Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 34 — 6. mai 1978 Bert biograffilmar kring oyggjarnar Fyrsti upp- stillingarfundur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur sín fyrsta uppstilling- arfund týskveldið 9. mai kl. 20 á Hotel Fer- oyum. Javnaðarflokk- urin ætlar hesaferð at fáa uppstillingina til legtingsvalið lidna fyri summarfritidina, og varð ti á landsfundi- num heitt å feløgini um at hava uppstillingar- fundirnar nakað skjótt. 12 dugna- skaparprógv Dugnaskaparroynd í sigling var í Havn 18. apríl, har 6 mans fingu prógv. Teir eru: Uffe Bærentsen, Christian H. Christiansen, Poul Johs. P. Johansen, Tormóð Mouritsen, Kartni Ravnsfjall, Jógvan Eli Weihe. Tann 24. apríl varð líknandi roynd í Vági og eisini har stóðu 6 mans royndina: Hans Andreasen, Vági, John Poulsen, Vági, Oluf Simonsen, Vági, Kari Johan Fossá, Tveroyri, Jenus Tummasarson, Tvør- oyri, Tummas Tumm- asarson, Tveroyri. ST í stuttum ST tíðindastovan fyri Norðurlond í Keyp- mannahavn hevur giv- ið út bókina ST í stutt- um. Bóklingurin sigur frá stovninini av ST, høvudsstovnum felags- skaparins og virki hansara i ymsum lond- um hesi seinni årini. Hetta er annar bók- lingurin, sum ST tíð- indastovan gevur út á føroyskum. Hin kom i 1970 og kalladist Hetta er ST Eiden Miiller hevur umsett bóklingarnar og lagt teir til rættis. ST i stuttum er lit- prentadur i 3.000 ein- tøkum å Dimmalætt- ing mg 3.500 kr. til Guds orða bodan Dýra bididag gekk talvan í kirkjunum í Sjóvar prestagjaldi til frama fyri Guds orðs boðan. Kirkjufólkið á Skála lat 1820 kr., í Oyndarfirði 476 kr., á Selatrað 103 kr. og í Sjóvar kirkju komu inn 1072 kr. Sjóvinnubankin skal byggja í Miðvági og Havn Á aðalfundinum hjá P/f Sjóvinnubanka- num varð upplýst, at bankin í næstu framtið fer undir at byggja í Miðvági. Í Vági er ætl- anin at opna nýggja deild til heystar. Umbyggingin av høvudsskrivstovuni í Havn er nú so at siga liðug, men hon er tó bert ein fyribilsloysn. Sjóvinnubankin hevur fingið eitt grundstykki frá býráðnum uppi við telegrafstødina og har er ætlanin at byggja ein tíðarhóskandi ban- kabygning. Umroknað til heilan arbeiðsdag eru nú 75 starvsfólk í Sjóvinnu- bankanum. Umframt hevuðsskrivstovuna í Havn hevur bankin deildir og avgreiðslur í 20 býum og bygdum kring landið. Asfaltera í Miðvági Tað seinasta lagið av asfalti skal nú leggjast á høvudsvegin gjøgn- um Miðvág. Sam- stundis verður asfalt lagt á allar vegir í bygdini, sum eru klárir til asfalteringar? Klaksvíkar havn nýggjan krana Klaksvíkar havn fær nú ein nýggjan krana. Á byrådsfundi týs- kveldið samtykti Klaksvíkar býráð at keypa ein 3 ára gamlan krana frá P/F Ludvig Breckmann fyri 425.000 krónur. Hetta er tann gamli kranin hjá Tórshavnar Skipasmiðju, og hann kann lyfta millum 20 og 25 tons. Klaksvíkar komm- una eigur ein minni, átta ára gamlan krana, sum verður tikin í býti við tann nýggja. Hesin kranin kann ikki ar- beiða sum er, og kom- munan fær 35.000 kr. fyri hann. Tvey tilmæli vóru í hesum málinum. Hitt tilmælið gekk út uppá at keypa ein nýggjan krana fyri 680.000 krónur frá donsku fyri tøkuni Boing á Thom- sen, sum verður um- boðað av Mechane í Klaksvík. verða sensureraðir Men allir filmar kunnu seljast í handlunum — Filmseftirlitið hevur í dag góðkent henda filmin til fyrivisingar í Føroyum, tó ikki fyri børnum undir 16 ár. Hetta kann vera niður- steðan, Filmseftirlitið kemur til, eftir at hava kannað ein film, sum bio- grafarnir hava innflutt. Biografarnir mugu so ikki loyva bernum undir 16 ár til sýningarnar, men hetta ber ikki í sær, at bernini ikki kortini kunnu síggja sama filmin á lóg- ligan hátt, tí ongin lóg forðar fyri at filmurin kann seljast í handlunum, um talan ikki er um por- nografi. Sensururin av filmstil- fari, sum kemur til landið umfatar bert teir filmar, sum biografarnir skulu sýna, og onki eftirlit er við teimum videobondum og 8-millimetra filmum, sum keypmenn, einstaklingar og feløg innflyta. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at somu filmar, sum filmseftirlitið hevur kravt, bert skulu sýnast fyri fólki yvir 16 ár, hava verið at fingið í handlunum í 8- millimetra stedd. Bert almennar sýningar Eyðun Joensen, formaður í Filmseftirlitinum, sigur, at uppgávan hjá Filmseft- Nevndin í Filmseftirlitinum: Petur F. Christiansen, Eyðun Joensen og Sigurd Joensen irlitinum er at sensurera teir filmar, sum skulu sýnast alment, meðan teir filmar, sum verða sýndir í feløgum ella privatum heimum ikki koma undir lógina um filmseftirlit. Filmseftirliti3 gongur eftir >lov om biografvæ- senets ordning« frå 1938 og »Bekentgørelse om cencur af film« frå 1960. Danska fólkatingið avtók sensurin í Danmark í 1969, men lógin er fram- vegis í gildi í Føroyum, og eftir at danir tóku sensur- in av, varð neyðugt at seta Filmseftirlitið á stovn. Mangla eitt millummark Karl Herup Olsen, stjóri í P/F Farodane, sum er annar føroyski innflytarin av filmum til biografar- nar, sigur, at sjålvt um teir ikki beinleidis hava kannað hetta, so hava teir verið varugir við, at handlar hava lyst í blød- unum við sama filmi, sum Filmseftirlitið hevur av- gjørt bert skal sýnast fyri fólki yvir i6 ár í biograf- unum. Tá Filmseftirlitið sen- surerar, hevur tað triggjar møguleikar at velja imill- um. Tað kann fullkomu- liga kolldema ein film, loyva at hann verður víst- ur fyri fólki yvir 16 ár, ella loyva at hann verður sýndur fyri ellum. Karl Herup Olsen sigur, at stersti meinbogin hjá okkum er, at vit ikki hava nakað millummark uppá 12 ár. Hetta mark verður nýtt í ellum hinum Norð- anlondum. — Vit bóðu landsstýrið um samráðingar um hen- da spurning fyri tveimum árum síðani, men hava ongantíð fingið nakað svar, sigur Karl Herup Olsen. [ymer Framhald frå síðu 3 eru har ivi er um, hvat teimum någreiniliga tørv- ar, men sum eftir meting hjå nevndini hava tørv å einumhvørjum studuli frå einum endurbúgvingar- stovni. Og annars er nevndin komin fram til, at 198 hava terv fyri at ar- beiða á vardum virki. Teir avlamispensionist- ar, sum eru kannaðir, eru í aldrinum 15 til 54 ár, með- an tey sum hava verið kannað í hinum báðum bólkunum eru í aldrinum upp til 64 ár. Dentur skal tó verða lagdur á, at nógvir bólkar eru eftir, sum ikki eru við í omannevndu tølum, og sum eisini mugu roknast fyri at hava tørv fyri end- urbúgving. Endurbúgvingar- stovn og -ráð Út frá tí, sum nevndin hevur kannað og er komin til, verður skotið upp at seta á stovn ein endur- búgvingarstovn, og verð- ur í álitinum gjelliga greitt frá, hvussu hesin stovnur skal arbeiða. Eis- ini verður skotið upp at seta á stovn eitt endur- búgvingarráð við limum úr arbeiðsgevarafelogum, løntakarafeløgum, Føroya Kommunufelag, áhuga- felogum, Vanlukkutrygg- ingarráðnum og Feroya Læknafelag. Endamálið hjá ráðnum skal m.a. vera at ráðgeva landsstýrinum viðvíkjandi útbygging av endurbúgvingarskipanini í Feroyum, at stuðla og ráðgeva viðvjkjandi end- urbúgving og somuleiðis at skipa fyri upplýsingar- arbeiði um endurbúgving: Eisini skal ráðið hava eft- irlit við endurbúgvingar- skipanini og teimum stovnum, sum hava hetta um hendi. ur Um endurbúgving Endurbúgving umfatar fólk við likamligum ella sálarligum breki, og undir endurbúgving koma eisini fólk sum av eini ella aðrari orsek eru sosialt brekað. Sum dømi um hetta kann nevnast einkjur ella einligar mammur við børnum. Endurbúgving umfatar bæði fólk, hvers arbeiðsevni eru fyribils niðursett og fólk, sum hava varandi brek. Endamálið við endurbúgving er at skipa so fyri, at hóast fólk hava ávís brek, skulu tey kunna fáa eitt arbeiði, sum tey kunnu gera hóast teirra brek. Um t.d. ein maður við standandi arbeiði hevur vánalig bein, so kann hann endurbúgvast, um hann fær eitt sitandi arbeiði, sum hann eins væl kann greiða. Hetta kann í summum ferum gerast við eini arbeiðs- og yrkisávísing, men aftur í eðr- um førum kann vera neyðugt við eðrum tiltøkum, sum t.d. umskúling, arbeiðsvenjing ella útbúgv- ing. Endamálið er í ellum ferum, at so stórur partur av teimum brekaðu sum gjerligt skulu kunna sekja og fáa arbeiði á jovnum feti við onn- Har endurbúgving ikki er møgulig, tí viðkom- andi er ov brekaður, skal finnast fram til aðrar møguleikar. Til dømis kann ávísast arbeiði á ein- um vardum verkstaði/virki ella funnið verður fram til okkurt lættari heimaarbeiði.