mikudagur 3. mai 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 3. mai 1978
sosialurin
Síða 9
itrottur
Landskappingin i 2. deild:
Vunnu tryggan sigur
2. deildarliðið hjá Royn úr Hvalba vann stórsigur á KI
Í besta veðri varð dyst-
urin millum Royn og KÍ
leiktur á Wembley í Hval-
ba, sum hvalbingar skem-
tiliga kalla nýflagda vell
teirra, seinasta leygardag.
Góð byrjan
Tað vóru bert gingnir 5
min., tá tað eydnaðist ís-
lendska framherja Royn's,
Sveinbirni, at heada bólt-
in í netið til 1—0 7. min.
seinni skoraði Jens Pauli
enn einaferð fyri Royn.
Hetta hendi tá hann
staddur uttan fyri brots-
teigin setti eitt skot tætt
fram við málstongina utt-
an meguleika hjá KI-
málverjanum at bjarga.
Bert 11 leikarar
Um miðjan hálvleik var
ein av klaksvíkingunum
noyddur at fara av vølli-
num, tá hann hevði slitið
eitt liðband í eina tjúkk-
anum og tá KÍ bert metti
við 11 spælarum, spældu
teir tað sum restaði av
hálvleikinum við bert 10
monnum á liðnum.
Ikki eydnaðist tað tó
Royn at útnytta henda
fyrimun og var hálvleiks-
stødan javnleikur 1—1.
Skoraðu 3 ferðir
Eydnaðist tað ikki fyri
Royn at útnytta talsterk-
ara fyrimun teirra í fyrra
hálvleiki, so gjørdu teir
tað ístaðin í seinna.
Triggjar ferðir skoraðu
teir, fyrstu ferð Svein-
bjørn, aðru ferð Levi og
triðju ferð aftur Svein-
bjørn og vunnu hvalbing-
ar sostatt 5—0, og var
hesin sigur teirra ikki eitt
mál ov stórur.
Endaði við
niggju leikarum
Fimm min. áðrenn leiklok
var málverji klaksvíkinga
so óheppin at bresta sam-
an við Sveinbjern, tá teir
báðir lupu upp eftir einum
høgum bólti, og var hann
so illa skaddur, at restina
av dystinum varð hann
noyddur at vera áskoðari.
Sostatt endaðu klaksvík-
ingar dystin við bert
niggju leikarum á velli.
Ikki skuldi ein trúð, at eitt
so stórt pláss, sum Klaks-
vik hevði ilt at manna eitt
2. lið, men ikki sær mæt-
ari út, hetta kann tó ger-
ast sera vandamikið fyri
KÍ, um teir til hvenn dyst
meta við bert 11 leikarum,
vandin er tá stórur fyri at
tapa dystirnar, um bert
ein leikari verður skaddur.
Ovæntað úrslit
Tveir aðrir dystir vórðu
leiktir í 2. deild um viku-
skiftið. Í Havn spældu
HB og Fram og vann
Fram 5—0. Jógvan Greg-
ersen, Kristjan Christian-
sen, Eyðfinn Hansen og
Peter Ege skutu málini
fyri Fram. Fimta málið
var sjálvmál.
Úrslitið av dystinum í
Runavík millum NSÍ og
B68 var kanska eitt sindur
óvæntað, har vann NSÍ
2—1. Pole Justinusen
gjørdi bæði málini fyri
NSI, annað var uppá
brotsspark. Ingolf Peter-
Sveinbjern er hægst
sen skoraði fyri B68. B68
fekk annars eitt brots-
spark, tá bert fáir min.
vóru leiktir, men málmað-
urin hjá NSÍ, Petur Mohr,
bjargaði.
Stødan
Aftanå teir triggjar dyst-
irnar um vikuskiftið er
steðan í aðru deild henda:
o
|
Royn
B68
Fram
NSÍ
KÍ
HB
EB
[3]
|
NN Á
|
|
=] > > OD
SO N) ND NO NO NO AO
|
oo
SU
|
OmMNN
Landskappingin i 3. deild:
Bjargadu sær
tvey stig
i evstu løtu
Niggju dystir i tridju deild vordu spældir
um vikuskiftid
Å Tvøroyri hittust TBa og
Royn. Hesin dysturin
kundi vera sera áhuga-
verdur, tá hugsað verður
um, at tað var TB liðið,
sum í fjør flutti niður úr 2.
deild.
Áttu dystin, men...
TB átti nærum alt spælið,
men tað var John Berg,
sum setti bóltin í netið til
1—0 til Royn í seinasta
veruliga álopi, sum Royn
hevði hendan hálvleikin.
Stutt eftir eydnaðist tað
Richard Thomsen at javna
fyri TB, so hålvleiksstød-
an varð javnleikur 1—1,
Stutt inni í seinna hálv-
leiki eydnaðist tað Royn
at koma fram um 2—1.
Hetta hendi tá Tummas
Jákup á Hólalagi skoraði,
men bert fáar min. fyri
leiklok feldi sami Tummas
Jákup Petur Hammer inni
í brotsteiginum, og dóm-
arin Niels Jacob Nielsen
ivaðist ikki í at dema
brotsspark, sum Man-
bjørn Mortensen trygt
setti í netið til javnleik
2—2 og bert eitt min. áðr-
enn leiklok eydnaðist tað
John Andrew Johannesen
at bjarga bæði stigini fyri
TB, tá hann frá fimm-
metrinum við einum
dundurskoti setti bóltin
upp undir nettakið til TB-
sigur 3—2.
Á
O
Onnur úrslit
Ein dystur, ið skuldi
verða leiktur millum B36
og Fram var av ongum, tá
Fram ikki fekk mannað lið
og vann B36 sostatt uttan
dyst.
Urslitini av hinum
dystunum i tridju deild
vóru hesi:
VB — Sumba 2—2
EB — LÍF 0—1
NSI—GI 0—6
SIFb — SI 2—4
ur:
Frá dystinum millum TBa og Royn
Onnur
, ,
fótbólts-
, .
urslit
Dreingir:
KI — B68
VB—Sumba
Smådreingir:
EB—LÍF
NSI—GI
B71—HBb
MB—KI
Piltar:
HBa—Skåla
VB —Sumba
NSIb—GI
B71—NSIa
SI—IFa
LYSING
Sekt verður eftir starvsfólki
til Ellisheimið í Tórshavn
Einum fólki til skiftandi vaktir 42 tímar um
vikuna. 2 fólk til náttvaktir aðruhverja viku
56 tímar 7 dagar. Tveimum fólkum til feriu-
avloysing í skiftandi vaktum frá 15. mai og
august mánað út.
Len sbrt. sáttmálanum millum Tórshavn-
ar býráð og kommunala Starvs- og tænastu-
mannafelagið.
Skrivlig umsókn verður at senda til fyri-
steðukvinnuna á Ellisheiminum innan 10.
mai 1978.