leygardagur 20. mai 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 38 — 20. mai 1978
sosialurin
Síða 3
Fiskasølan skal lata Borgsild
| 80.000 krónur í endurgjaldi
Endurgjaldskrav frá Borgsild vidgjørt
í einum gerðarrætti
Í einum gerðarrætti hava
Í/F Borgsild í Kollafirði
og L/F Feroya Fiskasela
gjørt semju um, at Fiska-
selan skal rinda Borgsild
eitt endurgjald uppá
80.000 krónur í samband
við eina trætu millum
feløgini.
Borgsild hevdi reist eitt
endurgjaldskrav yvirfyri
Fiskasøluni uppå tilsam-
ans slakar 700.000 krónur.
Fyri tað fyrsta vildi
Borgsild ikki góðtaka eina
reklamatión uppá 220.000
krónur uppá sild, sum
virkið hevur selt til
donsku fyritøkuna Lund
Sild i Skagen. Borgsild
hevði i tíðarskeiðinum frá
november 1975 til apríl
1976 eitt samstarv við
hesa donsku fyritøkuna,
sum virkið lat sild til í
hesum tidarskeidi.
Harafturat kravdi
Borgsild eitt endurgjald
uppá slakar 60.000 kr. frá
Fiskaseluni, tí felagið
metti seg at hava goldið
hesa upphædd ov nógv í
leigu fyri nakrar plastik-
tunnur ella kontainarar,
sum vórðu brúktar í sam-
band við framleiðsluna av
sild til Lund Sild.
Tað triðja kravið hjá
Borgsild var eitt endur-
gjald uppá slakar 420.000
krónur frá Fiskaseluni fyri
tap, sum felagið metti seg
at hava í samband við
pakking av súrsildaflok-
um til týska marknaðin í
desember mánaða 1975 og
januar mánaða 1976.
Kravdi málið
í ein gerðarrætt
Halgir Winther Poulsen
kravdi sum sakferari fyri
Borgsild málið fyri ein
gerðarrætt, sambært
grein 23 í lógini hjá Fiska-
seluni, sum ásetir, at allar
ósemjur millum Fiskasøl-
una og limir tess skulu av-
gerast við ein gerðarrætt.
Gerðardómari fyri
Borgsild var Sofus Thom-
sen, stjóri, Saltangará,
meðan danski advokatur-
in Johan Schløter var
gerðardómari fyri Fiska-
søluna. Uppmaður var
Jacob Leth, rættarasses-
orur, Tórshavn.
Samstarvið vardi
fimm mánaðar
Samstarvið millum Borg-
sild og Lund Sild í Skagen
byrjaði í november mán-
aða í 1975, og vardi til
april 1976. Tað var Føroya
Fiskasela, sum fekk hetta
samstarv í lag.
Samstarvið gekk í fyrs-
tu syftu út uppá, at Borg-
sild skuldi selja sild til
Lund Sild, og at fram-
leiðslan á virkinum skuldi
ganga eftir teimum við-
gerðarhættum og teimum
krøvum, sum Lund sild
setti. Fólk frå danska
sildavirkinum vóru í Før-
oyum i triggjar vikur og
løgdu framleidsluna til
rættis å Borgsild.
I februar månada 1977
fekk Borgsild so eina
endaliga uppgerð frá
Fiskaseluni uppá sild,
sum var avskipað til Lund
Sild. Hon var uppá slakar
220.000 kr., men Borgsild
kundi ikki góðtaka hana.
Avskipingin
av sildini
til Týsklands
útsett
Viðvíkjandi súrgaðum
sildaflokum, sum Borgsild
pakkaði til Týsklands, var
tað soleiðis, at Fiskaselan
í desember mánaða 1975
bað virkið um at pakka
sildina til týska marknað-
in. Tá tilsamans 123 tons
vóru pakkaði boðaði Fis-
kasølan frá, at ongin
keypari var til sildina júst
tá.
Ikki fyrr enn í mars-
april mánaða var sildin
avskipað, men tá fyri ein
lægri pris enn tann, sum
Fiskaselan hevði upplýst
fyri virkinum í desember
mánaða, kundi fáast fyri
sildina. Harafturat mátti
sildin sorterast og pakk-
ast av nýggjum.
Borgsild gjørdi tapið i
samband við hetta upp til
slakar 420.000 krónur, og
kravdi at Fiskaselan skul-
di rinda hetta tap.
Kravdi fríkenning
Leif Waagstein kravdi
sum sakferari fyri Fiska-
søluna, at felagið varð fri-
kent.
Gerðarrætturin kom við
einum uppskoti til semju
um, at Fiskaselan skuldi
rinda Borgsild 80.000
krónur í endurgjaldi, og
rætturin metti, at um
dómur skuldi fellast, fór
endurgjaldið at liggja um
hesa upphædd.
Partarnir tóku við upp-
skotinum.
Hendan myndin er tikin í januar 1976, tá Borgsild pakkaði sild til Lund Sild og týska
marknaðin
Bert ávísir flokkar
kunna brúka
skulabokasøvnini
Tórshavnar kommuna hevur játtað 14
tímar um vikuna til skålabékavørdirnar i
teimum trimum barnaskúlunum. Men
hetta tímatalið átti at verið 35, so bóka-
søvnini kundu verið opin allar vikutimar,
skúli er.
Nú, tá bert er opið hálva viku, eru tað
bert ávísir flokkar og lærarar, sum hava
møguleika at brúka søvnini
Hetta stendur í ársfrá-
greiðingini hjá Býarbóka-
savninum, sum ger alt til-
farið til skúlabókasevnini
í Havn klárt at seta á hill-
arnar. Eitt skúlabókasavn
hevur ikki júst tær somu
uppgávur at rekja sum
eitt fólkabókasavn. Starv-
semin hjá skúlabókasavn-
inum kann býtast í fimm
partar:
1) millumgonguvirki
(vegleiding, rådgeving,
framsyning, útlán o.s.fr).
2) goymsla (rúm til
==
aged
goymslu av tilfari).
3) arbeidshøli (stad, har
ein kann sita og arbeida
vid upplysingum).
4) tilhald (stad, har
næmingar og lærarar kun-
na hugna sær).
5) framleiðsluvirki (gerð
og menning av tilfari á
einum pedagogiskum
verkstað).
Men onki av hesum
virkar til fulnar vegna
pláss- og tíðartrot, verður
sagt í ársfrágreiðingini.
3051 bøkur keyptar
Tað eru trý skúlabóka-
sevn í Havn, í Venjingar-
skúlanum (stovnað 1968),
i Kommunuskúlanum
(1972) og í Eysturskúla-
num (1976).
Miðað verður móti at
fáa hesi sevn eins til
steddar. Sevnini í teimum
fyrstnevndu skulunum
hava nu uml. 6.200 bøkur
hvørt og å savninum i
Eysturskúlanum eru nú
1.551 bekur. Í fíggjarár-
inum 1977/78 vórðu
keyptar 3.051 bekur, 987
til Venjingarskúlan, 990
til Kommunuskúlan og
1.074 til Eysturskulan.
Útlánið til skúlastovurnar
er sterst í Kommunuskúl-
anum, 5.200, 3.500 í Venj-
ingarskúlanum og savnið í
Eysturskúlanum, sum lat
upp 1. desember í fjer,
hevur lænt 1.500 bekur.
Á núgaldandi figgjarlog
fyri Tórshavnar kommunu
eru játtaðar 140.000 kr. til
skúlabókasevnini.