Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — 6. mai 1978 Kostnaðurin er 140.000 kr. Hvítusunnudag verður eitt nytt pipuorgul tikið i bruk i kirkjuni å Vidareidi. Orglið hevur fimm stemmur og pedal. Ver- land Johannesen í Havn hevur bygt orglið, sum kostar 140.000 krónur. Umframt hetta hevur kirkjan eisini fingið eina nýggja kirkjuklokku fyri 20.000 kr. Hon varð tikin í brúk á jólum í fjer. Kirkjan fær 20 prosent í studningi til orglið frá landsstýrinum, restina av peninginum hevur kirkju- fólkið útvegað. Farið varð undir at savna pening til endamálið í 1975. Skipað hevur verið fyri eydnu- hjólum, og tað síðsta var seinasta og næstseinasta leygardag. Tað gav 50.000 kr. Kirkjan á Viðareiði er 85 ára gomul. Hon varð bygd í 1892. Tað eru um 160 kirkjufólk í sóknini. sosialurin Kirkjan á Viðareiði fingið nýtt orgul og nýggja kirkju- klokku Fara undir at projektera fyrsta part av góðshavnini Á býráðsfundi týskveldið samtykti Klaksvíkar By- ráð eitt tilmæli frá havn- arnevndini, um at farast skal undir at projektera havnarbyggingina millum Ánirnar og Strond. Í tilmælinum havnarnevndin til vísti >Ud- kast til prinsipplan for Klaksvig Havn,< sum er gjørt í samband við by- arplansarbeiðið, og sum miðar ímóti at innasti partur av vánni verður brúktur til bátahavn, ytri parturin til fiskarihavn, meðan góðs- og trafik- havnin verður legd uttan- Uppskotið til prinsipplan fyri Klaksvíkar Havn fyri, norður millum Ánir og Strond. Hetta havnarlag skal eisini geva neyðugt byggi- eki til heilselur, timbur- handlar, skipaavgreiðslur 0.2. Á býráðsfundinum varð upplýst, at tilboð uppá havnargerðina á Stongu- num er innkomið, og at útboðstilfarið til havnar- lagið á vestursíðuni er um at verða liðugt. Ti mælti havnarnevndin til at farið verður undir at skitsupro- jektera fyrsta partin av teirri ætlaðu góðshavnini. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur felagsfund á Hotel Feroyum týskveld- ið 9. mai kl. 20.00. Evni: 1. Fyrsti uppstillingarfundur til løgtings- valið 2. Ymiskt. NEVNDIN Sekt verður eftir LÆRUDREINGI EDVIN HAMMER bilverkstað Undir Heygnum 22 3800 Tórshavn . Tlf. 133 78 Suðuroyingar Septiktangar verða temdir frá 8/5. Sigið frá á tlf. 71488 og 73777. JÓGVAN HARALDSEN Síða 5 kring oyggjarnar Umsetningurin 14 milliardir Sjóvinnubankin hevði tilsamans 725.000 bókingar i 1977 og umsetningurin var slakar 14 mia. kr. Samanborið við árið fyri er hetta ein vøkstur uppá ávikavist 10 og 23%. Tann 31. desember vóru 30.723 konti í bankanum, 2.146 komu afturat í árinum. Sjóvinnubankin lænti í 1977 410 mill. kr. Harav vóru 144 mill. kr. lán til sethús og onnur privat lán, 145 mill. til fiskivinnu, handil og byggilán til 20 skip, 58 mill. til handverk og ídnað og 69 mill. kr. vórðu læntar til almenn endamál. Í 1976 lænti Sjóvinnubankin 329 mill. kr. Veksturin av lánum til fiskivinnu, handil og skip er munandi, úr 26% av heildini í 1976 til 35% í 1977. 323 mill. kr. vórðu settar á bankabók í 1977, ein eking uppá 24%. Rakstrarúrslitið, fyri burturset- ingar, avskrivingar og skatt, gjerdist 26,4 mill. kr. Tað er 30% meira enn árið fyri. Nettoyvir- skotið gjørdist 14,4 mill. kr. Tað var 8,1 mill. i 1976 og 6,6 mill. kr. í 1975. Javnvágin hjá bankanum ektist við 28% í 1977, úr 454 mill. kr. í 585. Á aðalfundinum hjá Sjóvinnubankanum í síðstu viku skuldi ein av nevndarlimunum, Hegni Mohr, ganga út, men hann varð afturvaldur. Hin- ir í nevndini eru Birgir Danielsen, sum er formað- ur, Jákup Kass er næstformaður og Marius Thomassen. Í stjórnini fyri Sjóvinnubankan sita Rasmus Olsen, Steingrím Nielsen og Regin Olsen. 1977 var 45. roknskaparár hjá bankanum. Reglugerð fyri kommunalan stuðul Á byrådsfundi týs- kveldið samtykti Klaksvíkar Býráð eitt tilmæli frá mentamála- nevndini til eina reglu- gerð fyri kommunalan stuðul til fritidarfeløg. Reglugerdin hevur 9 greinir. Hon ásetir, hverji krev skulu lúk- ast, fyri at fritidarfeløg í Klaksvíkar kommunu kunnu fáa kommunal- an stuðul. Eisini eru reglur fyri, hvat studn- ingur skal latast til, og hvussu nógvur studn- ingur kann latast t.d. til venjara, helir, am- boð o.s.fr. Lista- framsýningar Kristihimmalsferðadag opnaði Poulina Joen- sen listaframsýning í smiðjuni í Lítluvík. Opið verður afturat í dag og sunnudagin frá kl. 15 til 21. Á framsýningini eru oljumálningar, pastell- ir, postalinsmålningar eins og ein standmynd úr leiri. Kristi Himmalsferðar- dag opnaði eisini Fri- mod Joensen eina lista- framsýning í Listaskál- anum. Á framsýningini eru 50 oljumálningar. Framsýningin er op- in í dag og í morgin afturat frá kl. 15 til 20. Brimborg nýggjar gálgar Vágstrolarin Brimborg hevur fingið nýggjar gålgar isettar. Arbeiðið er gjørt á Tórshavnar skipasmidju. Gålgar- nir, sum vóru i trol- aranum, tå hann kom til landið, vóru ov litlir. Nakrir bátar hava av- reitt til Polarfrost i Vági í vikuni. Í gjáramorgunin kom Múlatangi undan Feroyum við 60.000 pundum av línufiski. Hann royndi á Bank- anum. Steinhúsbreður og Gáshólmur hava havt úr 3.300 uppí 8.000 pund í vikuni og opnir bátar hava ligið um 400—500 pund uppá dagin við snellu. Polarborg I kom á Vág týsdagin undan Íslandi við 140 tonsum av upsa. 16.000 kr. til trúboðarar Barnaringurin á Strondum hevur latið 16.000 kr. til trúboð- araarbeiðið í heidn- ingalondum. Hesin peningur er býttur millum tær fýra fer- oysku kvinnurnar, sum starvast í heidninga- missiónini. Tær eru Øluva Laksá, Kaja Lamhauge, Elsa Jac- obsen og Doris Heine- sen og tær hava fingið 4.000 kr. í part.