leygardagur 13. mai 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 36 — 13. mai 1978
SN Eigarafelag stovnað
til útstykkingina
uppi á Hálsi
Hevur biðið um tilboð uppá byggibúningina
Manningar-
parturin
63.000 kr.
Ísfiskatrolarin Suðr-
ingur hevur síðani 2.
januar í ár fiskað 780
tons, harav meginpart-
urin er upsi. Manning-
arparturin higartil í ár
er 63.000 kr. Teir hava
havt nógvar trupul-
leikar av spælinum,
men nú tykist, sum tað
er eydnast at fáa tað at
rigga. Suðringur roynir
í letuni undir Feroy-
um. Tey 620 tonsini av
toski, sum hann hevur
fingið undir Íslandi, er
ætlanin at veiða í au-
gust — oktober og síð-
ani verður farið eystur-
eftir, tveir ella triggjar
túrar.
40 tíma
arbeiðsviku
Frá 1. januar í 1980
verður arbeiðsvikan 40
tímar. Legtingið hevur
samtykt, at arbeiðs-
vikan skal styttast
stigvist úr 42,5 tímum,
soleiðis at hon 1. janu-
uar verður 40 tímar.
Í løgtingssamtyktini
stendur, at styttingin
av arbeiðsvikuni skal
ikki fera til, at viku-
lenin lækkar.
Tørvur á
at ungfólk
útbúgva seg
innan fiski-
vinnuna
— Eisini hetta árið
hevur lært okkum, at
tað er tørvur á útbúgv-
ing innan fiskivinnuna.
Hetta segði Birgir
Danielsen, fiskaselu-
stjóri, í ársfrágreiðing
síni á aðalfundinum hjá
Fiskaseluni miku-
dagin
Fiskaselan hevur í ár
sett 200.000 krónur av
í útbúgvingargrunnin,
og ætlanin er at halda
fram við at leggja í
henda grunn, fyri at
stuðla fiskivinnuna.
Birgir Danielsen
segði, at stersti trupul-
leikin í 1977 var tann
stóra reklamatión, sum
kom úr USA og Bret-
landi uppá flak og hon
hevur kostað fleiri
flakavirkjum dýrt.
Hann segði, at við at
stimbra fiskaidnaðin
bæði figgjarliga og
tekniskt kann tað um-
gangast at tílíkt hend-
ir.
Pengar til
heidninga-
missiónina
Kristi himmalsferðar-
dag gekk talvan í Sjóv-
ar prestagjaldi til fra-
ma fyri heidningamis-
siónina. Í Sjóvar kirkju
komu inn 1.018 kr., á
Skála 1.633 kr, i
Oyndarfirði 207 kr. og
å Selatrad 400 kr.
Peningurin, tilsam-
ans 3.258 kr., er sendur
Kirkjuliga missionsfel-
agnum.
Brúkarafelagið
veitir ókeypis
ráð og
vegleiðing
Nú í var hevur úrslitið
av tveimum kanning-
um, sum Brúkarafelag-
ið hevur skipað fyri,
verið almannakunn-
gjørt. Brúkarafelagið
er einasti felagsskapur
í Feroyum, sum hevur
til endamáls burturav
at taka sær av áhuga-
málum brúkaranna.
Grein 3 í lóg felags-
ins ljóðar soleiðis: En-
damál felagsins er at
verja áhugamál brúk-
aranna í samfelagnum
og roynir felagið at
rekka hetta endamál
við 1) at ansa eftir, at
sjónarmið brúkaranna
alment verða vird, tá
fyriskipanir og/ella
reglur verða settar, ið
koma áhugamálum
teirra við, 2) upplýs-
ingarvirksemi fyri at
økja um pris- og vøru-
kunnleika brúkaranna
og 3) leiðbeining og
tænastu, um brúkarin
verður fyri tapi av
keypi av veru ella tæn-
astu.
Einasta treytin fyri
limaskapi í felagnum,
er, at viðkomandi er
fyltur 18 ár, men fel-
agið veitir tó ellum
hjálp, uttan mun til,
um tey eru limir ella
ikki. Nevndin vil kort-
ini heita á fólk um at
gerast limir, ti tað er
ikki ókeypis at verja á-
hugamál brúkaranna.
Limagjaldið er 60 kr.
um árið.
Nevndin kannar nú
meguleikarnar fyri at
lata limunum ókeypis
blaðið >Rád og resul-
tater,« sum Statens
Husholdningsrád gev-
ur út.
Samband fæst við
Brúkarafelagið við at
ringja tlf. 12946 (eftir
kl. 18), 11626 (i ar-
beidstidini) og 12665.
Adressan er Brúkara-
felagið. postbox 61,
Tórshavn.
Keyparnir av grund-
stykkjum innanfyri so-
kallaða Utstykkingarøkid
B4 uppi á Hálsi, hava nú
stovnað eitt eigarafelag.
Útstykkingarskið B4 liggur eystanfyri miðstaðarekið á Hálsi, fram við Tjaldursvegi
Tað verður hetta felag,
sum kemur at standa fyri
byggibúningini av stykkj-
unum.
Í nevnd felagsins sita
og yvir ímóti Hoyvíksvegnum
Vilhelm Johannesen, fa.
Snikkaravirkið í Stoffa-
lág, sum er formaður,
Henry Koba Jensen frá
Fritz Jensen og Hans Ják-
up Staksberg frá P/F
Guttesen og Staksberg.
Vilhelm Johannesen
sigur, at felagið hevur bið-
ið um tilboð uppá byggi-
búningina frá byggifelog-
um, og at miðað verður
ímóti, at tað verður klárt
at fara undir arbeiðið fyrst
í juni mánaða. Hann sig-
ur, at teir meta tað fer at
taka millum 12 og 14 mán-
aðar at gera stykkini byg-
gibugvin.
12 stykkir seld
Utstykkingarøkid B4
liggur eystanfyri midstad-
arøkid á Hálsi, fram við
Tjaldursvegi og yvir í
Hoyvíksvegin. Tað er
góðar 73.000 m? til stødd-
ar.
Tórshavnar kommuna
hevur skipað fyri útstykk-
ingini, og byggisamtyktin
ásetir, at hetta ekið skal
nýtast til vinnuvirkir,
verkstaðir og tílíkt, og til
tænastuvirksemi sum
hevur samband við hetta.
Tað eru 20 grundstykk-
ir i B4-økinum uppá mill-
um 2.000 og 8.000 m:?.
Tad er ein treyt at keyp-
arnir eru limir i eigara-
felagnum, sum kemur at
standa fyri allari byggi-
búningini.
Gunnar Hoydal. býar-
arkitektur sigur, at fyri-
bils eru sáttmálar gjerdir
um 12 stykkir, men at á-
hugaðir keyparar eru til
øll stykkini.
»Frålikur målburdur«
Í Dimmalætting hósdagin
duttu vit niður á eitt les-
arabræv undir heitinum
„Enn eru menn í Feroy-
um.< Brævið er undir-
skrivað »Demokrat.«
Innihaldið snýr seg um
teir lærarar við Feroya
Studentaskúla og við HF-
skeiðini í Suðuroy og í
Klaksvík, sum fyri stutt-
um sendu eina yvirlýsing
til bleðini viðvíkjandi
skrivingini í Dagblaðnum
um ein åvisan lærara, og
um teir lærarar við somu
skúlar, sum ikki skrivaðu
undir hesa yvirlýsing.
Teir, sum ikki skrivaðu
undir, teir eru menn, verð-
ur sagt í Dimmalætting,
meðan hinir eru eitt har-
kalið av snorhvelpum.
Sanniliga ein frálíkur mál-
burður í landsins stersta
blað.
Vit fara ikki at umreða
lesarabrævið í Dimma-
lætting nærri her, men
Sosialurin vil avgjert á-
tala, at ein bólkur av fólki
verður skýrdur fyri eitt
harkalid av snorhvølpum.
Slíkur málburður semir
seg ikki fyri eitt kristið og
mentað fólk
Í endanum á lesara-
brævinum í Dimmalætt-
ing er ein serstek heilsa til
teir donsku lærararnar á
Feroya Studentaskúla og
HF-skeiði. Heilsan er so-
ljóðandi: »Eg vil biðja
teir, antin lov fløge eller
land fly. Vit føroyingar
klára okkum saktans
tykkum fyriuttan.«
Vit kenna onga lóg,
sum sigur, at fólk skulu
lata sær lynda, at tey ella
starvsfelagar teirra í Dag-
blaðnum verða skuldsett
fyri óreiðiliga karakter-
við-
merkingar
geving. Ella, er tann lógin
lýst í svertu?
Annars hava vit lagt
okkum í geyma tey sein-
astu orðini um at grein-
skrivarin í Dimmalætting
gott kann vera danir fyri-
uttan. Forvitnisligt hevði
kortini verið at frætt, um
viðkomandi saman við
blaðstjóranum á Dimma-
lætting vil átaka sær at
rinda ríkiskassans part av
samfelagsútreiðsluni i
Føroyum?