mikudagur 24. mai 1978síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
å
|
á
Nr. 39 — 24. mai 1978
sosialurin
Tað var ikki eg...
— leikur fyri 9—12 ára gomul børn um happing
Komandi vikuskiftið verð-
ur fyrsta framferslan av
barnasjónleikinum TAÐ
VAR IKKI EG... sum
nekur fólk í Havn hesa
seinastu tíðina hava vant.
Leikurin er fyrst og fremst
ætlaður 9—12 ára goml-
um bernum og ætlanin er í
triggjar vikur at ferðast
kring oygsjarnar við hon-
um og spa hann í skúl-
unum.
Leikurin er danskur,
skrivaður av Biba
Schwoon, og tvey tey
seinastu leikárini hevur
Fiolteatret í Keypmanna-
havn havt hann á skránni.
Happing — eisini
i Føroyum
Tad eru triggir leikarar i
TAÐ VAR IKKI EG...
Daniella Simonsen, Jan
Nielsen og Steinbjørn i
Dali. Hegni Joensen er
leikstjóri og Randi Jacob-
sen hevur umsett leikin og
hjálpt til við at seta hann
upp. Leikurin er umskriv-
aður og lagaður eftir for-
oyskum viðurskiftum.
Leikbólkurin sigur, at um
vit høvdu føroyskar leikir,
Eftir fyrsta dagin í tí nýggja skúlanum fær Pól Niklái marruna og mamman kemur
upp at ugga hann.
Leikurin varar í uml. ein tíma. Hann endar við, at antijantelógin verður lisin upp
so slapst undan hesum her
at umskriva leikirnar,
sum verða valdir.
— Vit blivu skjótt samd
um, hvat fyri evni, vit
skuldu viðgera, men tað
var ringt at finna leikin.
TAÐ VAR IKKI EG....
funnu tey í heftinum Ber-
neteater 1977-78 og tey
hava fingið loyvi frá rit-
hevundanum at spæla
hann í Feroyum.
— Mobbing, ella happ-
ing, er eisini aktuelt í Fer-
oyum. Og eitt av enda-
málunum við hesum leik-
inum, er at fáa lærarar og
næmingar at síggja hetta
problemið og tosa saman
um tað. Vit vilja royna,
um ikki okkurt kann ger-
ast fyri at sleppa undan
happingini.
Leikurin er um Pól
Nikláa, ein smædnan og
eitt = sindur bangnan
drong, sum flytur úr ein-
um skúla í annan. Vit
síggja hann í skúlagarði-
num, í skúlastovuni,
heima við hús og heima
hjá Bjarna, ti »skrappa«
dronginum í klassanum.
— Tað er skeivt at siga,
at tað fyrst og fremst eru
Frítíðaravloysari
søkist frå 1. juni ella skjótast gjør-
ligt.
Frítíðarheimið í Skrivaragøtu
tlf. 13353
=P
foreldrini, sum mugu
standa til svars fyri happ-
ingini. Tað er samfelagið
sum heild, sum skapar
gróðrarlíkindi fyri hesum.
Møguligt yvirskot
fer til nýggjar leikir
Tey byrjaðu at venja 1.
apríl, fyrst á Býarbóka-
savninum og síðani úti á
Háskúlanum.
— Vit blivu mótfallin,
tá vit frættu, at Gríma
eisini var í ferð við at
Daniella og Jan frammanfyri og Hegni og Steinbjern
venja ein leik um sama
evni. Men teirra var ein
ungdómsleikur og okkara
ein barnaleikur, so tað
bilar ikki kortini. Annars
hava vit fingið moralskan
stuðul frá Grimu og eisini
frá Háskúlanum og vit
hava mett vælvild alla-
staðni.
Tey hava ikki, sum
Gríma, gjert eina kanning
um evnið — happing. Men
tey hava øll arbeitt ella
arbeiða við barnum, so tey
kenna tað og vita, at tað
er til.
Í leikinum er eisini tón-
leikur, m.a. lagið Hjarta-
blóð, sum Steinbjørn B.
Jacobsen hevur umskriv-
að eftir Hjerteblod (Bern
og unge fra Vesterbro) og
tað eru bernini hjá hon-
um, sum syngja. Milson
Zachariassen og Tummas
Jacobsen hava staðið fyri
ti ljóðtekniska.
— Tað ber til at spæla
slíkan sjónleik i Føroyum,
men tað er ringt at fáa góð
heli at venja í. Meguligt
yvirskot av hesum leiki-
num fer til aðrar leikir. Vit
hava hugsað um at selja
hverja sýning fyri 500 kr.
Fyrsta sýningin verður,
sum fyrr nevnt, nú um
vikuskiftið. Hon verður
fyri næmingunum á Há-
skúlanum.
Teir lærarar og skúlar,
sum vilja vita meira um
leikin, kunna ringja tlf.
11325 millum kl. 16—12
Snaratsókn Entebbe
So var hin triði og sein-
asti filmurin um En-
tebbe her. Hetta var
tann fyrsti, sum varð
gjørdur um ta søguligu
hendingina i Uganda,
álopið hjá israelsmonn-
um, sum friadu 103
ferðafólk eftir at hava
flogið eitt strekki upp á
2500 miles.
Høvudsleiklutin i
filminum sum Dan
Shomron generalur
hevur kendi, amerik-
anski leikarin Charles
Bronson. Leiklutin
sum Idi Amin hevur
Yaphet Kotto. Hesin
skuldi ikki av rettum
havt henda leiklut,
men av ti at maðurin,
sum skuldi leika Amin,
doyði áðrenn filmurin
varð liðugur, mátti
Kotto taka við. Nekur
hildu, at upprunaligi
leikarin varð forbann-
aður av Amin (ti veru-
liga), men um hetta er
satt, er ilt at siga.
Sum sagt, so er hes-
in filmurin helst tann
sidsti filmurin um En-
tebbe, sum verður
sýndur her. Men tað,
at hann er sidstur, ger
hann ikki verri.
Hann verður sýndur
í Leikhús Bio.
Menn og píkatráður
Nakrir týskir krigs-
fangar fáa grivið ein
tunnil og sleppa út úr
einari enskari fanga-
legu á henda hátt.
Fangarnir eru týskir
yvirmenn á kavbátum
og vilja gera alt fyri at
sleppa út á tað stóra
Atlantshavið at berjast
móti onglendingum.
Tað er Brian Keith,
sum leikar Connor kap-
teynur, ein harður
Útferðin
Filmurin er um nakrar
gentur frá Appleeyears
College, sum á St. Va-
lentine-degnum í ár
1900 fara eina útferð til
hin kenda Hanging
Rock undir leiðslu av
tveimum lærarinnum.
Millum næmingarnar
eru tær fýra genturnar
Miranda, Marion, Ir-
ma og Edith, sum bert
eru 13 ár.
Tá morgunmaturin
er etin, eydnast tað
gentunum at fáa eina
av lærarinnunum við
sær yvir til henda
maður, sum er limur í
ensku fregnartænast-
uni. Hann er sendur til
McKenzie-fangaleg-
una at fáa skil og frið
at vlada í fangaleguni.
Hetta ger hann á egnan
hátt, men um flýggjan-
ina hjá týskarurum
eydnast til fulnar, skal
ikki sigast her.
Filmurin verður
sýndur í Leikhús Bio.
loyndarfulla klett —
hóast ávaringar.
Hvat hendi við klett-
in, veit eingin at siga.
Tað er bert Edith, sum
av teimum fýra kemur
aftur, og lærarinnan
saknast eisini. Eitt
leitingararbeiði verður
sett í verk, men tað
eydnast bert at finna
Irmu. Men hon minnist
einki um, hvat er hent.
Hinar triggjar verða
aldri funnar, og hvat er
hent teimum, veit eing-
in enn tann dag i dag.
Filmurin verður
sýndur í Leikhús Bio.