Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 129 - 10. juli 2002 Tríggir av teimum fimm fyrstu lands- kappingardystunum hjá Toda og teimum í nýggja kappingarár- inum verða sendir beinleiðis á TV3+ rásini ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Í løtuni er rættuliga friðar- ligt í fótbóltsheiminum. Heima á landi er lands- kappingin í summarfrí, og í hesi vikuni venur einki føroyskt felag. Í Noregi hava teir akkurát nú stuttan summarsteðg. Í Íslandi spæla teir av lívsins kreftum. Bara fyri tveimum árum síðani fylgdu vit væl við í, hvussu tað gekst í Ís- landi. Tað gjørdu vit, tí fleiri føroyskir spælarar vóru har yviri. Teir umboð- aðu ÍBV úr Vestmanna- oyggjunum, ÍA úr Akranesi og Leiftur av Ólafsfirði. Nú er eingin føroyskur spælari í íslendskum fótbólti. Tað er orsøkin til, at vit einki gera burturúr tí kappingini. Í Danmark fyrireika fel- øgini seg til nýggja kapp- ingarárið, sum tað verður farið undir ólavsøkuaftan. Bara ein føroyskur spælari er í bestu deildini í Dan- mark, og tí er tað so upp- lagt, at fótbóltshugaðir før- oyingar við serligum áhuga fylgja við felagnum hjá Toda Jónsson. Sum vit áður hava sagt, so skal FCK nú leygardagin spæla venjingardyst á Bisslett í Oslo, har mót- støðuliðið verður Lyn, sum er oddalið, nú norska kapp- ingarárið er gott og væl hálvrunnið. Annan leygardag fer FCK at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Tá skulu teir á heimavøllinum í Parkini spæla ímóti Brügge úr Belgia. Í fyrsta umfarinum í sup- erliguni skal FCK spæla á heimavølli. Ólavsøkuaftan fáa teir vitjan av Viborg FF, sum tey seinnu árini hevur staðið seg væl. FCK er í kapping við Brøndby um at verða rokn- að sum størsta felagið í Danmark. Síðani Michael Laudrup 1. juli tók við sum venjari í Brøndby hevur danska pressan gjørt nógv burturúr Brøndby og nýggja venjaranum, sum hevur givið fleiri spælarum sekkin, og sum hevur broytt spælskipan frá 4–4–2 og til 3–4–3. Brøndby hevur ann- ars í nógv ár gjørt nógv burturúr, at øll liðini í fel- agnum hava spælt eftir somu skipan. Frá teimum yngstu og upp til superligu liðið hava allir innrættað seg til 4–4–2. Men Michael Laudrup er ikki hvør sum helst. Og tað man hava verið millum treytirnar, sum hann hevur fingið ígjøgnum, áðrenn hann skrivaði undir sátt- málan við Per Bjerregaard, at hann skuldi sjálvur gera av, hvussu liðið skuldi spæla. 3–4–3 spælskipanin er ikki ókend hjá Michael Laudrup. Eitt nú í Barce- lona hava teir í nógv ár spælt eftir hesi skipanini. Tað hevur verið framrættað og undirhaldandi. Tað ætlar Michael Laudrup eisini, at spælið hjá Brøndby skal vera. Spurningurin er so, hvussu tað fer at roynast í verjupartinum. FCK í sjónvarpinum Fyrsta ferðin í nýggja kapp- ingarárinum, at FCK og Brøndby fara at bresta sam- an, verður leygardagin 24. august. Upprunaliga var ætlanin, at dysturin í Park- ini skuldi spælast sunnu- dagin 25. august, men or- saka av at Brøndby í vikuni aftaná skal spæla undan- kappingardyst til Europa Cup fyri meistaralið, so hava teir biðið um, at dyst- urin verður fluttur ein dag fram. Hóast nógv hevur verið tosað og skrivað um Brønd- by nú í summar, so er áhug- in fyri FCK framvegis stór- ur. Tað sæst eitt nú í, at teir á TV3 sjónvarpsrásini hava gjørt av, at í trimum av teimum fyrstu fimm um- førunum, skal FCK verða annar parturin av dystun- um, sum teir fara at senda beinleiðis frá. Undanfarnu árini hevur ein dystur í hvørjum umfar- inum verið spældur mána- kvøld. Orsøkin hevur verið tann, at TV3+ rásin hevur sent beinleiðis frá dystin- um. Nú hava teir á TV3 spurt hyggjararnar, nær teir eru mest áhugaðir at síggja dystir, sum ikki verða spældir sunnudag. Svarið var, at hjá hyggjarunum passar tað best, um dystirnir verða spældir seinnapart leygardagar. Tí hava teir á TV3 gjørt av, at ein superligu dystur skal vera leygardag, og harvið verður eingin dystur mána- kvøld. Fyrsta ferðin, at FCK verður at síggja á TV3+ rásini, verður sunnudagin 4. august. Tá skulu teir í 2. umfari spæla á útivølli ímóti Køge, sum skal royna seg í bestu deildini, eftir at teir í nógv ár hava verið í næstbestu deildini, har teir hava staðið í skugganum av hinum felagnum í komm- ununi. Tað felagið eitur Herføgle Boldklub, sum Jákup Mikkelsen spældi við. Dysturin hjá FCK í Køge verður vístur seint seinna- partin sunnudagin 4. aug- ust. Næsta ferðin, at FCK verður beinleiðis í sjón- varpinum, verður sunnu- dagin 18. august. Í fjórða umfarinum verður FCK á útivølli ímóti FCM. Tað halda teir í TV3+ vera so mikið áhugavert, at teir hava gjørt av at senda dystin beinleiðis. Omanfyri varð dysturin í 5. umfarinum millum FCK og Brøndby nevndur. Hann verður í Parkini leygardag- in 24. august. Áhugin er longu stórur. Tað verður roknað við, at Parkin kanska fer at verða fullsett. Tey, sum ikki sleppa at síggja dystin á staðnum, hava møguleika í sjónvarp- inum. TV3+ fer at senda beinleiðis. So er at vóna, at hepnið fer at verða størri hjá FCK og Toda Jónsson, enn tað var, tá liðini síðst spældu í Parkini. Ta ferðina javnaði Brøndby til 1–1, tá tað bara restaði ein lítil løta. Harvið vann Brøndby meistaraheitið. Mest um- røddu hendingarnar frá tí dystinum vóru, tá Todi Jónsson tvær ferðir varð rendur um koll í brotsteig- inum hjá Brøndby, og Kim Milton Nielsen, sum í summar varð mettur at vera ein tann besti dómarin í HM endaspælinum, ikki bríkslaði fyri brotssparki. Todi hevur hvílt seg Spurningurin er so, um Todi Jónsson verður við í dystunum, sum verða at síggja beinleiðis í sjónvarp- inum. Tað tykist vera greitt, at um Todi verður førur fyri at spæla, so fer hann at manna FCK álopið saman við Sibusisu Zuma. Fyrr í summar varð roknað við, at Zuma ikki fór at koma aftur til FCK eftir HM kapp- ingina. Roknað varð við, at FCK fór at fáa einar 60–70 milliónir fyri hann, men tað sær út sum um, at tað hevur verið roknað skeivt. FCK hevur einki so gott boð fingið uppá Zuma, sum saman við hinum í FCK fyrireikar seg til nýggja kappingarárið. Í síðstu viku nevndu vit, at tað var upp á tal, at FCK skuldi skriva sáttmála við argentinskan álopsspælara, sum harvið kundi gerast kappingarneyti hjá Toda Jónsson. Men tummulin vendi niður. Ítróttarstjórin í felagnum, Niels Christian Holmstrøm segði, at arg- entinski spælarin var vongur og ikki meiri fjøl- táttaður álopsspælari. FCK vildi ikki broyta spælskipan eftir einum spælara, og tí varð argentinski spælarin sendur víðari í Europa at finna sær arbeiði. Kappingarneytarnir hjá Toda og Zuma um álops- plássini eru fyrst og fremst Peter Møller og Pascal Simpson. Zuma tykist eiga fyrsta rættin, og hinir báðir tykjast ikki vera størstu hóttanirnar ímóti, at Todi fær hitt plássið. Heldur eru tað lærskaðarnir, sum so ofta hava verið hervuligir og oyðileggjandi fyri fót- bóltsspælið hjá Toda. Í síðstu viku noyddist Todi aftur at taka seg úr dysti. FCK spældi fleiri dystir í Jyllandi, og longu eftir ein hálvan tíma í fyrsta dystinum kendi Todi, at tað strammaði í lærinum. Fyri at byrgja uppfyri tók hann seg av vøllinum, og síðani hevur hann ikki spælt. Leygardagin spældi FCK í Rødovre, har teir í 75 ára jubileumsdystinum hjá heimaliðnum vunnu 11–0! Todi venur saman við liðfeløgunum, og fótbólts- hugaðir føroyingar vóna, at hann verður tøkur, tá farið verður undir nýggju super- liguna, og tá FCK ofta verður at síggja í sjónvarp- inum. FCK verður ofta at síggja í sjónvarpinum C M Y K 18 Nr. 129 - 10. juli 2002 19 Skipasmiðjan á Skála P/F søkir eftir tekniskum leiðara Starvið: Sum tekniskur leiðari fær tú ábyrgdina av øllum tekniskum spurningum á Skipasmiðjuni.Tekniski leiðarin verður partur av leiðslu felagsins við beinleiðis tilvísing til stjóran. Tekniski leiðarin skal vera við til at menna virkið tekniskt, somuleiðis sum hann skal viðvirka til at styrkja verandi virksemi og finna nýggj- ar møguleikar fyri øktum virksemi. Arbeiðsplássið er á Skála. Høvuðsuppgávur: • at vera driftsleiðari og samskipa tær ymisku uppgávurnar. • at vera tekniskt tengilið millum virkið, viðskiftafólk og myndugleikar. • at vera við til at leggja ætlanir fyri arbeiði og menning av virkinum. • at vera við til at mynda leiðsluna á virkinum bæði dagliga og við framtíðini í huga. • at vera formonnum og starvsfólki annars til hjálpar í tekniskum spurningum. • at leiða tilboðsrokning og gera metingar av arbeiðum sum heild, bæði fíggj- arliga og hvat viðvíkur tíð. Førleikar: Vit rokna við at tú: • er maskinverkfrøðingur og/ella hevur víðkað maskinmeistaraprógv. • hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir. • hevur evnir at greina tekniskar trupulleikar, viðgera møguleikar til loysnir og ert førur fyri at taka avgerðir. • dugir væl at málbera teg á føroyskum,skandinaviskum og enskum máli,bæði skrivliga og munnliga. Vit bjóða: Eitt sjálvstøðugt arbeiði við góðum møguleikum fyri persónligari menning. Løn, trygging og eftirløn eftir nærri avtalu partanna millum. Um hetta hevur tín áhuga ella um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, vinarliga set teg í samband við okkum á tlf. 44 11 55. Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til: Skipasmiðjuna á Skála att.: Marni Olsen FO-480 Skála Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og freistin at lata inn er 31. juli 2002. www.faroeyard.fo skala@faroeyard.fo P/f Skipasmiðjan á Skála er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipasmiðju og har starvast umleið 75 fólk . 19 Ein dystur hongur eftir frá 10. leikumfarinum í fótbóltslandskappingini. Tað er tann millum EB- /Streym og TB. Botndyst- urin sunnudagin varð út- settur, tí beiggi málverjan hjá EB/Streymi doyði í syndarligu ferðsluvan- lukkuni í Klaksvík leyg- arnáttina. EB/Streymur bað um at fáa dystin útsettan, og sambært formannin í kappingarnevndini, Karl Vidtfeldt, so vóru tvørá- menn beinanvegin við uppá hetta. Hetta tænir TB til miklan sóma. Teir høvdu annars undan vikuskiftinum fingið spæliloyvini hjá fleiri út- lendingum henda vegin. Nú vóru hesir í Føroyum, uttan at tað bar til at fáa endamálið við ferðini av- greitt. Kappingarnevndin hev- ur nú gjørt av, at útsetti dysturin á Eiði skal spæl- ast mikudagin 31. juli. Tað vil siga, at tvørámenn skulu í fýra dagar tvær ferðir norður um at spæla landskappingardystir. 11. umfarið í lands- kappingini verður spælt sunnudagin 4. august. Tá verður spælt soleiðis: V B – E B / S t r e y m u r , B68–TB, KÍ–HB, B36–Skála og GÍ–NSÍ. jh TB til Eiðis 31. juli Fyrrverandi enski landsliðvenjarin hellt, at hann hevði sungið seinasta vers sum venjari, men nú hev- ur hann skrivað und- ir sáttmála við Leeds United ENSKUR FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Mánamorgunin gjørdist tað greitt, hvør tað er, sum skal lyfta arvin eftir David O´Leary, sum Leeds venjari. Valið fall á roynda venjaran Terry Venables. Leeds og Terry Venables er komin ásamt um ein tvey- ára sáttmála, og Venables tekur við róðrinum bein- anvegin. Terry Venables hevur drúgvar royndir innan venjarayrkið. Hann hevur áður vant so stór feløg sum Barcelona, Tottenham og Middlesborough, og um- framt hesi feløg, hevur eisini staðið á odda fyri australaska- og enska landsliðinum. Eftir Terry Venables gavst sum venjari hjá Middlesborough seinast summar, hevði hann ikki vænta at tikið venjarayrki uppaftur. Men eftir, at hann fekk bjóða ein sáttmála frá Leeds-leiðsluni, ið ikki kundi siga nei til, valdi hann at taka av. Eftir at sátt- málin var komin í hús, var bæði Leeds-leiðslan og nýggji venjarin ovurfegin, og báðir partar gleða seg til samstarvið. Nógv leysasøgur í Leeds Seinastu tíðina hava nógvar leysasøgur verið við, at fleiri spælarar eru á veg úr Leeds. Spælarar sum Rio Ferdinand, Lee Bowyier, Mark Viduka og Robbie Keane hava allir verið settir í samband við onnur feløg. Manchester United sigst at hava bjóðað 35 milliónir pund uppá Rio Ferdinand, og í seinastu viku royndi Sunderland at ogna sær Robbie Keane, men írski framherjin vildi ikki frá Leeds. Mark Viduka hevur fleiri ferðir verið settur í samband við feløg í bæði Italia og Spania, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr. Miðvallarin Lee Bowyer hevur ikki undir- skrivað nýggjan sáttmála, og er tí settur á sølulistan. Liverpool hevur verið sett í samband við Bowyer. Terry Venables nýggjur venjari hjá Leeds U14-landsliðið endaliga úttikið Í samband við kapp- ingina í Aberdeen í næstu viku, hevur venjarin, Mathias Davidsen, úttikið endaliga hópin. Landsliðið fer avstað mánadagin 15 juli, og kemur heimaftur 22.juli. Føroyska U-14 landsliðið, ið skal royna seg í Aber- deen, sær soleiðis út: Pætur Jørgensen, Christian Mouritsen, Dánjal Davidsen, Hanus Samró HB. Kristian Andersen, Kristoffur Jacobsen KÍ, Jón K. Poulsen VB. Hallur Johannesen, Tommy Kruse EB/Streymur, Arnold Jacobsen, Bogi Løkin, Johan T. Davidsen, Einar Hansen NSÍ, Sam Jacob- sen, Steingrím R. Hansen GÍ, Rógvi Ryggshamar LÍF, Dann Johansen MB, Sigtór A. Petersen SÍ. Venjari Mathias Davidsen, og Eli Hentze hjálpar- venjari Lýsið við brúktum bilum