Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 • mikudagur • 10. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Allir komu á mál í kappingini kring Sæland Størsta bragdið stóð aldursforsetin Robert Wilhelmsen fyri, tá hann eftir góðar 12 tímar kom á mál SÚKKLING Páll Holm Johannesen Stórur spenningur var ímillum føroysku súkklar- arnar undan kappingini kring Sæland leygardagin. Seinast, føroyingarnir lut- tóku í kappingini, vóru tað fleiri súkklarar, ið ikki náddu á mál, men hesaferð varð søgan ein onnur. Allir sjey føroyingarnir komu á mál eftir teir 292 kilometr- arnar, og tað má sigast at rættiliga flott. Kappingin varð skipað sum motións- súkkling, har bæði blaðung og fólk, sum vóru komin nakað til árs, luttóku Nýggj dekk Seinast føroyingar vóru við í kappingini kring Sæland, vóru súkklarnir nógv darv- aðir av punkteringum. Í ár valdu so súkklarnir at royna onnur dekk. Dekkini vóru av gummi, og tey vístu seg at roynast væl betri enn tey gomlu. Meðan einstakir súkklarir seinastu ferð máttu lappa dekkini upp til 10 ferðirnar, so var samlaða talið av punkteringum hesaferð ikki meir trý. Um- framt at skifta dekk,, so løgdu súkklarnir eitt inn- legg ímillum slanguna og dekkið, sum skuldi verja slanguna fyri flintsteinum. Eli og Jens Sigurð stóðu seg best Teir sjey føroyingarnir høvdu at byrja við valt at fylgjast í einum samlaðum flokki. Eftir teir fyrstu 50 kilometrarnar, dragnaðu aldursforsetarnir Evald Rasmussen og Robert Wil- helmsen, meðan hinir fimm framvegis fylgdust. Eftir góðar 140 kilometrar býttu flokkurin seg aftur, fyrst fóru Eli Christiansen og Jens Sigurð Simonsen av- stað, og nakað seinni tók Sverri Mohr Edvinsson seg frá hinum báðum. Fyrra partin av kappingini regn- aði illa, men tað darvaði ikki so nógv, tí ongin vind- ur var. Út á seinnapartin gjørdist turrari í veðrinum. Fyrstu føroyingarnir á mál vórðu Eli Christiansen og Jens Sigurð Simonsen, sum ávikavist komu á mál sum nummar 206 og 209. Næstur teimum var Sverri Mohr Edvinson, sum var 5 minuttir eftir Eli og Jens Sigurð. Tríggjir teir fremstu føroyingarnir brúktu nakað yvir tíggju tímar um teir 292 kilometrarnar. Kári Simonsen brúkti góðar 11 tímar um teinin, meðan Ev- ald Joensen var nakað eftir Kára. Seinastu føroyingar- nir á mál, vórðu Robert Wilhelmsen og Evald Ras- mussen, sum fylgdust allan teinin. Súkklarnir vóru væl nøgdir eftir kappingina. - Serligatað at sleppa at royna seg ímóti øðrum súkklarum er altíð spenn- andi, vildi ein av súkklar- unum eftir kappingina. Eis- ini vóru súkklarnir fegnir um, at allir náddu á mál. - Tá hugsað verður um, at vit súkklaðu 292 km, er tað eitt satt bragd, at ein maður sum Robert Wilhelmsen kom á mál. Robert er í 50´inum, og hevur aldrin áður súklað meir 50 km, og tað vísur bara, at um ein hevur viljan, so ber alt til, segði ein av súkklarunum eftir 292 kilometrarnar. Robert Wilhelmsen hevur ein dreym um at luttaka í einum Iron Man, og sum liður í fyrireikingunum er hann fyri stuttum byrjaður at súkkla. Gleða seg til Statoil kring Føroyar Føroysku súkklarnir eru sera spentir undan Statoil kring Føroyar, ið byrjar næsta mikudag. Fyri fystu ferð vera onglendingar við í kappingini, og tad er huga- ligt fyri súkklarnar. Ætlanin er, at 10 súkklarar av Ynys Mon skulu vera við í kapp- ingini. Avtalan kom í lag við seinastu oyggjaleikir- nar. Tað verða um 30-40 súkklarar við til Statoil kring Føroyar, og umframt súkklarnar av Ynos Mon, verða danir við aftur í ár. Allir sjey føroysku súkklarnir náddu á mál í kring Sæland leygardagin Mynd: Savnsmynd U-LANDSLIÐINI Páll Holm Johannesen Hóast fótbólturin er farin í summarfrí, so er dýkja okk- ara fremstu ungu fótbólt- spælarar í á. Hetta er júst tíðin, tá U-landsliðini sam- last og fyrireika seg til upp- gávurnar, ið standa fyri framman. Tað hevur ofta víst seg at verið torført at savna leikararnar saman, meðan landskappingar koyra, og tí mugu teir ungu leikararnir nýta stóran part av summarfrítíðini til fót- bóltin. FSF hevur boðað frá, at fýra U-landslið skulu í eldin í ár. Talan er um U19, U17 og U14 hjá dreingjum og U19 hjá kvinnum. Aftur til Aberdeen U14 hjá dreinginum skal luttaka í Aberdeen Inter- national Football Festival í døgunum 16-21 juli. Út- tøkuvenjingar hava verið í vár, og nú um dagarnar verða seinastu lunnar lagdir í fyrireikingunum til kapp- ingina. U14- landsliðið hevur luttikið í kappingini í Aberdeen síðan 1995, og føroyingarnir plaga at standa seg hampuliga væl í kappingini. U14-landsliðið er mannað við spælarum úr smádreingjadeildini, og venjari er Matthias David- sen. Mathias sigur við Sosi- alin, at verkfall o.a, hevur havt við sær, at dreingirnir ikki hava verið savnaðir so ofta, sum hann hevði ynskt, men leggur aftat, at hann hevur verið útið og sæð fleiri smádreingjadystir, so fyrireikingarnar skuldu verið á góðari leið. U14- landsliðið varð endaliga út- tikið sunnudagin. Komnir í torføran bólk U17 landsliðið skal í tvær kappingar í ár. Fyrst stend- ur NM fyri durum og seinni í heyst EM-undankapping- in. U17-landliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, boðaði í síðstu viku frá, at endaligi hópurin til NM- kappingina er úttikin. Fleiri venjingardystir hava verið ímóti unglinga- og 2. deild- arliðum, og tað hevur ging- ið hampuliga væl. Seinasta vikuskiftið var venjingar- lega í Klaksvík, og kom- andi vikuskiftið samlast U17-landsliðið á Svangaskarði. Sjálv NM kappingin byrjar 30.juni og seinasti dystur verður 3.august. Føroyar eru enda- ðar í bólki við Noregi, Svøríki og Onglandi, so tal- an er um ein rættiliga tor- føran bólk hjá føroyingum. Til EM-undankappingini í heyst, skal U17-landsliðið leika ímóti Rumenia og Eysturríki. Kappingin verð- ur í seinast í oktober mánað í Rumenia. Skulu til Georgia U19-landsliðið er eisini farin undir fyrireikingarnar til EM-undankappingin í oktober. Venjingar verða hesa vikuna bæði í Havn og á Svangaskarði. Ætlanin er at møtast hvønn mikudag, tá landskappingini aftur ferð í gongd í august. U19- landsliðið er endað í bólki við Georgia, Belgia og Ukreina. Eins og undanfar- in ár, er Jógvan Martin Ol- sen venjari hjá U19-liðnum Kvinnurnar til Bulgaria U19-kvinnurnar hava eins og mennirnir bara eina upp- gávu í ár. Tær skulu eisini luttaka í EM-undankapping í heyst. U19-kvinnurnar venja eisini í hesum døg- um, og ætlanin er, at liðið skal endaliga úttakast fyrst í august. Tann endaliga hópurin skal so venja sam- an til oktober, tá liðið skal til Bulgaria at leika. Eins og hjá U14-dreingunum, hava kvinnurnar ikki fingið vant so ofta, orsaka av verkfalli- num, men enn er rúm tíð, at fáa fyrireikingarnar uppá pláss. Kvinnurnar eru í EM-undanbólkið við Ong- landi, Bulgaria og Litava. Venjari hjá U19-kvinnun- um er Álvur Hansen. U-landsliðini dýkja á 17 16 Nr. 129 - 10. juli 2002 C M Y K 16 helt vera áhugavert at skera hetta til flak. Men síðani kom nýggj veiðulóg. Tá datt henda ætlan, sum klaksvíkingar eisini vóru við í, niðurfyri. Tað var jú gott at tað hendi tá, og ikki seinni, greiður Eyðfinn frá, og sipar til, at um tier tá høvdu verið komnir longri á leið við ætlanini, so høvdu teir óivað verið raktir meint. Selct Fish Eyðfinn hevði roynt at arbeitt innan fisk áður. - Eg lovaði, tá eg sum unglingi var liðugur innan uttanríkisministeriið, at eg skuldi ongantíð fáast við fisk aftur. Men…"it grows on you", okey?, spyr Eyð- finn, fyri at tryggja sær, at blaðmaðurin fær við, at hann sipar til, at fiskivinn- an hevur lyndi til at fara í blóðið, ein verður hang- andi. Virkið, sum Eyðfinn nú starvast í, kallast Select Fish. Select Fish byrjaði í 1988. Eyðfinn kom inn í myndina í 1997 sum gene- ral manager og er í dag eisini sjálvur annar eigari. Tað gongur væl hjá Select Fish, ið keypur, viðgerð og selur fisk. Útbreiðsla gong- ur fyri seg við frystibilum. Virkið hevur júst fingið nýggjan bygning. Virkið er eisini vorðið tvær ferðir so stórt síðstu 3 árini og verður helst størri. Í dag arbeiða eini 35 fólk hjá Select Fish. - Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað er stræv- ið. Tað er stór kapping og stór virki. Men vit hava funnið nakað serstakt, sum er okkara, sigur Eyðfinn Tausen, sum fegnast um, at av og á støkka føroyingar inn á gólvið, tá teir eru á leiðini. Góðska, moralur og etikkur Á Select Fish fáast tey mest við línufisk og hesum er kundin eisini áhugaður í. Hetta hevur nakað at gera við, at úti í heimi er ein vaksandi tilvitan um náttúru, umhvørvi og stovnsrøkt við til at mynda handilin innan fiskivinnu. Og Eyðfinn nevnir nak- rar orsøkir til, at best er at halda seg til línufiskin mest møguligt. - Vit royna at halda góðsku. Vit royna at fáa fisk, sum er fiskaður við línu og snellu. Eitt eitur trolling, har tey dyrgja eftir laksi. Vit vilja ikki hava trolfisk og tvær orsøkir eru. Tað er góðskusjónarmiðið og so skal ein eisini hugsa um, hvat er gott og hvat er ringt fyri fiskastovnarnar, greiður Eyðfinn frá. við stórum innliti og við livandi orðum, so ein ikki ivast í, at hetta er nakað, sum hevur stóran týdning. - Vit halda okkum eisini til kundar, sum hava somu mál, sigur Eyðfinn, sum leggur dent á, at tað snýr seg ikki bara um keyp og sølu av fiski. Moralur og etikkur er eisini týðandi partur. Og í Select Fish eru teir limir í Marine Steward Council, sum er samtak, sum hevur góðkent nakrar fiskastovnar, sum verða væl røktir. Talan er bert um villar stovnar. (Meira fæst at vita við at klikkja á www.msc.org ) - Eg veit ikki um ein kann reka eina fyritøku á slíkan hátt í Føroyum, spyr Eyðfinn hugsunnarsamur, meðan hann greiður frá, at teir samstatva við eina handilsketu, sum hevur 140 deildir kring USA, og selt verður til eini 30 av hesum deildum. Men Eyðfinn ivast ikki í, at tá ein hevur slík mál í sínum starvi, so verður tað eisini meira áhugavert. Prátið gongur lystiliga um moral og etikk í fiski- vinnu og matvørufram- leiðslu og skilligt er, at her er nakað, sum veruliga hevur nógv at týða fyri Eyðfinn, eisini tí, at hetta er stórur partur av handils- vinnuni sum heild í dag. - Vit selja eisini alilaks og har koma vit sjálvsagt í eina tvístøðu, men alivinn- an er komin fyri at vera, sigur Eyðfinn, tá vit koma inn á føroyska samfelagið og broytingarnar her seinnu árini. - Men alivinnan er eisini ein ídnaður í vanda, tí teir vinna ikki pening, sigur Eyðfinn, meðan hann skoðar í gjøgnum vindeyg- að og oman á bryggjuna í Vági, har Pan-Fish er við í samstarvinum um laksa- virkið, sama risafelag, sum Eyðfinn keypur fisk frá í Seattle. Og sjálvsagt fellur prátið á sjúkurnar í alivinnui. Í USA eru ikki somu sjúkur. men til dømis ein parasitt- ur, Kudoa, ið ikki sæst, fyrr enn fiskurin verður flaktur. Tí kann sjúkur fiskur fáa fóður í áravís. - Tí spyrja vit altíð, hvaðani fiskurin er, tí vit hava nøkur øki, har vit keypa, tí alt er sum tað skal har, greiður Eyðfinn frá. - The bottom line, okey? Ov nógv fólk fáa góð hugskot samstundis. Tað hendi innan flakatrolarar- nar í Alaska, tað hendi eisini innan aling, sigur Eyðfinn. Broytingar heima Tosið hevur nú verið kring bæði etikk, sjúkur og gen- manipulatión. Men hvussu er annars hjá so fjarskot- num føroyingi at vitja heima? - Eg havi vitjað heima á hvørjum ári síðani 1994. Men eg kenni færri og færri fólk. Kendi t.d. ongan, tá eg kom suður við Smyrli hesaferð og tað er ikki hent áður, tí vanliga kennur ein onkran, sigur Eyðfinn. - Jú, her henda broyting- ar, vit gerast jú øll eldri, skemtar Eyðfinn, sum fór av landinum aftur í gjár. Leiðin gongur so aftur til háhúsini í Seattle, eftir at hava vitjað gamlar gøtur í heimstaðnumVági. Í Seattle bíða kona og 3 børn, sum eru 21, 19 ogb14 ára gomul. Og so bíðar sjálv- andi eisini fyritøkan og nýggi bygningurin. so eingin orsøk er hjá Eyð- finni Tausen at keða, tá hann eftir ferð í tveir dagar, aftur kann fara í holt við fisk, moral og etikk. Her í stórbýnum Seatte hevur vágbingurin Eyðun Tausen fest røtur og tekur sær av nøkrum so heimligum sum at keypa og selja fisk Mynd Jan Müller Framhald av síðu 15