Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 42 — 3. juni 1978 kring oyggjarnar 7 mans settir hjá SEV A stýrisfundi friggja- dagin í síðstu viku vórðu 6 mans settir í sterv hjá SEV. Sam- stundis tók stýrið stødu til setan av ein- um skrivstovustjóra. Til hetta starvið vóru 7 umsekjarar. Fimm mans vórðu settir til virkið á Sundi, tveir maskinmeistarar og tríggir hjálpar- meistarar. Til virkið í Vestmanna varð settur ein tekniskur leiðari. Fleiri størv hjá SEV verða lýst leys í næstu framtíð. 15.000 flugu Í mai mánað ferðaðust 3.675 fólk um flogvell- in í Vágum. Hetta eru 26 fleiri enn sama mán- að í fjør. Heildartalið fyri ársins fimm fyrstu mánaðir er 15.079 mót- vegis 13.869 sama tid- arskeiðið í 1977. Hetta er ein vekstur uppá slek 9%. Håtidarhald i Vågi hann doyði 5. juni 1944 Mánadagin, grundlóg- ardagin, verður hátíð- arhald í Vági í sam- band við, at tað eru lið- in 100 ár, síðani Jákup Dahl, próstur, varð feddur við Krosslið í Vági Hátíðarhaldið byrjar kl. 15 við minningar- gudstænastu í Vágs kirkju, har Eivind Vil- helm, biskupur, præd- ikar. Eftir gudstænastuna avdúkar Marianna, dóttir Jákup Dahl, eina standmynd av prósti- num, og Sverri Dahl heldur reðu. Kirkju- kórið Ljómur syngur bæði við gudstænast- una og avdúkingina. Standmyndin stend- ur vestanfyri kirkjuna Janus Kamban hevur gjørt hana úr bronsu Jákup Dahl, próstur, varð feddur 5. juni 1878 og og við fótinum, sum Grótvirkið hevur gjort, er standmyndin 3 metr- ar heg. Eftir avdúking- ina er Vágs byråd vert- ur við ein degurða. Jákup Dahl varð gjørdur til heiðurborg- ara í Vági i 1943, árið fyri, hann doyði. Standmyndin kostar uml. 200.000 kr. Ein nevnd varð sett í 1975 til at útvega pening til hana. Í hesi nevndini vóru 3 umboð fyri kirk- juráðið, 2 fyri býráðið umframt Eivind Vil- helm og Mortan Nol- see. Napoleon Nolsee er formaður nevndar- innar. Nevndin hevur fingið pening til vegar frá stovnum, Vágs bý- ráð, ættarfólki og ødr- um. Landsfelag fyri føroyska dansin — tey 10 dansifeløgini hava tikið seg saman fyri at stuðla og verja dansin Seinasta leygardag stovn- aðu umboð fyri tey 10 dansifeløgini i Føroyum eitt landsfelag, sum skal studla føroyska dansinum og ansa eftir, at hann ikki verður misbrúktur, hvørki innan- ella uttanlands. Landsfelagið skal eisini stuðla útgávu av kvæð- um. Á stovningarfundinum, sum var í Havn, varð av- gjørt, at landsfelagið skal hava eina 10-fólka nevnd, soleiðis, at hvert felagið velur sín lim í nevndina. Nevndin skipar seg síðani sjálv og heimstaður lands- felagsins er, har sum for- maðurin býr. Nevndin skal velja eina 3-fólka starvsnevnd, sum hevur tann dagliga raksturin undir hond. Nevndirnar báðar eru ikki valdar enn. Sunnbingar sendu fundarboð Tey eru fleiri, sum hetta seinasta árið hava hugsað og tosað um at samskipa dansifeløgini í eitt lands- felag. Tá so sunnbingar í november í fjør fingu Eu- ropavirðislenina, hildu teir, at teir skuldu taka stigið og bjóða hinum fel- øgunum til fundar. Hesin fundur var í Havn fyri tveimum mánaðum síðani og nevndirnar í øllum dansifelogunum sendi umboð. Tað bar kortini ikki til at stovna landsfel- agið á hesum fundinum, tí umboðini høvdu íkki myndugleika til hetta. Semja varð um, at fel- øgini í Suðri skuldu gera eitt lógaruppskot og senda tað til hini feløgini, sum so kundu viðgera tað á limafundi. Hetta varð gjørt og á stovningarfund- inum leygarkveldið høvdu ell feløgini viðmerkingar til uppskotið. Eftir at hava tjakast aftur og fram í nakrar tímar, varð so tann endaliga lógin sam- tykt. Fult ræði innanhýsis Oll dansifeløgini, 10 í tali, eru við í landsfelagnum. Tey eru Vága dansifelag, Dansifelagið í Havn, Norðstreymoyar dansifel- ag, Norðoyggja dansifel- ag, Eysturoyar dansifel- ag, Nólsoyar dansifelag, Stígum fast (á Sandoyn- ni), dansifelogini í Suður- oyar norðaru og sunnaru helvt og Sunnbiar dansi- felag. Hesi feløgini hava tilsamans uml. 2400 limir. Limagjaldið er ásett til 800 kr. um árið fyri felag- ið. Í lóg landsfelagsins er dentur lagdur á, at felagið ikki skal leggja seg uppí innanhýsis viðurskifti hjá teimum einsteku dansifel- øgunum. Hinvegin kann landsfelagid veita studul, um okkurt av feløgunum skal uttanlands at dansa. Tað er eisini ætlanin, at landsfelagið skal leggja uttanlandsferðir til rættis, soleiðis, at ikki fleiri felog fara eitt árið og kanska onki árið eftir. Somuleiðis skal tað taka móti gestum uttaneftir. Endalig støda var ikki tikin til navn felagsins, seinast vit frættu, so tað var ikki almannakunn- gjort. Westward Ho er vinsæl Westward Ho TN 54, ella Sluppin, sum hon vanliga verður nevnd, fekk á eini samkomu umborð miku- kveldið eina peningagávu. Tað var Santa Jerunds gildið í Havn, sum gav 10.000 kr. Hetta var ein partur av vinninginum av føstulåvintsskemtinum i Ítróttarhellini i år. Sam- stundis sum gåvan varð handað, varð upplýst, at leiðslan í Santa Jerunds gildi er farin undir at fyri- reika stovnsetingina av einum sluppvinafelag. Limirnir í Gildinum hava stóran áhuga fyri Sluppini. Teir halda, at hon eigur at vera í góðum standi og brúkast. Gildið kann tó ikki á hverjum ári veita Sluppini peninga- gávur, so tí er ætlanin at stovna eitt felag, sum kann lata inntøkur sínar fara víðari til Westward Ho. Limir í Santa Jørunds gildi eru til reiðar at gera tey arbeiði umborð, sum eru neyðug. Tað kann nevnast í hesum sam- bandi, at síðan februar hava limir í Gildinum um- vælt alt skipið og 13. mai fóru 20 av teimum ein túr til Hetlands við tí. 20.000 kr. um árið Tað er dýrt at halda Sluppina í góðum standi. Viðlíkahaldið kostar einar 20.000 kr. um árið. Ann- ars hevur hon hetta sein- asta árið fingið umvæling- ar fyri 100.000 kr., m.a. nýtt segl og rigning fyri góðar 40.000 kr. Westward Ho fer um eina viku til Aberdeen, á fiskivinnustevnuna har. Á vegnum heim aftur skal hon inn í Wick, hagar hon er boðin av einum felag, sum arbeiðir fyri varð- veiting av ellum gomlum.