mikudagur 31. mai 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 31. mai 1978
sosialurin
Landskappingin í 2. deild:
Síða 7
Royn aftur á odda
Aftaná stórsigurin seinasta vikuskifti hevur Royn
úr Hvalba aftur lagt seg á odda í 2. deild í fótbólti
Tveir dystir í 2. deild
vórðu leiktir í Havn um
vikuskiftið. Báðir vórðu
leiktir leygardagin og
byrjaðu báðir enntá somu
tíð, nevniliga kl. 15.00. Tá
hugsað verður um, at bert
hesir báðir dystirnir, ein í
3. deild (sum ikki varð
leiktur) og ein piltadystur
vóru teir einastu, ið skuldi
leikast í Havn alt viku-
skiftið, skuldi verið møgu-
ligt at lagt dysitrnar í 2.
deild soleiðis at ein kann
síggja báðar, uttan sum
nú var, at renna seg upp í
skúm millum báðar vall-
irnar.
Fram — Royn
1—4 (0—1)
Tað var við spenningi, ein
hevði leitað sær til dystin
millum Fram og Royn.
Royn hevði sum kunnugt
vikuna frammanundan
tapt dystin móti NSÍ við
fýra málum móti tveim-
um, so spennandi var at
síggja, hvussu teir fóru at
greiða dystin móti Fram,
ið jú eisini hevur ein stór-
sigur at vísa í ár, nevni-
liga 5 — 0 sigurin móti HB.
Veik byrjan
Spælið teir fyrstu fimtan
min. var vánaligt, men
hevði Royn tó einstek
vandamikil álop, men kom
einki burturúr hesum. Í
20. min. var meiri skil
komið á spælið hjá báðum
liðunum, men var tað
Royn-framherjarnar í
sýndu stersta ágrýtni og
pressaðu Fram-verjuna í
botn og gav hetta eisini
úrslit.
Sjálvmál
Tá 22. min vóru leiktir
fekk Royn fyrsta mál sítt
og var hetta eitt sjálvmál,
ið Eyðfinn Hansen setti í
netið. Hann fekk, staddur
beint uttan fyri brotsteig-
in, bóltin og vildi, press-
aður av Royn-framherja,
heada aftur til Kristjan
Poulsen í málinum, men
sá ikki, at hesin var á veg
út at taka bóltin, og fór
bólturin uppum Kristjan
og inn í tóma Fram-málið.
Eitt sera vakurt mál, bert
var tað skeiva liðið, ið
skoraði tað.
Fingu trý mál
Aftaná at málið var kom-
ið, gekk spælið javnt mill-
um liðini, men enn var tað
hvalbingarnir, ið sýndu
meira ágrýtni. Hetta gav
$ ÞE FER
ÞAÐ %
BRAST Fi Uttar?
ENGE DE MEG
tó einki mál og gjerdist
halvleiksstødan 1—0
leidsla til Royn.
Seinni hålvleikur var
bert 5 min. gamal, tå tað
aftur eydnadist Royn at
skora og var tað Martin
Eið, ið hesaferð setti bólt-
in í netið.
Tiggju min. seinni fingu
Framarnir tó vón um at
koma við í dystin aftur.
Liggjas Huusgárd fekk
bóltin uttanfyri brotsteig-
in, trekti innum Royn-
verjuna og setti bóltin í
netið via stongina uttan
nakran meguleika hjá
Símuni í Royn-málinum at
bjarga.
Tað var eins og hetta
málið ernaði Framarnar
eitt sindur uppaftur, men
hvalbingarnir lótu seg ikki
taka. Í 30. min. eydnaðist
tað Sveinbirni Dánjalsyni
at seta bóltin í netið til
3—1 og í 37. min. skoraði
Sveinbjern sigursmálið til
4—1.
Ein uppiborin sigur, tá
hugsað verður um treiskni
og ágrýtni, ið hvalbingar-
nir sýndu.
HB — B68
0—3 (0 1)
Å nidara vølli leiktu HB
og B68 og var tad næstan
allan dystin spæl til eitt
mål. B68 hevði yvirvåg i
leiki nærum allan dystin,
men tad var eitt brots-
spark, id setti hol å.
I 20. min. var Nemus
hjå HB noyddur at taka
hondina til hjålpar fyri at
bjarga å målstrikuni og
ivadist dómarin ikki at
døma brotsspark, sum
Ingolf trygt setti í netið til
hálvleikssteðuna 1—0.
Seinni hálvleikur
Eins og í fyrra hálvleiki
vóru tað toftamenn, ið
sýndu betra spælið, og
gav hetta eisini úrslit,
tvey mál fingu teir, ov fá
um hugsað verður um
spælfordeiling og målmø-
guleikar, men var tad eins
og framherjarnir ikki vóru
nóg góðir, tá avsluttast
skuldi. Ein uppiborin 3—0
sigur, ið lættliga kundi
verið sterri.
EB — KÍ
4—0 (0—0)
Á Eiði leiktu EB og KÍ og
vunnu eiðismenn stórsig-
ur 4—0 aftaná at steðan í
hálvleikinum hevði verið
javnleikur 0—0.
Málini fyri EB gjerdi
Jóhannis Merkere 2, Tór-
ur Jacobsen 1 og Petur
Kruse 1 uppá brotsspark.
Stødan
Aftaná dystirnar um
vikuskifti3 er steðan
henda:
Royn 5 12—5 7
B68 4 11—3 6
NSI 4 10—7 6
EB 4 6—5 3
Fram 4 7—9 3
HB 5 3—11 3
KI 4 4-13 2
Komandi
vikuskiftid
Komandi leygardag verða
hesir dystir leiktir í 2.
deild:
Royn — B68
NSÍ — EB
KI — Fram
| — =