leygardagur 13. mai 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 13. mai 1978
sosialurin
Síða 3
Mortan Johannesen, skipari:
Føroyskt sjoøki hevur
alternativar møguleikar
— tað finnast virðismikil fiskasløg á djúpum vatni
og tey mugu vit satsa uppá
— Tað er avgjert neyð-
ugt, at vit so við og við
fara at klára okkum við
okkara egna sjoøki, tí fyrr
Mortan Johannesen — vit hoyra nú í útvarpinum um
júst hesin fiskur, sum vit
nú eiga at satsa uppá.
Hann hugsar serliga um
blálongu, kongafisk og
problemini hjá donsku fiskimonnunum. Tey koma av, at
teir noyðast at líta á kvotur frá eðrum. Hetta kemur
eisini at henda okkum í framtíðini
ella seinni verða vit koyrd-
ir út alla aðra staðni. Men
tann flotin, sum fiskar
tosk og hýsu undir Feroy-
um, er vorðin nóg stórur
og tí mugu finnast al-
ternativir meguleikar til
tey skip, sum koma aftur-
at. Hesir meguleikar eru
til staðar.
Mortan Johannesen,
skipari á Suðringi, sigur í
samreðu við Sosialin, at
aðrar tjóðir leggja stóran
dent á at veiða fisk í før-
oyskum sjógvi, sum for-
oyingar sjálvir ikki hava
lagt so nógv i, men tað er
upsa, sum aðrar tjóðir í
nógv ár hava fiskað undir
Feroyum, bæði við troli,
línu og gernum.
— Í fjør vórðu fiskað
30.000 tons av upsa,
10.000 tons av blálongu
og uml. 6.000 av konga-
fiski undir Feroyum. Um
vit sjálvir veiddu megin-
partin av hesum 46.000
tonsunum, hevði tað verið
ivaleyst til ell flakavirkini
í landinum. Men tað er
sjálvandi treytað av, at
EEC skipini verða koyrd
útum.
Prísurin ov lágur
Mortan Johannesen sigur,
at fyrsta treytin fyri at
skip fara at royna eftir eitt
nú blálongu, er, at av-
reiðingaprísirnir hækka. Í
letuni fáast 2,50 kr. fyri
kg av blálongu og upsa
og kg-prisurin á konga-
fiski er 1 kr.
— Hinvegin fáa týsk-
arar og fransmenn betri
prís fyri blálongu og
kongafisk enn fyri tosk,
og tá fransmenn t.d. selja
í Onglandi, fáa teir 75%
av toskaprisinum har.
Toskaprisurin er sum
kunnugt rættiliga høgur í
Onglandi. Eg veit eisini
um ein íslendskan trolara,
sum í fjør heyst seldi 100
tons av kongafiski í Týsk-
landi fyri 800.000 kr.
Norðmenn hava uppbygt
ein marknað fyri blálongu
og upsa og eisini teir fáa
góðan pris.
Mortan Johannesen
leggur aftrat, at tað er
neyðugt, at feroyingar
fara at leita eftir marknaði
fyri ti, sum vit vanliga
kalla rud, t.e. II. floks
fiskur. Hann heldur, at vit
kunna foredla blålonguna
vid t.d. at roykja hana, og
hann ivast ikki i, at tad
eru keyparar til hesi fiska-
sløg, eftir sum tyskarar,
fransmenn og noråmenn
fáa so góðan pris fyri tey.
— Men hetta verður
ikki í morgin, heldur ikki
um tveir månar, men
kanska og vónandi um
eini tvey ár.
Eitt gott demi um,
hvussu stórt virði hesin
fiskur hevur, er, at føroy-
ingar hava fingið tosk og
hýsu frá norðmonnum í
býti við blálongu og upsa.
Royndir á djúpum
vatni
Tað er ætlanin, at Fiski-
rannsóknarstovan skal
leiga Suðring í fýra dagar í
næstu viku til royndir eft-
ir blálongu og kongafiski á
djúpum vatni.
— Fýra dagar er stutt
tið og eg meini, at lands-
stýrið átti at leiga eitt
skip sum t.d. Sjúrðarberg
i triggjar månar til slíkar
royndir. Hann kundi tå
roynt á djúpum vatni alla
staðni rundan um Feroy-
ar.
Mortan Johannesen
heldur ikki, at tað al-
menna hevur sett ov lítið
av peningi av til royndar-
fiskiskap, men tað verður
meguliga neyðugt at
brúka meiri pening til
hetta í framtíðini. Slíkar
royndir eru ov dýrar til, at
nakar privatmaður hevur
ráð til at gera tær, sigur
hann.
— Pengar verða settir
av á fíggjarlógini til alter-
nativar orkumøguleikar,
so tað sama kundi verið
gjørt í sambandi við fisk-
ariid.
Mortan Johannesen
hevur sjålvur gjørt roynd-
ir við Suðringi á djúpum
vatni. Tann 22. apríl í ár,
tá teir vóru á veg til Is-
lands, høvdu teir tvey hál
vestur av Feroyabanka og
fingu tvey tons av blá-
longu í hverjum. Aftur
tann 2. mai royndu teir,
men tá longri úti, ella
norður av Bill Bailey
bankanum. Tá hálaðu teir
triggjar ferðir, men tá var
minni av blálongu at fáa,
1 1/2 tons í tí eina háli-
num og minni í hinum
báðum. Men tað var
henda dagin, at teir fingu
rækjurnar.
— Og hetta er bert eitt
lítið dømi um, hvat finst á
djúpum vatni.
Teir fingu eisini triggjar
kalvar og annars nakað av
ymiskum fiskaslegum,
sum teir ikki kendu.
Góður botnur
Mortan Johannesen sigur.
at teir royndu å einum øki
frå 100 fjórðingum út á
200 fjórðingar úr landi
Dýpið var millum 400 og
500 favnar og botnurin
var góður. Men teir fingu
ikki togað so skjótt, ti
weirurin var ov stuttur og
lemmarnir ov lítlir. Teir
høvdu trolið úti í 3 1/2
tíma hverja ferð. Teir
royndu um dagin, men tað
er óvist, um tað er tann
besta tíðin.
— Allir føroysku trolar-
arnir, sum eru yvir 200
tons, kunna fiska so langt
úti, og har sum vit
royndu, vóru franskir
trolarar, sum eru bæði
tvær og tríggjar ferðir
sterri enn feroysku ísfis-
katrolararnir, so tað má
vera ein veiða, sum lenar
seg.
Vidurskiftini
versnað
— Síðani eg byrjaði við
Polarborg Í í 1975 eru við-
urskiftini hjá teimum stó-
ru bátunum versnað mun-
andi og tað er onki at ivast
í, at vit verða koyrdir út
allastaðni. Eg haldi ikki,
norðmenn basera sín flota
á Feroyafiskariinum long-
ur og tá tann flotin er áv-
viklaður, fáa vit onki
eystanfyri. Tað sama
kann sigast um EEC-
londini. Men vit eiga eisini
at minka mest meguligt
um EEC-veiðuna her
Spurdur, hvat so skal
blíva av nóta- og idnaðar-
skipunum, sigur Mortan
Johannesen, at tey mugu
leggja um til aðra veiðu
við Førovar ella fáa sær
flótitrol til svartkjafta
veiðu.
Blálongan fæst í apríl, mai og juni, tá hon gýtir rundan um Feroya banka og Bill Baileys banka.
Hinar mánaðirnar er lítið at fáa av henni. Blálongan kann blíva upp til 1,5 metrar long, og hon verð-
ur mett at vera betri matfiskur enn longa.
Bæði blálonga og kongafiskur nerast seint, og vit eiga tí at vera varnir við at lata aðrar fáa ov
nógv av hesum fiskaslegum, sigur Mortan Johannesen.
Kongafiskurin fæst eisini í apríl-juni, tá hann savnar seg fyri at leggja ungar á landgrunnskantinum
og vestureftir á rygginum til Íslands. Tað er óvist, hvar hann fer, tá hann hevur lagt. Kongafiskur
verður ikki kynsbúgvin fyrr enn hann er 11 ára gamal og tå er hann uml. 38 cm til støddar.
Íslendingar hava í nógv ár fiskað kongafisk, og eisini hann verður mettur at vera góður matfiskur
Viðvíkjandi upsa hava vit ongar royndir sjálvir, men útlendingar siga, at besta tíðin er frá februar
til juni. Upsi fæst frá Munkagrunninum og norðeystur um Fugloynna