leygardagur 13. mai 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 36
Leygardagin
er 13. mai 1978
; 51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
| | frælsi
+ javnaður
brødralag
Á
I føroyska flotan
Skipið varð yvirtikid i Hamburg í gjár
Í gjár yvirtók føroysk
manning tangaskipið Joy
Saphir, sum p/f Stella í
Klaksvik hevur keypt frá
norska reidarinum J. O.
Oddfjell fyri 12 mill.
norskar kr. P/f Stella yv-
tella
irtók skipið í Hamburg.
Tað hevur nú fingið navn-
ið Stella Nova.
Manningin verður 15 í
tali. Hon fór úr Føroyum
hósdagin við rutuflogfar-
inum til Keypmannahavn-
ar, og haðani víðari til
Hambyrg sama kveldið.
Erling Laksáfoss, stjóri
í P/f Stella, sigur, at skip-
ið væntandi verður klárt
at fara í sigling beint eftir
hvítusunnu, men tað er
komin
Landsstýrið
leigar Suðring
til royndir
á djúpum vatni
Landsstýrið hevur leigað ísfiskatrol-
aran Suðring í fýra dagar í næstu
viku til at royna eftir blálongu og
kongafiski á djúpum vatni við Før-
oyar. Páll Olsen verður við hendan
túrin fyri Fiskirannsóknarstovuna.
Suðringur gjørdi tvær royndir eftir
blálongu herfyri, men av tí hann ikki
hevði útgerð til troling á djúpum
vatni, fekst ikki so nógv burturúr,
tilsamans 6 —7 tons úr 5 hálum. Men
tað vóru eisini onnur fiskasløg í trol-
inum, t.d. kalvi og rækjur.
Sosialurin hevur tosað við Mortan
Johannesen, skipara á Suðringi, um
m.a. alternativar veidumøguleikar á
føroyskum sjógki.
ikki heilt greitt enn, hvar
leiðin gongur fyrsta túrin.
Stella Nova er 3.250
tons deyðvekt og lastar
3.850 kubikmetrar. Skip-
ari er Richard Jacobsen,
yngri, úr Klaksvík.
Lesið á síðu 3
Kvinnan má
ikki lata seg
villleiða
av kreftum
ið royna
at seta
kvinnu upp
í móti
kvinnu
— sigur ein bólkur,
sum hevur arbeitt
við kvinnuspurn-
inginum.
Lesið á síðu 8 og 9
Sjey føroyingar
til Moskva
at tingast
Tann 22. og 23. maí
verða fundir í Moskva
millum feroyingar og
russar um fiskiloyvi,
fiskileiðir, fiskiætlanir
og annars, hvussu
londini skulu nýta tey
rættindi, tey hava
fingið frá hverjum ødr-
um.
Í føroysku sendi-
nevndini verða Atli
Dam, løgmadur, Finn-
bogi Isaksen, lands-
stýrismaður, Einar
Kallsberg, skrivstovu-
stjóri, Hjalti í Jákups-
stovu, fiskifreðingur,
Mortan Johannesen,
skipari á Suðringi, um-
boðar feskfiskaskipini,
Mortan Johannesen,
skipari á Skálabergi,
umboðar saltfiskatrol-
ararnar og Jéhann á
Plógv, skipari á V. U.
Hammershaimb, um-
bodar rækjuskipini.
Sambært rammu-
sáttmálanum millum
Feroyar og Sovjetsam-
veldið, sum varð undir-
skrivaður í november í
fjør, skal setast ein
felagsfiskivinnunevnd
og verður hetta gjort á
fundunum í Moskva
Einar Kallsberg og
Hjalti í Jákupsstovu
skulu umboða Feroyar
í hesi nevndini.
Soleiðis síggja rækjurnar út, sum Suðringur fekk vestanfyri
Føroya Banka á síðsta túrinum. Hetta eru glasrækjur, sum
bert liva á djúpum vatni, á einum øki frå Grønlandi og suður til
Miðalhavið. Fiskifrødingarnir siga, at teir vita ikki um, at glas-
rækjan verður fiskað til rækjumarknaðin.
Lesið á baksíðuni