leygardagur 3. juni 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 42 — 3. juni 1978 sosialurin
Síða 5
Nú verður tollur [ES
|
goldin fyri 70 cl
— Gjaldstovan fingið
boð um at tolla rúsdrekka
eftir innihaldinum í flosk-
uni
Landsstýrið hevur nú giv-
ið Gjaldstovuni boð um at
tolla rúsdrekka sambært
ti veruliga innihaldinum í
fløskunum. Hetta er gjørt
eftir at landsstýrið hevur
avgjert ikki at appellera
dómin um telling av rús-
drekka, sum fall í Feroya
rætti 6. april í år.
Hetta hevur vid sær, at
tollurin å eitt nå finspritti
er vordin 5 kr. minni og å
akvavittfløskuni er hann
2,20 kr. minni. M.a. hesi
bæði sløgini hava tey
seinastu árini verið í 70 cl.
fløskum, men keypararnir
hava tó framvegis goldið
toll fyri 75 cl., tí Gjald-
stovan hevur brúkt 75 cl.
sum standardmál fyri all-
ar 3/4 fløskur.
Klerens stevndi
Tad er fyrrverandi futi,
Jens Klerens, sum i de-
sember 1976 stevndi
landsstyrinum og kravdi,
at tollur av rúsdrekka skal
roknast eftir ti innihaldi,
sum er í fløskunum.
Føroya rættur gav
Klerens viðhald í hesum
og landsstýrið hevur nú,
sum fyrr sagt, avgjørt at
fylgja forskrift dómsins.
EEC-reglur áseta 70 cl, men feroyingar hava kortini
goldið toll fyri 75
Flyta í lands-
fjósið í juli
Verkstaðið kostar 8-9 mill br.
Í komandi mánað fer
Landsverkfreðingurin at
taka nýggja verkstaðið,
sum er bygt norðanfyri
Kollafjerð, tað sokallaða
landsfjósið, í brúk.
Hetta verkstað hevur
eina samlaða gólvvidd
uppá umleið 2200 m?.
Bygningurin rúmar verk-
staðshelum, eykaluta- og
eðrum goymslum, hølum
til starvsfólkið umframt
umsitingar- og skrivsto-
vuhølir.
Tad koma at starvast
millum 12 og 15 mans å
verkstaðnum, umframt
nakað av fólki á eykaluta-
goymsluni.
Samlaði byggikostnað-
urin fyri fjósið liggur mill-
um 8 og 9 mill. kr.
215 maskinur
Nýggja landsfjósið verður
hevuðsverkstaðið hjá
Landsverkfreðinginum,
og tað avloysir hevuðs-
verkstaðið, sum higartil
hevur verið í gamla pakk-
húsinum á keiini í Kolla-
firði.
Nýggja verkstaðið skal
saman við fýra smærri
verksteðum í Suðuroy,
Sandoy, Eysturoy og
Norðuroyggjum, hava alt
vidlikahald og alla um-
væling av teimum tilsam-
ans 215 maskinunum,
sum landið eigur.
Landið hevur sjálvt ser-
vicu uppá allar sínar ma-
skinur. Hetta ger at
keypsprísurin verður nak-
að væl lægri, men tað
hevur eisini sínar skyldur.
20.000 eykalutir til tær
ymsu
ymsum merkjum liggja
altið á goymslu.
maskinurnar av
Data-viðgerð
So hvert sum maskintalið
hjá Landsverkfreðingi-
num er ekt, hevur tað
verið stødugt truplari hjá
vanligum heilum at fylgja
við og halda skil á ellum
maskinunum. Í dag eru
tær einar 215 í tali.
Ti hevur Landsverk-
frødingurin lagt umsiting-
ina og eftirliti3 vid ma-
skinunum um til EDB-
viðgerð. Henda umbygg-
ingin er ikki heilt liðug
enn, men tey seinastu
data-programmini verða
gjørd í hesum á:iaum.
Data-tólini verða fóðrað
við upplýsingum um
hverja einstaka maskinu.
Tey fáa upplýsingar um
arbeiðstímar, vidlikahald,
umvæling, oljunýtslu,
eykalutir o.s.fr. Datama-
skinan hevur eina grund-
vitan um tær einstøku
maskinurnar, og hvussu
tær skulu vidlikahaldast.
Hon verður sidan fóðrað
við upplýsingum frá
rapportum, sum teir, ið
passa maskinurnar,
skriva dagliga. ;
Data-maskinan kann so
til eina og hverja tíð geva
eitt fullfiggjað yvirlit yvir
ell arbeiðsplássini hjá
Landsverkfreðinginum,
og hvussu nógvar maskin-
ur av hverjum slag eru á
teimum ymsu arbeiðs-
plássunum. Hetta lættir
munandi um flytingina av
maskinum millum ar-
beiðsplássini.
Fyri hverja einstaka
maskinu ella fyri eitt slag
av maskinum kann data-
maskinan so upplýsa um
arbeiðstímar, oljunýtslu
o.s.fr. Hon peikar út tær
maskinurnar, sum ikki
hava fingið vanligt við-
líkahald, sum hava havt
óvanliga stórar umvæl-
ingarútreiðslur, ella sum
ikki hava gjert nóg mikið
til nyttu, umframt at hon
kann lata hópin av eðrum
statistiskum tilfari.
Byrjaðir
at stoypa
í Reykjavík
Arbeiðið við at stoypa
upp nýggja feroyska
sjómansheimið í Reyk-
javík er nú byrjað. Sjó-
mansheimið verður í
trimum hæddum, til-
samans 1267 m*. Mett
verður, at heimið inni-
lokað kemur at kosta
1,5 mill. kr. Byggingin
verður figgjad við ein-
um árligum happa-
drátti, har høvudsvinn-
ingurin er ein bilur
Eisini verður skipað
fyri basarum, kaffiselu
0.0. A figgjarlog løg-
tingsins fyri 1978/79
eru settar av 450.000
kr. til sjómansheimið.
Nyggja sjomans-
heimid kemur at stan-
da mitt i Reykjavik,
beint niðanfyri Sjó-
mansskúlan.
Fólkafundur
í Klaksvík
Norðoyastevnudag,
t.e. í morgin sunnu-
dagin, verður fólka-
fundur i Klaksvík.
Fundurin byrjar um
tvey-tiðina í Vágstúni,
ella tá skrúðgongan av
hornorkestrum, skót-
um og ítróttarfólki,
sum byrjar norðuri á
gomlu Stongum, er
komin heim í Vágstún-
ið. Arni Absalonsen,
útvarpsmaður, heldur
roðu á fólkafundinum
og aftaná spæla Havn-
ar hornorkestur og
Klaksvíkar hornorkest-
ur.
Túnadansur
til frama fyri
hornorkestur
Túnadansurin hjá Li-
ons Club Tórshavn í
kommunuskúlagarði-
num verður í ár leygar-
dagin 17. juni. Nevnd-
in, sum fyrireikar tú-
nadansin, hevur av-
gjert, at hesaferð skal
vinningurin fara til
hornorkestrini í Havn.
G.H.M. og Havnar
hornorkestur. Bæði or-
kestrini gera eitt stórt
arbeiði fyri musikklivid
og tey eru við til at
seta sín serliga dám á
byarlivid. Fyri at eggja
til, at hetta arbeiðið
skal vera dygdargott
eiga tey peningaligan
studning uppibornan
til tól, nótar, venjarar
O.a., sigur nevndin i
einum tidindabrævi.
Í samband við túna-
dansin verða í hesum
degum seldir lutaseðlar
í Havn. Vinningurin er
fullkomin leguútgerð
til 4 fólk: tjald, lesegl,.
ryggsekkir, soviposar,
luftmadrassur, gass-
kókitól, grýtur, panna,
borðiskar, gaflar, kniv-
ar og skeiðir, krúss,
stólar og borð. Drigið
verður á midnátt 17
juni.
Túnadansurin verð-
ur fyriskipaður sum ár-
ini frammanundan,
men tó verður okkurt
nýtt hesaferð
24 útlendskir
blaðmenn
vitja i Føroyum
Í hesi vikuni hava til-
samans 24 útlendskir
blaðmenn og umboð
fyri fyritøkuna Atlas
Copco vitja i Føroyum
Tað er hetta felagið
sum hevur skipað fyri
hesi útlendsku blað-
mannavitjanini. Evnið
á ferðini hevur verið
samferåsla í Føroyum
Blaðmenninir eru úr
Bretlandi, Týsklandi,
Marokko, Danmark,
Noreg og Svøriki. Um-
bod fyri tvey føroysk
blød hava eisini luttikið
1 einum parti av
skrånni
Utlendingarnir ko-
mu vid flogfari tysdag-
in, og fóru avstað aftur
í gjár. Týsdagin hugdu
teir at arbeiðsplássum
0.0., nær við Havnina
Mikudagin vóru teir
ein túr í Noråstreym-
oy, Eysturoy og Norð-
uroyggjum. Her hugdu
teir at ymsum arbeiðs-
plássum hjá Lands-
verkfrødinginum, um-
framt at vitja varð á
Skála Skipasmiðju, í
kirkjuni og Blásastovu
í Norðagetu og á Kósa-
virkinum í Klaksvík.
Hitabylgja
Heitasti dagur higartil
í ár var hósdagurin.
Vesturi í Vágum, á
flogvellinum, máldu
teir 20 stig seinnapart-
in. Um somu tíð vóru
16 hitastig í Havnini
og 11 á Akurbyrgi.
Aftur eldur
í kirkjuni
Um niggju-tidina
mikumorgunin kom
eldur i takid å Advent-
istakirkjuni, sum er i
gerð við Hoyvikstjørn.
Tjerupapp verður lagt
á takið og teir brúka
gass til at hita tað við.
Eldurin var ikki stórur
og hann varð slektur
beinanvegin.
Hetta er aðru ferð,
slekkiliðið er kallað til
kirkjuna.