mikudagur 10. mai 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 35 — 10. mai 1978
sosialurin
Síða 3
Formaðurin í Føroya idnadarfelag:
— men grunnarnir eru ov trekir at veita studning
— Vit skulla sanniliga
ikki hava íðnað fyri ein og
hvenn prís í Feroyum.
Tað má ikki verða so, at
idnadurin um nekur år er
blivin eitt haft um fótin á
samfelagnum. At vit hava
fingið eina rúgvu av 6-
rentablum ídnaði, sum vit
ikki eru ferir fyri at av-
vikla.
Tað er formaðurin í Før-
oya idnadarfelag, Gutt-
ormur Djurhuus, sum sig-
ur hetta. Sum dømi um 6-
rentablan idnað nevnir
hann aluminiumsidnadin í
Noregi, sum tað almenna
nú noyðist at stuðla figgj-
arliga, so tey nógvu ar-
beiðsplássini og kapitalur-
in ikki fara fyri skeyti.
— Noregur hevði fingið
munandi meira burtur úr
við at útflyta streymin,
sum fer til aluminiums-
idnaðin.
Eitt annað demi um
hetta eru skipasmiðjurnar
í Sveríki. Eisini tær liva
nú av almennum inn-
spræningum.
— Tí skulla vit miða í-
móti at fáa relativt smáar
fyritokur við ikki alt ov
hegari grundilegging fyri
hvert arbeiðsplássið. So-
leiðis fáa vit eitt fleksibelt
vinnuliv, sum tolir skift-
andi tidir.
Loftast
i Tinganesi
— Tað er neyðugt vid ein-
um åvisum tali av kon-
kursum um árið, og virki
skulla ikki loftast úti í
Tinganesi fyri ein og
hygnn pris. Men fyri at
fáa hetta ávísa talið av
konkursum er neyðugt við
eini yviretablering, so vit
kunna fáa eitt úrval av
fyritøkum, sum eru førar
fyri at liva.
Guttormur Djurhuus
sigur, at vit hava ikki
hesa yviretablering í dag
og tað kemst av, at
grunnarnir eru ov restrik-
tivir, ov trekir at veita
studning. Hann sigur, at
ætlanin við Menningar-
grunninum var júst hetta,
at hann skuldi veita risi-
koviljugan kapital, men
grunnurin hevur bert í
einum feri mist pengar.
— Grunnurin krevur ov
stóra trygd fyri at veita
studning. Tað kann ikki
vera meiningin, at bæði
hús og heim skal setast í
veð fyri at kunna royna at
gera eitt gott hugskot til
veruleikan.
Sita ov fast
á pengunum
— Menningargrunnurin
hevur játtað nógvar milli-
Onir, sum ongantíð eru av-
heintaðar. Tað er jú so
lætt hjá nevndini at siga,
at allir pengarnir eru játt-
aðir, ti so sleppur hon frá
at arbeiða við umsókn-
unum.
Guttormur Djurhuus
heldur, at tað skuldi verið
fyriskipað soleiðis, at um
játtaður peningur ikki er
avheintaður í einum åvis-
um tíðarskeiði, so fellur
hann aftur til grunnin,
sum so kann játta hann til
onnur endamál. Hann
heldur, at tað er freistandi
hjá nevndini í Menningar-
Guttormur Djurhuus — málsetningurin hjá ídnaðinum
má falla saman við málsetninginum hjá samfelagnum í
heila. Arbeiði til allar hendur fyri eina rímiliga len. Hin-
vegin kann ídnaðurin ikki vera eitt endamál í sær sjálv-
um
grunninum at blíva res-
triktiv fyri ikki at missa
pengar. Hinvegin er ongin
meining í, at grunnurin
veitir studning til hotel-
virksemi o.tl.
— Tað varð sagt á pa-
nelfundinum í SMS her-
fyri, at man má krevja av
monnum, sum hava ein
góðan »idé«, at teir ikki
gevast við at sekja um
studning, hóast teir í fyrs-
ta og ødrum umfari fáa
noktan. Men tað kann ikki
vera rætt, at man skal
brúka so nógva orku til at
fara til grunnarnar ferð
eftir ferð fyri at fáa ein
»idé« framdan, at man
neyvan orkar at fara undir
sjålva fremjingina.
Guttormur Djurhuus
heldur annars, at Menn-
ingargrunnurin og Idnad-
argrunnurin krevja ov lit-
id frå landsstyr: im.
Rakstrar-
kreditturin
— Tad er ein almennur
tørvur å rakstrarkreditti i
Føroyum i dag og ti ar-
beiða nógv virki tungt og
órationelt. Tað, sum okk-
um tørvar, er ein skipan,
har bankarnir veita 50%
av tervandi rakstrarkre-
ditti móti veðhaldi í
goymslu og onkur av
grunninum kundi so veð-
hildið fyri hinum 50%.
Guttormur Djurhuus
heldur ikki, at vit eiga at
byggja virki, sum ikki
hava ráð at gjalda ar-
beiðsfólkinum eina hampi-
liga løn. So mugu tey
heldur koyrast konkurs.
Mjoørkatosið
hjá býráðnum
— Teir kommunalu
myndugleikarnir í Havn
skuldu verið eitt sindur
erligari og bart út sagt, at
tað er ein yviretablering í
býnum og vit ynskja ikki
fleiri virki her, fyrr enn í-
búðaspurningurin er
loystur. Men í staðin fyri
krógvar býráðið seg aft-
anfyri mjerkatos um klo-
akkviðurskifti og býar-
plan.
Formaðurin í Ídnaðar-
felagnum metir tað at vera
í lagi, um ikki fleiri virki
koma í Havnini fyribils, tí
vit hava kanska havt ov
stóra miðsavnan her.
Annars hava kommun-
urnar í Feroyum yvirhev-
ur eina positiva steðu til
nýetablering.
Almennar iløgur
og útbygging
— Tað er neyðugt at stýra
teimum almennu ílegu-
num, soleiðis at tær verða
lagdar yvir eitt langt ára-
mál. Tað kann ikki vera
rætt, at fleiri almennir
bygningar eru í gerð í senn
í Havn. Hetta ger eisini,
at tað er torført at fáa nóg
nógva arbeiðsorku í bý-
num. Hetta kann stýrast
bæði á kommunalum stigi
og av landsstýrinum.
Guttormur Djurhuus vísir
á skeivleikan í, at almenn
útbygging forðar fyri eini
møguligari framtidar-
vinnu. Sum dømi nevnir
hann byrgingina i Hvan-
nasundi. Hvannasund er
eitt av teimum fåu plåss-
unum i Føroyum, sum er
egnad til fiskaaling, men
fyri at hetta nú kann vera
meguligt, má byrgingin
gravast upp og rer leggj-
ast í hana.
— Tað almenna átti at
hugsa seg betur um, áðr-
enn vegir, byrgingar o.tl.
verður gjert.
Lóggávan í lagi
— Lóggevingin um tollar
á ráveru og maskinum er
liberal, men tolkingin av
henni er ov tilvildarlig og
ynskja vit í Ídnaðarfelag-
num at fáa hana í fastari
legu. Tað er tungt at fáast
við, tá man skal út í
Tinganes, hverja ferð
okkurt ivamál er.
Guttørmur Djurhuus
leggur afturat, at við
nýggju partafelagsskatt-
lógini hava virkini fingið
ein rímiligan meguleika til
burturleggingar til kom-
andi endamál.
Føroyskar vørur
og útlendskar
— Tað skuldi verið ein
sjálvsegd sek at keypa
feroyskar verur, tá tær
eru eins góðar og bíligar
sum tær útlendsku. Men
tað er skeivt at keypa fer-
oyskar verur, tá tær eru
dýrari. Ti kanska koma
vit tå har til, at vit ikki
leggja i at framleida eins
góðar og biligar verur sum
tær, ið verða fluttar inn.
Ti haldi eg til demis, at
tað er skeivt at hava
verjutoll.
Hann sigur, at føroysk
virki eiga at leggja dent á
at framleiða bíligar verur
og tey hava meguleikar til
at gera eins biligar verur
og tær innfluttu. Tað má
vera eitt standandi krav,
at tað almenna brúkar fer-
oyskar verur og tænastu í
teimum førum, tær eru til
og treytað av, at góðska
og prisur eru á sama stigi
sum tær útlendsku. Hann
nevnir sum demi, at
Strandferðslan einans eig-
ur at selja føroyskt øl og
sodavatn og at Lands-
verkfreðingurin átti at
latið oll dekk vulkanisera í
Feroyum.
— Men har, sum vit
ikki eru ferir fyri at gera
veruna eins bíliga og ta
útlendsku, eiga vit ikki at
royna okkum.
Tekniska
útbúgvingin
— Tað er onki dulsmál, at
tekniska útbúgvingin i
Føroyum er undir allan
kritikk. Eg spurdi eina-
ferð á einum fundi, har
teknisku skúlarnir eisini
vóru umboðaðir, hvussu
tað bar til at sleppa gjøgn-
um eina tekniska útbúgv-
ing uttan at duga at rokna
brot. Svarið eg fekk, var,
at tað er ikki uppgávan
hjá teknisku skúlunum at
læra næmingarnar at
rokna brot. Um so er, so
má tað í hvussu er vera
teirra uppgáva at skilja
teir burtur úr, sum ikki
duga at rokna brot. Kvali-
teturin má eisini blíva
undir alt lágmark, tá
dumpiprosentið er null.
Føroyska vikan
í SMS
— Ídnaðarfelagið hevði í
eina tíð arbeitt við tanka-
num um eina feroyska
viku, og tá SMS bjóðaði
sær til at skipa fyri slíkari
viku, var ongin orsek til
at siga nei. Orsekin til, at
vikan var í SMS, var ein-
faldliga hon, at ongin ann-
ar kom við tilboðnum.
Kanska verður føroysk
vika í hølunum hjá Keyps-
samtekuni næsta ár, um
teir bjóða okkum tey.