Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 10. mai 1978 sosialurin Síða 9 Fær Hetland heimastýri eftir føroyskum mynstri? Hetlendingar hava sjálvir ikki enn boða frá, hvat teir vilja Ein kanningarstovnur í Skotlandi, Nevis Institu- tion, hevur eftir áheitan frá hetlendingum lagt fram álit, ið viðgerð spurningin um, hverja stýrisskipan Hetland kann fáa, tá Skotland fær sterri sjálvstýri. Álitið er latið stýrisráðnum í Ler- wick, ið hevur 22 limir, men innihaldið er longu líkið út til blaðið >The Scotsman.« Ein meiriluti av het- lendingum hevur higartil klårt sagt frå, at teir einki leggja i at verða fjarstyrd- ir år Skotlandi. Teir bera ótta fyri at Skotland vil royna at kråma til sin tær stóru inntøkur, Hetland fær av Norðsjóaroljuni. Men hetlendingar eru minni enn so samdir um, hverja stýrisskipan oyggjarnar eiga at fáa — í løtuni verður Hetland um- sitingarliga roknað sum ein partur av Skotlandi. Men heldur ikki álitið frá Nevis-stovninum dugir at greiða spurning- in. Tað kemur við 10 ym- iskum uppskotum um eina framtíðar stýrisskipan fyri Hetland — ið rekka frá fullum sjálvstýri til status quo: at alt skal vera sum tað er. Men tað o N skilst, at stovnurin sum heild heldur, at best man vera sum er, at Hetland framvegis verður partur av Skotlandi og annars kemur at fáa umboð í komandi fólkavalda skotska heimastýristingi- num, um eitt slíkt ting verður sett á stovn aftaná fólkaatkveðu. Henda fól- kaatkveða skal verða hild- in í ár, og hetlendingar hava ti ikki nógva tíð at umráða seg. At meirilutin av het- lendingum framvegis er misnegdur við galdandi stýrisskipan undir Skot- landi er onki at ivast í, men hvat skal so koma í staðin, tykjast teir ikki at vita sjálvir. Ein fyri- mynd kundi verið Isle of Man ella bretsku Kanal- oyggjarnar, ið hava eitt slag av heimastýri í Bret- landi — ella talan kann vera um eina politiska loysn, sum tann, ið Fer- oyar fingu í 1948 við hei- mastýrislógini innan danska ríkisfelagsskapin, og at ein slík heimastýris- lóg varð skipað annað- hvert við Skotland ella Ongland. Norsk blød skriva í hes- um sambandi, at ein slík — (0) Km 200 Í —n.n“ Q FÆROYENE På SHETLAND „Ýv- 6 Kanningarstovnur hevur viðgjert spurningin um hverja stýrisskipan Hetland skal hava, tá Skotland fær sterri sjálvstýri »Føroya-loysn« hevur nogvan talsmenn i Het- landi, ti hetlendingar hal- da teir kundu fingið nogv- ar fyrimunir av eini stýris- skipan í bretska ríkinum eftir dansk-feroyska mynstrinum. T.d. kundi slík skipan tryggja fiski- stovnin, sigur Nevis- stovnurin í áliti sínum, har teir vísa til, at Feroy- ar hava dugað at fingið eina lagaliga skipan við EF-lond, har talan er um 200 fjórðinga fiskimark. Eisini mentunarliga vil- di ein heimastýrisskipan eftir feroyskum mynstri verið ein fyrimunur hjá hetlendingum til at varð- veita tjóðareyðkenni teir- ra, eins og hetta er eydn- ast feroyingum í góðari samvinnu við Danmark. Um Hetland velur ein heimastýrispolitikk, kun- nu oyggjarnar eisini varð- veita sosialu skipanir sín- ar og fáa figgjarligan stuðul til sjúkrahús, skúl- ar og annað, eins og Fer- oyar hava skipað seg við Danmark. Men sum sagt, hetlendingar hava enn ikki boðað frá, hvat ið teir tá saman um kemur vilja... ÓLI OG NORÐMENN Norðmenn eru farnir at kappast um, hver líkist góða, gamla Ola i Áar- stovu mest. Her eru nøkur av úrslitunum.