Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ren GL Nr. 41 — 31. mei 1978 ítrótt í i FÅ = rÅ er Nýggja útsjónd Frá í dag fáa ítróttarsíður SOSIALS- INS nýggja útsjónd. Ætlanin er hvønn mikudag at hava serstakt ítróttarískoyti við teir- ri útsjónd, ið síðurnar hava í dag. Vit fara hvgnn mikudag at hava serstaka ítróttaroddagrein, ið skal viðgera føroysk ítróttarviðurskifti. Tað verða ítróttarblaðmenn SOSI- ALSINS, ið skriva, men um onkur hevur evni, ið hann ella hon vilja hava vidgjørd, eru tey vælkomin at ringja ella skriva til okkara. Adress- an er: SOSIALURIN, Ítróttarsíðan, Postrúm 76, 3800 Tórshavn. Vit fara at gera okkara besta fyri at hava frásagnir frá teimum ítrótt- arhendingum, ið fara fram í Føroy- um hvgnn dag, men er hetta nærum ógjórligt, um lesarar okkara ikki veita okkum eina hjálpandi hond við úrslitum, hendingum innan ítrótt 0.g.t. Eisini er ætlanin at hava ein nýggjan stubba, ið nevnist: »Frå feløgunum«, og er ætlanin at feløg- ini á henda hátt kunnu siga limum og øðrum åhugadum frá venjingar- tíðum, hendingum innan felagslív- ið, felagstiltøkum o.9. Um feløg ella stovnar hava áhuga fyri at fáa nakað við í henda stubba, kunnu tey ringja til SOSIALIN tlf. 11820, sunnukvøld ella mikukvøld aftanå kl. 21, tå itrottarskrivarar bladsins eru at hitta. Í løtuni starvast fýra ungir menn við ítróttarskrivingina, men eru hesi størv bert framihjåstørv, tá tveir ganga í skúla og hinir hava dagliga yrki teirra annað stað. Hesir fýra eru Jean Dimon, Anfinn Hovgaard, John Kjær og Jens Erik Magnussen. sosialurin HM Í 2073947 Heimsmeistarakappingin í fótbólti byrjar í morgin Vesturtýskland og Póland spæla fyrsta dystin Í morgin, tann 1. juni, byrjar heimsmeistara- kappingin í fótbólti í Ar- gentina. Hernaðarliga stjórnin í Argentina hevur næstan gjørt dagin til ein tjóðar- håtidardag. Stjórnin hev- ur bodad frå, at i morgin skulu allar almennar skrivstovur lata aftur í miðdegi, so at starvsfólk- ini fáa hevi til at síggja tann innleiðandi dystin í heimsmeistarakappingini millum Vestur-týskland og Póland, annaðhvert á River Plate Stadion ella heima frammanfyri fjar- sýninum. Samstundis hevur ar- gentinska stjórnin ætlanir um at heita á allar al- mennar skrivstovur og fyritøkur um at lata fólkið koma til arbeiðis klokkan 7 um morgunin meðan heimsmeistarakappingin er, soleiðis at tey hava meguleika fyri at síggja dystirnar í kappingini um seinnapartarnar. Lova frið Óttin fyri at ófriður tekur seg upp, og fyri at atsókn- ir fara at verða framdar undir heimsmeistarakapp- ingunum er minni nú, eftir at leiðarin hjá partisanfel- agsskapinum Montoneros hevur boðað frá, at hans- ara felagsskapur fer ikki at fremja nakra atsókn, meðan heimsmeistara- kappingin er. Í eini frágreiðing, sum er almannakunngjørd í Mexico City sigur leidar- in, Horacio Mendizabel, at limirnir i Montoneros hava fingið bod um ikki at gera nakað, sum kann á- virka ekið, har kapping- arnar eru, og samstundis ikki at gera nakað, sum kann skaða spælarar, á- skoðarar, ferðafólk ella blaðmenn. Fýra bólkar Teir fýra bólkarnir í heimsmeistarakappingini síggja soleiðis út: Bólkur 1: Argentina, Ungarn, Frakland og I- talia. Bólkur 2: Póland, Vest- urtýskland, Tuneisa og Mexico. Bólkur 3: Eysturríki, Spania, Sveríki og Bra- silia. Bólkur 4: Holland, Ir- an, Peru og Skotland. Fyrsti dysturin í morg- in verður sum sagt millum Vesturtýskland og Pó- land. Friggjadagin spæla Argentina og Ungarn, Frakland og Italia og Tu- nesia og Mexico. Leygardagin spæla Spania og Eysturríki, Sveríki og Brasilis, Peru og Skotland og Iran og Holland. Finalan i heimsmeist- arakappingini verður spæld 25. juni.