leygardagur 3. juni 1978síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 42 — 3. juni 1978
Arbeiðsumsteðurnar vóru vánaligar...
Tað var ikki fyrr enn í
fimtiárunum, at vit fingu
kontanta løn gjøgnum
løngjaldsstovuna hjå
Fylking. Hetta skuldi tó
verið gjørt fyrr, ti so hevði
felagið átt nógv av peng-
um. Fylking gjørdi sina
løngjaldsstovu í 1935, og
tað var sjálvandi tá, vit
eisini skuldu farið uppi.
Ísvirkið
Tað var í 1928, at menn
fóru at tosa um ísvirki á
Tveroyri, og árið eftir
varð farið undir virkið.
Her minnist eg eisini Pet-
ur Mohr Dam sum tann
heita forsprákaran fyri
hesum tiltaki. Tað gekst
illa at fáa tað oki, har Ís-
virkið liggur í dag. Tað
var kommunan, sum átti
hetta eki.
Meginparturin av ar-
beiðinum, sum lagt varð í
byggingina av hesum
virki, var pliktarbeidi.
Hver arbeiðari arbeiddi í
14 dagar uttan løn. Tá
virkið var komið í gongd,
varð arbeitt 4 dagar um
vikuna fyri løn og 2 uttan.
Hetta skuldi koma teim-
um til góðar seinri, men
tað var herð mótsteða her
á plássinum. Tað komu
eisini fleiri bátar til virkið,
men visti tað seg, at tað
gekk ikki. Eg haldi, tað
vóru bátarnir, sum gjørdu
sín stóra mun til, at virkið
ikki gekk.
Í kommununi
Ella Midjord hevur eisini
havt sæti í kommunustýr-
inum. Vit spyrja hana,
hvussu hetta bar til, at
kvinna kom í kommunu-
stýrið tá.
— Tað varð ofta talað
um at fáa kvinnuliga um-
boðan í kommununi. Tá
var tað so, at bæði Fylk-
ing, Javnaðarfelagið og
Fiskepigernes Fagforen-
ing stillaðu upp saman til
kommunuvalið. Semja var
um at stillast skuldi ein
upp frá konufólkunum, og
fingu vit ta ferðina fimm
limir í kommunustýrið av
sjey. Sama árið kom
Maria í Skorti í skúla-
nevndina og javnaðar-
flokkurin hevði eitt gott
val tað árið. Hetta var í
1936.
Hvat kundi gerast
— Um hetta mundið vóru
ringar tíðir. Eg minnist
ikki eins ringar tíðir,
hverki frammanundan
ella aftaná. Bert eitt sterri
virki var tá. Tidin var
komin, at skipini skuldu
fara á Suðurlandið. Tá var
tað, Petur M. Dam fór til
Havnar at tosa við bank-
ar, um at leiga fiskapláss-
ini, til skipini komu aftur.
Fundur varð hildin her,
har bæði mannfólk og
konufólk mettu, fyri at
tosa um, hvat skuldi ger-
ast. Eisini skuldi Petur
Mohr Dam til Onglands at
kanna, um meguleiki var
at fáa fatur á einum trol-
ara. Tað stóð so illa til tá,
at bæði Thomsen og Hvi-
tanes vóru við at fara á
húsagang, men tað varð
tó bjargað í seinastu letu.
Petur M. Dam kemur so
aftur úr Havn, og varð tá
roynt at savna pengar
saman til at fáa Aktiesel-
skapið til keyps. Komm-
unan kom eisini uppi, og
Fiskepigernes Fagforen-
ing setti sínar 9.000 krón-
ur i fyritøkuna.
Arbeitt varð so víðari
við málinum, og varð Ru-
dolf Niclasen sendur til
Danmarkar fyri feløgini at
tingast við Fiskaribank-
an. Hann var eisini í Ong-
landi og fekk trolaran.
Fyrsta ætlanin var at fáa
trolaran til plássið og leiga
tað, sum Aktieselskapið
hevði. Men eydnaðist tað
okkum at fáa alt. Men tað
var tungt. Tað varð ar-
beitt nátt sum dag. Petur
Mohr Dam arbeiddi í
Havn, og fakfeløgini sam-
an við kommununi ar-
beiddu her fyri at fáa
hetta í gongd.
Hetta virkið, sum fekk
navnið A.T. — Arbejder-
nes Trawlerdrift, kom fyri
seg og gav nógv arbeiði
líka til einaferð í fimtiár-
unum. Tá saltfiskurin var
sosialurin
fyri mundu upp ímóti 100
fólk arbeiða i fyritøkuni.
Men eins og Ísvirkið, so
varð AT eisini offur fyri
stórmonnunum, sum
vildu ollum arbeiðarasam-
tokum til livs. Aftaná ha-
va teir eisini havt sín stóra
fyrimun av hesum.
— Hevdu arbeiðararnir
nakað at siga í AT, ella
var tað stjórin, sum tók
allar avgerðirnar?
— Har var eitt driftsráð
og tað virkaði væl. Heyg-
um var stjóri og vildi hann
fegin driva AT víðari, um
teir fingu hjálp, tá á stóð.
Men har komu andsteðu-
menninir aftur at spenna
bein fyri okkum. Einki er
at ivast i, at AT vildi verið
liv lagad, um vit tå fingu
eina hjålpandi hond, men
so var ikki. Virkid skuldi
drepast, og tað eydnadist
teimum.
— Tað verður ofta sagt,
at hesi virki hava kostað
nógv og javnaðarmenn
hava gjørt tað og tað.
Men hesi virki hava so
sanniliga eisini givið
nógvar pengar av sær.
Tey hava mettað manga
arbeiðarafamilju.
… men samanhaldið var gott
— Eg haldi, at javnað-
armenn tá royndu meiri
enn nú at halda uppá sín
rætt og kostaði tað teim-
um eisini dýrt. Hver
gjørdi meir enn Petur
Mohr Dam, og hver fekk
verri løn enn hann? Tá
hjálpin var fyri neyðini,
var hann vælkomin eisini
til sínar mótsteðumenn,
men hver var lønin? Eg
veit tað. Eg havi arbeitt
nógv saman við honum.
Við honum mistu vit ein
góðan mann.
— Hvussu var sam-
arbeiðið millum fakfeløg-
ini og javnaðarflokkin á
Tveroyri?
— Ja, tað var sera gott
samarbeiði millum Fylk-
ing, Fiskepigernes Fag-
forening og javnaðar-
flokkin. Tað vóru stórt
sæð tey somu fólkini, sum
vóru í fakfelogunum og í
flokkinum.
— Fyrsta 1. maidags-
haldið, sum varð hildið í
Feroyum, varð hildið á
Tveroyri. Hetta var fyri
heimsbardagan. Eg minn-
ist, at vit arbeiddu í fiski
tilkl. 12 tann dagin. Fylk-
ing og Fiskepigernes Fag-
Arbeiðið var tungt, lítið virt og lenin var lítil
forening skuldu skipa fyri.
Og her var veruligur
veitslurómi í samband við
hetta 1. maidagshald. Øll
vóru við, og soleiðis var
við ellum teimum kom-
andi 1. maidagshaldu-
num. Men eftir heimsbar-
dagan kom líkasum steðg-
ur í. Stundum var mai-
dagshaldið í losjuni og
stundum í dansistovuni.
Her vóru talur hildnar og
nógv varð sungið. Tað var
ikki óvanligt, at. fólk
gingu eftir gøtunum við
harmoniku og sungu.
— Tú sigur, at samar-
beiðið var bæði gott og
neyvt millum javnaðar-
flokkin og fakfelegini,
men Dam var ikki arbeiðs-
maður, hann var lærari.
Tað bilti kanska ikki?
— Nei, so avgjørt ikki.
Samarbeiðið millum
flokkin og fakfeløgini var
gott, men hetta dámdi
ikki teimum stóru monn-
unum á Tveroyri.
Lønarmunur,
men ikki munur
å arbeidi
— Tað var munur á lønini
Síða 11
hjá konufólkum og mann-
fólkum, men tað var eing-
in munur á arbeiðinum.
Mannfólkini arbeiddu
uppá fisk, og tað gjerdu
konufólkini eisini. Men
konufólkini arbeiddu
meira fiskaarbeiði enn tey
gera í dag. Ti, tá tey nú
flekja, vaska og salta, eru
tað mannfólkini, sum gera
hetta arbeiði. Tá vóru tað
konufólkini.
— Eisini minnist eg
einaferð, vit keglaðust
um, hver skuldi koyra
fiskin og hver skuldi bera
hann. Hetta endaði vid, at
tað vóru menninir, sum
skuldu koyra, og konu-
fólkini bera.
Tað, sum var á hjólum,
áttu mannfólkini, heldur
Ella brosandi fyri.
Klassamunur
— Var nakar klassamun-
ur?
— Ja, tað kann ikki
annað sigast. Fiskimenn-
inir og fiskagenturnar vó-
ru tey, sum minst vórðu
vird. Hini hildu seg vera
betri.
— Kundi ein síggja tað