Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 —24. mai 1978 sosialurin Fór Dúgvan á land álitið sveik? — skiparin varnaðist ikki, at stýrimaðurin fór av brúnni Fríggjadagin varð skipar- in á Dúgvuni, tá hon 30. juni í fjør sigldi á land á Ryssuni við Eystnes, demdur at gjalda 500 kr. í bót. Teir triggir sjórætt- arlimirnir vóru samdir um, at skiparin skuldi domast eftir grein 293 í sjólógini fyri >grov fejl eller forsømmelse i tje- neste.« Styrimadurin varð á- kærdur eftir sjómanslóg- ini, grein 76, fyri sama brot, men hann var fri- kendur, tí tveir av sjo- rættarlimunum hildu ikki, at brot hansara var grovt. Las Dimmu á brúnni Frásegnin niðanfyri um hendingina 30. juni í fjør er bygd å teimum frå- greidingum, sum skiparin, styrimadurin, kokkurin og ein av matrósunum á Dugvuni góvu i sjórætti- num friggjadagin. Dugvan for ur Klaksvik kl. 15.10 fyrrnevnda dag. Vedrid var av ti besta og klárt. Í Leirvíksfirði varð skiparin avloystur av stýrimanninum. Hann hevði sett sjálvstýraran til. Uml. kl. 16, tá teir vóru staddir norðanfyri Mjóvanes, kom skiparin aftur á brúnna. Tað var kortini stýrimaðurin, sum stýrdi um Mjóvanes og setti kós á Nev. Tá teir komu á Nev, var vestfallið enn ikki liðugt. Stýrimað- urin ætlaði tá at seta kós móti Æðuvík, men skip- arin gav honum boð um at seta kósina móti Eystnesi. Komnir framvið Nevinum fór skiparin at lesa Dim- malætting, eitt lesara- bræv um manningarnar á strandfaraskipunum. Hann stóð tá miðskips og stýrimaðurin stóð úti í stýriborði. Men stutt eftir fer stýrimaðurin av brún- ni, hann sigur onki við skiparan, sum ikki varn- ast, at hann fer. Stýri- maðurin fer aftur á báta- dekkið, har tveir av dekk- arunum vóru í ferð við at mála ein bonk. Genta gjørdi fyrst vart vid vandan Stutt frå styrimanninum og dekkarunum, i styri- borði, standa kokkurin og ein genta, sum arbeiðir umborð. Hon skuldi visa kokkinum heimbygd sína, Æðuvík. Hon heldur nú fyri við kokkin, at tey sigla ov nær landi. Kokk- urin hyggur fram og sigur so, at hetta fer at enda galið. Stýrimaðurin, sum hoyrir samreðuna, hyggur nú eisini fram eftir og fer so rennandi fram á brún- na, men hann er ikki kom- in meira enn hálva leið, tá Dúgvan stendur. Sam- stundis eru fleiri av ferða- fólkunum komin upp á bátadekkið. Klokkan var tá 16.40. Koyrdir í land Dúgvan stóð á Ryssuni í Í tíma og 40 min. Hon sigldi síðani við egnari maskin- kraft inn á Skála, har hon varð tikin upp. Dúgvan fekk skaða á botnin og sjógvur kom til farmin í lastini. Tá Dúgvan kom aftur í rutusiglingina, vóru tveir dagar eftir av vaktini hjá skiparanum og stýri- manninum. Teir sigldu báðar hesar dagarnar, men kveldið fyri, teir aftur skuldu umborð, fingu teir boð frá Strand- ferðsluni, um, at teir skul- du vera í landi, meðan málið varð kannað. Teir hava ikki siglt við skipum Strandferðslunnar síðani og hava ikki fingið len frá henni hesa tíðina. Sveik álitið? Skiparin og stýrimaðurin hava siglt saman við Dúgvuni í stivliga hálvt ár, m.a. í Grenlandi, og teir høvdu fult álit hver á ødrum. Skiparin segði, at hann mintist ikki, um hann hevði kannað eftir, at stýrimaðurin hevði sett beina kós við Nev. Men hann segði seg ikki hava nakra grund til at kontrol- lera arbeiðið hjá stýri- manninum. Tað varð tó ikki við- gjørt á sjórættarfundinum friggjadagin, hví Dúgvan fór á land. Men bæði skip- arin og stýrimaðurin søg- du, at sjálvstýrarin kann gera smærri frávik, upp til 10 stig hvønn vegin. Men hann rættar seg tó sjálvur upp aftur. Skiparin meinti, at óhappið hendi, ti stýrimaðurin roknaði við, at skiparin legði til merkis, at hann fór av brúnni. Ongin vaktarskipan Tað varð upplýst á sjó- rættarfundinum, at manningarnar á strand- faraskipunum onga ser- liga vaktarskipan hava í innanoyggjasigling, tí tal- an er um dagsigling. Yv- irmenninir fáa ongi boð hesum viðvíkjandi frá leiðsluni á Strandferðsl- uni, men avgera sjálvir, hvussu arbeiðið umborð skal leggjast til rættis. Tó tað er venja, at skiparin hevur ábyrgdina av navi- gatiónini, uttan tá hann G ur ' ur 5 irvik 3 om: 7 Hu søkrSigstindur Stongin Tað eru 3 1/2 fjórðingar úr Nevinum á Ryssuna og Dúgvan hevur 15—17 minuttir at sigla hesa leið. Hon N & Nólsoy skaffar o.t.l. stýrimaðurin. Tá avloysir Handilsmálaráðið kravdi ákæru Tað var danska handils- málaráðið, sum kravdi, at ákæra skuldi reisast móti skiparanum og — styri- manninum. Á sjórættar- fundinum fríggjadagin noktaðu báðir seg sekar í ákæruni og verjarnir hjá báðum kravdu frikenning. = 5 Potlug finer > + > »X y — Sipgåstindyr Á } = rn, »N å w 6 r, N XY er 8 AGE: Gøtunes 3 || Skalanel "0, Ve, | 7 2. ' [Børdøvarn i Á ud N Pr. re ed ft Fratit— #8 4 ser á 586 Søldarfjørður 1 > e SN i så) F Mjovanes þe ”Nen hevði fulla ferð, 12 mil, tå hon sigldi á Ryssuna Betongmålingin Skalflex vid 10-åra garanti fæst hjå ARNA SAMUELSEN Tlf. Pr rmmr 9410 3870 Klaksvik Niels Matthiasen bodin til Føroya I gjår for landsstyrismadurin i mentamålum, Dånjal Pauli Danielsen til Danmarkar á almenna vitjan. Hann er boðin hagar av danska mentamálaráðharranum, Niels Matthiasen. Vitjanin endar leygardagin og áðrenn Dánjal Påuli Danielsen fer heim aftur ætlar hann at bjóða Niels Matthiasen til Feroya í august komandi. Keypmenn Sølu- opg marknaðarstjóri á IWO fyritøkuni, kemur til Føroya og skal halda fyrilestur um við- likahald av køli- og frystitólum. Eisini kemur hann at tosa um útviklingin innan detailhandilin í Danmark. Í hesum sambandi hevur hann eina myndaseriu við sær. Fyrilesturin verður ókeypis: í Tórshavn á Hotel Hafnia hósdagin 25. mai kl. 20.00 í Klaksvík á Sjómansheiminum friggjadagin 26. mai kl. 20.00 P/F THEODOR VID KELDU Revision I virki okkara starvast í løtuni 10 fólk, og sekja vit eftir tveimum monnum afturat til revisión. Arbeiðið viðvíkir bæði privatum virksemum innan øll vinnuøkir, kommununum og almennum stovnum. Kunnleiki til skrivstovuarbeiði er ein fyritreyt. Kunnleiki til bókhald og roknskaparviðurskiftir er ein fyrimunur. Vit krevja ikki forkunnleika til revisión, men tygum verða upplærdur innan hetta eki hjá okk- um, samstundis sum tygum luttaka í undirvising á Feroya Handilsskúla. Tygum fáa nógv at gera undir góðum arbeiðs- umsteðum. Góða fasta len og eykagjald fyri yvir- tíðararbeiði. Latið okkum taka eina samreðu, sum ikki nýt- ist at vera bindandi, og sum ongin nýtist at fáa kunnleika um. Ringið ella skrivið til Carl V. Weihe. P/F Grannskoðarafelagið Carl Vilhelm Weihe statsaut. revisor Niels Winthersgøta 3 tlf. 11017, 3800 Tórshavn Starv sum kokkur hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni er leyst at søkja. Starvið er lent eftir sáttmála mill- um Feroya Landsstýri og Starvsmannafel- agið, lenarflokki 17 Skrivlig umsókn skal verða Bjargingartænastuni í hendi 15. Vaktar- juni 1978. og Vaktar- og Bjargingartænastan