mikudagur 3. mai 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 33 — 3. mai 1978
ítróttur
MB skelkaði klaksvikingar
Nýupprykta liðið í fyrstu deild, MB, kom heilt óvæntað væl frá fyrsta dystinum.
Klarar skelkaðir, men kláraðu tó javnleik
KI— MB 3—3 (0—3)
Málini: 0—1 Árni Joensen, 0—2, Ár-
ni Joensen, 0—3 Sámal á Vágalið,
1—3 Jógvan A. Joensen, 2—3 Jo-
han Joensen og 3—3 Gunleif Joen-
sen.
Dómari: Herman Midjord
Áskoðarar: 500
Nógv viðhaldsfólk hjá MB
høvdu seinasta sunnudag
leitað norður til
Klaksvíkar at síggja dyst-
in ímillum KÍ og MB.
Spenningurin var sum
vituligt er stórur. Hvussu
mundi nýggja liðið í fyrs-
tu deild fara at klára seg?
Ikki kann sigast annað
enn at byrjanin var góð.
og spennandi verður at
vita, hvussu teir fara at
klára seg restina av ári-
num.
sær
Dysturin
Veðrið at spæla fótbólt
sunnudagin var gott, tó
við onkrum æli av og á.
Men vellurin var avgjert
ikki góður nokk, hylar um
allan vellin, og tarnaði
hetta spælinum í stóran
mun.
Í byrjanini av dystinum
var spælið merkt av nerv-
øsiteti. KÍ byrjaði betur,
og hevdu teir nekur góð
álop, áðrenn MB kom fyri
seg. Tad visti seg sum at
klaksvíkingar vunnu mið-
vellin beinanvegin og hil-
du teir hetta meginpartin
av dystinum. Sum fyrri
hálvleikur leið, kom MB
meir og meir við, og
hevdu teir fleiri góð álop,
sum eisini gav úrslit. Í 30
minutti fingu teir fyrsta
málið, og ikki gingu meir
enn einir fýra minuttir til
næsta málið kom. Nú visti
tað seg, sum Klarnir vóru
rættuliga skelkaðir, verj-
an bleiv ótrygg. og beint
áðrenn fyrri hálvleikur var
av, fekk MB so triðja mál-
ið
Seinni hálvleikur byrj-
aði við at KI byrjaði at
pressa beinanvegin. Men
mál kom einki. Ikki fyrr
enn umleið í 32. minutti
góvu álopini hjá KÍ veru-
ligt úrslit. MB gjerdi nú
alt fyri at KI ikki skuldi
fáa fleiri mál. Men tó
eydnaðist KÍ at skora 2
ferðir afturat.
Dysturin var góður og
sera spennandi og sýndi at
bæði liðini kunnu spæla
veruliga góðan fótbólt til
frei fyri áskoðararnar.
Til solu
Ein seksæringur við radar og ekkolodd,
hevur 24 hk. MARNA dieselmotor og nógvir
eykalutir fylgja við.
Er í góðum standi og klárur til fiskari.
Tlf. 32 ella 22 í Hesti
Unglingadeildin í fótbólti:
Skoraði fimm mál á rað
Tveir dystir vórðu leiktir í unglingadeildini í
e Í
fótbólti
um vikuskiftið. Í Havn leiktu HB og B36 og á Tveroyri
leiktu TB og KÍ
Dysturin millum ung-
lingaliðini hjá TB og KI
suðuri á Tveroyri byrjaði
við einum minnuts tegn.
Hetta var orsakað av, at
sama morgun var Óli Kri-
by, Reyði Oli nevndur,
heiðurslimur í TB, deyður
vesturi á ellisheiminum í
Vágum.
Dysturin
Fyrri hálvleikur endaði
við TBleiðslu 2—1. TB
kom á odda 1—0 tá Oddur
Dimon skoraði, men Jan
Jacobsen javnaði fyri KÍ.
Rógvi Thorsteinsson
skoraði annað mál TB's
uppá eitt ivasamt dømt
brotsspark.
Vilmund
Seinni hálvleikur var bert
tveir min. gamal, tá Vil-
mund Michelsen við ein-
um brandskoti setti bóltin
í netið til 3—1 til TB.
Hetta var ikki einasta
mál, Vilmund skoraði
henda hálvleik, hann var
nærum at skora sokalla
»dupult hat-trick«, hann
skoraði nevniliga fimm
mál íalt, í 2., 4., 10., 15 og
25. minutti og hevði
møguleikar at skora enn
fleiri, men var so óheppin
at raka stongina tvær
ferðir.
Onøgdir
vid dómaran
KI unglingarnir søgdu seg
aftan å dystin vera sera
ónegdar við dómaran, An-
finn Ziskasen, og er nakað
um hesa ónegd. Hann var
mangan ov linur, men sig-
ast skal, at hetta var fyri
báðar partar, um nakað
var skeivt við dømingini
var tað at eini linjuverjin
mangan gloymdi at vinka
fyri rangsteðu, men var
eingin leikari rangstadd-
ur, tá tey fimm málini
vórðu skotin í seinna hálv-
leiki.
HB — B36
Sunnudagin varð dystur í
unglingadeildini leiktur í
Havn millum B36 og HB.
HB átti tað mesta av
spælinum og hevði fleiri
vandamikil álop, meðan
B36 hevði nøkur fá ålop,
men Hbarar fingu hverja
ferð bast teimum.
pr A
LS: — fi genet " *
Munnu teir vera óvinir
Rr
fingu 8 mál
Í fyrra hálvleiki fingu HB
arar 2 mál og í seinna 6
mál, meðan B36 einki mál
fekk. Tað mesta av spæl-
inum gekk fyri seg framm-
an fyri B36-málinum, men
tær ferðirnar, spælt varð
framan fyri HB-málinum,
kann teljast á einari hond.
Tað sást eisini týðuliga, at
HBarar vóru nógv teir
bestu.
Dysturin endaði sum
sagt 8—0 til HB.
Stødan:
HB I 8-0 2
TB 1 T-i 2
ÍF 1 44 1
B36 2 4-12 1
KÍ 1 1-7 0