leygardagur 3. juni 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Hegni Djurhuus
Jóg
Sosialurin
sali
Utgevari
Blaðstjóri
Blaðmenn
an Jespersen
{ ppseting
Prent: Dimmalætting
YVIRFLADISKUR
Í DIMMALÆTTING týsdagin var ein
av teimum vanligu lestrunum hjå
formanninum i Sambandsflokki-
num, har hann skrivar eina heila
rúgvu upp og niður uttan at siga
nakað sum helst.
TAÐ EINASTA vit hava fingið burtur
úr hesum langa lestri er, at blað-
stjórin á Sosialinum fær eitt persón-
ligt skoðsmál, og tað er, at hann
hevur lítla politiska vitan, og er yvir-
fladiskur av náttúru.
GREINSKRIVARIN í Dimmalætting
— formaður í sambandsflokkinum,
løgtingsmadur og fólkatingsmaður
— er eisini fyrrverandi formaður í
prísráðnum, og sjálvandi hevur for-
manstíðin í prísráðnum lært hann,
hvat tað er at vera yvirfladiskur.
ØLL MINNAST hvat hann gjørdi.
Hann setti hámarksprís á jørð og
prísstopp á byggitilfari. Her í blað-
num nýttu vit fleiri teigar, og eisini
hendan teigin fyri at sannføra for-
mannin í prísráðnum um, at hetta
als ikki var nøkur loysn.
VIT VÍSTU Á, at á pappírinum kundi
ein sjálvandi keypa byggijørð fyri
tann lýsta hámarksprísin, men at
seljarin samstundis kundi gjalda
eyka undir borðinum. Vit gjørdu
honum fullkomiliga greitt, at hetta
als ikki var tann rætta loysnin.
TAÐ GEKK bert ein stutt tíð, so vóru
tiltøkini hjá formanninum í prísráð-
num sett úr aftur gildi. Tíðin hevði
longu sýnt, at vit fingu rætt, og at
tiltøkini hjá fyrrverandi prísráðsfor-
manninum vóru yvirfladisk og illa
umhugsað.
NÚ KUNDI ein trúð, at prísráðsfor-
maðurin veruliga fór at leggja alla
orku í at finna aðrar loysnir, men
gakk. Hann segði seg frá. Hann
hopaði aftur eftir hæli. Hann flýddi.
Stakk halan millum beinini.
BLAÐSTJÓRIN á Sosialinum tekur
sær tað ikki nær, tá fyrrverandi
formaðurin í prísráðnum gevur hon-
um tað skoðsmál, at hann hevur
lítla politiska vitan, og er yvirflad-
iskur av náttúru.
HENDA metingin hjá fyrrverandi
prísráðsformanninum er helst eitt
skot líka nógv við síðuna av sum
prísráðsskotið á sinni.
við-
merkingar
Nr. 42 — 3. juni 1978
Ohugnaligi Jørmund Vágadal
I Dimmalætting sidsta
leygardag er harra Våga-
dal farin at >„útleggja<
nakad fyri folkid her å
landi. Hetta botnar i
nøkrum, sum er ógvuliga
óhugnaligt, og sum harvið
grevur veitirnar djúpari í
fólki okkara enn neyðugt
er. Men Vágadal sýnist at
njóta henda framgangs-
háttin! Hasin maðurin
kennir so væl hasa resept-
ina: at leggja menn og
aðrar flokkar enn sam-
bandsflokkin bæði undir
líkt og ólíkt og varð hesin
mátin nýttur dúgliga av
hesum sama persóni upp
undir síðsta val. Millum
valini roynir hann serliga
at finna ávísar aktuellar
hendingar fram, sum t.d.
ferð løgmans til Russ-
lands, Wurmbrand og nú
leygardagin í Dimmu
sorgarleikin við Aldo
Moro, sum vit øll meiri
ella minni vóru skelkað
av.
Men tað legna í hesum
>viðgerðum< av umtalaðu
hendingum, er tað, at
Vágadal í veruleikanum er
púrasta kaldur um, hvus-
su og hvat hevur fyri-
gingist. Men hann freist
um eitt, og tað er, at hann
igjøgnum hesar hendingar
fær givið javnaðarflokki-
num í Feroyum eitt esil-
spark so tað forslær.
Hann fer so langt í sínum
forbitraða hati móti javn-
aðarmonnum, at hann
beinleiðis sigur, at Reyðu
brigadurnar í Italia vilja
tað sama sum javnaðar-
menn í Feroyum — báðir
partar siga seg at vera so-
sialistar, also er Feroya
javnaðarflokkur = Reyðu
brigadurnar. Tó vilja vit
her heima ikki nýta harð-
skap fyri at náa á mál,
men annars er ongin mun-
ur sambært Vágadali!
Hetta er milt sagt ein
vandamikil samanbering.
Fyri tað fyrsta er ringt at
bera saman lond sum
stóra Italia og lítlu Fer-
oyar. Og harnæst vendu
allir politiskir flokkar har í
landinum valdsgerðunum
hjá Reyðu brigadunum
bakið í andstygd, líka frá
kommunistum til nýfas-
istar. So har skuldi onki
verið at ivast í, men Vága-
dal roynir at villleiða við
vilja fyri at mótarbeiða
javnaðarpolitikkinum í
Feroyum. Tað sýnist at
vera hansara heilaga skyl-
da, og ongi vápn verða
skýggjað. Við hvert eru
tað líðandi »brødur« Jør-
mundar eystan jarntjald-
ið, sum verða tiknir til
inntekt fyri, hvussu ræðu-
ligir javnaðarmenn í Fer-
oyum eru. Ti teir eru sam-
bært Vágadali tað sama
sum kommunistar. Hesa-
ferð er tað Aldo Moro,
sum javnaðarmenn hava
dripið, óbeinleiðis, og
gudarnir skulu vita, hver
verður næstur á skránni í
javnaðarforskrekkilsi Jør-
mundar?
Fólk vildu ivaleyst hild-
ið meg vera fram undir
vitleysan, um eg fór at
nýta sama samanbering-
arhátt sum harra Vágadal
við t.d. at sagt, at Jer-
mundur er at líkna saman
við sokallaðu Rokkararnar
ella Gladsaxebumbu-
mannin í Keypmanna-
havn, sum eru svornir
antikommunistiskir ung-
dómar, sum siga seg at
mótarbeiða vinstravend-
ingini í samfelagnum við
bumbum og súkkluketum.
Ein og hver dugir helst at
síggja, at soleiðis ber nú
einaferð ikki til at saman-
bera. Hetta er heilt einfalt
at skjóta við síðuna av at
seta líkheitstekin millum
bumbumannin í Gladsaxe
og Jermund Vágadal úr
Sandavági, av tí hesir
báðir feðgarnir siga seg at
vera antisosialistar burt-
urav. Eins skeivt er tað at
sammeta javnaðarflokkin
í Feroyum við Reyðu bri-
gadurnar í Italiu, hetta
áttu Jørmund at skilt!
Eitt demi, sum harra
Vágadal kemur við, er
hendingin við Hans Mart-
in Schleyer. Í Vesturtýsk-
landi hava teir havt javn-
aðarstjórn í fleiri valskeið
og ongastaðni er bardagin
móti terroristum so væl
fyriskipaður sum júst har.
Men andsteðan í Vestur-
týsklandi, kristiligu de-
mokratarnir (sambands-
og fólkafloksmenninir har)
hava kravt uppaftur
strangari reglur settar í
gildi, so sum at loyva
húsakanningar uttan
rættarúrskurð, fastseting
av fólki, sum illgruni er
um, avlurting av telefon-
um, kanning av privat-
brevum o.s.fr. Men har
hevur samveldiskanslarin
sagt »dertil og ikke læn-
gere,« ti hvat kann hetta
ikki føra til, um »rætta«
stjórnin ella »rætti« mað-
urin kemur framat? Í
Týsklandi vita teir betur
enn aðra staðni, hvat slíkt
kann føra við sær. Ein
eigur ti ikki fullkomiliga
at blíva i ørviti av so-
vorðnum skelkandi hend-
ingum og harvið seta hart
vunnin demokratisk rætt-
indi úr gildi í >demokrati-
ets hellige navn.« Ti
spurningurin er nevniliga,
hvar er markið millum
einaræði og fólkaræði?
Jermund Vágadal tosar
eisini um at steðga vinst-
ramonnum her á landi,
sum eggja til >vápnaðan
uppreistur,« ti nú tolir
demokratiið ikki meir.
Fyri tað fyrsta trúgvi eg
ikki so nógv uppá koll-
velting í Feroyum, bara
tankin er láturligur. Og
fyri tað næsta, so er Jer-
mundur inni á tí skeiva
tankanum at meirilutin
ræður í demokratiska
samfelagnum. Demokrati
merkir frælsi til at stýra
sær sjálvum og fyritreytin
er, at talu-, trúar-, skrivi-,
hugsunarfrælsi o.s.fr. eru
til staðar. Um ein fer í
hernað móti hesum grund-
lógarfestu rættindum, er
tað ofta fyrsta tekinið um,
at teir, sum sita við vald-
inum, eru bangnir fyri
fólkinum. Demokrati er
treytað av virðing fyri tí
einstaka menniskjanum,
diktaturið tolir bert við-
haldsmenn. Demokratiið
kann politiskt bert blíva
ein formur at stýra og
einki annað, og økonom-
iskt ein hvervisjón og um
so er, er vegurin ikki
langur til diktaturið, og
tað er júst her, at javnað-
arpolitikkurin hevur sína
stóru missión.
Um slíkir terrorista-
bólkar sum Reyðu brigad-
urnar og Bader-Meinhof
v.m. skulu viðgerast, so
má tað vera ein viðgerð av
einum heilt eðrum slag
enn tann bláoygda og
frammanundan avgjerda,
sum harra Vágadal ger
seg til talsmann fyri!
Annars hava javnaðar-
menn havt reinan meiri-
luta i svenska rikisdeg-
num og harvið myndað
stjórn í Sveríki í meiri enn
40 ár, og eg kann upplýsa
Jermund Vágadal um, at
har er sum kunnugt ikki
nakað sum helst av ellum
tí ræðuliga, sum hesin
maður so fegin vil hava
okkum at trúgva. Komm-
unisma, sum vit kenna
hana í Sovjetsamveldi-
num og sosialdemokrat-
iskur politikkur, sum vit
kenna hann førdan i Svø-
ríki t.d., er og verður ong-
antið tað sama. Hetta vita
øll hampafólk um at siga.
Men bíðið bara, harra
Vágadal blívir ivaleyst við
við sínum møsni hetta til
7. november, livst so
spyrst?
Johan Samuelsen
dagbókin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Fztur M.
Rasmussen, altargongd;
Vesturkirkjan: Kjartan
Mørkøre; Gjógv: Hans J.
Joensen; Rituvík: Jóhs.
Follend, altargongd; El-
duvík: Torkil Beder, alt-
argongd; Hestur: Høgni
Poulsen.
Filadelfia
Meti í losjuhúsinum í
Sandavági í kveld kl. 20
og sunnudagin kl. 16. Úti-
meti í Sørvågi í dag kl. 18.
Missiónshúsið
á Tvøroyri
Sunnudagsskúli kl. 10 í
kirkjuni og missiónshús-
inum. Møti sunnukvøldid
kl. 19.
Famien
Møti i kirkjuni sunnu-
kveldið kl. 18 v/ Martini
Hammer, trúboðara. Sun-
t
nukvøldid kl. 20 greidir
Martin Hammer frå Isra-
elsferð og vísir myndir
haðani í skúlanum.
Brúdleyp
Í dag giftast í Christians-
kirkjuni Birna Serensen
úr Klaksvík og Jógvan
Ravnsfjall úr Miðvági.
Brúdleypsadr.: Oyraveg-
ur, Klaksvík.
Fødingardagur
Í morgin, 4. juni, fyllir
Maria Samuelsen 88 ár.
17,97% og ikki 20%
Í blaðnum mikudagin
stóð, at feroyski útflutn-
ingurin í tidarskeidinum
januar — apríl í ár var
20% minni enn somu
mánaðir í fjør. Nú upplys-
ir Hagdeildin, at ein villa
var í yvirlitinum frá teim-
um. Tað skuldi standa
17,97% í staðin fyri
19,97%.