Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 42 — 3. juni 1978 Samreða við Ellu Midjord: Fiskagentan varð lítið vird — hon luktaði av fiski Í hesi samrødu greiðir Ella Midjord m.a. frá fiskaarbeidi á Tvøroyri fyri fimti árum síðani. Tá kontant løn ikki fekst. Um Ísvirkið. Um tá hon varð vald í kommunustýrið. Um AT. Um samanhald millum fiskagenturnar. Um, hví yvirstættin skuldi hava sín egna skúla. Um samarbeiði millum fakfeløg og javn- aðarflokkin. Ella Midjord heldur, at Javnaðarflokkurin hevur arbeitt væl í landsstýrinum, og heldur ikki nakra orsøk vera til, at javnað- arflokkurin tekur upp samarbeiði við sambandsflokkin, tí teir eru ov afturhaldssinnaðir — Hvussu vóru arbeiðs- viðurskiftini hjá fiska- gentunum á Tveroyri, áðrenn Fiskepigernes Fagforening varð stovn- að? — Tey vóru bæði góð og ring. Lenin var so lítil, og arbeitt varð allan dag- in. Fyrstu lenina, eg minnist, var ein daglen uppá 1,20 kr. Undir fyrra heimsbardaga var lenin eitt sindur frægari, men tá heimsbardagin var av, fór lenin niður aftur. Tað var tá ofta havt á máli, at fiskagenturnar skuldu taka seg saman í felag. Men ikki fyrr enn í januar 1922 tóku tær seg saman og fóru runt bygd- ina til allar, sum tær vistu, arbeiddu í fiski, og bóðu tær skriva seg á ein lista. Somikið nógvar komu uppá listan, at tann 29. januar 1922 hildu tær fund og stovnaðu fakfel- agið. Sjálv var eg ikki við tá, men um vit skulu nevna onkrar av teimum, sum gingu á odda, vóru tað Magdalena Olsen, Anna Hovgaard og Poulina Einarsson. Hetta var fyrsta nevnd felagsins. Annars vóru fleiri, sum hjálptu til. — Fingu tit eisini hjálp frá arbeiðsmannafelag- num Fylking? — Tær fingu góða hjálp, frá Hans Hansen, sum var limur í Fylking, til at gera lógir og at fáa felagið í gongd. Tað er tó synd at siga, at tað gekk væl ta fyrstu tíðina. Ikki vóru tær kenar í skriving, og fingu tær sær tí ein skrivara, men hetta mátti vera í loyndum. Hetta var eitt mannfólk, og hjálpti hann teimum við felags- arbeiðinum. — Fyrsta mál, sum fel- agið legði fram, var at fáa tímalenina upp á 20 oyru. Lenin var 15 oyru framm- anundan. Hverki hetta. at felagið var stovnað ella, at tær kravdu meiri len, varð væl móttikið av arbeiðs- gevarunum. Og ikki vóru tað allar genturnai, sum tordu at vera við. Lønaråseting 1. mai — Tað var altíð til 1. mai, at lønirnar vórðu lagdar til rættis. Hetta var um tad mundið, skipini komu av Suðurlandinum. Hetta var einasti meguleiki at fáa lønina upp. Um lenar- krevini ikki tá vórðu eftir- líkað, komu skipini at liggja. Men tað kundu ganga upp í átta dagar, áðrenn semja fekst millum arbeiðsgevararnar og fis- kagenturnar. — Hóast ikki var lætt, so stóðu allar saman, meðan lenartingingar vó- ru. Eingin tordi at fara til arbeiðis, og um tær fóru, vórðu tær steðgaðar av felagnum. Á hverjum gøtuhorni var fólk á varð- haldi og ansaði eftir. Sum tjóvur á nátt Tað vóru tó ikki bert fiskagenturnar, sum ans- aðu væl eftir ti, sum fyri- fórst. Tað gjørdu arbeiðs- gevararnir eisini. Felagið hevði vanliga fundir í dansistovuni, men ikki bar altíð til at hittast har. Vit føldu okkum mangan sum tjóvur á nátt, tå vit skuldu hittast í felagnum og somuleiðis, tá vit skul- du hitta tey fólk, vit høvdu at rådføra okkum við. - Eg minnist serliga Pet- ur Mohr Dam. Hann hjálpti ikki bert arbeiðar- unum, hann var eisini okkum ein hollur stuðul. Nógvar fiskagentur aðrastaðni frá — Tað vóru tá ikki bert fiskagentur her úr oynni. Hvert ár kom hópur av fiskagentum norðan- fjorðs, og búðu hesar í fýra fiskahúsum, sum vórðu bygd til endamálið. Hesi vóru Hvíthús, Kron- borg, Roykstovan og Jomfrúbúrið. Men so búðu nógvar privat. Tær vóru komnar hendavegin til at arbeiða fisk. Ar- beiðsgevararnir hevdu biðið tær komið suður, og hevdu teir tá meiri vald yvir teimum — eisini tí tær búðu har. *“ 1 tær stóðu væl saman — Hvussu var arbeiðs- dagurin tá? — Arbeiðsdagurin byrj- aði klokkan hálvgumseks um morgunin og endaði um ellivutíðina um kveld- ið. Var veðrið gott, ar- beiddu vit til seint út á kveldið, og vóru skipini komin at landa, máttu vit gera tey liðug. Damparar fluttu fisk heim úr Íslandi og tá teir komu, varð ar- beitt alt samdegrið. Summi fullu frá, og tann næsti kom til aftur. Framvið ollum fjørdinum — Tað var framvið ellum fjórðinum, at fiskurin varð turkaður. Líka av Gróttanga og runt inneftir og alla staðir framvið heilt út til Øravikar. Fiskur var á hverjum tanga. Eg haldi tað mundu vera eini 16 ymisk stød. Fiskurin varð vaskaður har inni, m.a. á Tanganum, og síðani fluttur í jaktum til Froðbi- ar, til Øravikar og aðra- staðni at turka. — Hvussu vaskadu tit fiskif? — Vit vaskaðu fiskin í kerum. Kerini stóðu fram- við strondini, og máttu fiskagenturnar sjálvar fylla kerini við at hála sjógv í eini pøs upp i kar- ið. Eisini máttu fiskagent- urnar bera fiskin út til vaskingar. At fáa broytt hetta, var tað fyrsta, sum felagið gjørdi. Nevniliga, at arbeiðsgevarin skuldi syrgja fyri vatni og fiski til korini. Man var deyða- móður, áðrenn man kom til karið um morgunin. Fyrst at bera sær 100 fisk- ar út og so hála sær upp í karið. Tad var heldur ikki sjáldan, at man gleið, og karið fór á sjógv. Men Fiskaarbeiði á Tveroyri fyri umleið fimti árum síðani hóast arbeiðsumsteðurnar ikki vóru av teimum bestu, so varð fiskurin væl vaskaður. Tað var ikki lukkuligt at lata ein fisk úr hondini, sum ikki var nóg væl vaskaður. Hetta var sum sagt tað fyrsta, sum felagið framdi til bata fyri limirnar um- framt lenarhækkingina. Harafturat fingu vit framt, at allar tær, sum komu norðanfjerðs, fingu fritt brenni. Hver fiska- genta norðaneftir fekk 25 pund av koli um vikuna, og var hetta ógvuliga góð hjálp í einum húsi. Ikki bert konufólk — Tey konufólkini, sum arbeiddu fisk her á Tver- oyri, og sum ikki búðu her, komu suður í mars mánað og fóru so norð aftur í oktober. Tað hendi tó meir enn so, at nakrar av teimum vóru um vetur- in her suðuri og fingu sær pláss ymsastaðni. Tað vóru tó ikki bert konufólk, sum komu suður at ar- beiða fisk. Um summarið var eisini nógv mannfólk her suðuri. Teir komu tó ikki fyrr enn í mai og fóru norð aftur í august. Tað var tá, mesta arbeiðið var. Tá varð vaskað og turkað dag og nátt. Eingin kontant løn — Fingu tit lønina í hond- ina? — Nei. Lenin varð all skrivað í eina bók, og varð uppgjørt tvær ferðir um vikuna, týsdag og friggja- dag. Tá fekst tú at vita, hvat tú hevði vunnið og hvat tú hevði keypt fyri. Vit fingu bert at vita, hvat vit hevdu vunnið, at fáa pengarnar út var sera torført. Vit máttu keypa frå ti, vit arbeiddu hjá. Um man hevði hug at keypa aðrastaðni enn við- komandi arbeiddi, mátti man skifta um, soleiðis at man keypti fyri eina aðra. — Úrvalið hjá keyp- manninum var ikki altíð líka stórt og ikki kann sig- ast, at ódýrt var. Tað var ti, fólk tóku seg saman og biløgdu verur aðrastaðni frá fyri einar 60— 70 krón- ur, serliga úr Danmark frá Christian Havstein. Tað var nógv, sum fekst fyri hesar pengar tá. Men tað var skjótt, at keypmenn- inir legdu hetta til merkis, og so fekk man ikki loyvi til tað longur. — Hetta helt á í fleiri ár, men í tríatiárunum, tá lønin var nakað frægari, var lættari at fáa pengar- nar út, men ikki fekst tú alt. Ein kann siga, at hetta fyri ein stóran part var limanna skuld. Teir vóru bangnir fyri ikki at fáa nakað arbeiði, um teir strongdu ov nógv á at fáa kontanta útgjalding.