mikudagur 24. mai 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 24. mai 1978
sosialurin
Síða 5
itrottur
HB—MB 2—2 (1—1)
Góður og spennandi dystur
í Gundadali millum HB og MB
Tvey jøvn lið møttust í Gundadali sunnudagin.
Úrslitið javnleikur 2— 2
Liðini:
HB
Thordur Thorsteinsson
Manne Person
Bjarni Clementsen
Óla J. Kristoffersen
Kári Nielsen
Ernst Dalsgarð
Sverri Jacobsen
Heri Nolsøe
Eyðfinn Lamhauge
Suni Jacobsen
Eirikur Rasmussen
Helgi Olsen
Elias Mikkelsen
... og Heri headar bóltin í málið
MB
Trygvi Fagraberg
Harald Nattestad
Jóanes Niclasen
Mikkjal Danielsen
Valdemar á Løgmansbø
Pauli Danielsen
Eirik Joensen
Torfinn Johansen
Georg Magnussen
Sámal á Vágalið
Johannes Ellefsen
Albert Ellefsen
Árni Joensen
Målini: 1—0 Elias Mikk-
elsen, 1—1 Såmal å Våga-
lið, 2—1 Heri Nolsøe og
2—2 Sámal á Vágalið.
Dómaratrio: Hákun Eg-
holm, Jákup Thomsen og
Hjalti Samuelsen.
Lagt var upp til ein av-
gjørt spennandi dyst.
Bædi lidini HB og MB
hava ju stadid seg væl i
kappingini higartil.
Dysturin byrjadi eisini
væl. Góður fótbóltur frá
byrjan.
1—0
Tá bert einir fimm minutt-
ir vøru leiktir av dystinum
kom fyrsta málið. Tað var
Elias Mikkelsen hjá HB
sum scoraði eftir klump-
spæl nakað uttanfyri MB-
málið. Eitt gott mál, sum
eisini gjørdi tað, at
tempoið bleiv sett eitt stig
Bæði liðini hevdu fleiri
góð álop, tó høvdu HB-
arnir tey mest vandamik-
lu.
1—1
HB fekk sum sagt tað
fyrsta málið. Ikki fyrr enn
i 27. minutti eydnaðist tað
MB at fáa mál.
Pauli Danielsen (á høg-
ra vongi) fær bóltin mið-
skeiðis á vellinum og av-
leverar ein langan bólt
yvir til Sámal. Hann
trekkir einar tvær ferðir
og sendir síðani bóltin í
netið, staddur einar 15—
20 metrar frá málinum,
uttan meguleika hjá Thor-
dur í HB-málinum at
bjarga.
HB hevði havt tað
meira spælið higartil í
dystinum, men nú visti
tað seg, sum um at meira
Tað fyrsta málið hjá MB
ferð kom á miðvingar.
Javnt gekk á, men mál
kom einki.
Seinni hálvleikur
Stødan 1—1. Spenningur-
in varðveittur. HB byrjaði
betur, og fingu teir eisini
tað fyrra málið í hesum
hálvleikinum.
Málið kom eftir at MB-
verjan var noydd at skjóta
út til horna. Ernst Dals-
garð leggur ein sera góðan
bolt innfyri. Heri —
staddur dygst við høgra
málstólpa — headar bóltin
í netið til 2—1. Eitt gott
mál.
2—2
Nú kom rættulig ferð á
spælið hjá MB. Nógv góð
og sera vandamikil álop
skolaðu innyvir HB-verj-
una. Miðjan hjá MB sum
annars mátti lúta fyri HB
(kanska einamest Eyð-
finn, ið leikti ein góðan
dyst) menti seg og fekk
yvirvág í leiki. Úrslitið
var, at MB fekk mál.
Sámal, ið nú leikti á
miðjuni, fær ein langan
bolt, letur hann støkka
einaferð, og sendir hann
enn einaferð í netið uttan
møguleika hjá Thordur.
Dysturin
Sigast kann um dystin, at
hann var av teimum heilt
frægu i år, ja, kanska ein
tann best leikti og mest
undirhaldandi higartil í
ár.
HB byrjaði betur og
vunnu miðvellin, imedan
MB visti meira ágrýtni,
kanska mest í seinna part-
inum av dystinum.
Tvey lið, ið, ið ikki i ár,
so seinni, avgjert fara at
kappast um »gull og silv-
ur.<
Dómarin saman við lin-
juverjunum kom sera væl
frá dystinum.
Rætting
Í seinasta Sosialinum var
av misgáum komið at
standa, at seinastu ferð
TB og MB leiktu í Havn
fyri 35 árum síðani, vunnu
miðvingar dystin. Hetta
er ikki rætt. TB vann
hendan dystin sum tað jú
eisini stendur í einum av
TB-songunum.
B36 — Kl
Leygardagin leiktu B36
og KI ein landskappingar-
dyst í 1. deild í Havn.
Veðrið at leika fótbólt í
hendan dagin var av tí all-
arbesta. Men, sjálvt um
líkindini vóru góð kann
ikki sigast annað enn, at
dysturin var út av lagi
vánaligur. Langir og hegir
bóltar við ongum »adress-
um< og vóru flest allir
málmeguleikarnir — tó
ikki so fáir — heilt tilvild-
arligir. KÍ var tó tað liðið,
ið leikti betur fótbólt, men
var úrslitið 0—0 rættvist.
Dómarin royndist held-
ur veikur, men hetta var
eisini fyrsti dystur hans-
ara í 1. deild.