leygardagur 20. mai 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
kring oyggjarnar
Avhaldshúsið
lýst til selu
Landsstýrið hevur nú lýst Avhaldshúsið í Havn
til selu. Legtingið gav fyrr í vár landsstýrinum
heimild til at selja húsið og sambært lýsingini um
søluna skuiu tilboðini vera inni í seinasta lagi 26.
mai.
Kirkjuskattur
á Tvøroyri
Kirkjuráðið á Tveroyri
hevur kravt, at kirkju-
skattur skal åliknast í
kommununi
Kirkjuskatturin
verður 2 promillur, ella
0,2%, og í hesum
figgjarárinum verður
hann uml. 80.000 kr.
Lupu á vatnið
og druknaðu
Týsdagin leyp ein ær á
vatnið suðuri í Vági og
lambið fór aftan á. Ein
maður, sum kom koyr-
andi framvið vatni-
num, sá tilburðin.
Hann fór út í eftir
seyðunum, men áðrenn
hann kom fram til teir,
vóru bæði ærin og
lambið druknað.
Fyrilestrar fyri
keypmonnum
Handilsfyritøkan P/f
Theodor vid Keldu i
Klaksvik hevur av og å
vitjandi av serkønum
frå IWO fyritøkuni,
sum framleidir køli- og
frystitól til handlar.
Hesir serkønu hava
greitt viðskiftafólki
IWO's í Føroyum frá,
hvussu tólini skulu
handfarast og haldast
viðlíka.
Aftur í hesum døg-
um er Berge Skov,
selu- og marknaðar-
stjóri hjá IWO, i Fer-
oyum og skal hann
halda fyrilestrar fyri
keypmonnum um við-
likahald av køli- og
frystitólum og um út-
viklingin í detailhandl-
inum í Danmark
Fyrilestrarnir verða í
Havn hósdagin og
Klaksvík friggjadagin í
komandi viku.
Sólborg 310 tons
Týsdagin frættist frá
rækjuskipinum Sól-
borg. Teir hava 310
tons av rækjum inni.
Seinastu dagarnar
hava teir fingið um 10
tons um dagin, men
týsdagin fingu teir tó
bert 4 tons. Sólborg
roynir, til teir hava
fingið fulla last, um
400 tons, og síðan
koma teir heim.
Ísviðurskiftini í
Grenlandi eru fram-
vegis ógvuliga vánalig.
Trolarnir hava nógvar
trupulleikar av ísinum.
Teir størru trolarnir
klåra seg frægast.
Sama skatta-
prosent
I Fuglafirdi eru ålikn-
aðar 5,35 mill. kr. i
kommunuskatti i hes-
um figgjarårinum og
eru tað 14,1% meira
enn í farna ári.
Eftir hækkingar og
lækkingar er skatta-
inntekan góðar 35 mill.
kr., hon var 31 mill. í
fjør.
Skattaprosentið er
tað sama, 15.
17% í Vest-
manna
Líkningarnevndin í
Vestmanna er liðug við
álíkningina. Tá hækk-
ingar og lækkingar eru
gjørdar er skattskyld-
uga inntøkan 28,6 mill.
kr. og er tad ein vøkst-
ur uppå 8% i mun til
árið fyri.
Aliknadi kommunu-
skatturin er 5 mill. kr.,
hann var 4,2 mill. kr. i
fjør. Skattaprosentiå
er hækkað ur 16 i 17.
Í Vestmanna eru
uml 640 skattaborgar-
ar
sosialurin
Nr. 38 — 20. mai 1978
105 danir å konsert-
ferð til Føroya
— Danmarks Radios Underholdningsorkester
hevur 13 konsertir her í juni
Um ein knappan mánað,
tann 17. juni, kemur Dan-
marks Radios Underhold-
ningsorkester til Feroya á
konsertferð.
Havnar hornorkestur
hevur, í samband við, at
tað í hesum árinum hevur
75 ár á baki, boðið danska
orkestrinum hendan veg-
in, og Hornorkestrið verð-
ur eisini vertur hjá den-
unum. Danmarks Radios
Underholdningsorkester
steðgar her til 27. juni og
konsertirnar verða 13 í
tali.
Av Hálsi
til alt Europa
Fyrsta konsertin verður í
Ítróttarhellini á Hálsi
sunnudagin 18. juni. Sid-
ani verður farið til Suður-
oyar, har triggjar konsert-
ir verða. ein kirkjukonsert
á Tveroyri, ein skúlakon-
sert í Vági og ein konsert í
Roynhellini í Hvalba. So
verða skúlakonsertir í
Vestmanna og á Sandi,
kirkjukonsert í Vestur-
kirkjuni og í Christians-
kirkjuni. Í Klaksvík verð-
ur eisini ein konsert í
Ítróttarhellini. Í Eystur-
oynni spælir orkestrið
tvær ferðir, á Oyrabakka
og á eini skúlakonsert á
Glyvrum.
So er eftir at nevna hev-
uðskonsertina, sjálva
»gallakonsertina.« > Hon
verdur i Itrottarhøllini å
Hålsi 24. juni og skal hon
útvarpast beinleiðis til alt
Europa.
Danmarks Radio er vid i
E.B.U.-felagsskapinum
(European Broadcast Uni-
on) og er henda sending
ein partur av samarbeiði-
num í hesum felagsskapi.
Konsertin verður útvarp-
að av einum upptøkubili,
einum sonevndum stereo-
vogni, sum orkestrið hev-
ur við sær higar.
Tað er annars ætlanin,
at hesin bilur skal taka
upp allar konsertirnar í
Føroyum.
Å »gallakonsertini« 24.
juni luttekur eisini eitt
føroyskt kór, uml. 100
folk, sum hava vant undir
leiðslu av Olavi Hátún og
Jóhannesi Nolsøe.
Stort ferðalag
Í Danmarks Radios Un-
derholdningsorkester eru
70 tónleikarar umframt
einasangarar, bæði kvinn-
ur og menn.
Tá teknikarar og hjálp-
arfólk eru íroknað, telur
ferðalagið 105 fólk. Or-
kestrið verður stjórnað av
Ole Smidt og Børge Wag-
ner.
Danmarks Radios Un-
derholdningsorkester er
sett saman sum eitt sym-
foniorkestur, men tað
spælir eisini lættari tón-
leik, sum t.d. leg úr film-
um, songleikum og ope-
rettur.
Dispositionsætlanin
fyri Kollafjørð liðug
— er send landsstýrinum til átekningar
Dispositiónsætlanin, sum
Kollafjarðar bygdaráð
hevur latið gjert yvir Kol-
lafjørd er nú liðug, og hon
er send landsstýrinum til
átekningar.
Tað er arkitektfelagið J.
P. Gregoriussen í Havn,
sum hevur gjert arbeiðið.
Tað umfatar fyrst og
fremst eitt skrásetingar-
arbeiði, sum uppger steð-
una, sum hon er í bygdini í
dag.
Hin parturin av arbe101-
num hevur so verið út frå
hesum at gera eina meting
av framtíðar útviklingi-
num í bygdini.
Tveir miðdeplar
Qssur av Steinum, bygda-
ráðsformaður í Kollafirði,
sigur, at arbeiðið við dis-
positiónsætlanini = hevur
verið eitt sindur trupult,
av tí at tað eru tveir mið-
deplar í bygdini. Annar er
við Sjogv, við kirkjuna og
skúlan, og hin við havnar-
lagið.
Hann sigur, at fólka-
talið í Kollafirði er vaksið
nógv seinastu árini. Bert
sidan fólkateljingina í fjør
heyst er fólkatalið vaksið
úr 669 upp í 685 í dag.
Síðan 1975 er fólkatalið
vaksið við umleið 8 pro-
sentum um árið.
1100 íbúgvar
í 1990
Í metingunum í dispositi-
ónsætlanini verður roknað
við, at íbúgvaratalið í
Kollafirði í 1990 verður
uml. 1100 fólk mótvegis
685 í dag.
Ossur av Steinum sig-
ur, at eftirspurningurin
eftir grundstykkjum er
stórur í Kollafirði. Í løtuni
liggja 125 umsóknir um
grundstykkir í bygdaráð-
num. Harafturat eru seld
20 grundstykki av privat-
ari ogn, men byggiloyvi
eru ikki givin til tey enn.
Hann sigur, at sjálvt
um nakrar av umsókn-
unum ikki eru reellar,
t.v.s. at umsekjarnir eis-
ini hava biðið um grund-
stykki aðrastaðni, so er
hetta eitt ógvuliga hogt
tal fyri eina so lítla bygd.
Skattaprosentið
varð
lækkað úr 18,3 í 18
Á býráðsfundi miku-
kveldið varð skatta-
prosentið í Tveroyrar
kommunu ásett. Fund-
urin skuldi eisini taka
endaliga steðu til figgj-
arlógina fyri hetta árið
og eftir figgjarlogar-
uppskotinum hevði
skattaprosentið blivið
18,3. Men fyri at fáa
tað niður á 18, vórðu
200.000 kr., sum skul-
du brúkast til asfalter-
ing av ti nýggja høv-
udsvegnum gjøgnum
Tvøroyri, tiknar av
aftur. Tad visti seg
nevniliga, at kommun-
an eigur rætt til studn-
ing úr asfaltgrunni-
num, og kemur hann so
í staðin fyri hesar
200.000 kr.
Annars javnvigar
figgjarlógin við 9,3
mill. kr. Sterstu út-
reiðslurnar eru rentur
og avdráttir av lánum,
2,7 mill.
Kommunuskatturin
er 7,6 mill. kr., harav
241.000 kr. eru parta-
felagsskattur. Í farna
figgjaråri var komm-
unuskatturin 6,1 mill.,
tå var prosentid 16,5.
Skattskylduga inntøk-
an er, eftir hækkingar
og lækkingar. 43,3
mill. kr. og er tað
13,9% meira enn í fjør.
Fimm búpláss eru í
kommununi, Froðba,
Tveroyri, Trongisvág-
ur, Øravikarlid og Øra-
vik. Talid av skatta-
borgarum liggur um
950.