Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 41 — 31. mai 1978 Landskappingin í 1. deild: Sterkar FÅ = t MB, uppflytarnir frá í fjør, hevur víst seg at vera eitt sokallað útivallarlið. Teir hava í ár leikt fýra dystir, tveir á útivelli og tveir á heimavelli. Báðir heimadystirnir endaðu við 2— Í tapi, meðan útidystirnir báðir endaðu við javnleiki Málini: O—1 Anfinn Kit- ler, O—2 Eiler Mouritsen, 1—2 Johannes Ellefsen. Åvaring: Eiler Mouritsen Démaratrio: Jóanes Niel- sen, Dånjal Thomassen, Hedin Samuelsen. Åskodarar: 400 Tann nógvi vindurin longs eftir vøllinum i Midvågi sunnudagin, var ein av or- søkunum til, at dysturin ikki bleiv so góður. Tað var nærum ógjer- ligt at fáa tamarhald á bóltinum, og úrslitið var sum oftast hegir bóltar og skeivar avleveringar. Við spenningi Tað var við spenningi at ein hevði leitað sær oman á fótbóltsvellin í Miðvági at síggja bæði botnliðini í 1. deild. Sjálvt um hesi bæði liðini liggja í botni- num, væntaði ein tó at síggja góðan dyst. Mun- urin ímillum liðini í 1. deild er lítil, tá sæð verður burtur frá TB, sum longu hevur lagt seg klárt á odda. Sum sagt spenningurin upp til hendan dystin var stórur. Byrjanin B36 byrjaði betur. Tað sást skilliga beinanvegin, at ætlan teirra var at fáa tvey stig heimaftur við. Teir byrjaðu beinanvegin við at kempa og stríddust allan dystin. MB kom tó væl við, tá einir 10 min. vóru farnir. Bæði liðini hevdu fleiri vandamiklar atsóknir á málini tó einki spurdist burturúr. 0—1 Men tá einir 23 min. vóru farnir av dystinum, fekk B36 tað fyrsta málið. An- dreas Vatnhamar, ið leikti hegri vongur, sleppur leysur og avleverar til An- finn Kitler, ið fær sett bóltin í netið. Nú kom rættilig ferð á eina letu, tó kom einki mál. Stødan í hálvleiki- num gjerdist sostatt 1—0 il B36. 0—2 MB, sum í fyrra hálvleiki hevði havt vindin ímóti sær, fekk nú viðvind. Væntandi var, at nú fór at verða verri hjá B36 at standa ímóti, men sjálvt um MB pressaði nógv, kom einki mál. Haraftur- ímóti var tað B36 ið enn einaferð fekk mál. Regin Olsen fær bóltin, staddur nakað miðskeiðis á vellinum, einar 20 metr- ar frá MB-málinum. Hann trekkir og sendir síðani bóltin á stólpan. Bólturin stekkur út til Eiler (rang- staddur?), ið scorar. Nú sá ikki gott út hjá miðving- um. 1—2 Teir mistu tó ikki mótið, men kempaðu seg fram til 1—2. B36 verjan verður trýst og endin varð, at MB fekk horna. Pauli leggur ein góðan bólt inn- fyri, Jóhannes verður ein- samallur og headar bóltin í netið til 1— 2. Hetta var í 20. minutti av seinna hálvleiki, so enn kundi nógv henda. MB var líka við at javna út, tá einir 5 min. vóru eftir. Fríspark varð dømt móti B36 beint uttanfyri brotsteigin. Sámal sparkar eitt væl- skrúvað skot, men bóltur- in fór ein fót við síðuna av. Samanumtikið kann sigast, at B36 striddust meir fyri sigri- num enn miðvingar. Teir vunnu miðvellin, og gjørdi hetta, at teir høvdu fleiri vandamiklari álop enn MB. Eitt er vist, at tað var stórur munur at síggja MB sunnudagin og at síggja teir ímóti HB í Havn. Stridshugurin så ut til at vera horvin. Teir hava avgjørt leikt betur i år. Annars kann sigast um B36, at teir við hasum spælinum fåa fleiri stig enn higartil. Démarin Dómarin kom toluliga væl frå dystinum, tó skuldi onkur B36'ari fingið åvar- ing fyri óneyðugt drål móti endanum á dysti- num. Ki— HB 2—2(0—1) Sera spennandi Í Klaksvík hittust KÍ og HB og gjørdist hesin dystur sera spennandi og undirhaldandi. Fyrstu tjúgu min. var tað KI, ið hevði betra spælið, men var tað HB, ið fekk fyrsta málið. Hetta hendi í 25. min., tá ein KÍ -ari steðgaði bóltinum inni í brotsteiginum við hond- ini og ivaðist dómarin ikki i at døma brotsspark til HB og hetta setti Eyåfinn Lamhauge trygt í netið. Henda 1—0 leiðsla gjørdist eisini hálvleiks- stødan. Seinni hålvleikur 7 min. vóru gingnir av seinna hålvleiki, tå HB fekk næsta mål sitt. Kåri Nielsen fekk eina langa avlevering ur vinstru og trekti hann við bóltinum innum Jógvan Linklett í KI-målinum og setti bólt- in í netið til 2—0 leiðslu til HB. Hetta sá út til at fáa Kl-arar at fella í fått, men hetta vardi bert stutta tíð. Teir mentu seg aftur og tá 13. min. vóru farnir, eydnaðist tað Johan Jo- ensen at heada bóltin í netið til 2—1 aftaná eina langa avlevering úr vinst- ru síðu inn í málteigin. Hetta setti ferð á klaks- víkingarnar og tá 20 min. vóru farnir eydnaðist tað Gunnar at javna fyri KÍ ;il 2—2. Restina av dystinum varð sera undirhaldandi við nógvum álopum frá báðum liðunum, men mál kom einki, so endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 2—2. VB—IF2—0 (1—0) Dysturin suðuri í Vági millum VB og ÍF var nógv merktur av tí nógva vind- inum. Ringt var at fáa tamarhald á bóltinum og varð spælið tí ikki av ti besta. 1—0 VB kom á odda í 17. min., tá Sjúrður Ludvig, ið stóð fríur inni í brotsteiginum fekk eina avlevering frá Jóhannis Nielsen úti á vinstra vongi. Sjúrður læt ikki henda góða megu- leika fara fyri einki, men setti trygt bóltin í netið til 1—0. 2—0 Seinna mál sítt fekk VB í 22. min. av seinna hálv- leiki, tá Mannbjørn Tau- sen fekk bóltin inni í ÍF- brotsteiginum, aftaná eitt útspark frá ÍF-málverja- num. Mannbjørn ivadist ikki, men setti uttan nakr- an møguleika hjå islends- ka målverjanum hjå IF at bjarga, bóltin i netið til endaligu steðuna, uppi- bornan 2—0 sigur til VB. Spæla í kvold Longu í kveld skal ÍF spæla aftur. Hetta er or- sakað av Norðoyastevn- uni komandi vikuskiftið, har HB skal spæla, so dysturin millum hesi bæði liðini er framfluttur til í kveld. Spennandi verður at síggja, hvussu ÍF fer at klára seg, í fjør greiddu teir javnleik, men skuldi vónirnar um sigur í ár verið enn sterri. HB er viknað, meðan ÍF er vorð- ið sterkari. Stødan í 1. deild TB HB VB KÍ ÍF B36 MB | 14—4 OR FT KR. RÆ Málskjúttaralistin Ásmund Nolsee, TB Trond Nolsee, TB Sámal á Vágalið, MB Ábraham Hansen, ÍF Árni Joensen, MB Sam Jacobsen, ÍF Páll Augustiniussen, VB Hans Serensen, TB Delmar Joensen, TB Anfinn Kitler, B36 Ejler Mouritsen, B36 Eyðfinn Lamhauge, HB 2 Gunnar Simonsen, KÍ = 2 Johannes Ellefsen, MB 2 Mannbjern Tausen, VB 1 Sjúrður Ludvig, VB 1 Kári Nielsen, HB 1 Poul E. Smedemark, TB 1 Jeppa Smith, B36 Ejler Smith, B36 Regin Samuelsen, B36 Marius Kjærbo, VB Suni Jacobsen, HB Gunleif Joensen, KÍ Michael Sólheygg, KÍ Elias Mikkelsen, HB Poul Laðanberg, TB Allan Davies, ÍFF Heri Nolsøe, HB Johan Joensen, KÍ Sjálvmál 3 3 3 2 2 Henrik Thomsen, TB 2 2 2 2 2 2 2 IND Þá þa þa þan það þa þa þa þa þa þa þe F- AR