Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 39 — 24. mai 1978 kring oyggjarnar Meginfelag Útróðrarmanna og Fiskimanna- felagið samtykt felags áheitanir og mótmælir A fundinum millum starvsnevndina í Meg- infelag Utróðrarmanna og felagsnevndina í Feroya Fiskimannafel- ag leygardagin, tá fel- øgini samdust um at mótmæla teimum lækkaðu ráfiskaprisu- num, varð eisini sam- tykt at senda fleiri á- heitanir og mótmælir til landsstýrið og log- tingið. Feløgini samtyktu at heita á landsstýrið um at skipa so fyri, at kon- kurslógin verður broytt soleiðis, at fiski- menn og bátar fáa tryggjað teirra ágóða hjá virkjunum. Eisini samtyktu fel- egini at senda eitt mót- mæli til legtingsins skattanevnd, móti at skattafrádráttirnir hjá fiski- og útróðrarmonn- um eru falnir burtur í uppskoti landsstýris- ins til nýggja skatta- lóg. Feløgini samtyktu eisini at gera sosialu nevndina hjå løgting- inum varuga vid, at uppskoti lands- styrisins til dagpenga- + eftir verda fiski- og itróðrarmenn i summ um ferum verri fyri enn teir eru við núgaldandi skipan, tá sjúkravið- bótin hjá lenjavningar- grunninum kemur at fella burtur, ti hendan er hægri enn tann upp- skotni dagpeningurin. Feløgini mæla til at halda fram við núver- andi skipan við len- javningargrunninum. Afturat hesum sam- tyktu feløgini eisini at senda eina áheitan til landsstýrið um at hæk- ka minstulenina hjá fiskimonnum og mins- tavinningin hjá útróðr- armonnum, so hetta samsvarar við lenar- lagið annars. Í letuni er minsti- vinningurin hjá útróðr- armonnum lægri enn minstalenin, og tað kann ikki góðtakast, siga feløgini. Øll nevndin afturvald 15. apríl hevði Vága Bjargingarfelag aðal- fund. Qll nevndin varð afturvald, og á nevnd- arfundi 10. mai hevur nevndin skipað seg. Formaður er Sverri Nielsen, næstformaður Ivan Johannesen og kassameistari Karl Jo- han Nielsen, meðan hinir nevndarlimirnir eru John Magnussen, Jón Joensen, Dávur Joensen og Eddie Lau- ritsen. Doktararitgerð um føroyskt mál Komandi leygardag, 27. mai, skal fil. mag. Ulla Clausén úr Svøriki verja doktararitgerð sína um >NYORD I FÁRØISKAN. Ett Bi- drag till belysning av spráksituationen pá Verjan verður í Stockholms universitet og fyri teimum, sum verða stedd á hesum leiðum komandi leygardag, kann upplysast, at hon verður i hersal 9, hus D, Frescati og byrjad verdur kl. 10 fyrra- partin. Bjørn Hag- strøm verður oppo- nentur. Í ritgerðini gevur Ulla Clausén eina frá- greiðing um, hverjar meguleikar feroyska málið hevur at gera nýggj orð um hugtek og fyribrigdi, sum ikki vóru aktuell, tá fer- oyska skriftmálið varð gjørt í 1846. Hon greið- ir eisini frá, hvussu fer- oyingar fata og nýta hesar meguleikar. Heimildartilfarið er fyrst og fremst tey før- oysku bleðini frá 1974 og 1975. Úr hesum til- fari hevur Ulla Clausén valt 50 orðaper, t.v.s. ta føroyska orðið og ta samsvarandi fremman- daorðið. Hon hevur síðani í fyrsta umfari kannað, hverja steðu 25 feroyingar hava til tey nýggju føroysku orðini og í eðrum lagi, hverjar møguleikar teir hava at skilja tey og brúka tey í dagligari talu. Ulla Clausén sig- ur, at tå føroyingurin skal velja millum eitt foroyskt orð og eitt fremmandaorð, er tað ofta tjóðskaparliga steðan hjá viðkom- andi, sum avger valið, og tann málsliga dygd- in verður gloymd. Krevja at Ráfiska- grunnurin fær 18 mill. kr. afturat Meginfelag útróðrarmanna og Feroya Fiskimannafelag sent landsstýrinum skriv Meginfelag Útróðrarman- na og Feroya Fiskimanna- felag hava sent skriv til landsstýrið, har feløgini siga frá, at tey ikki kunnu góðtaka nýggju ráfiska- prísirnar, sum vórðu lýstir leygardagin. Teir nýggju prísirnir liggja munandi lægri enn gald- andi ráfiskaprísir. Felogini krevja, at landsstýrið og løgtingid játta tann pening, sum rá- fiskagrunnurin krevur aft- urat, fyri at halda prisir- nar óbroyttar. Eftir útrokningum hjá Ráfiskagrunninum, skal grunnurin hava tilsamans 38 mill. kr. hetta figgjar- árið, fyri at kunna halda prísirnar. Á fíggjarlógini fyri fyri figgjarárið 78/79 eru 20 mill. kr. avsettar til Ráfiskagrunnin, og nú krevja Meginfelag Útróðr- armanna og Feroya Fiski- mannafelag at løgtingid jåttar tær 18 milliónirnar afturat, sum krevjast fyri at sleppast kann undan, at råfiskaprisirnir lækka. Samarbeidsnevnd Starvsnevndin i Meginfel- ag Útróðrarmanna og fel- agsstjórnin i Fiskimanna- felagnum høvdu fund i Havn leygardagin um hetta og onnur mál. Bæði felogini hava samtykt at skjóta teir nýggju ráfiska- prísirnar inn fyri kæru- nevndina hjá Ráfiska- grunninum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt tilikt samarbeiði hev- ur verið millum hesi bæði feløg, men á fundinum leygardagin varð samtykt at seta eina samarbeiðs- nevnd, sum skal arbeiða við teimum felags áhuga- málum, sum felegini hava. Í hesi nevnd koma at sita formenninir og næstformenninir í báðum felogunum. Sam fær ikki gapa Tá bilferjan Sam kom aft- ur av Oyragjógv um mid- dagsleitið sunnudagin, og skuldi leggja at í Vest- manna, rendi skipið inn í keiina. Orsekin til hend- ingina var, at annar mo- torurin sveik, tá teir skul- du bakka til. Gronin buglaðist nak- að, og fór út av lagi. Tann sokallaði visirurin er vorð- in skeivur, og kann ikki lyftast upp. Sam fær tí nú bert brúkt bakportrið. Óhappið kemur kortini ikki at nerva siglingina hjá Sam um Vestmanna- sund. Á Strandferðsluni verður upplýst, at ætlanin er at taka gronina av og í land til umvælingar. Tað verður síðan avbyrgt har frammi, til gronin er klár at seta á aftur. Róku í eitt samdegur Teir vóru svangir og kald- ir, teir tríggir menninir umborð á Borgini, TG 225, tá útróðrarbáturin Ørvur kom fram á teir suður úr Presttanga sein- napartin sunnudagin. Fleiri skip hevdu tá leitað eftir Borgini síðani seint leygarkveldið. Hon fór av Tveroyri fyrrapart- in leygardagin og hálvan tíma seinni brotnaði topp- stykkið og teir fóru at reka. Her síggjast tveir av monnunum, sum vóru við Borgini, tosa við sýslumannin í Våg- unum, Marna av Kák, beint eftir, at teir komu til Miðvágs við Orvi