Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 box 76. 3800 Tórshavn Føroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Hegni Djurhuus Jógvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Utgevari Blaðstjóri Blaðmenn Fiskiloyvir og marknaður Í ODDAGREIN seinasta mikudag skrivaðu vit um glasrækjurnar, sum ongin marknaður er fyri, og komu til ta niðurstøðu, at tað nú má verða sølulidid, ið leggur seg eftir at finna marknað fyri teimum fiskasløgum, sum stórar nøgdir eru av í føroysk- um sjógvi. VIT HAVA áður víst á, hvussu stórur munur er á tí prisi, sum norðmenn og føroyingar fáa fyri brosmu og longu. Tilfellið er, at norðmenn fáa fleiri krónur meira fyri kilo av hesum fiskasløgum enn vit fáa, og um orsøkina til hetta hevur verið sagt, at norðmenn t.d. hava ein góðan marknað fyri longu í Svøriki. ÚR FØROYSKUM sjógvi lata vit år- liga ávíst tonsatal av fiski til aðrar. At kalla øll hesi tonsini verða latin í býti fyri fiskiloyvir til føroysk skip í ødrum sjógvi. Spurningurin er, um ikki nøkur av hesum tonsum kundu verið latin fyri marknað, um so er, at lond, sum geva góðan prís fyri tey fiskasløg, ið vit hava nóg mikið av, hava áhuga fyri at fiska her. OKKUM KUNNUGT veiða vit ikki ein einasta stert í svenskum sjógvi, men kortini hava sviar veiðuloyvi eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Hevði tað ikki verið ein møguleiki, at sett keyp av t.d. brosmu og longu úr Føroyum, sum eina treyt fyri framhaldandi svenskum svart- kjaftafiskiskapi við Føroyar? FISKASLØGINI, sum góður markn- aður longu er fyri, eru so avmarkaði á føroyska økinum, at vit ikki kunnu halda útflutninginum á hædd við tað, hann nú er, uttan so at vit ov- fiska hesar stovnar, og tað kann ikki vera rætta leiðin. Hinvegin hava vit stórar nøgdir av brosmu, longu og upsa, umframt svartkjaft og møguliga eisini glasrækjur. TAÐ ERU hesi fiskasløgini vit skulu nýta í samráðingunum við aðrar. Av hesum sløgum kunnu vit lata í býti fyri fiskiloyvir til føroyingar í øðrum sjógvi. Og av hesum fiskasløgum kunnu vit lata í býti við marknað. HER EIGUR sølulidid og teir, sum hava politisku ábyrgdina, at leggja alla orku í. sosialurin dagbókin Missiónshúsið við Landavegin Meti hóskveldið kl. 20. Filadelfia Systurmissiónin í kveld kl. 20, offur til Thailands- missiónina Sion, Vági Evangeliskt meti í kveld kl. 20. Pensionistafelagið Bingospæl á Parnassinum í kveld kl. 19.30 (Teir lim- ir, sum ætla sær við á innanoyggjaferðina kom- andi leygardag, eiga at siga frá í kveld). Pennavinir Emil Kristinn Briem á Akureyri í Íslandi vil gjar- na hava pennavinir í Fer- oyum, bæði dreingir og gentur, 16—18 ár. Hann hevur nógv ymisk áhuga- mál, m.a. at fáa kunnleika til Feroyar og siglingar- ítrótt. Emil sigur, at hann dugir at lesa foroyskt og adressan hjá honum er: Emil Kristinn Briem, Norðurgetu 31, box 361, Akureyri, Ísland. Almennur fyrilestur á Fróð- skaparsetrinum um Henrik Ibsen Í ár eru 150 ár liðin, síðani Henrik Ibsen varð borin í heim. Í ollum londum, har hetta navn er kent, verða í hesum árinum fyrireikað tiltøk av ymiskum slag til åminnis um hetta stora norska skaldið, ið breyt nýggjar slóðir vid sjón- leikum sínum og kom at hava ein ómetaligan týdn- ing, sum í stóran mun er varðveittur til dagin í dag. Her heima hjá okkum hevur t.d. Havnar Sjón- leikarafelag avgjort at seta Henrik Ibsen á kom- andi leikársskrá. Fróð- skaparsetrið heldur 150 ára minnið við einum al- mennum fyrilestri í fyri- lestrasalinum á Debesar- trød hóskveldið 25. mai kl. 20, har Óli Jacobsen magistari greiðir frá skaldskapi og lívssogu Henrik Ibsens. == = | foroya Umframt festu sendingarnar: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Veðurtíðindi og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Veðurtíðindi og tíðindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tíðindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Veðurtíðindi og tíðindi 12.32: Degurðatónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi Mikudagin 24. 13.00: Kveðuljómar til sjofolkid 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Miðvikan 19.30: Kórstevnan 1978 Brot ur kórstevnu- konsertunum sum vóru í Havn á Hvítusunnu. 1. sending Nr. 39 — 24. mai 1978 20.00: Vedurtidindi og tidindi Hósdagin 25. 18.42: Nåtturdatonleikur 19.00: Lagnan 3. partur av fram- haldssøguni eftir Rich. B. Thomsen Hans Thomsen umsetur, Olivur Næs lesur 19.30: Poppur 20.00: Vedurtidindi og tidindi Friggjadagin 26. 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Ferð og ferðsla Um broytingarnar i ferðslulógini 19.30: Tónleikur Sonne Smith legg- ur til rættis 20.00: Veðurtíðindi og tíðindi FORNMINNISSAVNIÐ JARDFRØDISSAVNID Framsyningarnar eru nå opnar hvønn dag: Månadag— friggjadag kl. 10—12 og 14—16 Leygardag — sunnudag og halgidagar kl. 15— 17 Ferðakekkar — fremmant gjaldoyra Tey, ið ætla sær uttanlands og skulu hava fremmant gjaldoyra ella ferðakekkar, skulu biðja um hetta 3 dagar frammanundan. Skúlabólkar o.t. mugu leggja ordra inn eina viku framm- anundan. Annars eiga tey, sum fara uttanlands, at vissa seg um peningaviðurskiftini í tí landi, tey ferðast í. Eisini eigur vissa at fáast fyri, hvussu mikið kann umbýtast aftaná heimkomu. Vit geva allar frágreiðingar hesum viðvíkjandi. BO | (9 0 200 > 076 Skrivstovurnar kring landið greiða eisini hesa service. i | & i É £ £ £ £ F H