Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 129 - 10. juli 2002 Nr. 129 - 10. juli 2002 13 Nú vit standa her á Varma- keldu um hádimmið, nú komið er hægst á summ- arið, eri eg biðin um at siga nøkur orð. Og tað geri eg við gleði. Eg kenni tað sum eina æru at kunna halda midnáttarrøðuna her í óbygdum á miðjari nátt. Tøkk fái fyrireikararnir fyri tað. Gamalt var, at fólk leit- aðu sær til Varmakeldu at dansa gomlu jóansøkunátt, og at drekka vatn úr keld- uni, tí tey hildu, at vatnið hevði yvirnatúrliga megi og gav sjúkum heilsubót. Gamla jóansøka er tólv dagar eftir jóansøku, og rokna vit tólv dagar fram frá 24. juni, koma vit til 6. juli. Gamla jóansøkunátt er sostatt júst í kvøld. So tit fáa ikki betri høvi til at royna máttin í kelduni enn akkurát í kvøld. Tær gomlu søkurnar eru leivdir frá tí gamla julianska kalendar- anum. Um jóansøku- mundið hevur verið siður um øll Norðurlond at halda veitslu, og hesa nátt dans- aðu eisini kóparnir á hell- uni. Men tað var nú keldan, ið fekk hugin á flog. Vit eru øll smáir livandi løkir, ið renna frá somu keldu. Vit hava eitt felags upphav, men leiðir okkara bendust í ymsar ættir. Men øll leita aftur á slóðina av og á, til kelduna. Eg hugsi, tað er natúrligt, at tú eina løtu sum hesa í huganum spolar tíðina aftur til farnar tíðir, tá lívið var so ógemeina einfalt og greitt, men kort- ini torgreitt - alt í senn. Við henda fjørð undir hesum fjøllum, her er tín kelda. Hetta var títt stað í alheim- inum. Og tað verður altíð ein partur av tær og tínum førningi gjøgnum lívið. Vit eru innast inni børn av hesum stað. Bygdin livir innan í okkum, hon dukar í okkara æðrum. Mong okkara eiga tað í felag, at vit eru uppvaksin í hesi bygd, sum hetta viku- skiftið heldur stevnu. Og so er tað, eg spyrji meg sjálv- an: Hví verður hesin heiður at halda midnáttarrøðuna sýndur júst mær? Hví verð- ur t.d. ikki ein skúvoyingur ella lopransmaður biðin? Ella hevði t.d. ikki ein brasilianari ella týskari havt nógv meira spennandi at sagt okkum enn ein hálv- keðiligur gráhærdur fugl- firðingur? Uttan iva. Hóast Ronaldo og Oliver Kahn ikki vóru so langt burtur staddir sum í Japan og Suðurkorea, tá ið fuglfirð- ingar fyrireikaðu Varma- keldustevnuna, so ivist eg kortini í, um teir høvdu verið bidnir at halda mid- náttarrøðuna. Hví? Ikki tí eg ivist í teirra førleika. Teir hava eyðsýndar dygdir, sum eg bert kann droyma um, men vit, ið standa á helluni kring Varmakeldu hesa gomlu jóansøkunátt, hava nakað, sum hvørgin teirra hevur. Varmakelda er ikki partur av teirra huga- heimi. Teir vita av góðum grundum ikki, hvat hugtakið Varmakelda hevur at týða fyri okkum. Teirra og okkara uppruni ger, at vit hoyra til ymiskar ment- anir. Nú tosa vit um røtur- nar, upprunan, kelduna. Keldan, sum vit savnast um her í nátt, minnir meg á upprunan, upphavið, byrj- anina. Hugsið bara um, hvussu tíðindafólk nýta orðið kelda. Hetta at vit hava ein felags uppruna, eina felags keldu, sum í hesum førinum er bygdin, tað hevur týdning, og tað stóran. Keldan er upprunin, og bygdin er jørðildi. Og tí hevði tað neyvan nyttað at biðið Ronaldo hildið mid- náttarrøðu, sjálvt um hann hevði lært seg føroyskt í Brasil. Hví? Tað er tí, at hann kennir ov lítið til gjógvaramenn og til tey í Toftabønum og norðri á Bakka. Hevði hann havt eina ommu í Rossagerði ella ein abbabeiggja norðri á Høvda, var støðan ein onnur. Vit hava eitt felags mentanar- og fatanarstøði, sum bindur okkum saman, og tað støðið er nakað so einfalt og gerandisligt sum keldan, upprunin, bygdin. Og eg giti, at tað er orsøkin til, at eg standi her nú. Hví í allari víðu verð savnast vit her á Varma- keldu og ikki í tí nýggja og snotiliga Mentanarhúsinum í kvøld? Har er gott at dansa, gott pláss, fjálgt og hugnaligt, fólk kunnu koma veitsluklødd og turrskødd, fólk sleppa at sita, lætt at koma til og frá, góð parkeringsviðurskifti o.s.fr. Men lívið er ikki bara eg og tú og her og nú. Tað farna, søgan, er eisini partur av okkara sonevnda modern- aða lívi. Tað farna er ikki bara farið, men livir í okkum. Heðin Brú sigur í Fedranna talu m.a."gev hesum lítla lummin, teir fornu slitu", og víðari sigur hann: "grein honum lívið, tí lítla - hitt djúpa í fjøllunum fjalda, tað, sum í hjørtunum hvellir og sum í lotinum leiftrar, tað, sum í løtuni nøtrar - bæði tað trúða og sædda" og so siður hann: "lívføri títt er slektin, tey sum í mold liggja. Komu tey stutt ella longur, tú skalt víðari byggja". Lívlát, sigur Heðin Brú, er at lata teimum yngru førningin at bera víðari fram á vegin. Deyðin er harafturímóti at lata alt farast, sum tú hevur fingið frá tínum forfedrum. "Hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu, ert tú ein deyður maður". Hetta at halda Varmakeldu her á staðnum er eitt dømi um tann gamla førning, sum tit ungu eru við til at bera longur fram á vegin. Tit vísa á henda hátt, at tit virðismeta gamlar siðir og sýna ans fyri náttúruni. "Men sum tær blíðu og friðsælu løturnar vóru sterkar í barndómi mínum, og sum tær eru sterkar enn í dag í sál míni. Eingir turrir tankar, eingin doyvandi ivi fær nakrartíð dripið tær í sinni mínum". Hetta eru ikki míni orð, men eitt brot frá Chr. Matras. Hvør kennir tey ikki aftur? Eg kenni tey ógvuliga sterk í huga mínum. Millum perlurnar, ið eru sprotnar millum Borgina og Bjábjørg er tónleikabólk- urin Bros. Her finst mær sum orð, løg, sangur og tónleikur ganga upp í eina hægri eind. Tað er bara framúrskarandi og genialt: ""heima" er so hjartaligt eitt orð, heima er tó altíð best at vera, hvar á foldum falla míni spor, heimið eg í huga tó vil bera". Sangurin Varmakelda eftir Hans Andrias Djurhuus og Jógvan á Lakjuni er eisini ein av teimum fjálgu og vøkru sangunum, sum eins og ein málningur opnast fyri eygum tínum, tá hann verður sungin. Tað er neyvan av tilvild, at fløgan ber heitið "Heima". Hetta er nælið fram í okkara jørðildi, og tí eru vit stolt. Og eg tori at vedda uppá, at lopransmaðurin og brasili- anarin ikki føla tað upp á sama máta sum eg, tá teir hoyra Bros. Hví? Munin gera mínir træðrir til bygd- ina. Eg kundi eisini nevnt Silly Boys, Absurdy Fair, sangkórini, hornorkestrið, harmonikuspælararnar og aðrar tónleikarar, yrkjarar, rithøvundar, sangarar, sjón- leikarar, listamálarar og onnur skapandi fólk, ung evnarík ítróttafólk o.s.fr. Men hvønn týdning halda vit, at upprunin hev- ur? Var eg føddur og upp- vaksin aðrastaðni enn júst her, var eg ein annar. Upp- runin, keldan verður altíð ein partur av tær sjálvum, av tínum samleika. Men í dagsins samfelag við ferð- miklum samskifti, kt og interneti, sum røkkur um allan heim, er natúrligt at seta spurnatekin við fyri- brigdið uppruna og sam- leika. Gamaní eru orð sum fuglfirðingur og sumbing- ur enn livandi og verða tað uttan iva í framtíðini. Men í hesum tíðum við alheim- gerð, globalisering, tódnar heimurin, og vit gerast eitt slag av heimsborgarum, Fuglafjørður er ein bygd í verðini. Í nógvum altjóða fyritøkum arbeiða nógv fólk úr ymsum londum saman. Eisini føroyingar. Tá nyttar ikki at tosa før- oyskt, ella fuglfjarðarmál og enn minni gjógvarámál. Tá sleppa vit tí heimliga endanum, tí kravið er at tú skalt tosa enskt. Men al- heimsgerðin hevur eisini sínar fyrimunir. Hon kann vera við til at varðveita bygdarsamfeløgini. T.d. kann ein viðoyingur seta seg við sína teldu heima á Viðareiði og vera til ar- beiðis í keypsskálanum í New York, og tað er eins lætt at fáa fatur á einum fólki í Tokyo sum í Hattar- vík. Hugtakið fjarstøða er um at broyta skap, og í hesum høpi fær upprunin eina nýggja dimensjón og kanska eina avbjóðing. Vit vita ikki bara, at Beckham spælir fyri Ongland, nei, vit vita eisini hvar á vøllinum hann spælir og enntá hvat nummar hann hevur. Somu fólk vita neyvan, hvør spælir á vinstra bakki fyri ÍF ella hvør hevur yrkt tjóðsangin. Umheimurin er ein eins stórur partur av okkara gerandisdegi sum okkara egna heimliga umhvørvi. Og har liggur avbjóðingin fyri okkum sum fólk. Vit hvørki kunnu ella skulu byrgja okkum inni, men vit eiga at brynja okkum út til at taka kapp- ingina upp móti teimum fremmandu avbjóðingun- um. Og har kann ein stovnur sum Fuglfjarðar Mentanarhús gerast ímynd- in av tí áliti, vit hava á okkara egna mátt og megi. Nú grør um gangandi fót. Til lukku við húsinum, fuglfirðingar. Tað eru nógv listafólk í Føroyum. Eitt av tí, sum eyðkennir tey, er, at vit vita, hvar í Føroyum tey búgva, um tað er í Havn, á Eiði, í Fuglafirði ella aðrastaðni. Vit vita, at Fuglafjørður eigur nógv skapandi lista- fólk innan tónleik, máln- ingalist o.a. Her kemur keldan inn aftur í myndina. Heimbygdin er eitt av teirra eyðkennum, tí keldan hevur størri týdning enn nakað annað. Hvussu ofta man Frits ikki hava málað Lorvíksfjall? Hví? Tí hann býr her og hevur hesa náttúruna fyri sínum eyg- um. Búði hann í Italia, var motivið neyvan Lorvíks- fjall, men kanska Appenn- inafjøllini. so var hann ikki okkara Frits o.s.fr. Upp- runin setur sín dám á alt og øll og kemur til sjóndar eitt nú í tí skapandi mentanini, listini. Keldan myndar okk- um. Hon sleppur okkum ikki. Eg hugsi neyvan, tað er av tilvild, at ein fugl- firðingur vann búmerkja- kappingina hjá mentanar- húsinum. Jørðildi hevur - kanska ómedvitað - verið partur av íblástrinum. Men tað eru tíverri nógv óhugnalig og syrgilig dømi um, hvat kann henda, tá ið keldan hjá tí einstaka verður eitt misskilt mál í sjálvum sær, ein misskiltur gudur, sum er orsøk til neyð, vesaldóm, ófatiliga líðing og pínufullan deyða. Lít at støðuni í Miðeystri, á Balkan, í Norðurírlandi og í heiminum sum heild. Stríð íbirt av ymiskum tjóðskap- arligum uppruna. Fólk, sum halda seg hoyra sam- an, kunnu ikki torga onnur, sum hoyra til ein annan etniskan felagsskap. Hetta eru tey mest syndarligu prógvini um, hvat kann henda, tá keldan verður misbrúkt til at kúga onnur, sum nú eina ferð eru sprottin úr aðrari keldu. Hesi dømi, har upprunin verður vendur til hatur móti øðrum, eiga at geva okkum nakað at hugsa um. Í hesum førinum er kelduímyndin alt annað enn romantisk. Hetta hendir vónandi ikki hjá okkum. Í okkara føri halda fuglfirðingar Varma- keldustevnu, hóast Varma- keldan er Gøtumegin mark- ið, og mær vitandi hevur tað ongantíð komið til sam- anbrest millum fuglfirð- ingar og gøtumenn av teirri grund. Eina slíka løtu sum hesa er tað Chr. Matras kallar "vaksna manna spæl ímillum tey høgu fjøll". Gamaní er tað spæl, men við einum farra av álvara í, vil eg halda. Ikki bert innantómt fjant og fjas. Spælið er at vit smoyggja gerandisdagin av okkum eina løtu og gera tað, sum vit halda vera stuttligt. Álvarin er, at innihaldið í spælinum gevur meining: vit kenna, at hetta gevur okkum nakað, at vit fylla upp í goymslurnar, at vit eru partur av eini heild og verða mint á henda felags- skap, sum vit í gerandis- degnum ofta hava lyndi at gloyma. Eina løtu sum hesa krossast okkara gøtur og vit skifta orð við fólk, sum vit ikki hava sæð í fleiri ár. Keldan er altíð nýggj, hon endurnýggjar seg sjálva. Hon kemur alla tíðina við nýggjum vatni. Tað er nakað frumkent og upprunaligt við kelduni, hon hevur yvirnatúrligar gávur. Keldan er sjálv náttúran, men hennara máttur er treytaður av friði, at hon ikki verður av- skeplað av mannahond. Hon teskar okkurt loyndar- fult. Hetta lítla tutlandi vatnið, ið setur upp úr jørðini fær okkum at steðga á í gerandisdegnum. Í grundini er tað ótrúligt, at keldan kann fáa slíka makt á okkum upplýstu menn- iskjum. Tað má vera okkurt dragandi og lokkandi við henni. Hennara náttúra er á ein hátt óskiljandi, men samstundis einføld. Keldan er ikki annað enn eitt natúrfyribrigdi, sum í øldir hevur bergtikið vísindafólk. Her møta vit einum mátti, sum er størri enn eg og tú og sum sýnir tað stórbæra í náttúruni. Her sýna vit eyð- mýkt, tí náttúran er størri enn vit og skil okkara. Vit vita væl, at fólk heldur fara á apotekið eftir heilivági enn at fara til Varmakeldu gomlu jóans- søkunátt, og tað kann eisini vera leingi at bíða, um tú gerst sjúkur beint eftir gomlu jóansøku! Vit kunnu eyðvitað ivast um sannleikan í frásøgnun- um um lekidómin í Varma- keldu, men lat okkum ikki ivast í virðinum at savnast um kelduna. Í fyribrigd- inum Varmakeldu møta vit eini andsøgn, sum er eitt úrslit av einum saman- stroyti millum tvær vís- indagreinir: náttúrufrøði og mentanarfrøði. Náttúru- frøðingar hava funnið nýggjar samanhangir í náttúruni, og menniskjuni eru vorðin klókari hesi mongu hundrað árini, halda vit, men kortini halda vit fast um siðin at savnast um kelduna. Og tað haldi eg er at frøast um. Góða Varma- keldu. Takk fyri. Jógvan í Lon Jacobsen Midnáttarrøða á Varmakeldu 2002 UTTAN ÚR HEIMI Hvítur løgreglumaður sló svartan ungling og fekk sekkin Tann nýggi felags- skapurin skal koma ístaðin fyri ta gomlu afrikansku samgong- una. AFRIKA Árni Joensen Ein nýggjur felagsskapur, ið skal skipast við ES sum fyrimynd, skal nú avloysa tann næstan 40 ára gamla Afrikanska Eindarfelags- skapin OAU. Meiri enn 320 afrikanskir ríkis- og stjórnarleiðarar komu í gjár til suðurafri- kanska býin Durban, har teir skulu taka tann gamla felagsskapin av og skipa tann nýgja. Afrikanska Samgongan, sum verður stytt AU, skal stríðast ímóti fátækradømi og korruptión og fyribyrgja ósemjum og stríði millum londini. Ætlanin miðjar eis- ini eftir at skipa ein felags banka og egnan dómstól, og seinni er eisini ætlanin at skipa ein búskaparligan felagsskap, har øll londini skulu hava felags gjaldoyra. Men tað er eitt blandað lið, sum hittist í Durban. Í altjóða høpi verður libyski leiðarin, Moammar Ga- daffi, mettur sum ein trupulleiki, og í afrikansk- um høpi hava londini zimbabwiska forsetan, Robert Mugabe, at stríðast við. Seinasta tjóðartings- valið í Zimbabwe avdúkaði, at enn er langt á mál, tá tal- an er um demokrati og mannarættindi í landinum. Suðurafrika, sum er mill- um tey ríkastu londini á afrikanska meginlandinum, fær fyrsta formannin í nýggja afrikanska felags- skapinum. Ein hvítur løgreglu- maður í Los Angeles er koyrdur til hús, tí hann sló ein svartan ungling. Løgreglu- maðurin visti ikki, at ein ferðamaður tók tilburðin upp á sjón- band. USA Árni Joensen Tilburðurin var í Los Ange- les-forstaðnum Inglewood leygardagin. Nakrir løg- reglumenn steðgaðu tí 16 ára gamla svarta Donovan Chavez og faðiri hansara uttan fyri eina bensinstøð, tí løgreglumenninir høvdu nakrar spurningar at seta teimum báðum feðgunum. Ein ferðamaður, sum var staddur á einum gistingar- húsi hinumegin vegin, tók sítt sjónbandatól og filmaði tað, sum hendi við bensin- støðina. Á sjónbandinum sæst, at løgreglumaðurin Jeremy Morse sló høvdið á tí svarta unglinginum inn ímóti løgeglubilinum, og at hann síðani slóð unglingin í andlitið. Sjónbandið vísir eisini, at Donovan Chavez var í hondjørnum, tá hetta hendi. Løgreglan í Los Angeles sigur, at hon metir tilburðin sera álvarssaman, men borgararættindafelagsskap- ir krevja, at landsmyndug- leikarnir skulu taka sær av málinum, tí felagsskapirnir hava ikki álit á, at løgreglan kannar seg sjálva. Donovan Chavez og faðir hansara hava greitt sjón- varpinum CNN frá, at teir vistu ikki, hví løgreglu- menninir steðgaðu teimum, tí teir høvdu einki skeivt gjørt. Svartir borgararættinda- felagsskapir í USA siga, at tilburðurin er enn eitt dømi um rasistiskar hugsanir innan amerikansku løgregl- una, og teir sammeta til- burðin við Rodney King- málið í 1991. Tá bukaðu løgreglumenn í Los Ange- les ein svartan bilførara utt- an at vita, at tilburðurin varð tikin upp á sjónband. Tann tilburðurin elvdi til umfatandi ófrið í Los Angeles árið eftir, tá teir fýra ákærdu løgreglumenn- inir vórðu fríkendir fyri harðskapin. Samstundis sum am- erikanski forsetin, George W. Bush, hev- ur endurtikið, at hann vil hava Saddam Hussein burtur, sigur ST, at tað vil heldur samráðast. IRAK Árni Joensen George W. Bush hevur ong- antíð dult fyri, at hann hev- ur sett sær sum mál at fáa irakska forsetan, Saddam Hussein, frá, og mánadagin endurtók hann ætlan sína. -Politikkurin hjá stjórnini er, at stýrið í Irak skal skift- ast út. Vit eru til reiðar at nýta øll amboð fyri at fáa hetta framt í verki, segði Bush á einum tíðindafundi í Washington. Men amerikanska ætlan- in fær ikki undirtøku í trygdarráðnum hjá ST. For- maðurin í ráðnum, bretski ST-sendiharrin Jeremy Greenstock, segði í gjár, at meirilutin í trygdarráðnum er fyri at halda fram við at samráðast við stjórnina í Bagdad, soleiðis at vápna- eftirlitsmenn hjá ST kunnu sleppa aftur til Irak. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hitti í síðstu viku eina irakska sendinevnd. Fundurin var í Wien, men tað eydnaðist ikki pørtun- um at semjast um at lata eftirlitsmenninar sleppa aftur til Irak. Júst irakska mótstøðan ímóti at lata ST taka vápna- eftirlitið uppaftur hevur styrkt amerikansku ætlan- ina um at fáa Saddam Hus- sein frá. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Wash- ington, Richard Boucher, sigur, at irakska mótstøðan ger, at ein fær illgruna um, at irakar fáast við okkurt, sum umheimurin ikki má síggja. Bretska stjórnin hevur fyrr gjørt vart við, at Irak skal skunda sær, skal landið sleppa undan hernaðarat- gerðum, og Jeremy Green- stock segði í gjár, at stjórn- in í London er um at missa tolið. Hendan myndin úr sjónbandsupptøkuni vísir minst fýra løgreglumenn, sum halda tí 16 ára gamla Donovan Chavez niður at einum løgreglubili. Beint aftaná sló ein av løgreglumonnunum unglingin í andlitið. ST vil heldur hava samráðingar enn kríggj við Irak Afrika skipar sítt ES C M Y K 13 12