leygardagur 13. mai 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
|
?
4
Nr. 36 — 13. mai 1978
sosialurin
Stuðul til hand-
arbeiðsútbúgving
— reglugerðin fyri Minnisgrunn Sonnu av Skarði
hjá landsstýrinum til staðfestingar
Á 100 ára foðingardegnum
hjá Sonnu av Skarði, 19.
april 1976, boðaði Tórs-
havnar býráð frá, at tað
vildi gera ein minnis-
grunn, sum skal bera
navn hennara og eita
Minnisgrunnur Sonnu av
Skarði. Á býráðsfundi 11.
mai sama ár varð samtykt
at heita á sakførara um at
gera uppskot til reglu-
gerð. Sigurð Joensen hev-
ur gjørt uppskotið og varð
tað endaliga samtykt á
byrådsfundi 13. april
1978, eftir at figgjar-
nevndin hevði havt tað til
viðgerðar og kravt nakrar
broytingar.
Fyribils 5.000 kr.
um árið
Endamál grunnsins er at
veita fólki, sum vilja sekja
sær útbúgving í hand-
arbeiði, figgjarligan
studning. Sambært grein
8 í reglugerðini hevur hver
føroyingur rætt til at
sekja um stunding úr
grunninum. Víðari stend-
ur, at tá tað kemur til
veitingar úr grunninum,
skulu tey, sum fara at
søkja sær hægri útbúgv-
ing og mentan — sum er,
helst uttanlands — hava
fyrimun, tí samstundis,
sum grunnurin er ætlaður
at hjálpa teimum peninga-
liga, sum hava hug og
hegni, men ikki ráð, hevur
hann eisini til endamáls at
menna og lívga føroyskt
handarbeiði og handar-
beiðsmentan. Fyribils
verða 5.000 kr. veittar úr
grunninum um árið, fyrs-
tu ferð í 1978.
Ognir grunnsins verða
útvegaðar soleiðis, at bý-
ráðið á hverjum ári setir
minst 5.000 kr. av á figgj-
arlógini til stovnsfæið er
vaksið til 100.000 kr. Men
fyri at grunnurin kann
fara at virka beinanvegin,
varð reglugerðin broytt
eftir uppskoti frá figgjar-
nevnd býráðsins, soleiðis
at 10.000 kr. verða settar
av um árið, 5.000 til
stovnsfæið og 5.000 til
studning.
Trimannanevnd
Minnisgrunnur Sonnu av
Skardi skal styrast av eini
trimannanevnd, sum by-
ráðið tilnevnir, tó er sit-
andi býráðsformaður
føddur limur í nevndini.
Hinir tveir limirnir verða
tilnevndir fyri 4 ár í senn.
Í reglugerðini stendur, at
tað eigur at verða miðað
ímóti, at hesir hava áhuga
fyri og skil á handarbeiði,
og teir nýtast ikki at vera
býráðslimir. Um ein hand-
arbeiðs- og/ella vevskúli
verður settur á stovn í
Feroyum, skal hann hava
rætt til at koma við upp-
skotum um nevndarlimir.
Sum er, eigur býráðið at
ráðfera seg við Heima-
virkið. Um onkur leggur
minst 50.000 kr. í grunn-
in, soleiðis at stovnsfæið
fer uppum 100.000 kr.
kann hann krevja at verða
umboðaður í nevndini.
Trimannanevndin avger,
hvussu sekjast skal um
studning úr grunninum og
hvussu hann skal latast.
Reglugerðin er nú hjá
landsstýrinum til stað-
festingar og fyrr enn hon
kemur aftur haðani, kann
grunnurin ikki byrja at
virka.
Skótaframsýning
i Smiðjuni
Hóskveldið opnaði ein
skótaframsýning í Smiðj-
uni í Lítluvík. Hetta er ein
framsýning, sum KFUK-
skótarnir skipa fyri í sam-
band við 50-ára feðingar-
dagin.
Á framsýningini eru
serliga myndir, sum lýsa
seguna hjá KFUK-skótu-
num. Har er øll vanlig
skotautgerå, og allar gåv-
ur, sum skótarnir hava
fingid gjøgnum årini. Eis-
ini eru allar dagbøkurnar
hjá skótunum samlaðar
saman.
Eitt av rúmunum í
smiðjuni er innrættað sum
eitt skótarúm.
Framsýningin er opin
til týsdagin frá kl. 15 til
20, tó ikki 1. hvitusunnu-
dag.
Síða 5
kring oyggjarnar
ARGIR
ARGIR er 152 síður og kostar 68 kr. í bókabúð-
unum. Á permuni er oljumálningur av Argjum,
sum J. Waagstein málaði í 1921.
Fólkafundur á Argjum
Mánadagin, 2. hvitusunnudag,
verdur hildin
folkafundur i skúlagarðinum á Argjum. Hetta er í
samband vid, at tað 9. mai vóru 150 ár síðani,
Andrass Mortansson keypti hospitalsognina á
Argjum á uppboði í Saksun.
Fólkafundurin byrjar kl. 14 og reðarar verða
Carl Erik Mortensen, bygdaráðsformaður, Niels
Juel Arge, útvarpsstjóri og Petur Háberg, stjóri
GHM spælir á fundinum. Kl. 18 verður samkoma
við borðhaldi í nýggja skúlanum.
Sjálvan hátíðardagin, 9. mai, vórðu ell skúla-
bernini í kommununi boðin í skúlan á Argjum,
har tey sóu film og hoyrdu fyrilestur. Aftaná
fingu tey pylsur og sodavatn og hesin góði skúla-
dagurin endaði við, at tey fingu fri aftaná
degurða.
Sóknarstýrið hevur eisini í sambandi við dagin
givið út eitt minningarrit, sum Hans Jacob Sig-
vardsen, lærari, hevur lagt til rættis. Í bókini eru
nógvar myndir og við henni fylgir endurprent av
málninginum hjá Stefani Danielsen: Grindarakst-
ur út fyri Stødni á Argjum (1952).
82 nýggir
skattaborgarar
í Uttanbiggjar
kommunu
Skattaálíkningin í
Tórshavnar uttan-
biggjar kommunu er
liðug. Skattskylduga
inntekan er slakar 29
mill. kr. og eftir at
hækkingar og lækk-
ingar eru gjørdar er
skattainntøkan 38,3
mill. kr. Álíknaði
kommunuskatturin er
góðar 6 mill. kr., 2
mill. meira enn í farna
figgjaråri. Skattapro-
sentið hækkar úr 14 i
16. Í farna figgjaråri
komu 36% av kommu-
nuskattinum úr Hoy-
vik og Hvitanesi. 82
skattaborgarar eru
komnir afturat í kom-
mununi síðani í fjør.
Fólkatalið liggur nú
um 1500, harav er gott
og væl triðingurin bern
í aldrinum 0—16 år.
Vatnveitingin
í Hoyvík og
á Argjum útbygd
Arbeiðið við at leggja
eina 4 tumma vatn-
leiðing norðan úr Kal-
lanesá í vatnbrunnin í
Hoyvík líður væl. Leið-
ingin verður 1700
metrar long, og ein
brunnur skal eisini ger-
ast við Kallanesá.
Vatnbrunnurin í Hoy-
vík er ætlaður til 200
hús, men royndir vísa,
at í skerpingi temist
hann eftir 26 dogum.
Eisini á Argjum er
ætlanin at beta um
vatnveitingina i
summar. Ein brunnur
skal byggjast uppi å
Reyninum, vid Franså.
Fyribils verða nakrir
tangar settir upp. Tað
verður byggifelagið
Lamhauge á Waag-
stein, sum skal gera
hetta arbeiði.