Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin lesarabrov Nr. 40 — 27. mai 1978 Nútíðar kristindómur: Neutron-Kristus er svarið! Men vit onnur, sum hava tikid eina stóðu fyri tí vesturlendsku samfelags- skipanini, fyri demokratinum og kristin- dóminum, vit hava tapt hetta slagið, nú framleiðsla av Neutronbumbuni varð steðgað av vingliskøltinum Carter for- seta. Her tykist nú vera so illa statt, at russar avgera, hvussu væl vit skulu vera vápnaðir og harvið tilreiðar, tá ið væl skipaða og óhugnaliga væliåtgjørda á- lopsliðið kemur rullandi eystaneftir inn yvir okkum. Hetta útklipp, sum her er endurprentað, er ikki um- seting úr nasistablaði í 1930-unum, men tó eitt útklipp, sum progvar krigsandan í einum av okkara heimligu fasista- blødum, nevniliga Dag- blaðnum. Greinin øll hev- ur tað endamál at øsa til krigsdubbing, hon verjir neutronbumbuna, ti hon bert drepur fólk, og ikki ognir, hon brúkar kristin- dómin í sínum blóðuga talvi, at tæna NATO, amerikansku fasismuni og kapitalismuni Greinin stóð í Dagblað- num 26. april, og eg ætli at biða øll kristin fólk her á landi at lata sína hugsan koma fram um hetta mál: umboðar Dagblaðið og tess krigsandi og fasist- iski hugsunarhåttur krist- indómin sum so? Eg haldi, at Kristus er nóg mikið svertaður gjøgnum tíðina. Hesin palestinski frælsisstrids- maður hevði av góðum grundum hverki neutron- bumbur ella annað gottarí frá USA og Dagblaðnum at verja seg við. Nú gevur Dagblaðið honum neu- tronbumbur í lumman og Jimmy Carter-tannpasta- smíl í munnin og sendir hann eftir ellum sosialist- iskum fólki her heima. Spurningurin er tí hann: hvussu leingi ætlar kristið fólk í Feroyum at lata seg brúka og mis- brúka av krigshugadum fólkafloksfasistum? Hev- ur trúgv teirra ikki meiri virði enn, at hon er óvirk yvirfyri teimum demagog- isku sniðgetum, fasistar- nir her heima royna at vevja hana inn í? Er tað veruliga vorðið soleiðis, at „Kristus er svarið< er vorðið til >Neu- tronbumban er svarid« móti øllum »djevulsins so- sialistum«? Um so er, verður 0- hugnaligt at bugva her heima. kristin sosialistur Y HK HK Ein solidarisk yvirlysing Seinastu tidina hevur ver- ið ikki so lítið skrivað um politiskt misbrúk av lær- arastørvum; í hesum sam- bandi hevur ávíst, men higartil énevnt lærarafólk á hægri lærustovni staðið fyri skotum. Sambært teimum upp- lýsingum, sum hava verið frammi i blødunum, kann talan einans vera um fyrr- verandi lærarinnu okkara í týskum (vallærugrein) á Klaksvíkar HF-skeiði, Kirsten Brix. Tað er sann- føring okkara, at Kirsten Brix á ongan hátt hevur omanfyristandandi = um- mæli uppborið. Uttan á nakran hátt at leggja okkum út í tjakið sum heild skulu vit, við eitt árs samstarvi við við- komandi lærarinnu sum metingargrundarlag, út- tala niðanfyristandandi: a) Kirsten Brix hevur hvorki við tekstvali sín- um/okkara ella í undirvis- ingini sum heild brúkt (ella misbrúkt) starv sítt, herundir sín autoritet og sína vitan sum lærarinna, í politiskum erindum. b) Vit meta Kirsten Brix sum fakliga og peda- gogiskt framúr dugandi og eisini sum sera nær- lagda í fyrireikingum sín- um (Í hesum sambandi eigur eisini at vera hugsað um teir serligu praktisku og pedagogisku trupul- leikar, sum ferðalæraru- num á HF-skeiðunum eru fyri). c) Vísandi til omanfyri- standandi kvalifikatións- meting okkara og ta stoðu, lærugreinin týskt er í í letuni lærarakreftum viðvíkjandi (t.d. undirvis- ir nevnda lærarinna á trimum ymiskum læru- stovnum), meta vit tað sum stóran miss fyri hægru lærustovnarnar her Ían Smith vísir her á eini djórasýning síni skotkynstur. í 13 arbeitt kratii í Rhodesia = ár hevur hann og hvíta minnilutastýri hansara fyri einum frælsum meirilutastýrdum demo- á landi, um Kirsten Brix sigur sterv síni frá sær, tó at burturferð hennara kanska onki beinleiðis samband hevur við oman- fyrinevndu bladskriving., Ólavur W. Hegnesen Socialogilesandi, Kbh. John Sigurðsson Jústinus Johannesen Journaliststud., Árhus Anna Poulsen Læraraskúlanæm., Tórshavn Jóngerð Simonsen, Klaksvík Næmingar á Klaksvíkar HF-skeiði 1974/75 — 1975 76 við týskum sum val- lærugrein 1975/76. k KK Meira um sjónvarpstúsundbein Latið okkum síggja tús- undbeinini í sjónvarpi. Í Sosialinum nr. 38 frá 20. mai 1978 skrivar eitt »a« greinarstubba undir omanfyristandandi yvir- skrift. Eg haldi, at greinin er heldur enn ikki ósaklig og tvætlut, men tað skal hon kanska vera, ti sum sagt er hon svar uppá aðra grein, sum »a« heldur vera løgna. Tad, sum fær meg at svara til hetta mesnið, er, at »a« sigur, at all tey, sum búgva úti á bygd fáa ongan lut í ellum ti, sum m.a. mætir Fólkafloks- menn kunnu fara til í Havn. Hvi júst Fólka- floksmenn? Aðrir kunnu so sanniliga fara til minst líka so nógv sum Fólka- floksmenn. Jú, so kemur tað frá lítla a: Vit síggja, at t.d. politisku umboðs- menn teirra kunnu bæði rekja politisk betalt jobb og so fleiri onnur væl be- talt fost arbeiði. Eina ferð afturat. Hver annar kann gera sovorðið? Munnu ikki finnast stjórar í al- mennum størvum, væl be- taltum størvum uttan at vera Fólkafloksmenn, sum rekja nevndarsterv í hópatali í nevndum og ráðum o.s.fr. Tá eg í endanum á greinini síggi navn mitt millum tey >túsundbein- ini«, sum skulu vísast í sjónvarpi, so fari eg at siga lítla a frá, at eg havi eingi av hesum nógvu beinunum. Tá eg varð valdur til býráðsformann, segði eg lærarastarv mitt frå mær, medan eg eri by- rådsformadur. Eitt ein- asta bein havi eg to kort- ini, um hetta kann kallast so, og tad er, at eg av Før- oya løgtingi eri valdur i skógfriðingarnevndina, og hon hevur fund tvær til triggjar ferðir um árið. Petur Christiansen Barnapedagogur søkist sum barsilsvikarur frå 15. august til 1. desember. Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður Tórshavn Betongmálingin Skalflex við 10-ára garanti fæst hjá ARNA SAMUELSEN Tlf. 55775 3870 Klaksvík