Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 10. mai 1978 kring oyggjarnar Kastaðu grót á gravimaskinu Um vikuskiftið varð herverk framt móti eini gravimaskinu, sum stóð úti í grótbrotinum hjá Klaksvíkar komm- unu. Herverksmenni- nir hava kastað grót oman yvir gravmaskin- una frá í erva, og fer- arahúsið er rættuliga illa buglað og rútarnir brotnir. Herverkið varð meldað til politiið mánadagin. Ferðsluóhapp á Gøtueidi Um fimm-tíðina sein- napartin sunnudagin var eitt ferðsluóhapp eystanfyri svingið á Getueiði. Tveir bilar stoyttu saman. Annar bilurin kom úr Getu, meðan hin bilurin kom av Skålafjørdinum. Bilarnir fingu rættu- liga nógvan skaða, meðan fólkini í bilu- num sluppu frá hend- ingini við smávegis snuddum. Aldu- og streym- boya rak á Hvalba Í síðstu viku sleit ein av aldu- og streymboy - unum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Tað var boyan, sum liggur eystanfyri. Vaktar- og Bjargingar- tænastan fekk tó boy- una aftur í ellum góð- um. Hon rak seinni inn á Hvalbiarfjerð. Seinnapartin dagin fyri hevði boyan sent sum vanligt, men fyr- rapartin henda dagin vísti datamaskinan í Tinganesi, sum tekur i- móti úrslitunum frá boyunum, at ikki alt var sum tað átti. Sein- napartin boðaði so ein hvalbingur frá, at boy- an var rikin inn á Hval- biarfjerð. Tjaldrið fór síðan inn á Hvalba eftir boyuni, sum nú er legd út av nýggjum. Herverk á pylsuvognar Um vikuskiftið varð herverk framt móti tveimum pylsuvognum í Klaksvík. Leygarnáttina vórðu fleiri rútar brotnir í pylsuvogninum í Vági, og tikið varð fyri mill- um 3 og 400 krónur. Friggjanáttina varð herverk framt móti pylsuvogninum á Ak- ursmerk. Her var ein rútur brotin, men onki varð tikið. Kósavirkið 200 tons Í síðstu viku tók flaka- virkið á Kósini í Klaks- vík ímóti sløkum 200 tonsum av ráfiski. Til- samans 31 bátar hava avreitt til virkið hesa vikuna. Mánadagin var Gerðhamar á Klaksvík og avreiddi um 160.000 pund. Teir hava roynt undir Íslandi við línu, og meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa. Týsktlærarafelagið stovnað leygardagin Leygardagin hevði Týsktlærarafelagið stovnandi aðalfund í Studentaskúlanum. Felagið er fyri týsktlærarar við fólkaskúlarnar i Føroyum, Lær- araskúlan, Studentaskúlan og HF-skeiðini, hand- ilsskúlarnar og kveldskúlarnar. Endamálið við felagnum er at »røkja og styrkja lærigreinina týskt á ellum skúlastigum i Føroyum. Við hesum fyri eyga tekur felagið upp samstarv við feløg og stovnar í eðrum londum.« Felagið hevur lagt eina fyribils starvsskrá og sambært henni er ætlanin at útvega føroyskt und- irvísingartilfar í týskum, taka upp samstarv við feløg og stovnar í Danmark, Vesturtýsklandi, Eysturtýsklandi, Eysturríki og Schweiz um vitj- an av ferdalektarum hendanvegin og luttøku hjá føroyskum tysktlærarum å skeidum i hesum londum. Ætlanin er eisini at byggja upp eitt regluligt og náttúrligt samstarv millum allar landsins týsktlærarar. Felagið skal eisini taka lut í fyrireikingini til skeiðið í týskum, sum verður í Havn 21—25. au- gust í summar. Try fólk hava fyrireikað stovnanina av Tyskt- lærarafelagnum og tey halda fram sum fyrsta nevnd felagsins til aðalfundin í september. Tey eru André Niclasen, Studentaskúlanum, Anna Thomsen, Eysturskúlanum og Elin Jacobsen, Vágs skúla. sosialurin Síða 4 100.000 kr. — skaðabótur fyri ásigldan seksæring Á rættarfundi mánadagin mælti sorinskrivarin til, at Ingolvur Andreassen, Norðskála, fær 100.000 kr. í endurgjaldi fyri seks- æringin, sum hann misti á Norðhavinum i fjør vár. Seksæringurin varð á- sigldur av línubátinum Háenni, KG 123, og sakk. Ingolvur Andreassen segði í rættinum, at seks- æringurin einans var tryggjaður fyri 50.000 kr., ti bátatrygging er so dýr, at hann hevði ikki ráð at tryggja fyri meira. Tað varð upplýst, at trygging- in hevur goldið tær 50.000 kr. Missurin 195.635 kr. Ingolvur Andreassen hev- ur gjert ein lista yvir tað, sum hann misti, tá seks- æringurin sakk. Tilsam- ans hevði báturin og alt, sum var umborð, m.a. lí- nuspæl og 6 oljutrýst- snellur, eitt virði uppá 195.635 kr. Seksæringurin varð bygdur í 1971 og Ingolvur Andreassen keypti hann í 1972 fyri 76.000 kr. Tá óhappið hendi i fjør, hevði hann bert roynt triggjar dagar av várróðrinum. 2.000 pund av fiski vóru i båti- num, tå hann sakk. Kravdi rokningar Verjin hjå reidarriinum, P/f Joensen og Olsen og skiparanum á Háenni, Frits Olsen, kravdi, at saksekjarin legði fram rokningar uppá tað, sum stóð á fyrrnevnda lista hjá Ingolvi Andreassen og einum lista, sum tveir aðr- ir mans hava gjert. Ing- olvur Andreassen hevur stevnt reiðarriinum og skiparanum á Háenni eftir 250.000 kr., tí hann meinti, hann hevði krav uppá at fáa eitt somikið stórt endurgjald at hann 0 kundi keypa sær nyggjan båt, men sum fyrr nevnt mælti sorinskrivarin til, at endurgjaldast skuldu 100.000 kr. og hesum tók verjin undir við. Eftir hesum kemur tryggingin hjá Háenni at gjalda tær 90.000 kr. og statskassin 10.000 kr. Saksekjarin bað um eina freist til at umhugsa hetta. Háenni, KG 123. Saksekjarin, Mogens Birch, segði á rættarfundinum mánadagin, at skiparin, sum ferdi Háenni, tá samanstoyturin hendi, ikki hevði tey rættindi, sum manningarlógin frá 1966 krevur. Hann fekk eina bót uppá 500 kr. í sjórættinum Føroyskt steintoy kannað í Danmark Úrslitið av kanningini vísir, at foroyska steintoyið sum verður framleitt í Hvalba, lýkur krevini hjá heilsu- stovninum hjá ST, WHO Ein kanning, sum er gjørd á >Milje- og levnedsmid- delkontrol laboratorium« í Silkeborg i Danmark, vis- ir at føroyska steintoyið, sum verður framleitt í Hvalba, lýkur tey krev, sum heilsustovnurin hjá ST, WHO, setir viðvíkj- andi innihaldi av blýggi og ødrum eitrandi evnum i steintoyi. Tad er heilsunevndin i Havn, sum hevur latið hesa kanning gjørt eftir á- heitan frá Brúkarafelag- num. Áheitan frá brúkara Brúkarafelagið fekk stutt fyri jólum i fjør eina å- heitan frá einum brúkara, um at gera eina kanning av, um leiriletini, sum verða gjørd í Hvalba, innihalda blýggj ella onn- ur eitrandi evni. Brúkara- felagið vendi sær síðan til Heilsunevndina í Havn, og bað hana um at kanna spurningin. Hon heitti síðan á »Miljø- og lev- nedsmiddelkontrol labora- torium« í Silkeborg, sum ger tílíkar kanningar, um at kanna føroysku leiriløt- ini og sendi teimum tilfar. 24. april fekk brúkara- felagið svar frá Heilsu- nevndini, og niðursteðan av kanningini er, at før- oyska steintcyið úr Hval- ba lykur tey krøv, sum WHO setir viðvíkjandi innihaldi av blýggi og eðrum eitrandi evnum. Verður goymt í kroppinum Brúkarafelagið sigur, at í húsarhaldinum verða brúkt ymsar koksbúnytt- ur, fet, koppar o.t., sum eru emalieraðar og á ann- an hátt glaseraðar. Glas- ururin, ið nýttur verður, inniheldur blyggj, men verður hann rætt saman- settur og brendur við nóg nógvum hita, gevur hann einki blýggj frá sær. Blýggj er eitt evni, sum verður goymt í kroppi- num, og eta vit í longri tið blýggj niður í okkum, verða vit eitraði. Tað sama er galdandi fyri evnið cadmium, sum verður nýtt í litinum, ser- liga i ti reyða, orange, og gula litinum. Tað eru ser- liga pyntimyndirnar oman á glasurinum, sum geva Cadmium frá sær. Tá tað kom fram, at nógvar keksbúnyttur innihildu nógv meir av blýggi og cadmium enn ráðiligt var, gjørdi heilsu- stovnurin WHO eina kanning av hesum, og setti eitt mark fyri, hvus- su nógv av hesum evnum kunnu loyvast at vera í í- lotum, ið verða nýtt til matgerð. Danmark, Noreg, Sve- ríki og fleiri onnur lond hava tikið hetta til eftir- tektar, soleiðis, at alt sum verður framleitt og selt í hesum londum, skal lúka krevini hjá WHO, sigur Brúkarafelagið. Kanningin hevur víst, at føroysku leiriløtini eis- ini lúka hesi krøv.