Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 1978síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 37 Mikudagin 17. maí 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Flogferðslu-bólkurin fund í Havn í dag Tann dansk-føroyski ar- beiðsbólkurin, sum kann- ar flogferðsluspurningin, fer at hava fund í Havn í dag. Ætlanin er at bólkurin skal gera arbeiðið liðugt á hesum fundinum, t.v.s. at hann skal gera eitt tilmæli til landsstýrið um, hvussu hann hugsar sær at flog- ferðslan kann skipast. Feroysku umboðs- menninir í arbeiðsbólki- num eru Jógvan Sund- stein, løgtingsmadur, Jo- han Djurhuus, skrivsto- vustjóri, Tummas Arabo, stjóri á Strandferðsluni, Hanus við Høgadalså, stjóri og Hugo Fjeroy, stjóri í Flogfelag Feroya. Orðferari fyri føroysku limirnar er Jógvan Sund- stein. Donsku limirnir í bólk- inum eru Johan Paus frá Maersk-Air, Poul Erik Hansen frá Danair, Alh- gren-Eriksen frá SAS, og Birgit Willumsen, frá ministeriet for offentlige arbejder, sum er við sum observater. Misti bremsurnar » » $233%01 Be SØ Ætlanin er at flogferðslu-bólkurin á fundinum i dag skal gera liðugt sítt tilmæli til landsstýrið um, hvussu hann hugsar flogferðslan kann skipast. Beint fyri middag friggja- dagin fór ein lastbilur út av Dalavegnum uppi við Oyggjarvegin. Bilurin var á veg oman til Havnar við fullari last av skervi, tá hann misti bremsurnar. Bilferarin leyp út og fekk ongan skaða, men bilurin er illa farin. Myndirnar eru tiknar beint eftir óhappið. Stjórnan fekk um skrúvuna Mánadagin kom Tjaldrið Stjørnuni til hjálpar á Norðhavi- num. Stjørnan hevði fingið um skråvuna. Hålendingurin sendur nidur Hålendingurin, sum politiid í Klaksvík tók norðuri á Skarði týs- dagin í síðstu viku, verður sendur til Dan- markar í hesi vikuni, upplýsir politiið. Mað- urin, sum er 32 ára gamal, kom úr Dan- mark við Bliki fyri ein- um mánað síðani. Hann hevur onki pass ella onnur skjel, sum kunna prógva, hver hann er, og ti verður hann sendur til Dan- markar, har politiid og hålendska sendistovan skulu royna at loysa trupulleikarnar Ítrótturin kemur 100 útlendsk skip undir Føroyum Mánadagin vóru 100 útlendsk fiskiskip á føroyskum sjoøki. Tað voru 16 bretsk, 13 fronsk, 10 vesturtysk, 32 norsk, 10 donsk, 4 islendsk, 1 pólskt, 3 eysturtysk og 11 russ- isk. Ein stórur partur er svartkjaftaskip, sum royna sunnanfyri. Fimm norsk svartkjaf- taskip fóru heim at landa mánadagin, tey høvdu 650, 480, 900, 1000 og 550 tons. Russarnir eru ikki á somu leiðum sum hini svartkjaftaskipini, teir royna eystanfyri Fugl- oynna. Tveir fóru heim mánadagin, annar við 1084 tonsum og hin við 863. Strandferðslan biðið um tilboð uppá gerð av bíðirúmi í Klaksvík Strandferðslan hevur nú biðið um tilboð uppá gerð av bíðirúmi við ferguleguna á stongunum í Klaksvík. Arbeiðið er liðugt projekterað, og til- boðini skulu vera inni innan 30. mai. Bygningurin verður 60 kvadratmetrar til steddar, og umframt bíðirúm verða toilettir og kiosk í honum. Ætlanin er at fara undir arbeiðið skjótast gjer- ligt, og ætlanin er at bygningurin skal vera klárur at taka í brúk einaferð seint í summar. Smyril flutti 1400 ferðafólk úr úr Suðuroy 2. hvítusunnudag Nógv ferðing var um hvítusunnuna. 2. hvít- usunnudag flutti Smyril næstan 1400 fólk og einar 200 bilar úr Suðuroy. Smyril gjørdi tveir túrar henda dagin, og á hverjum túrinum hevði hann slek 700 ferðafólk og einar 100 bilar. Eisini friggjakveldið mátti Smyril gera ein eykatúr av Havnini til Suðuroyar, tí ikki ell ferðafólkini og allir bil- arnir sluppu við á túri- num av Havnini kl. 18. Strandferðslan met- ir. at einir 250 bilar norðanfjerðs vóru í Suðuroy um hvitusun- nuna. í leygardagsblaðnum