mikudagur 31. mai 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 41 — 31. mai 1978
kring oyggjarnar
7,2 mill. kr.
åliknadar í Runavík
Teir 872 skattaborgar-
arnir í Runavíkar kom-
munu skulu í hesum
figgjarårinum gjalda
tilsamans 7,2 mill. kr. í
kommunuskatti. Í far-
na fíggjarári var skatt-
urin 5,9 mill. og tá
vóru 835 skattaborgar-
ar í kommununi.
Vøksturin er umi.
20%.
Eftir at hækkingar
og lækkingar eru
gjerdar er skattainn-
tøkan 44,5 mill. kr.
Hon var 37,4 mill. kr. i
farna figgjaråri.
Skattaprosentið er
15, tað sama sum í fjør.
Niggju búpláss eru í
Runavíkar kommunu,
Skipanes, Seldarfjorð-
ur, Saltangará, Ritu-
vík, Æðuvík, Lambi,
Lambareiði, Glyvrar
og Runavík.
Skipanes — ein av teimum 9 bygdunum í Runa-
víkar kommunu
Av Eiði
Mánadagin var Hav-
hestur á Eiði og av-
reiddi 120.000 pund til
Nordis. Eini 20.000
pund vóru toskur,
meðan restin var upsi.
Sjey bátar á Eiði
rógva út við snellu. Í
síðstu viku lógu teir
upp í 1500 pund um
dagin.
Vaðhorn er í letuni
undir Íslandi. Teir
koma heim aftur týs-
dagin. Teir hava ligið
um 10.000 pund uppá
setuna, og hevdu má-
1adagin millum 80 og
90.000 pund.
Ætlanin var at Norð-
søki skuldi fara vid
snellu, men teir hava
nú ligið í tvær vikur
við maskinbreki. Aks-
ulin skal eisini skiftast
Realkredit-
stovnurin lænti
31,7 mill. kr.
í fjør
Realkreditstovnurin
hevur givið út rokn-
skap og frágreiðing fyri
roknskaparárið 1. apríl
1977 — 31. mars 1978.
Í hesum tíðarskeiði
hevur stovnurin útlænt
tilsamans 31,7 mill. kr.
Hesi lán eru farin til
tveir rækjutrolarar,
fimm feskfiskatrolarar,
til umbygging av ein-
um fiskifari, til triggjar
bátar um 50 tons og til
tiggju smærri fiskifør.
Í síðsta roknskapar-
ári fekk stovnurin til-
samans 35 umsóknir
um lán. Av hesum
vórðu 16 játtaðar og 11
sýttar. Fimm av um-
sóknunum eru tiknar
aftur, meðan stovnurin
ikki enn hevur tikið
steðu til triggjar av
umsóknunum.
Rakstrarvinningurin
hetta síðsta árið hevur
verið góðar tríggjar
mill. kr.
Realkreditstovnurin
hevur tilsamans játtað
356 lán, síðan hann
byrjaði í 1968, uppá til-
samans 235 mill. kr.
Henda upphædd er við
avdráttum og aftur-
goldnum lánum komin
niður á 94,5 mill. kr.
30 lánumsóknir, sum
stovnurin hevur játtað,
eru ikki útgoldnar enn.
Hesi lán eru uppá til-
samans um 26 mill.
kr., og verða væntandi
útgoldin í hesum fíggj-
arárinum.
Savna vitan um før-
oysk viðurskifti
— Mentunargrunnur Studentafelagsins heitir á fólk
um at lata inn ritgerðir o.tl.
Fyri at fáa eitt yvirlit
yvir, hvat er til av skriv-
aðum tilfari, keldum og
kanningum, um feroysk
viðurskifti, er Mentunar-
grunnur Studentafelags-
ins farin undir eina savn-
ing av slíkum tilfari.
Í eini grein í seinasta
Oyggjaskeggja sigur
nevndin i Mentunar-
grunninum, at fyri at
byrja onkustaðni, hevur
hon valt at savna allar
uppgåvur, »specialir« og
høvudsuppgåvur, sum
verða ella longu eru skriv-
aðar um føroysk viður-
skifti ella viðurskifti, sum
kunna vera av áhuga fyri
foroyska samfelagið. Tal-
an er um samfelagsligar
kanningar og nåturvisin-
dalig og mentanarlig evni.
Óneyðugt stríð
Eitt av endamálunum við
savningini er at lætta um
hjá teimum, sum í lestrar-
tíð síni vilja arbeiða við
onkrum føroyskum evni.
Hetta er í mongum feri
gjørligt, men torført at
fara undir, ti ringt er at
finna fram til tad tilfar,
sum hóast alt er til. M.a.
verður upplýst, at tey,
sum skriva um føroysk
viðurskifti, mangan sita
og stríðast við júst teir
somu spurningarnar og
antin ikki fáa loyst teir
vegna ov vánaligt samar-
beiði ella koma fram til
nøkulunda sama úrslit.
Hetta átti sjálvandi at
verið óneyðugt, ti tað
skuldi verið nátúrligt, at
ein fekk allar tær upplýs-
ingar, sum longu eru til
taks, fyri síðani at arbeiða
víðari út frá teimum. Vid-
ari verður sagt, at tað
kann hugsast, at nógv av
teimum arbeiðum, sum
longu eru gjørd, innihalda
upplýsingar, sum onkur í
løtuni situr og stridist við
at finna.
Eisini fyri skúlan
Mentunargrunnurin vísir
á, at hetta, at fara undir
at savna alt tilfar um før-
oysk viðurskifti, kann eis-
ini verða til frama fyri
menningina av ti nú lut-
víst føroyska skúlanum,
sum ikki enn hevur tær
negdirnar av feroyskum
vísindaligum tilfari og
lærubólkum, sum eru ein
treyt fyri, at innihaldið í tí
foroyska skúlanum lýkur
tey krev, sum mugu set-
ast til nútímans skúla-
Fingu 7 tons á
— royndin hjá Suðringi ov stutt til
at geva rætta mynd
Slek 7 tons av blálongu,
upsa, kongafiski og kalva
varð úrslitið av royndini
hjá feskfiskatrolaranum
Suðringi á djúpum vatni
við Feroyar. Suðringur fór
av Havnini 13. mai og
skuldi royna í fýra dagar,
men triðja dagin fekk ein
av manningini skaða í
beinið og varð farið inn við
honum.
Ongar rækjur
Suðringur var leigaður av
landsstýrinum til at gera
hesa royndina. Hann
hevði tilsamans 9 hál og
úrslitið varð 2100 kg av
blálongu, 2900 kg av
upsa, 2750 kg. av konga-
fiski og 120 kg av kalva.
Harumframt fingu teir
nakrar kassar av langa-
sporli og nakað av gull-
laksi, stinglaksi og ókend-
um fiskasløgum. Hesin
fiskur fór allur aftur í hav-
ið, men blálongan, upsin,
kongafiskurin og kalvin
varð avreiddur til flaka-
virkið á Tveroyri. Rækjur
vóru ongar, bert tvær.
Men teir kruvdu nakrar
blálongur og har funnu
teir rækjur. Tær vóru
kortini so illa farnar, at
ikki bar til at siga, um tað
vóru glasrækjur ella okk-
urt annað slag.
Páll Olsen, sum var við
Suðringi fyri Fiskirann-
sóknarstovuna, sigur, at
royndin var ov stutt til at
geva nakra rætta mynd av
troling á djúpum vatni við
Feroyar.
Fyrsta hálið, teir hev-
du, var á kantinum av
Feroya banka, á uml. 420
favna dýpi. Í hesum háli-
num fingu teir 7 kassar av
skap.
Mentunargrunnurin
heitir tí á øll, sum annað-
hvert sjálvi liggja inni við
uppgåvum, »specialum«
og høvudsuppgåvum ella
vita um onnur, sum gera
tað, um at siga grunni-
num frá. Síðani verður tað
vónandi ein siður, at ein
og hver, lesandi ella ikki,
letur Mentunargrunni
Studentafelagsins eitt ein-
tak av tí arbeiði, sum
verður gjørt.
Soleiðis kunna onnur
fáa atgongd til og gleði av
teirri vitan, sum longu er
til um tey ymisku før-
oysku viðurskiftini.
Mentunargrunnur Stu-
dentafelagsins heldur til í
Rantzausgade 7, 2, 2200
København N, tlf. (01)
371099 og (01) 813863.
blálongu. Síðani hevdu
teir trý hál við Bill Baileys
bankan, áðrenn teir hál-
aðu tvær ferðir á grynri
vatni, 110 favna dýpi, í ti
fyrra fingu teir 42 kassar
av upsa.
15. mai fóru teir at sigla
norðeftir og vestnorðvest-
ur úr Mykinesi 55 fjórð-
ingar úr landi koyrdu teir
trolið út eftir kongafiski, á
300 favna dýpi. Teir hov-
du trý hál eftir kongafiski
og fingu 6 kassar í tí
fyrsta, 8 í ødrum og 15 í ti
triðja.
Páll Olsen sigur, at teir
vóru ov seinir til at royna
eftir blálongu. Besta tíðin
er seinnapartin í apríl og
fyrst í mai. Hann sigur, at
teir skræddu illa og tað er
eisini ein orsøkin til, at so
illa gekst. Tey 9 hálini
vóru millum tveir og fimm
tímar.
Suðringur — royndin á djúpum vatni styttist, tí ein maður fekk skaða
SP
SYD