mikudagur 3. mai 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 3. mai 1978
Óheppin skipari:
sosialurin
Síða 3
Bjóðaði Vaktartænastuni umborð
— fekk 20.000 kr. í bót fyri ólógligan trolposa
Fyri at hava brúkt ein
trolposa við meskum, sum
eru upp til 15 mm minni
enn loyvda steddin og fyri
ikki at hava fylgt reglu-
num um fråbodanarskyl-
du, varå hin 47 åra gamli
Abgrdeenskiparin, Alex-
ander Brown, sunnudagin
dømdur av Føroya rætti
at gjalda 20.000 kr. í bót
(ella sita í 20 dagar) um-
framt at gjalda sakar-
málskostnaðin og ómaks-
lønina til verjan, Halgir
W. Poulsen. Afturat hes-
um varð hald lagt á fyrr
nevnda trolposa.
Trolarin, A 364 Glen
Urquhart, fór út aftur
sunnukveldið, eftir at um-
boðsmaðurin hjá bretsk-
um trolarum her á landi
hevði veitt trygd fyri upp-
hæddini, sum skiparin
varð dømdur at gjalda.
Bað sjálvur
um mátingarnar
Alexander Brown greiddi
frá í rættinum, at teir
vóru komnir á fiskileið við
Feroyar hósdagin í farnu
viku. Beint aftaná dog-
urða leygardagin legði
hann til merkis, at Tjaldr-
ið kannaði onnur skip,
sum lógu har, hann sjálv-
ur royndi. Av tí, hann tá
var í ferð við at hála, setti
hann seg í samband við
Tjaldrið og bað teir koma
umborð at kanna trolið
Leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni, Johan Zis-
kason, var eis ni umborð á Glen Urquhart, tá meskarnir
vórðu máldi:
hjá sær. So varð gjørt, og
tá meskarnir í tí trolinum,
sum júst tá var komið úr
sjónum, vórðu máldir,
vísti tað seg, at teir vóru
millum 120—130 mm.
Minsta loyvda meska-
viddin er 135 mm. Tjaldr-
ið kom á Havnina við Glen
Urquhart um sjey-tidina
leygarkveldið.
Kannaður í febr.
og mars
Tað varð upplýst á rætt-
arfundinum, sum byrjaði
kl. 10 sunnumorgunin, at
menn av Tjaldrinum tvær
ferðir fyrr í ár hava verið
umborð á Glen Urquhart,
17. febr. og 24. mars. Tá
vísti alt seg at vera í lagi
umborð. Alexander
lættliga ganga gjøgnum
meskarnar í netinum.«
Verjin, Halgir W. Poul-
sen, meinti, at hetta orðið,
lættliga, kundi skiljast á
mangan hátt. Tað, sum er
lætt fyri ein, kann vera
trupult fyri ein annan. Tá
rættarfundurin = byrjaði
aftur aftaná degurða,
upplýsti hann, at hann í
Levi Christiansen, stýrimaður á Tjaldrinum, David Milne, stýrimaður á Urquhart og
Halgir W. Poulsen, advokatur, beint áðrenn farið varð undir at mála meskarnar.
Dómarin, Jacob Leth, rættarassessor, segði, tá dómurin varð lisin, at mátin, sum
stýrimaðurin á Tjaldrinum brúkti til at máta meskarnar, var tann rætti.
Mátiskeiðin eigur at vera 2 mm tjukk, men tann hjá Alexander Brown, sum H. W.
Poulsen her hevur í hegru hond, var tjúkkari.
Hetta ger, at hon skjótari kemur niður á 135 mm, varð upplýst í rættinum. Skeiðin
hjá Brown hevur bert ta einu strikuna, við 135 mm. Hon var á rettum stað
Brown segði, at trolið
hann brúkti leygardagin,
hevði verið umborð hesa
ferðir. Hann segði, at
Tjaldursmenninir høvdu
trýst máliskeiðina í mesk-
arnar tær báðar fyrru
ferðirnar, men leygardag-
in høvdu teir brúkt ein
annan máta. Tá hevdu
teir koyrt skeiðina lætt-
liga í meskarnar, til hon
møtti. Stýrimaðurin á
Tjaldrinum, sum var um-
borð á Glen Urquhart í
febr. og mars, noktaði, at
hann hevði brúkt trýst
fyri at fáa skeiðina niður
til 135 mm. markið.
Hvat er »lættliga«?
Alexander Brown varð
m.a. ákærdur fyri at hava
brotið kunngerð nr. 12, 3.
april 1978, um EEC-fiski-
veiðu á landk” ini eftir
botnfiski. Í hesi kunngerð
stendur m.a.: »Meska-
viddin skal vera soleidis,
at tá ið meskurin verður
strektur á vátum neti dia-
gonalt eftir longdini skal
flatt mátitól 2 mm tjúkt
við tí ásettu breiddini
steðginum hevði ringt til
ymsar embætismenn i
Skotlandi. Hann hevði
fingið uppspurt, at ymsar
kanningar eru gjerdar við-
víkjandi hesum orði, lætt-
liga, ella »easily«, sum tað
eitur å enskum.
Eitt tol er gjørt til at
måta trystid å måtiskeid-
um og tað rætta trýstið
skal vera 5 kg. Altso skal
skeiðin í meskarnar við 5
kg. trýsti. Tað stendur
kortini onki um slíkt tól í
føroyskum lógum. Halgir
W. Poulsen kravdi ann-
ars, at farið varð umborð á
Glen Urquhart at máta
meskarnar í trolposanum,
sum brúktur varð leygar-
dagin.
Kannaði annan
hvønn dag
Stýrimaðurin á Glen Ur-
quhart, David Milne,
segði í rættinum, at tað
var hann, sum hevði á-
byrgdina av at kanna trol-
ini, tá tey koma umborð.
Tað er eisini álagt honum
at máta meskarnar annan
hvenn dag.
David Milne og Alexander Brown, skipari (í miðjuni),
lurta við áhuga eftir verjanum.
Alexander Brown hevur verið skipari í 25 ár, harav
tey 20 undir Feroyum
Glen Urquhart hevði 6
trol umborð, tá hann fór
úr Aberdeen mikumorg-
unin, 4 sokallað Feroya-
trol og 2 til fiskiskap í
Norðsjónum. Tað vísti eg,
at tvey av Feroyatrol-
unum høvdu ov smáar
meskar.
Eitt dómi fyri
framtíðina
Ákærin, Franz Cohn,
legði dent á, at hetta mál-
ið, og serliga dómurin,
fóru at verða eitt demi fyri
framtíðina. Hetta er
nevniliga fyrsta skipið,
sum er ákært eftir teimum
nýggju lógunum, sum
komu í gildi fyri einum
góðum mánaða síðani.
Hann vísti á, at skip-
arin ikki hevði boðað før-
oysku myndugleikunum
frá, at hann hevði trol við
smærri meskum enn 135
mm umborð. Skiparin
upplýsti, at hann hevði
biðið ein annan skotskan
trolara um at boða frá fyri
seg.
Cohn segði víðari, at
Alexander Brown hevði
mált meskarnar á ein
skeivan hátt, við at trýsta
skeiðina igjøgnum. Ákær-
in mælti til, at hald varð
lagt á allan ólógligan reið-
skap og veiðuna hjá Glen
Urquhart. Veiðan, einar
80 kurvar, varð mett til
10.036 kr. og teir báðir
ólógligu trolposarnir til
5.400 kr. Ákærin mælti
eisini til, at skiparin fekk
eina sterri bót enn tær
20.000 kr., sum higartil
hava verið givnar í slíkum
ferum.
Ómeguligt hjá
útlendingum
at fiska her?
Verjin, Halgir W. Poul-
sen, kravdi, at skiparin
varð fríkendur, tí hann
alla tíðina hevði hildið, at
trolini vóru lóglig. Hví
skuldi hann annars sjálv-
ur biðja Tjaldrið koma
umborð? Halgir W. Poul-
sen mælti frá, at hetta
málið skuldi gerast eitt
demi fyri onnur, sum me-
guliga koma seinni.
Hann ávaraði eisini
móti, at farið verður so
langt, at tað verður ó-
meguligt hjá útlendingum
at fiska her.
Rættarfundurin endaði
kl. 15.45 og kl. 18 varð
dómurin lisin upp.
Suðuroyingar
Septiktangar verða temdir frá 8/5. Sigið frá
á tlf. 71488 og 73777.
JOGVAN HARALDSEN