Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 33 — 3. mai 1978 itróttur VB—TB: 1—4 (0—3): Spælið var nógv tarnað av vindinum, tá 1. deildarliðini hjá VB og TB hittust suðuri í Vági sunnudagin Nógv fólk hevði leitað sær vestur á Eiði í Vági fyri at síggja dystin millum bæði oyggjaliðini, arvafiggind- arnar, VB og TB. Veðrið var turt, men nógvur vindur var longs eftir vell- inum, og valdi TB at leika undan vindinum fyrra hálvleik. Klókt valt Hetta vísti seg at vera sera klókt valt, tí ikki var dysturin meira enn 4 min. gamal, tá tað eydnast nýggja 1. deildarleikaran- um hjá TB, Hans Seren- sen at seta bóltin í netið aftaná klumpspæl á brots- teigsstrikuni. Næsta kort- So er bert at hyggja Up, up and away... erið átti TB fult og heilt men var vindurin mangan alt ov nógvur til at fram- herjarnir fingu tamarhald á teimum vekru avlever- ingunum, ið Delmar og Poul Erik sendu fram til teirra. Meira spæl Tá tað vóru farnir um 20 min. av hálvleikinum, var tað eins og VB kom meira fyri seg, teir fingu meira tamarhald á spælinum og hevdu einstøk gjøgnum- spæld ålop, tó uttan úr- slit, tað ið vindurin og kontant leikandi TB-verj- an ikki kláraði, tað kláraði Gordon í TB-málinum. Stokkut lota Stokkut varð letan, ið VB fekk loyvi at leika henda hålvleikin. I 25. min. skjytur Henrik høgt skot inn frå høgru, Schandorff i VB-målinum bakkar lika yvir móti fjarari stongini, loypir upp fyri at fåa hendur á bóltinum, men fer bólturin við síðuna av hondum hansara og í net- ið, meguliga var tað vind- urin, ið gav honum sein- astu ferðina yvir um strik- una. Annars kann sigast, at skotið var eitt væl »følt« skot. Triðja málið Triðja málið kom, tá 10 min. vóru eftir av fyrra hálvleikinum. Skot kemur inn í brotsteigin til Ás- mund, ið er í fullari ferð frameftir. Schandorff loypir út fyri at fáa hendur á bóltinum, men Ásmund hevur sæð hann og lyftir hegnisliga bóltin upp um Schandorff og í netið til hålvleiksstødu 3—0 til TB. Ynskibyrjan I seinna hálvleiki var tað VB, ið hevði undanvindin og gav hetta úrslit longu í fyrsta minutti. VB tekur bóltin av TB framherja og fer í álop, men missir bóltin til Jack, ið leggur hann aftur til Sigmund. Sigmund vil leggja bóltin aftur til Gordon i måli- num, men sær ikki, at hesin er á veg út úr mål- inum og bólturin fer tískil í einum stórum boga yvir høvdinum á einum gap- andi Gordon og í netið til 1—3. Avgjert eitt tað vakrasta málið í dysti- num. Væntaði nógv Ein roknaði við at nú fór VB at pressa og so varð eisini, men var tað eins og spæl teirra ikki hekk sam- an, tað sá alt ov tilvildar- ligt út, men målmøguleik- arnir vóru nógvir, men í netið fekst bólturin ikki. Í 19. min. var Jóhannis ein- samallur við Gordon, Man hann fáa ilt? Henrik og Óli skeyt, men Gordon tveitti seg og bjargaði. Gordon sparkar langt út og endar bólturin hjá Henrik, ið er staddur úti í vinstru síðu. Henrik trekkir nakrar metrar við bóltinum og sendir eina avbera vakra, harða, avlevering inn fyri málið og kemur Ásmund til og setur bóltin trygt í netið til endaligu støduna 4—1 sigur til TB. Restina av hálvleiki- num var spælið meira javnt, tó møguliga ein VB yvirvág í málmeguleikum, men í netið vildi bólturin ikki. Tey skot, ið ikki fóru við síðuna av, bjargaði Gordon. Dómarin Dómari var Levi Niclasen og kom hann hampuliga væl frá dystinum, men oftani er tað eins og hann gevur leikarunum ov leys- ar teymar og spælið verð- ur av tí sama ov hart. Eina ávaring gav hann og var hon til Óla Holm hjá VB fyri at brúka munn móti dómaraavgerð.