Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í. Í — Nr. 42 — 3. juni 1978 sosialurin Síða 3 „ Kaisfles + , + Set { 3 Trøllanes r H ? Få % ag úr Æ Vesssky ” stjal Ipsartangu. H J me Á Djúpadatsgjøgv ' 3. stidølur ir > Djúpidalur i 27 ngin 1 ger ” RN pr i + "7 evnertindur #3. Mikladalur Ba, Á Ske Havnarteng x Miki:dajur Landsverkfrødingurin keypt borima- skinu fyri tvær mill. kr. til berghols- gerdina i Kalsoynni Bergholsgerðin á Kalsoynni er byrjað. Í løtuni verður arbeitt vid at gera munnan til tað sunnasta bergholið, og um ein mánaða verður klárt at seta á fjallið. Mett verður, at teir 44 íbúgvarnir í Mikla- dali fáa vegasamband til Húsar og Syðradals um trý ár. Arbeiðið er mett at kosta 25 mill. kr. tilsamans Trý berghol skulu gerast á Kalsoynni. Tað sunnasta verður 1300 metrar langt, frá Hattardali norður á Villingardal. Har verða so gjørdir 400 metrar av vegi, áðrenn sett verður á Heimarafjall. Bergholið gjøgnum hetta fjallið verður 800 metrar, norður á Ritudal. Í Ritudali verða eisini gjørdir 400 metrar av vegi, áðrenn farið verð- ur gjøgnum Gåsafjall og norður til Mikladals. Frá norðasta bergholsmunna- num skulu gerast 800 metrar av vegi oman til bygdina í Mikladali. Samlaða bergholslongd- in verður 3,2 km og saml- aða vegalongdin 6,6 km. Teir fýra kilometrarnir av vegi frá Húsum og norður til sunnasta bergholsmun- nan, eru gjørdir. Hesi trý bergholini verða 4,3 metrar breið og 5 metrar høg. Fyri hverjar 200 metrar verða vikiplass gjørd. Samladi kostnaðurin fyri alt hetta arbeiðið er mettur til 25 mill. kr. Nýggja borimaskinan hevur tveir boriafmar. Stólurin frammanfyri verður brúktur, tá leðast skal Bergholsgerð nakað nýtt hjá landsverk- frødinginum Landsverkfrødingurin skal sjålvur standa fyri arbeidinum i Kallsoynni, og hetta verdur nakad nytt hjå Landsverkfrød- inginum, ti byggifelagid E. Pihl & søn hevur gjørt øll hini bergholini i Føroy- um. Til bergholsgerðina á Kalsoynni hevur Lands- verkfreðingurin keypt eina nýggja borimaskinu fyri tvær mill. kr. Hetta er ein Atlas Copco maskina, ein Bommer H 121, sum i letuni stendur í Klaksvík. Henda maskinan er 12,5 metrar long og vigar um 20 tons. Hon hevur tveir boribummar og eitt ar- beidsøki uppá umleið 40 kvadratmetrar. Hon kann bora upp til 3,3 metrar inn í fjallið. Reinligari at arbeiða Hetta er tann fyrsta ma- skinan av hesum slagnum í Feroyum. Hon verður rikin hydrauliskt, meðan allar aðrar tilikar borima- skinur, sum eru í landi- num, verða riknar við luft. Maskinan ger tað mun- andi reinligari inni í berg- holinum. Dieselmotorurin verður bert brúktur til at flyta hana á staðið. Siðan verður hon rikin við rav- magni. Hon hevur tveir el-motorar, sum reka tær hydraulisku pumpurnar. Fyri at útvega nóg mik- ið av ravmagni til ma- skinuna, verður í letuni uppsettur ein transforma- torur uttanfyri tann sunn- asta bergholsmunnan. Til vidlikahald og um- væling av > maskinuni, hevur Landsverkfrøding- urin útvegað sær ein ser- vicu-kontainara frå Atlas Copco, sum er útgjerdur við tólum til vidlikahald og umvæling av eini tilik- ari maskinu. Til tess at læra seg at nýta hesa maskinuna, ha- va tveir mans frá Lands- verkfreðinginum verið á skeiði í Sveríki í tvær vik- ur. Liðugt um trý ár Tað verður Niklas Foldbo, verkfreðingur hjá Lands- verkfrødinginum, sum kemur at standa fyri ar- beidinum i Kalsoynni. Niklas Foldbo sigur, at tilsamans einir 15 mans koma at arbeiða uppá bergholini og vegagerð- ina. Hann metir at tað verður klárt at fara undir at bora fyrsta bergholið um ein mánað, og at ar- beiðið fer at taka eini trý ár, til summarið í 1981. Arbeitt verður í tveim- um holdum, og ta fyrstu tiðina er ætlanin at spreingja tvær ferðir um samdegrið, góðar tríggjar metrar hverja ferð. Mø- guliga verða teir ferir fyri at spreingja triggjar ferðir um samdegrið, tá gongd er komin á arbeiðið, so- leiðis at teir klára 9—10 metrar gjøgnum fjallið um samdøgrid. Tilsamans skulu bruk- ast um 130 tons av dyna- mitti til spreingiarbeiðið. 44 íbúgvar í Mikladali Við hesi berghols- og vegagerð fær Mikladalur vegasamband við hinar báðar sunnaru bygdirnar á Kallsoynni, Húsar og Syðradal. Líðarmunni > i N Biankskat 1 Nest ; , 64 stang Klubbin. Ar | Gatvur Tað eru 4 km av Húsum norður til sunnasta berghols- munnan. Samlaða bergholslongdin verður 3,2 km, með- an samlaða vegalongdin millum Húsar og Mikladal verður 6,6 km Við fólkateljingina í september í fjør, vóru til- samans 44 íbúgvar í Mik- ladali, av hesum vóru teir fýra undir 17 ár. Einasta bygdin á Kals- oynni, sum síðan manglar at fáa vegasamband er Trøllanes. Har búgva 19 fólk. | | Berghol 1 | | 1,300 m '400m | 400 m = N El-kápulin verður rullaður upp á ta stóru rulluna aftanfyri á maskinuni —ww—w—w—w—w—w—w—ww——wwwWw—wWw—w—wWw—w—w—m—w—m—m—m——m——mmmmCKK——IU)<