mikudagur 24. mai 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 39 — 24. mai 1978
ÍF—TB 1—3 (1—0):
Tveir leikarar fingu tað reyða kortið
Í fjør eydnaðist tað ÍF, sum einasta liðið i 1. deild,
at vinna á føroyameistarunum av Tvøroyri, so tað var
við spenningi at mongu áskoðararnir høvdu leitað sær
niðan á vellin í Fuglafirði seinasta sunnudag, til fyrsta
landskappingardystin millum hesi bæði liðini í ár
Steva headar, men Arne bjargar
Við dystinum í fjør í huga
hevdi tú leitað tær niðan á
vellin í Fuglafirði, men
ikki var byrjanin í ár tann
sama sum i fjør; hesaferð
var tað TB, sum kom best
frá byrjanini, og fyrsta
korterið av dystinum áttu
teir allan miðvellin sum
hann var, tó ikki at skilja,
at IF einki álop hevði hes-
ar 15 min. Teir leiktu, sum
vant, við nógvum longum
bóltum fram til framherj-
arnar.
Spennandi
hálvur tími
Seinasti hálvi tímin av
hesum hálvleikinum
gjerdist sera spennandi,
nógv álop frá báðum pert-
um, ikki altid vælleikt,
men ógvuliga nær málu-
num. Td. kunnu vit
nevna at í 20. min. rakti
Delmar Joensen hegru
málstongina aftaná eitt
hornaspark og fimm min.
seinni var boð eftir Gor-
don í TB-málinum, hann
var farin út úr málinum,
tá Sam fekk bóltin og lyfti
hann uppum Gordon, men
á yvirliggjaran. Bert tveir
min. seinni var aftur boð
eftir TB. Allan Davies
skeyt eitt hart langskot
móti málinum, men Gor-
don tveitti seg og sló
bóltin á stongina og út.
Ein min. áðrenn hálv-
leik eydnaðist tað tó Allan
at fáa hol á. Við einum
langskoti frá vinstru síðu
setti hann bóltin í fjararu
málsíðuna, uttan at Gor-
don, ið tveitti seg, hevði
nakran meguleika at
rekka bóltinum. Eitt vak-
urt skrúva skot, ið gav
1—0 leiðslu, tá farið varð
til hálvleik.
ÍF-press
Tað sá út til at hetta málið
var komið í røttu løtuni, ti
fyrsta korterið av seinna
hálvleiki skolaðu álopini
fram móti TB-málinum,
men mál kom einki; tað ið
Gordon ikki bjargaði,
kláraði Poul Laðanberg, ið
spældi ein sera góðan
seinna hálvleik. Tá hesir
15 min. vóru farnir, var
tað eins og ÍF-pressið
viknaði eitt sindur, men
var tað tó teir, ið høvdu
tey vandamiklastu álop-
ini. Tvær ferðir headaði
Steva Smith beint við síð-
una av málinum aftaná
hornaspark og í 22. min.
var tað bert við hepni, at
Gordon bjargaði, við ein-
ari sonevndari >„fótpa-
radu< aftaná IF-skot.
Mál í hinum
endanum
Tað var tó ikki ÍF, ið
skoraði, men haraftur-
ímóti TB. Hetta hendi í
33. min. og var tað Delm-
ar, sum við einum vekrum
langskoti hevði rakt ÍF
málverjan, Ova, í ryggin.
Fýra min. seinni skoraði
TB enn einaferð. Hesaferð
var tað Hans Serensen, ið
var komin inn fyri Petur
Hammer, ið headaði bólt-
in í netið aftaná klump-
spæl framman fyri ÍF-
málinum.
Málmaðurin
skaddur
Tá hetta seinna málið
kom, var IF-målverjin
Ove so illa skaddur, at
hann varð borin av velli
og kom »gamli« IF-mål-
verjin Dávur Juul, sum í
fjør varð illa skaddur, í
málið ístaðin.
Ikki fekk hann bestu
byrjan, tí bert 3. min.
seinni varð demt brots-
spark aftaná at Hans
Sederius hevði steðgað
boltinum inni í brotsteig-
inum við hondini. Poul
Laðanberg skeyt og setti
hann trygt bóltin í netið
til endaligu støduna 3—1
sigur til TB.
Hart og ljótt spæl
Seinasta korterið var
merkt av sera ljótum og
herðum spæli, serstakliga
vórðu tað teir báðir bret-
arnir, Allan Davies og
Steve Smith, ið leika við
IF, ið sýndu óheviskan
atburð, og úrslitið var eis-
ini, at Steva Smith varð
rikin av velli, meðan Allan
Davies fekk tað gula kort-
ið. Hetta hendi meðan
dysturin varð leiktur, men
aftaná dystin, á veg til
skiftirúmini legði Allan á
Mangan var tætt við
dómaran, Baldvin Bald-
vinsson og sá hesin seg
noyddan til at geva hon-
um reyða kortið tá, so
roknast kann við, at báðir
bretarnir fáa leikbann
komandi dyst um ikki
fleiri dystir.
Rætta
mannagongdin
Hesar hendingar fer ein at
spyrja seg sjålvan, um
rætt er við teimum mongu
útlendsku leikarunum
innan føroyskan fótbólt,
og svarið er, at sjálvandi
tað rætt, ti ein má minn-
ast til, at tað eru bert
útlendsku leikarar ÍF's,
ið sýna tilíkan harðskap á
velli, hinar kann ein al-
oftast leika saman við og
samstundis læra nakað
av.
Leikbann
Um eg var limur í fót-
bóltsnevnd ÍSF's, vildi eg
ikki givið Allan Davies og
Steve Smith loyvi at leika
fleiri dystir í ár. Hetta er
ikki sagt í ilski ella botnar
ikki í ljóta spæli teirra
sunnudagin, men eg
hoyrdi ein teirra hótta ein
TB-leikara við at bróta
bein hansara og var hetta
sagt, meðan dysturin var
steðgaður av dómaranum
og sá eg eisini Steve
Smith fara eftir skiftileik-
arum TB's, tá hann varð
útkoyrdur, og hótti hann
teir. Orðini eru alt ov 6-
høvisk til at vera sett
uppá prent.
Dómarin
Dómari var Baldvin Bald-
vinsson, og kom hann,
væl stuðlaður av linju-
verjunum, hampuliga gott
frá dystinum. Um tosast
skal um nakað mistak,
kann tað bert vera tað, at
hann var ov seinur at hava
kortini á lofti, um hann
hevði nýtt tey frá dystar-
byrjan, var kanska slopp-
ið undan keðiligu hend-
ingunum í endanum av
dystinum.
Dysturin
Um dystin kann annars
sigast, at hann, burtur-
sæð frá seinasta korteri-
num, var sera spennandi.
Ikki vælleiktur, men und-
irhaldandi og um ein
hugsar um mongu mål-
meguleikarnar hjá báðum
liðunum, hevði rættasta
úrslitið væl verið javnleik-
ur, men sjálvsagt vinnur
tað lið, ið betur er fyri at
nýta meguleikarnar og
gjørdi leikliga yvirvág
TB's í seinasta korteri-
num sigurin vissan.
Ov seint er at gremja seg,
tá ein er rikin av velli