallaranum á skúlaheiminum í Havn sita tey og skera út í træ....... Mynd: Finnur Justinussen .... og í hinum sita tey og seyma rotiskógvar. Mynd: Finnur Justinussen Pílurin vísur, hvønn veg tú skal koyra, um tú ynskir at sleppa úr Klaksvík til Leirvík. Men enn førir vegurin einans út á sjógv UNDIRSJÓVARTUNNIL Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Tað er eingin loyna, at klaksvíkingar gleða seg óføra nógv, til undirsjóvartunnilin endilig gerst veruleiki. Hóast bíði- tíðin kann tykjast long, so eru fyrstu stigini nú tikin til fasta sambandið, sum skal gera gerandisdegin lættari hja teim flestu. Á vegnum við Borðoyar- vík út til bátahylin er ein pílur málaður á vegin. Und- ir pílinum stendur Leirvík skrivað, og eisini kilomet- urtalið, sum skal koyrast, um tú einaferð fert gjøg- num undirsjóvartunnilin. Alt ein ábending um, at tunnilin vónandi gerst veruleiki um ikki alt ov langa tíð. Nógvar fyrireikingar eru til eitt brúdleyp. Nógv skal keypast og millum annað skal brúðurin hava skógvar Solby A. Eliasen Klaksvík: Mánadagin var ein ung kvinna inni í skó- handlinum hjá Elsu Krosstein í Klaksvík og keypti sær brúðarskógvar. Hon og komandi maðurin hjá henni skulu giftast 3. august, so tað er, sum so, ikki nakað óvanligt í, at henni tørvaði einar brúðar- skógvar. Men tað, sum kortini ger tað eitt sindur óvanligt er, at hon rindaði skógvarnar við 25 oyrum. - Eg havi samlað síðani 4. august í fjør. Dagin eftir at hann spurdi meg, greiðir kvinnan frá. Hon samlaði bæði 25 og 50 oyru til at keypa skógv- arnar fyri, men hon fekk so einans brúk fyri 25 oyr- unum at rinda skógvarnar við. Marita Krosstein, sum arbeiðir í skóhandlinum hjá Elsu, sigur, at hetta er triðju ferð, sum hon veit av, at ein kvinna keypir brúðarskógv- ar við 25 oyrum. Men hetta var aðru ferð innan heilt stutta tíð. Meðan vit bíða Rindaði brúðarskógvar við 25 oyrum Ætlar tú tær til Leirvík, so er bert at fylgja hesum pílinum. Tó mást tú bíða nøkur ár, áðrenn veruleiki spyrst úr hesum Mynd: Finnur Justinussen Undir skýlinum hjá KÍ finnast nú trý nýggj almenn w.c. til ferðafólk og onnur at nýta ALMENN W.C. Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Ferðafólk ymsa- staðni frá hava ofta klagað um, at eingi w.c. eru at finna í Klaksvík til teirra at nýta. Serliga hevur hetta verið ein trupulleiki hjá teimum, ið bert vitja býin á einum heildagstúri ella minni. Tvey onnur almenn w.c. hava verið í býnum gjøg- num eina tíð, men hesi hava verið í so vánaligum standi, at eingin hevur tímað at gjørt nýtslu av teimum. Tey eru nú gjørd í stand av nýggjum, samstundis sum trý nýggj w.c. eru gjørd í skýlinum við vølllin í Klaksvík. Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum hevur gjørt hesi nýggju w.c.ini, og hevur kommunan eisini ábyrdina av teimum. Ein umsjónarmaður er settur at hava eftirlit við teimum, og er tað hesin maður, sum letur w.c.ini upp um morg- unin, og læsir dyrnar, tá náttin nærkast. - Vit hava valt ikki at hava w.c.ini opin um náttina. Hetta fyri at sleppa undan, at herverk verið gjørt, siga tey frá kommun- uni. Í skýlinum finst eitt w.c. fyri mannfólk, eitt fyri konufólk og eisini eitt fyri tey, ið bera brek av einum ella øðrum slagi. Eisini eru ætlanir um at gera enn fleiri umvælingar við tað w.c.ið, sum finst á Biskupstøð. Millum annað skal ein rampi gerast á tí ovari síð- uni, so at w.c fær sína egnu inngongd, og ikki sum nú hevur somu inngongd, sum handilin hjá Heimavirkin- um. Hesin rampi gevur so eisini fólki í koyristóli møguleika at gera nýtslu av w.c.inum. Almennu w.c.ini hjá Klaksvíkar Kommunu eru opin hvønn dag gjøgnum alla summarhálvuna. Fleiri almenn w.c í Klaksvík Marita Krosstein gevur her Svannu Jacobsen brúðar- skógvarnar, sum hon rindaði við 25 oyrum Mynd: Finnur Justinussen Klaksvíkar Kommuna hevur ábyrgdina av teimum nýggju w.c.unum undir skýlinum C M Y K 9 8 v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Almera 1,6 gráur, 4 hurðar, árg. 1996, 66.000 km. 75.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 27.000 km. 88.000 Nissan Micra 1,0 GX gráur, 5 hurðar, árg. 1999, 27.000 km. 85.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Opel Corsa 1,2 grønur, 3 hurðar, árg. 1996, 40.000 km. 65.000 Nissan Sunny 1,6 LX bláur, 4 hurðar, árg. 1987. 15.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Nissan Primera 1,6 Player reyður, 4 hurðar, árg. 1995, 110.000 km. 65.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Subaru 1600 hvítur, 4 hurðar, árg. 1989, 140.000 km. 10.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, árg. 1990, 255.000 km. 26.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Saab 900 2,0i bláur, 5 hurðar, árg. 1996, 129.000 km. 110.000 Fiat Tipo grønur, 5 hurðar, árg. 1990, 196.000 km. 10.000 Honda Civic 1,4is grønur, 3 hurðar, árg. 1998, 101.000 km. 99.000 Subaru Legacy 1,8 GL beige, 4 hurðar, árg. 1991, 120.000 km. 30.000 Volvo S40 1,8 reyður, 4 hurðar, árg. 2002, 12.000 km. 250.000 á Yvir- og undirvarma * Heita luft prísur fyrr 7.995,- Nú 6.995,- Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 6 kg turr klæðir 600-1600 snúningar prísur fyrr 6.295,- Nú 5.595,- Hvítvørur til føroyska húsarhaldið Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Vaskimaskina