Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 - im telf. 14720. 11820 . giro 6282725 Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn Foroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Sosialurin Utgevari Blaðstjóri Blaðmenn Uppseting Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi frá blaðnum. Oreiðiligt SEINAST i farnu viku hevði løgting- ið uppskot landsstýrisins um yvir- tóku av skúlaumsitingini til um- rødu. UNDIR hesi umrødu førdi Pauli Ellefsen og Johs. M. Olsen år Sam- bandsflokkinum fram, at Javnaðar- flokkurin er politiskt óreiðiligur, og sum grundgeving fyri hesum på- standi søgdu teir, at Javnadarflokk- urin als ikki var farin til val uppå at yvirtaka nakra umsiting. LØGMADUR skyrdi bådar sam- bandsmenninar fyri demagogar. Og tað skal løgmaður so sanniliga hava rætt i. Og tad versta av øllum var, at tingformaðurin tann dagin, Jógvan Sundstein, við enda av orðaskifti- num bað um umbering fyri, at hann ikki hevði átalað, at orðið demagog hevði verið nýtt. MEN SATT at siga, so hevði tingfor- maðurin onga orsøk til at biðið um nakra umbering. Teir, sum skylda øllum Føroya fólki eina umbering, eru júst sambandsmenninir, Pauli Ellefsen og Johs. M. Olsen. Annað- hvort við vilja, ella við at tosa í móti betri vitandi, royndu teir at villleiða. Í SEINASTA partinum av virkis- skránni hjá Javnaðarflokkinum, sum ber heitið landsumsitingin, stendur orðarætt hetta: >Tað verður ásannað, at tað er ein sjålvsøgd uppgáva hjá heimastýrinum at um- sita bæði sermál og felagsmál so- leiðis, sum tað er gjørt møguligt við grein 9 i heimastyrislågini.« ORÐALAGIÐ í hesum partinum av virkisskrá Javnaðarflokksins hevur verið óbroytt seinastu 30 árini. Og tað var undir seinasta landsstýri saman við Sambandsflokkinum, at Javnaðarflokkurin legði til brots við at yvirtaka umsitingina av almanna- málum. SO ER TAÐ nakar, sum er politiskt óreiðiligur, og sum annaðhvort við vilja ella við trúttan og trætan ímóti betri vitandi, roynir at villleiða velj- ararnar, so eru tað Pauli Ellefsen og Johs. M. Olsen. UM HETTA sømir seg? Tað kunnu veljararnir dóma um og svara uppá á valinum í heyst. sosialurin dagbókin Gudstænastur Kristi himmals- ferðardag Havnar kirkja: Eivind Vilhelm, talvan gongur fyri Ytrimissión; Vestur- kirkjan: Hegni Poulsen; Argir: Kjartan Mørkøre; Kaldbak: Hans J. Joen- sen; Eidi: Peter M. Ras- mussen; Fuglafjørdur: Torkil Beder; Sandavåg- ur: Axel Tórgarð kl. 12; Sørvågur: Axel Tórgarð kl. 17, altargongd; Hval- ba: Elsa Funding, talvan gongur fyri Heidninga- missionina; Sandvík: Jó- han Weihe: Leiti: Martin R. Jacobsen, fráfaringar- gudstænasta; Tveroyri: Jóhan Weihe kl. 17, kirkj- an er 70 ár. Í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, Norðurstreymi, Vágum, Strondum og í Nes presta- gjaldi gongur talvan til frama fyri heidningamis- sionina hjá Kirkjuliga missiónsfelagnum. Broytt kirkjutíð Frá Kristi himmalsferðar- degi er kirkjutíðin kl. 11 í Haldarsvík, Hvalba og Tveroyri. Meinigheitshúsið Tórshavn Meti Kristi himmalsferð- ardag kl. 18. Missiónshúsið við Landavegin Møti Kristi himmalsferð- ardag kl. 19. Filadelfia Hvert kveld kl. 20 hesa vikuna er meti undir heit- inum »Ja til Jesus«, Curt og Roland luttaka. Sion, Vågi Evangeliskt møti i kvøld kl. 20. Kaldbak Heimamissiónin hevur meti í skúlanum Kristi himmalsferðardag kl. 17, har Heri Tróndheim, Bæk trúboðari og aðrir tala, Streingjakórið av Toftum syngur. Friggjakveldið kl. 20 tala Jógvan Martin Hej og aðrir úr Havn og av Strondum. Bátur siglir frá Sundi kl. 16.30 Kristi himmalsferðardag. Skáli Meti í Meinigheitshúsi- num Kristi himmalsferð- ardag og friggjadagin kl. 20 við ymsum talarum og streingjakórum. (E) STRAND. Hov Missiónsvikan byrjar Kristi himmalsferdardag kl. 20, tá Seren Winther Serensen úr Blákrossi í Danmark og Martin Ham- mer, trúboðari, tala og streingjakórið úr Porkeri syngur. Friggjakveldið kl. 20 luttaka fólk úr Klaksvík og streingjakór- ið av Tveroyri syngur. Kristus er svarið Møti verða í Sørvågi hós- kveldið kl. 20 og friggja- kveldið kl. 19.30. Kaj Tennesen og aðrir tala, streingjakór luttaka. Føroya ítróttar- lærarafelag Aðalfundurin verður 4. mai kl. 21. Nr. 33 — 3. mai 1978 Kristiligt lurtara- og síggjarafelag Ársaðalfundurin verður Kristi himmalsferdardag kl. 20 í KFUM. Aftaná verður hugnalig samkoma v/ Salomu J. Joensen, presti. Lýsingar Lýsingar til mikudags- blaðið mugu vera blað- num í hendi í seinasta lagi kl. 10 týsdag. og til leygardagsblaðið í seinasta lagi hósdag kl. 18. TIf. 11820—14720 Telefon 11225 Telex 81221 g fe = En E. <= 3 „E á sái 533 583 sáf sá? sí SF Blikur 27/4 25/4 1/5 Lémur 4/5 2/ 8/5 Heykur 3/5 4/5 5/4 8/5 Blikur 11/3 9/5 15/5 Lómur 18/5 17/5 15/5 22/5 Ravnur 1/5 19/5 PF SKIPAFELAGIÐ FØROYAR FARASKIP LANDSINS 3800 TÓRSHAVN Útferð við »Smyrli« Um viðrar Kristi himmalsferðardag er ætlanin at gera útferð við Smyrli. KI. 08.00 KI. 10.30 Tvgroyri— Tórshavn av Havnini eystur um Svínoynna, Fugloynna og norður um oyggjarnar, vestur um Vestmannabjørgini og Myki- nes, aftur á Havnini ki. 17.00. KI. 18.00 KI. 20.30 Tórshavn — Tvøroyri Vågur — Torshavn Høvi verður at keypa mat v.m. umborð. Kostnaður fyri hvgnn av Havnini og aftur kr. 100,00 Kostnaður fyri hvgnn úr Suðuroy og aftur kr. 150,00 Bern undir 15 ár, hálvan prís. Ferðaseðlar fáast umborð. ' .. + = boom