leygardagur 13. mai 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Hegni Djurhuus
Utgevari
Bladstjori
Blaðmenn
Jógvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Uppseting
Prent
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar år SOSTALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Skattalógin
UPPSKOT landsstýrisins um broyt-
ingar í skattalógini verður nú við-
gjørt i løgtingsins skattanevnd, og
verður væntandi endaligt avgreitt tá
tingið kemur saman á dlavsøku.
UPPSKOTIÐ miðar ímóti eini
bruttoskattaskipan og er ein slík
skipan eftir okkara tykki bæði rætt-
vísari og eisini einfaldari at umsita.
Men til tess at gera hesa skipan full-
komna, eiga vit longu nú at gera
fyrireikingar, sum miðja ímóti at vit
seinni fara yvir samtíðarskatt ella
kelduskatt.
Í ODDAGREIN hósdagin harmast
Dimmalætting um, at fólk, sum
hava langan veg til arbeiðis og nýta
flutningstól fyri at koma til og frá
arbeiðsplássinum, ikki longur fáa
loyvi at draga frá fyri flutning. Blað-
ið vísir á, at tilhaldsútreiðslurnar hjá
løgtingsmonnum kortini verða
skattafriar framvegis.
Í VERANDI skattalóg er reglan tann,
at 40 oyru kunnu dragast frá fyri
hvønn kilometur út yvir 3 teir fyrstu,
sum ikki geva rætt til nakran frá-
drátt. Beinleiðis gevur hetta ein
minni skatt uppá umleið 15 oyru fyri
hvønn kilometur.
SPURNINGURIN er, um tað er rætt
at sleppa ætlanini um eina brutto-
skattaskipan fyri hesi 15 oyruni, og
um tað ikki var rættari, at verka-
feløgini til komandi sáttmálasam-
ráðing settu fram krav um, at ar-
beiðsgevarar uttan um lønina lata
verkafólki endurgjald fyri flutning,
sum svarar til tað, sum verandi frá-
dráttur gevur minni í skatti.
TÁ TALAN er um sjóklæði hjá okk-
ara sjófólki og um dupult húsarhald
hjá teimum, sum arbeiða og fyri ein
part búgva í aðrari kommunu enn
virkið heldur til, so má eisini bera til
at taka hetta við í sáttmálarnar, so
at endurgjald verður latið av ávika-
vist útgerðarfelag og arbeiðsgev-
ara.
Eitt av teimum mongu
evnunum sum hava verið
frammi í tjakinum bæði í
bløðum og á tingi er
spurningurin um bygging
av rektarheimum, og tá
serliga um ikki kostnað-
urin av hesum heimum
ikki er alt ov stórur, tá
mett verður við talið av
komandi sjúklingum á
rektarheimunum. Tað er
alt ílagi, at menn eru uppá
vakt, tá talan er um nýts-
lu av almennum peningi,
og soleiðis eigur tað eisini
at vera í einum demokrat-
iskum landi, annaðhvert
so talan er um andsteðu
ella samgongupolitikkar-
ar, hetta er m.a. skylda
politikkaranna.
Men tónarnir, sum ein
hevur hoyrt, hava havt
eina avgjørda slagsidu, at
skilja å tann hått, at
næstan øll, sum hava
úttalað seg um henda
spurningin, hava gingið
inn fyri at skera burturav
játtanum til hesi heim!
Fremstur í herrópinum
um at skarva burturav
jåttanum til røktarheimini
hjå okkara gomlu, var Oli
Breckmann, specialist i
andstødu at øllum, sum
ber framburå vid sær å so-
siala økinum, og honum å
baki P. Ellefsen, hetta
seinna dømi tó meira
skuffandi. Og øll gremj-
anin gongur út uppá, at
kostnaðurin av hesum al-
mennu tiltøkum er ov
stórur. Og so allar hesar
løgnu, fyri ikki at siga
vandamiklu samanber-
ingar um, hvussu nógv
sethús, skip ella útróðrar-
bátar vit kundu fingið í
staðin fyri hesi rektingar-
heim, sum undirforstaðið
ikki skapa nakað produk-
tivt o.s.fr. Ja, ein er lika
við at spyrja í breckman-
jargong, hvat skulu vit í
heila tikid við hesum
gomlu?
Hetta at blanda ein hóp
av ymsum málum saman,
tað veri seg vinnulig, sosi-
al, mentunarlig o.s.fr., er
altid vandamikið, tá ein
demagogur sum Óli
Breckmann ger tað, við ti
eina fyri eyga, at kåma
linjurnar politiskt, fyri at
folk ikki veruliga skulu
fåa fatan av, hvat sanna
ætlan hansara er i poli-
tikki.
Á hesum røktingar-
heimum, sum eru ella
verða bygd kring landið,
búgva vanliga eldri fólk,
sum av eini ella aðrari or-
sek ikki hava nakran góð-
an, sum kann taka sær av
teimum, ella tí umsteð-
urnar eru so háttaðar
heima við hús hjá teimum,
sum vara av, at tað er 6-
gjørligt at búgva har.
Nr. 36 — 13. mai 1978
Grundirnar kunnu vera so
nógvar, fyri at fólk fara á
eitt rektingarheim, og ti
nyttar so lítið hjá Ola
Breckmann og fleiri, at
líkna sethús og rektingar-
heim saman ella hvaðna
verri útróðrarbátar og
røktingarheim!! Spurn-
ingurin er um Óli ikki við
vilja setur tingini á heys-
in, fyri at erkymla og
appelera til tað negativa í
okkum menniskjum í heil-
um? Hevði hann av ellum
illum argumenterað út frá
sjónarmiðinum um, at
hann var ímóti at eldri
fólk vórðu samlað saman á
institutiónum, og í staðin
vildi at tey vórðu verandi í
sínum gamla umhvervi,
so var kanska nakað at
tjakast út frá. Men gakk,
hjá Óla er tað bara krónur
og oyru sum telja, og til
tramans við restini. Góði
Óli, hvar skulu vit skarva
av? Er tað kanska ov nógv
baðiverilsir, upphalds-
stovur, ov væl mebilerað
verilsi at búleikast á hjá
teimum gomlu o.s.fr. Eg
bara spyrji, ti tað ber ikki
til alla tíðina at tosa um,
at tað er ov dýrt at byggja
hesi heim uttan at vísa á,
hvar tú ætlar at spara.
Tað er val til heystar,
og um ætlanin hjá tær og
fleiri fólkaflokspolitikkar-
um (umframt persóns-
Róktingarheim ella sellur?
jagstranina) er at byggja
nakrar barakkir kring
oyggjarnar í staðin fyri
verulig røktingarheim, so
er bara at siga frá her og
nú. Barakkir við smáum
sellum við felags vaski úti
á gongini, einari brúsu
o.s.fr., so er tað eisini
greitt, at kostnaðurin fer
niður, og til neyð einari
lítlari uppihaldsstovu,
sum »g6dir« fólkafloks Li-
onsmenn so kundu fingið
til frítíðaritriv at samla
inn til eitt kasettusjón-
varp fyri harvið at vísa
sína »sosialu« ella kanska
ringu skattasamvitsku!
Ja so er ellum greitt, at so
fer kostnaðurin niður á
kontoini á figgjarætlanini,
sum eitur ellis- og rekt-
ingarheim, og ikki at
gloyma, so kunnu nakrir
fólkafloksmenn vaska sín-
ar hendur. Segan endur-
tekur seg, fólkafloksmo-
ralurin er hin sami enn
sum fyrr, >vertin á hvat
annar fær, eg skal nera at
mær«!!
Men her setur javnadar-
flokkurin markið. Vit vilja
skapa okkara gomlu tann
karmin, sum sømir seg
mentaðari tjóð at vera,
tey gomlu skulu í hvussu
so er ikki fola, at tey liva
av fólkafloks- og Lions-
náði!
Johan Samuelsen
dagbókin
Gudstænastur
1. hvítusunnudag:
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen; Vesturkirkjan:
Høgni Poulsen; Kirkjubø-
ur: Høgni Poulsen kl. 14;
Eidi: Petur M. Rasmussen
kl. 11; Gjógv: Petur M.
Rasmussen kl. 17; Funn-
ingur: Petur M. Rasmus-
sen kl. 19; Fuglafjørdur:
Torkil Beder kl. 11; Gøta:
Torkil Beder kl. 17;
Glyvrar: Jóhs. Follend kl.
11, talvan gongur fyri
kirkjuna; Rituvik: Axel
Tórgarð kl. 17, talvan
gongur fyri kirkjuna;
Strendur: Niels P. Dani-
elsen kl. 11, altargongd;
Oyndarfjørdur: Niels P.
Danielsen kl. 19, altar-
gongd; Klaksvik: Henn-
ing Bøgesvang; Vidareidi:
Salomon J. Joensen kl.
12 Hestur: Kjartan
Mørkøre; Hvalba: Elsa
Funding kl. 11, talvan
gongur fyri kirkjuna;
Tveroyri: Johan Weihe kl.
11; Famien: Johan Weihe
kl. 19; Vágur: Martin R.
Jacobsen kl. 11; Sumba:
Martin R. Jacobsen kl.
18, fráfaringargudstæn-
asta.
2. hvítusunnudagur:
Havnar kirkja: Lestur:
Vesturkirkjan:
Mørkøre; Argir: Høgni
Poulsen; Nólsoy: Hans J.
Joensen; Skáli: Niels P.
Danielsen, kl. 11, altar-
gongd; Selatrad: Niels P.
Danielsen, kl. 19, altar-
gongd; Nes: Jóhs. Follend
kl. 12, talvan gongur fyri
kirkjuna; Leirvík: Torkil
Beder kl. 11, Elduvík:
Torkil Beder kl. 19;
Klaksvík: Jákup Magnus-
sen; Árnafjerður: Henn-
ing Bogesvang; Hvanna-
sund: Salomon J. Joensen
kl. 12; Sandvík: Elsa
Funding, talvan gongur
fyri kirkjuna: Øravik: Jo-
han Weihe; Porkeri:
Martin R. Jacobsen, frá-
faringargudstænasta.
Sandavágur
Hvítusunnustevnan við
fremmandum talarum og
streingjakórum byrjar í
kveld kl. 20.
Frelsunarherurin,
Vági
Í dag kl. 18 er privat meti,
kl. 21 útimeti og kl. 22
verður filmurin »Køre-
svenden< vístur í Fram-
tíðini.
Hvítusunnudag kl. 16
verður meti í dansistovuni
í Sumba, kl. 20 meti í
Frelsunarherinum í Vági
og aftaná útimeti.
Kl. 21 verður filmur í
Kjartan „. dansistovuni í Sandvik
2. hvítusunnudag verð-
ur morgunmøti í Frelsun-
arherinum kl. 11 og kl. 18.
verður meti í Framtíðini,
har Øskar, Imma og Mirj-
am saman við hornor-
kestri og soldåtum úr
Havn luttaka.
Kristus er svarið
í Klaksvík
Uppbyggingarfundir i
dag, hvitusunnudag og 2.
hvitusunnudag kl. 16 og
evangeliskir fundir kl. 20 i
Ósáskúlanum.
Fremmandir og lokalir
talarar, Libanonsystrar-
nar úr Sørvågi, streingja-
kórið úr Klaksvík, solo og
duett sangur.
Evangeliska
røddin
hoyrist hvert månakvøld
kl. 9 frá Monte Carlo (við
síðuna av Luxemburg) á
millumbylgju 205 metrum
(1466 kHz). Sendingin
varir eitt korter.
Orð krossins
ið er kristilig sending á
íslendskum máli, hoyrist
hvønn leygarmorgun kl.
10. Sent verdur å stutt-
bylgju 31 metrum. Send-
ingin varir eitt korter.
Tvøroyrar
handverkarafelag
Aðalfundurin verður í
Fylking í kveld kl. 20.
Handverks-
lærlingar
Skrivstovutíðin hjá Hand-
verkslærlingafelagnum er
týskveld frá kl. 19 til 21 í
húsinum hjá Havnar
handverkarafelag í Trónd-
argetu 16 og í helum
Klaksvíkar handverkara-
felags i Føroya banka.
£/ KJARTAN
DALSGAARD
MOYDALSVEGUR á